Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. oktober 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 206 - 26. oktober 2002 Nr. 206 - 26. oktober 2002 13 Eftir fundin í útvarpshøllini um kreppuna og hennara orsøkir og fylgjur hevur almenna orða- skiftið verið dominerað av øllum uttan tí evni, ið har var til viðgerðar. Tað tykist sum moralsku herindini hjá Jensi av Rana og Høgna Hoydal hava størri áhuga enn tær hendingar, sum fyri 10 árum síðani elvdu til, at millum fimm og sjey túsund føroyingar flýddu av landinum undan vinnuloysi og elendigheit. Men hetta skal tó ikki forða okkum í at venda aftur til orðaskiftið. Undir orðaskiftinum í útvarpshøllini var niður- lagið: "Ongantíð aftur ein sætti oktober!" Men samstundis avdúkaðu nakrir av luttakarunum, at hetta ikki var heilt óhugsandi kortini. Víst var á, at vit framvegis onga trygd hava fyri, at fíggjar- eftirlitið ikki knappliga ein morgun møtir upp og aftur niðurskrivar virðini á húsum og virkjum. Vit hava einki fíggjareftirlit, men bert ein kaffifund millum Karsten Hansen og Thor Petersen einaferð um árið. Hetta gevur lítið innlit! Víðari verður víst á, at skipanin við fiski-og veiðiloyvum í sjálvum sær er ódámlig og ódemokratisk. Ávísir persónar fáa loyvi at nýta tilfeingið, sum vit øll eiga og enntá fáa teir loyvi at spekulera við hesum loyvum og selja tey til okursprísir. Privatir ríka seg upp av fólksins ognum! Her má vend koma í hvørt tað so skal vera við tilfeingisrentu ella aðrari skipan, skulu vit lata liggja, men óskilið, sum nú valdar, kann ikki halda fram. Eftir fundin hava eisini verið ávís tekin um, at herrópið Ongantíð aftur skal takast við fyrivarni. Landsbankastjórin hevur víst á krepputekin í fíggjarlógaruppskotinum. Hann mælir til at uttanlandaskulkdin verður ratað. Hví? Jú, tí farið verður helst longu koandi fíggjarár út at lána til almenna raksturin. Hann sigur ikki hví, tað kann hann av goðum grundum ikki, men orsøkin er tann harðrenda og fyrilitsleysa skerjingin av blokkinum. Her er meginrosøkin til ta full- komuliga perspektivleysu og jánkasligu fíggjar- lógina fyri 2003. Hon osar av svartskygni og ótta fyri framtíðini og hon signalerar klárt og greitt, at vit eiga ikki fyri rakstur í 2003. Hetta gevur einum varhuga av, at samgongan leggur ikki kortini á borðið. Hetta skapar ótryggleika og ótta millum manna og í vinnulívinum, og kann hetta í sjálvum sær elva til, at tað, sum ongantíð skuldi henda aftur, fer at henda kortini. Ballið tikið vera buðið, og kunnu vit takka harrðenda fíggjar- politikkinum og blokkfundamentalistunum fyri tað! DAGSINS MEINING Sosialurin Ballið buðið? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Katrin Dahl Jakobsen Í hósdagsblaðnum kemur Høgni Hoydal aftur við einari av sínum hjálpar- leysu óseriøsu hugleiðing- um, úr fuglaperspektivi sjálvandi, kólandi niður yvir allar hinar politisku óvitarnar. Hesin Mr. Know All er so evindaliga troyttur av at sveima í einseminum har uppi, meðan øll hini ”drukna í partapolitiskum tvassarí”, sum hann skírir øll onnur at vera stødd. Troyttandi at vera í so vánaligum selskapi. Tá veruleikin er beiskur Í greinini endurtekur hann tað, sum aðrir hava ført fram seinastu dagarnar- at lata altjóða viðurkendar stovnar gera regluligar met- ingar av búskaparstøðuni hjá okkum. Tað haldi eg vera eitt gott hugskot! Treingir ongantíð meira til enn nú, soleiðis sum stýrt hevur verið seinastu fýra árini. Hetta, hóast stýrings- amboðini ongantíð hava verið betri enn nú, bæði so og so. At samfelagið kostar 1150 mió. kr. meira at reka í dag, enn tá Høgni Høydal tók við, er skelkandi, og komið fram sjálvt fyri løgmanni, meðan hann dró vilini á Viðareiði. So antin kann man bara fara á flog, sum Høgni Hoydal, tosa um okkurt annað og látast at hava eina so ”yvir- ornaða” dagsskrá, sum tey tápuligu ikki skilja ella stinga av sum løgmaður, tá veruleikin skal tyggjast. Høgni Hoydal sigur, at áðrenn 1999 bleiv nógv meira brúkt árliga, enn fíggjarlógirnar vístu. Vælsignaður, royn at vera bara eitt lítið sindur sannur í tí, tú kemur við. Øll vita um allar eyka- játtanarlógirnar hesi sein- astu fýra árini. Tað er, um Høgni Hoydal kanska helst vildi tað, ikki nøkur stats- hemmiligheit. Hesar munnu tátta upp ímóti 470 mió!!! Tær hava ikki staðið á nakrari fíggjarlóg!!!Og skal OECD kanna nakað, høvdu teir so neyvan tikið fíggjarógaruppskotið fyri 2003 fyri fyri góða vøru, sum støði undir undir fíggjarpolitikkinum. Hesa kladdu, sum hon millum manna verður rópt. Okkurt er galið við flognum Eg veit, at tað nyttar ikki at øsa seg upp yvir ein skerd- an fugl, sum í berari neyð roynir at fáa eitt sindur av uppdrift undir sínar skerdu veingir. Tí er gott at síggja tað komiska í hesi svaduni yvir øll hini, eisini sam- gongulimir, sum verða skírd partapolitisk møsn, tá Høgni Hoydal sjálvur kavar so lúkst í partapolitiska tvassið. Her fáa øll av at vita. Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin viðvíkjandi uppskoti um nýggjan stuð- ul, sum eingin kennir nakað til!! At andstøðuflokkarnir mæla til at brúka allan blokkstuðulin!!!! Hvat billar maðurin sær inn? Og hetta ætlar hann at fáa OECD at kanna. Hetta er partapolitiskt tvass, sum bara kann koma frá Høgna Hoydal. Tað kundi verið áhugavert at skift orð um slíkar óheftar kanningar, men henda greinin er so óseriøs og skuldi bara tæna sum partapolitiskt álop á øll onnur enn ”skribentin” sjálvan, og royna at flyta kjakið frá veruleikanum. Eini fíggjarlóg, við 2 mió. í avlopi áðrenn skattalættan uppá 50 mió., undirsjóvar- tunnil 32 mió., fólkaskúlin 6 mió., sernámsfrøði 1,3 mió. o.s.v. Høgni skal krita banan fyri OECD Alfaðirliga vísir Høgni Hoydal á spurningar, sum eitt nú OECD eigur at svara í eini møguligari kanning. Gott hjá teimum at vita, líkasum. Eg skal ikki taka nakað frá manninum, sum helst hevur lisið og eksperi- menterað seg til so mangt, men eg eri vís í, at slíkur stovnur fer neyvan at biðja Høgna Hoydal um ráð at seta rammurnar um slíka kanning. Tað eru tey før fyri sjálvi. Við Høgnasa primitivu vegleiðing høvdu tey endað so lúkst í parta- politiskum tvassi. Ja, lat OECD kanna føroyska búskapin, og ikki Høgna Hoydal TÍÐINDASKRIV Føroya MC Leygarkvøldið 2. november skipar áhugafelagið Føroya- MC fyri almenum dansi í róðrarnestinum á Argjum. Tað verða teir vælumtóktu Twilight, sum fara at spæla til dansin. Róðrarneystið á Argjun er rúmligt og væleydnað til dans, borð og stólar verða settt upp, og møgileiki verður eisini at fáa okkurt leskandi. Føroya-Mc er áhugafelag, felagið var stovnað í 2000, og er endamál felagsins at røkja áhugamál hjá motor- súkkluáhuganum í Føroyum. Hetta er millum annað at skipa fyri felagstiltøkum og arbeiða fyri betri trygd og skilakoyring. Felagið gevur eisini eitt út blað, har dentur millum annað verður lagdur á at hava tilfar um viðlíka- hald og trygd. Slík arbeiði kostar pengar og roynir felagið at útvega fígging til hetta á ymiskan hátt. Og dansitiltakið 2. no- vember er ein liður í hesum arbeiði. Motorsúkkludansur á Argjum VIÐMERKINGAR Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin Øll vita vit, at ongin pen- ingur kann veita fult endur- gjald fyri tann høga prís, ið mangir føroyingar máttu rinda í kreppuárunum, men tíðin er nú búgvin til, at føroyingar fáa samfelags- búskaparligt endurgjald fyri tær kreppuloysnir í fiski- og bankavinnunum, ið føroyski skattgjaldarin mátti rinda. Tí skulu inntøkur frá ein- skiljingum av Føroya Fiskavirking, Føroya Fiskasølu og Føroya Banka nýtast til at rinda aftur før- oysku uttanlandsskuldina, ið m.a. er til orsaka av, at føroyski skattgjaldarin bjargaði nevndu fyritøkun- um í kreppuárunum. Har- við kann føroyska sam-fe- lagið sleppa undan stórum rentuútreiðslum, gerast minni skuldarbundið og meira sjálvbjargið. Greiðar linjur millum alment og privat Nógvar eru orsøkirnar - men ein av orsøkunum til, at skilagott er við ein- skiljing av fyritøkunum, ið gjørdust almennar vegna kreppuna er, at neyðugt er at fáa so greiðar linjur millum alment og privat virsemi sum møguligt. Tí alneyðugt er, at byrgja upp fyri politiskari uppíbland- ing í føroyskum vinnulívi og at tryggja, at greitt er, hvør hevur ábyrgdina og hvør átekur sær vágan. Tað almenna hevur tørv á einum sterkum vinnulívi, ið kastar av sær til samfelagið og somuleiðis hevur vinnu- lívið tørv á einum vælvirk- andi almennum sektori, ið tryggjar m.a. grundarlagið fyri at reka nútímans vinnu- lív - men týðandi er at hava greiðar linjur millum hesi. Lat tað privata um at reka vanligt vinnuvirksemi so- leiðis, at tað almenna kann nýta tíð og orku til at tryggja øllum føroyingum góðar og javnbjóðis al- mennar tænastur. Tað verið seg eitt nú almanna- og heilsutænastur, útbúgving- ar, mentanartilboð og gransking. Somuleiðis framkomið samferðslu- og samskiftisnet. Og sum heild at tryggja, at vit hava eitt einfalt, framkomið og rættvíst lógarverk, ið skapar góðar og tryggar karmar um føroyska sam- felagið. Minni almennur vági og minni kappingaravlaging Enn ein orsøk til at ein- skilja Føroya Fiskavirking, Føroya Fiskasølu og Føroya Banka er, at á henda hátt verður almenni fíggjarligi vágin fluttur yvir á privatar hendur. Samlaði samfelag- vágin vil tó altíð verða til staðar og minnast vit eisini øll hvat hendi í kreppu- árunum tá tað almenna átók sær at bjarga ávísum fyri- tøkum innan fiski- og bankaheimin og harvið átók sær vágan - men als ikki er víst at so verður gjørt í framtíðini. Eru fyri- tøkurnar privatar heldur enn almennar, hevur tað almenna møguleika fyri at taka støðu til fíggjarligar bjargingar í hvørjum ein- støkum føri. Alneyðugt er tó við einum heilt greiðum boðskapi frá tí almenna sum er, at greiðar linjur eru millum tað privata og al- menna, og at vinnulívið ikki skal væntað almennan stuðul gerast tíðirnar verri. Annars gerst úrslitið skjótt tað sama sum við veð- haldspolitikkinum í 80'in- um. Eisini er tað, at almennur peningur verður nýttur at keypa fyritøkur uttan at nakað avlop krevst afturfyri kappingaravlagandi. Tí stórtsæð allar aðrar privatar fyritøkur skulu gjalda eig- arum sínum avlop, með-an hetta ikki ger seg galdandi fyri føroyskar almennar fyritøkur - Føroya Banki tó undantikin. Avmarka útlendskan ognarpart Av alstórum týdningi er tó, at tað - sersakliga í sam- band við einskiljing av fyri- tøkum innan fiskivinnuna - verða ásettar ávísar av- markingar fyri útlendskum ognarparti og at alt verður gjørt til tess at forða fyri strámannavirksemi. Út- lendskar íløgur eru væl- komnar í ávísan mun, men tað er avgerandi, at ognar- rætturin til føroyska til- feingið verður varðveittur á føroyskum hondum. Frígivin almenn virðir skulu rinda skuld Enn ein fyrimunur við, at einskilja áður nevndu fyritøkur er, at tað almenna á henda hátt fær frígivnar stórar peningarligar upp- hæddir, ið eru bundnar í stóru almennu fyritøkun- um. Landsstýrið hevur í dag smáar 4 mia. kr. í egin- peningi í fyritøkum - av hesum hevur Føroya Banki um 1,4 mia. kr. í egin- peningi. Søluvirðið má tó væntast at verða hægri. Hetta er peningur, sum við undantaki frá Føroya Banka, ikki gevur nakað beinleiðis avkast til lands- kassan og peningur, sum í nógvum førum kundi verið nýttur øðrvísi og meira gevandi. Heldur skuldi al- menni peningurin í nevndu fyritøkunum verið settur í ein komandi búskapar- grunn, fyri síðan at verið nýttur til at rinda aftur uttanlandsskuld landsins. Kunnu sleppa undan 323 mió. kr. um árið Uttanlandsskuld landskass- ans er í dag um 4,2 mia. kr. og gjalda føroyingar 323 mió. kr. um árið í rentum og avdráttum fram til 2018. Verða inntøkurnar frá einskiljingunum av bara áðurnevndu trimum fyri- tøkunum nýttar til at rinda aftur skuld, so verður uttan- landsskuldin helst meira enn hálverað. Harvið kann føroyski landskassin spara stórar rentuútreiðslur og kann verða skuldarfríur eftir fáum árum - um hetta verður ynskt. Nevnast kann, at landið eigur um 2,5 mia. kr. (við árslok) í uppsparing í Landsbankanum, men rætt er framhaldandi at hava ein tryggan landskassa við góðum gjaldføri og tí verð- ur ikki mælt til at nýta av hesi uppsparing til at rinda uttanlandsskuld í løtuni. Ikki einskilja almennar tænastur Alt ov ofta verður kjakið um einskiljingar gjørt til eitt ”fyri ella ímóti ein- skiljingum”-kjak. Men so einfaldur er spurningurin um einskiljingar ikki. Eitt nú er stórur munur á fyri- tøkum, ið reka reint vinnu- ligt virksemi og fyritøkum, ið veita almennar tænastur. Tjóðveldisflokkurin tekur ikki undir við, at einskilja eitt nú Postverk Føroya, Strandfaraskip Landsins, Landsverkfrøðingin ella aðrar grundleggjandi partar av føroyska samfelagnum (heldur ikki føroysku landsjørðina). Tí heldur enn at fáa eina betri og bíligari tænastu kann úrslitið skjótt gerast ein sundurpettan av al- mennum tænastum til nøkur privat virki ella per- sónar, ið síðan mugu fáa eina játtan á fíggjarlógini fyri at reka tænastuna. Í lítlum samfelagi sum tí føroyska, kann einskiljing ofta enda við privatum monopoli - tá heldur hava alment monopol, ið tryggj- ar at samfelagsliga atlitið verður raðfest hægst tá umræður almennar tæn- astur. Skuldarfríar og sjálv- bjargnar Føroyar í eyðsjón Men Føroya Fiskavirking, Føroya Fiskasøla og Føroya Banki eru allar fyritøkur, ið vórðu fíggjarliga bjargaðar av tí almenna undir kreppu- árunum og hóast tær reka privat vinnuvirksemi burt- urav, gjørdust tær harvið almenn ogn. Ætlanin hevur ongantíð verið, at hesar skuldu halda áfram við at verða almenn ogn, og nú fyritøkurnar eru væl fyri og til fullnar kunnu standa á egnum beinum - ja, so er tað nú, at føroyski skatt- gjaldarin kann fáa endur- gjald fyri peningin, ið varð nýttur at bjarga fyritøkur- nar. Tjóðveldisflokkurin vil gera sítt til, at hesar fyri- tøkur - umvegis varliga og gjøgnumskygda einskiljing - gerast privat vinnuvirk- semi aftur, og at inntøk- urnar frá einskiljingunum koma øllum føroyingum til góðar við at rinda aftur føroysku uttanlandsskuld- ina, til frama fyri einum meira sjálvbjargnum før- oyskum búskapi og sam- felagi. Av góðum bergi brotin fólk og Føroyar fram at føra Vaksin upp við sjóvar strond har báran møtti hellurond Á Tvøroyri aldist so mangur alvi lærdi seg leikir í lívsins talvi við móðurmjolk seyg tú innlit og hugsjón um javnari menning og bjartari vón Har javnaðarvøggan á kletti stóð stóð eisini tín á grundini góð Maður kemur í mansins stað eisini tá høvdingar leggjast ein dag tungan arv at lyfta hjá fáum mundi slík royndin nytta at sigla faðirs kjalarvørr og longur á leið føra prúðari knørr Fattur steig eðilingur á hallargólv fram brá sínum brandi, á víðvøllum vann Við snildi hann talar og leikar so væl vitugur - vinnur - í orð og í tal Tá njótast skal sigur í sál og hartvunnin hjartamál fá hava stríðið kent og leikin sæð uttan møddi kappin í fremsta rað Í harðasta víggi leiddi lið fram á leið eftir droyrreyðum grasi, har høgg mangan sveið tá stríð loksins lætnar og útsjónin batnar í sjónarringi har hómast vón og sigurin kyndir í hjørtunum glóð har rættvísi fjálga seg kann - tagna brandaljóð Trygt við lær goyma sigursmenn brand - høgt uppá tindar at skoða nýtt land - víðari heim at nema Í mansaldur stóð tú við stýrisvøl á havinum stóra, tú førdi kjøl So mangt eitt roysni úr hondum greiddi manning trygt í havn tú leiddi staddir í vanda - einki tó mundi granda Nú høvdingi stinnur um sjeyti fer tillukku skal tí ljóma her Kletturin ert tú á Føroya grund vardi tá stormar leiktu í lund Kappin reysti - tøkk fyri stríð og treysti Einskiljingar av kreppuloysnum skulu rinda uttanlandsskuld Tøkk Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum sýndu hjálpsemi og samkenslu, tá kæri pápi, verpápi og abbi okkara Kári Dalsgaard Petersen Tórshavn doyði og varð jarðaður. Takk til Marjun Bæk, kirkjutænarar, sangarar, Føroya Symfoniorkestur,Tórshavnar Manskór, tykkum, sum hjálptu til, tykkum, sum sendu blómur og kransar og annars øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. vegna familjuna Atli, Uni og Búi Til Atla P. Dam á sjeytiára degnum - yrking, ið borin var fram á sjeytiára degnum Tøkk Vit takka øllum hjartaliga fyri sýnda samkenslu tá ið elskaði maður mín, pápi og abbi okkara LASSE HOLM doyði og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum, Ríkissjúkrahúsinum, Hotel Tórshavn, Almannastovuni, Hjálpitólarmiðstøðini, Heimarøktini og Føroya Felag móti Krabbameini fyri góðan stuðul. Eisini eina hjartans tøkk til øll tykkum, ið hava verið um okkum og hjálpt hesa sváru tíð. Fyri tey avvarðandi Súsanna, Randi, Rannvá, Rógvi, Rasmus og lítli Heini C M Y K 13 12