Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. oktober 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 206 - 26. oktober 2002 15 15 pláss í Vesturstovu fyri 6 milj. krónur - Vit hava projekterað at kalla alt sjálvir, sum kommunan hevur sett í verk , eitt nú havnaútbyggingar, tunlar, barnagarð og brandstøð, sigur Leif Petersen, sum saman við Pæturi Joensen starvast á teknisku deild hjá Fuglafjarða kommunu. ORÐ OG MYNDIR: Vilmund Jacobsen Hósdagin skipaði Fugla- fjarða kommuna fyri mót- tøku í samband við, at kjallarin í Vesturstovu, sum er eldrasambýlið í bygdini, er liðugur og tikin í nýtslu. Væl av fólki vitjaði inni á gólvinum hendan dagin og sóu snotuliga verkið, ið kommunan sjálv hevur bygt og goldið úr einum enda í hin. Í ítrivsrúminum í kjallar- anum varð borðreitt við al- skyns pinnamati, og har vórðu fleiri røður hildnar. Millum teirra, sum høvdu orðið, var borgarstjórin í Fuglafirði, Sigurd Simon- sen, Jóhan Heri Joensen, formaður í mentanarnevnd- ini, Dánjal Vang, formaður í teknisku nevnd, Ása Hanusson, økisleiðari og Páll á Reynatúgvi, lands- stýrismaður. 6 milj. krónur Vesturstova, sum annars varð tikin í nýtslu, 29. juni í 1999, stendur í dag í sløkum 6 milj. krónum, og tá eru nakrir snøklar eftir at gera uttan. Allar rokningar- nar eru goldnar úr komm- unukassanum, og í Fugla- firði vænta tey, at samlaði kostnaðurin av byggingini verður 6 milj. krónur. Í mun til onnur sambýli og røktarheim kring landið, er íløgan hjá Fuglafjarða kommunu ógvuliga rímilig, tí vanliga verður roknað við, at eitt røktarheimspláss liggur um eina milj. krónur – í summ førum tvær. Tá ið Røktar-og ellis- heimið í Runavík varð bygt á sinni, lá kostnaðurin um 1 milj. krónur fyri hvørt bú- fólk. Úr Sandoynni hevur ljóðað, at har er kostnað- urin einar 2 milj. fyri hvørt búfólk. Men hvussu ber tað so til, at fuglfirðingar hava bygt sína snotuligu Vesturstovu fyri minni enn 1/2 milj. fyri hvørt búfólk? Tað er ein góður spurn- ingur. Kanska er munurin tann, at Vesturstova er eitt verk, sum kommunan eigur burt- ur av. Leif teknaði Tekniska deild hjá Fuglafjarða kommunu, sum er mannað við verkfrøðing- inum, Pæturi Joensen og byggifrøðinginum, Leif Petersen, hevur projekter- að, teknað og havt eftirlitið við allari byggingini. – Vit hava faktiskt gjørt alt sjálvir her á deildini, sigur Leif Petersen, ið er maðurin, sum hevur teknað Vesturstovu, húsið og inn- rættingina. Hann vísir á, at projekt- eringin byrjaði í 1997, og byggingin byrjaði árið eftir. - Tað var soleiðis, at tá ið kreppan í handverkaravinn- uni tók seg upp, hevði kommunan fleiri handverk- arar í arbeiði. Kommunan hevði valið ímillum at lata hesar byggja eldrasambýlið ella at siga menninar úr starvi. Tískil varð sambýlið bygt við fólki hjá kommun- uni burtur av. Leif heldur, at hetta var ein góð loysn. – Einir fýra mans vóru burtur av við í byggingini, og formaður á staðnum var Sveinbjørn á Horni, sum eisini var í starvi hjá kommununi. Tað vóru Sofus Jacobsen og Jóannes Thomsen, sum stóðu fyri ávikavist vvs og el-innleggingini. Kjallarin Kjallarin í Vesturstovu, sum nú er innrættaður og tikin í nýtslu, er stívliga 300 fer- metrar stórur. Har eru trý dupult kømur, ítrivsstova, stova, goymslurúm og tvey baðirúm. Frammanundan var bara fýrrúm í niðaru hæddini. Alt arbeiði í kjallaranum er gjørt av lokalum hand- verkarum. Tað er Knút Lar- sen og seinni, sonurin Jóh- an Larsen, sum hevur havt ábyrgdina av timburarbeið- inum. Hita og sanitet og el- arbeiði hava ávikavist Kári Johannesen og aftur Jó- annes Thomsen staðið fyri. Fuglafjarða kommuna hevur sjálv sett hølini í stand, men gólváleggingin er hesaferð komin úr Havnini. – Gólváleggingin er tað einasta, sum ikki er gjørt av fólki um okkara leiðir, sigur Leif. Á samkomuni kom fram, at eldri fólk, sum ikki hava so góðar umstøður heima til bað, eru vælkomin í Vesturstovu at fáa sær brúsubað í kjallaranum. Somuleiðis eru tey farin at gera døgurðar, sum heima- hjálpir kunnu heinta og lata teimum, tey vitja. Lyft er sett upp millum ovaru og niðaru hæddirnar, og ventilatiónsskipan er sett upp um alt húsið. Eitt av búfólkunum í Vesturstovu, er Jákup Oluf Jacobsen, sum er gamal byggimeistari. Hann býr á sambýlinum saman við konu síni. Hóast hann er føddur í 1917, hevur hann verið so óførur at plantað í lítla hav- an, sum er omanfyri húsið. Hetta er sera vakurt, og Jákup Oluf syrgir sjálvur fyri, at havin er snøggur og verður hildin viðlíka. Fór - og kom Leif Petersen, sum er teknarin aftanfyri Vestur- stovu, varð sagdur úr starvi hjá Fuglafjarða kommunu í kreppuárunum. Í fýra ár ar- beiddi hann fyri seg sjálvan – við hamara, sum hann sjálvur tekur til. Leif byrj- aði annars at arbeiða hjá kommununi longu í 1984. – Kreppuárini vóru ein torfør tíð hjá okkum hand- verkarum, men eg megnaði at hóra undan her heima, sigur hann. Eftir at hava verið í sjálvstøðugari vinnu í fýra ár, sendi kommunan aftur boð eftir honum, og síðan hevur hann arbeitt á tekn- isku deild. Tað áhugaverda er, at tekniska deild hjá Fugla- fjarða kommunu, har Pætur Joensen er leiðari, sjálv hevur staðið fyri at kalla øllum tí, sum gjørt er í kommununi í fleiri ár. - Vit hava projekterað at kalla alt sjálvir, sum kommunan hevur sett í verk, eitt nú havnaút- byggingar, tunlar, barna- garð og brandstøð, sigur Leif Petersen. Venda vit at enda aftur til Vesturstovu, hava búfólkini har rættiliga gott útsýni úr vindeygunum omaneftir. Tey síggja útyvir vánna og beint niður yvir barna- garðin og fótbóltsvøllin. Fuglafjarða kommuna hevur valt ikki at krógva tey gomlu, sum hava slitist fyri seg, burtur úr nærum- hvørvinum. Vesturstova er eitt verk hjá Fuglafjarða kommunu burtur av. Ása Hanusson, økisleiðari, segði eisini nøkur orð á samkomuni. Sigurd Simonsen er bygdaráðsformaður í Fuglafirði. Alskyns pinnamatur til tey mongu, sum stukku inn á gólvið. 15 14 Nr. 206 - 26. oktober 2002 UTTAN ÚR HEIMI Lótu átta børn sleppa út Gíslarænararnir í Moskva lótu nøkur børn sleppa úr leik- húsinum, men øll børnini sleppa ikki út, siga teir. GÍSLATØKA Í MOSKVA Árni Joensen: Teir kekensku gíslarænarar- nir í Moskva lótu í gjár átta børn sleppa út úr leikhús- inum, har rænararnir hava umleið 700 fólk sitandi gíslar. Ein jordanskur lækni hjá Reyða Krossi, sum var inni í leikhúsinum, segði, at umleið 30 børn vóru mill- um gíslarnar. Læknin greiddi eisini frá, at nøkur av børnunum vóru vorðin sjúk, men tað var ikki greitt, um tað vóru hesi børnini, sum gíslarænarar- nir lótu sleppa út í gjár. Men samstundis gjørdu rænararnir greitt, at øll børnini sleppa ikki út úr leikhúsinum. Sambært russisku myndugleikunum hevði ein av gíslarænar- unum gjørt greitt, at í teirra eygum eru 13 ára gomul børn ikki børn. Gíslarænar- in skuldi hava sagt, at í Kekenia fáa børn niður í 10 ára aldur somu viðferð sum vaksin frá teimum russisku hermonnunum har. Gjáramorgunin ljóðaði, at gíslarænararnir vóru sinnaðir at lata teir umleið 75 útlendingarnar sleppa út úr leikhúsinum. Samstund- is vóru nógvir útlendskir sendistovubilar at síggja nærhendis leikhúsinum. Sambært russum eru fólk úr Bretlandi, Niðurlondum, USA, Eysturríki, Týsklandi og Avstralia millum gíslar- nar umframt fólk úr fleiri fyrrverandi sovjetlýðveld- um. Hetta er oddamaðurin Tann 26 ára gamli Mosvar Barajev er oddamaður hjá kekensku gíslaræn- arunum í Moskva. GÍSLATØKA Í MOSKVA Árni Joensen: Russisku myndugleikarnir vita alt um mannin, sum stendur á odda fyri kek- ensku gíslarænarunum í leikhúsinum í Moskva. Tann 26 ára gamli Mosvar Barajev tók í fjør við leiðsluni í einum upp- reistrarbólki í Kekenia eftir farbróðurin Arib Barajev, sum doyði í skotbardaga við russiskar hermenn. Bólkur hansara, sum sigur seg vera ein servand- an islamskan bólk, er kendu fyri at hava rænt og burturflutt bæði kekenar, russar og útlendingar. Russiska sjónvarpið vísti fyrradagin eina sjónbanda- upptøku, sum vísti menn hjá Barajev pína ein fanga. Tann eldri Barajev bar eisini orð fyri at vera sjáld- sama harðrendur. Bretskir myndugleikar siga, at tað var Arib Barajev, sum gav boð um at hálshøggja tríggjar bretskar verkfrøð- ingar, sum vórðu burtur- fluttir í Kaukasus fyri nøkr- um árum síðani. Samráð- ingar vóru um at fáa menn- inar leysar aftur fyri 90 milliónir krónur í loysi- gjaldi, men sambært bret- um trífaldaði yvirgangs- leiðarin Osama bin Laden boðið og lat Arib Barajev 270 milliónir krónur fyri at avrætta teir tríggjar bret- arnar. Tey, sum kenna til viður- skiftini í Kekenia, siga, at bólkurin hjá Mosvar Bara- jev hevur gott samband við teir, sum sótu við valdið í Kekenia frá 1997 til 1999. Yvirgangsmenn ætla at søkja at ferðafólkatokum Amerikansku mynd- ugleikarnir bera ótta fyri fleiri yvirgangs- atsóknum frá al- Qaeda. FBI heldur, at yvirgangsmenninir fara at søkja at jarn- breytini næstu ferð. YVIRGANGUR Árni Joensen: Upplýsingarnar um kom- andi atsóknir hava amerik- ansku myndugleikarnir fingið frá fongslaðum lim- um í al-Qaeda. Sambært teimum skal ein bólkur hjá felagsskapinum søkja at einum ella fleiri ferðafólka- tokum. Aðrar ábendingar siga, at yvirgangsmenninir ætla at spreingja jarnbreyt- arbrýr í luftina og at søkja at góðtokum, sum flyta vandamikil evni. Samveldisløgreglan FBI vil eisini vera við, at al- Qaeda fyrireikar atsóknir at oljuútbúnaði ymsastaðni í heiminum. Sagt verður, at FBI hevur loyniligar upp- lýsingar, sum bera á tað borðið. Aðrar upplýsingar, sum FBI hevur fingið, benda á, at yvirgangsmenn ætla at søkja at flogførum og skip- um, bankum og stjórnar- skrivstovum, og at talan serliga er um amerikansk áhugamál, sum tikið verður til. FBI sigur tó, at í løtuni tykjast yvirgangsmenninir at hava serliga stóran áhuga fyri tokferðsluni í USA. Sagt verður, at løgreglan er komin fram á myndir av amerikanskum tokum og jarnbreytum, sum nakrir av teimum fongslaðu limun- um í al-Qaeda høvdu hjá sær. Tí hevur FBI ávarað løg- regluna og jarnbreytar- myndugleikarnar. Mosvar Barajev avmyndaður inni í leikhúsinum í Moskva. (Mynd: NTV) Russiska sjónvarpið NTV vístu gjáranáttina myndir av gíslarænarunum og nøkrum av gíslunum. Gíslarænarin høgrumegin við skammbyrsu í hondini er ein kvinna. Myndirnar vístu, at fleiri av gíslarænarunum hava spreingievni bundið at kroppinum júst sum teir palestinsku sjálvmorðs- bumbumenninir í Ísrael. C M Y K 14