leygardagur 26. oktober 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 206 - 26. oktober 2002
Nr. 206 - 26. oktober 2002
17
Kunnu fáa 500 milliónir fyri tað sum vit nú
tveita burtur
Egil Olsen hevur
ongantíð ivast í, at vit
hava ovurhonds
stórar møguleikar til
at gera vørur
burturúr fiskaslógvi
og nú hann hevur
verið í Japan er hann
bara styrktur í trúnni
VIRÐISØKING
Áki Bertholdsen
– Vit hava risastórar møgu-
leikar at økja munandi um
okkara útflutningsvirði við
at gagnnýta alt slógvið,
sum nú verður koyrt burtur.
Tað hevur Egil Olsen leingi
verið púra sannførdur um
og tí er hann ein av høvuðs-
kreftunum
í
felagnum
Faroe Marine Biotech, sum
ætlar at vinna vørur burtur
úr slógvi.
Og eftir at hava verið í
Japan í farnu viku, er hann
bara styrktur í trúnni.
– Tað var ein ótrúliga
kveikjandi ferð og tað var
sera hugtakandi at síggja,
hvussu nógv japanarar fáa
burturúr tí fiskiríkidømi,
teir fáa til landið.
– Japanarar brúka allan
fiskin, so einfalt er tað,
men vit tveita meiri enn
helvtina av fiskinum burtur
og/ella brúka hetta til fram-
leiðslur, við ógvuliga lítlum
søluvirði.
– Tó er gongd nú komin á
at brúka høvd til matna á
Faroe Marine Products i
Leirvik,
men
ryggir,
skræða
og
annað
frá
flakaframleiðsluni enn bara
verður malið til djórafóður
og at kalla allur innvølir
koma ikki til høldar yvir-
høvur.
Ein partaeigari í Faroe
Marine Biotech er norska
felagið Maritex og tað var
umvegis Maritex, at eitt
ferðalag úr Føroyum slapp
hesa ferðina til Japans, tí
tað var norska útflutnings-
ráðið í Tokyo, sum skipaði
fyri ferðini til Japans.
Ein japanari sum varð
knýttur at ráðnum fylgdi
føroyska ferðalagnum alla
tíðina.
Við í føroyska ferðalagn-
um vóru Egil Olsen úr
Faroe
Marine
Biotech,
Adrian Dalsá av Kósini,
Birgir Enni skipari, sum
hevur fingist nógv við tara
og Eirikur á Húsamørk,
sum er stjóri a høvdavirkin-
um Faroe Marine Products í
Lorvík og Áki Johannesen
á menningarstovuni.
Endamálið, við ferðini
var at kanna eftir, hvat jap-
anarar fáa burturúr ryggj-
um, innvølum og slógvi
annars og, hvat teir fáa
burturúr tara.
– Ikki minst hevur tari
stóran týdning í Japan, tí
tað eta tey nógv av, helst
turkaðan, og orsøkin til at
Birgir Enni við á ferðini,
var, at hann er rættiliga
kunnugur við taravøksturin
við føroysku strendurnar og
endamálið var at vita, hvat
tað eru fyri tarasløg, japan-
arar eta, um tey eisini finn-
ast í Føroyum og ber tað til
at turka ella viðgera før-
oyskan tara til matna. Á
høvdavirkinum ber eisini til
at turka taran.
Japanarar vóru eisini
rættiliga áhugaðir í at
keypa laksahøvd úr Føroy-
um og tað fer Faroe Marine
Products at taka sær av.
– Men japanarar vóru
eisini sera áhugaðir úr
framleiðslu burturúr hávi.
Talan er bæði um livrina,
sum teir vinna lýsi burturúr
og so hornið og sveivina,
sum teir brúka til suppu og
sum er ógvuliga høgt í
metum.
– Men eisini høvdið í
hávi gongur í ógvuliga høg-
um prísi. Høvdið verður
lagt í eitt bað av ensymum
til bara sjálvt bróskið er
eftir. Broskið verður síðani
turkað. Tað er vísindaliga
prógvað, at hávabrósk kann
lekja krabbamein og tí er
tað ógvuliga høgt í metum.
– Restina av hávunum
kann seljast í Evropa, so
tað ber eisini til at gagnnýta
háv 100%, bara vit vita,
hvar marknaðurin er og,
hvussu tað skal hagreiðast,
sigur Egil Olsen.
Munur á hugburði
Egil Olsen sigur, at á
ferðini vitjaðu teir nógvar
stórar fyritøkur, sum fáast
við biotøkni av ymsum
slagi og tað vóru ikki hiss-
ini fyritøkur, tí tær seldu
allar fyri 30 milliardir og
meir um árið.
– Talan var um virki, sum
framleiddu allar møguligar
biotøkniligar vørur úr fiski,
bæði miniralur, ensymir,
DNA-saltir, gelatinir, pep-
tonir, lýsi og alt møguligt
annað.
– Vøran verður brúkt at
seta til dýra- og fiskafóður,
matvørur, heilsukost og
Fesk sil á "Tsukiji "fiska-
marknaðinum i Tokyo, sum
er heimsins størsti og tað sum
ikki var har at fáa av fiski, er
ikki vert at nevna
Eirikur á Húsamørk, fremst, Birgir Enni, longst til høgru, Adrian Dalsá og Egil Olsen, longst til vinstru á veg inn á stevnuna "Health Ingredients Japan 2002" í
Tokyo. Hetta var ein ógvuliga kveikjandi ferð Japan, sigur Egil Olsen
kostískoyti av alskyns slagi,
"functional foods" og "far-
masi", umframt brúkara-
marknaðin.
Vitjað var eisini á stevn-
uni "Health Ingredients
Japan 2002", sum var í
Tokyo um sama mundi.
– Allastaðni sóu vit skelti
har "Heilsa og vakurleiki"
var boðskapurin og tað
segði okkum so mikið sum
tað, at tað er ein lívsstílur at
brúka nógvan pening uppá
heilsu og vælveru og tað
var kenslan vit fingu alla-
staðni frá.
Egil Olsensigur, at í sam-
bandi hava biotøkniligar
vørur alstóran týdning, tí
tær eru ein partur av ógvu-
liga nógvum heilsukosti,
mati yvirhøvur, smyrsli og
kosmetikki annars.
– Ikki minst spurdu teir
eftir gelatinum, sum verða
brúktar í eini ørgrynnu av
ymsum vørum og sum al-
stórur eftirspurningur tískil
er eftir.
– Síðani vandin við
neytaøði tók seg upp, verð-
ur av øllum alvi roynt at
gera
gelatinu
burturúr
fiskaskræðu
og
fiska-
roðslu, heldur enn burturúr
beinagrindini á neyti.
– Egil Olsen sigur at eitt,
hann legði merki til, var, at
tað var ein ávísur hug-
burðsmunur á føroyingum
og japanesarum.
– Tá ið vit spurdu teir,
hvørjar hjáframleiðslur, teir
kundu fáa burturúr fiski,
skiltu teir ikki, hvat vit tos-
aðu um. Hjá teimum er
onki, sum eitur hjáfram-
leiðsla. Hjá teimum er ein
fiskur ein fiskur og hann
verður brúktur, allur sum
hann er til ymsar vørur, tí
tað fer onki burtur.
Heimsins størsti
Egil Olsen sigur, at eitt
heilt serligt upplivilsi fingu
teir, tá ið teir vitjaðu á
Tsukij -fiskamarknaðinum
í Tokyo.
– Hetta er størsti fiska-
marknaður í heiminum og
har vórðu keypt og seld
3.000 tons av fiski hvønn
einasta morgun teir fýra
tímarnar tað er opið frá kl.
04.00 til kl. 08.00, seks
dagar um vikuna.
– Har var rætt og slætt
alt, sum hevur við fisk at
gera,
livandi
fiskur,
ókruvdur fiskur, kruvdur
fiskur, innvølir á spjóti,
slógv, magar, livur, rogn og
sil krabbar og alt, vit yvir-
høvur kunnu koma í tankar
um.
– Men tað er kanska ikki
so løgið, tí japanar eta
ómetaliga nógvan fisk, eini
85 kilo í part í miðal um
árið.
– Í Japan búgva eini 13o
milliónir fólk so talan er
um ein risastóran marknað
fyri fiskavørur.
Hugaðir fyri
samstarvi
Egil Olsen sigur, at japan-
arar vóru ógvuliga áhug-
aðir í at fáa samstarv í lag
við Faroe Marine Biotech.
– Okkara styrki í Føroy-
um er, at vit sita á rávøruni.
Og rávøran er grundarlagið
undir øllum,og vit mugu
undir ongum umstøðum av-
reiða ræðisrættindini yvir
okkara fiskiríkidømi til út-
lendingar, eins og tað er
hent í alivinnuni, tí har tað í
stóran mun útlendingar
sum gera av, hvussu ali-
vinnan í Føroyum skal
rekast.
– Vit mugu fyri alt í verð-
ini ikki gera sama mistak
við fiskivinnuni á sjónum,
tí møguleikarnir eru ómeta-
ligir.
Egil Olsen sigur, at enn
er ikki greitt, hvat eitt slíkt
samstarv innan biotekniska
økið kann fevna um, tað
kann bæði fevna um "know
how" innan tøkni, marknað,
og tilgongd av kapitali.
- Vit fara nú at hyggja eft-
ir teimum fyritøkum sum
vit kundu hugsað okkum at
havt samstarv við, sigur
hann.
Hann leggur afturat, at
tað var eisini hugtakandi at
hoyra, hvussu nógv japan-
arar vistu um Føroyar, tí tað
er hann ikki vanur við tá ið
hann hevur ferðast uttan-
lands, heldur ikki í okkara
næstu grannalondum.
Ovurhonds
møguleikar
Egil Olsen sigur at ferðin í
Japan var ómetaliga áhuga-
verd og kveikjandi og
kundi ikki annað enn
styrkja hann í trúnni uppá,
at vit hava ovurhonds
møguleikar at fáa nógv
meiri burturúr okkara fiski-
ríkidøm,i, enn vit nú fáa.
– Tað er bara ein spurn-
ingur um at gagngnýta øll
tey túsundtals tonsini av
slógvi,
sum
hvørt
ár
mestsum fara fyri skeyti,
sigur hann.
Men skal tað eydnast,
krevur tað eitt miðvíst ar-
beiði og tað krevur pening
og júst spurningurin um
pening kann gerast okkara
akilleshælur, tí tað er ein
sannroynd, at í Føroyum er
ikki serliga nógv til at
váðafúsum pengum - Og
tann peningurin sum er til
staðar, er rættiliga ótolin, tí
kravið um skjótan vinning
er ógvuliga stórt í Føroy-
um. Men tað er ikki rætti
hugburðurin í teirri bio-
tøkniligu vinnuni, tí har fer
nógv tí til kanningar og
fyrireikingar.
– Eg ivist ikki í, at bera
vit okkum rætt at, kunnu vit
fáa eina virðisøking uppá
einar 500 milliónir krónur
burturúr slógvi og tí partin-
um av fiskinum, sum vit nú
tveita burtur, so tað eru
stórir
marknaðir
fyri
framleiðslur av bioteknisk-
um slagi, sigur Egil Olsen.
Týsmorgum 8 oktober kl. 05.00 á Tsukiji fiskmarknaðinum i Tokyo. Har verða 3.000 tons av fiski keypt og seld hvønn morgun, seks dagar um vikuna
Japanarar brúka alt á
fiskinum. Her eru fiskainn-
vøllir á pinnum á Tsukij
fiskamarknaðinum í Tokyo
C
M
Y
K
17
16