leygardagur 26. oktober 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 3. juni 2002
19
Nr. 206 • leygardagur • 26. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Skert VB lið vitjar í
Havn, og á Skála skal
VÍF reisa seg eftir
tapið í Vági
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Nú gott og væl trý umfør
eru farin aftur um bak í
hondbóltslandskappingini
hjá kvinnum, tykist »liðið«
í løtuni at vera VB. Gaman
í hava tær bert spælt á
heimavølli higartil, men
einki er at finnast at úr-
tøkuni, sum hevur verið
maksimal.
Hesa ferð skulu tær royna
seg móti Neistanum, sum
eisini tykist ætla sær eina
oddaplasering, men í mun
til undanfarnu dystirnar
tykist liðið hjá VB at vera
nakað skert hesaferð. Móti
VÍF noyddust bæði Arn-
leyg Hjelm og Guðrun
Midjord av vøllinum við
skaða, og spurningurin tyk-
ist vera, hvørt tær vera
førar fyri at spæla leygar-
dagin, ella um venjarin
verður noyddur at finna
aðrar at seta í teirra stað.
VÍF skal reisa seg
Tað er einki at ivast í, at um
VB vinnur dystin í Havn,
so eru tær ávegis at skræða
seg leysar av hinum liðun-
um. Í hvussu so er eru tær
higartil einasta liðið, sum
hevur fulla úrtøku, meðan
Neistin og VÍF hava tapt
ein dyst hvør. Hartil hevur
Neistin leikt ein javnleik.
Heilt leysar sleppa tær tó
neyvan. Meistararnir sein-
astu tvey árini, VÍF, vóru
fyri tapi móti júst VB, og
tær ætla sær ivaleyst at
reisa seg aftur, tá tær vitja á
Skála sunnudagin. StÍF
tykist eins og í fjør at hava
eitt lið, sum er sera spenn-
andi, men sum eisini hevur
tørv á tíð til at mennast, og
tað verður neyvan heldur í
ár, at tær fara at blanda seg
heilt frammi í oddinum, tó
at tær á einum góðum degi
kunnu arga tey flestu.
Føroyingarnir vístu
nógv betri avrik ímóti
Belgia, enn teir
gjørdu í fyrsta dyst-
inum. Belgia skoraði
síðstu sjey minuttir-
nar tvey mál við
rimmar langskotum
U–19
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Eftir 6–0 sekkin týsdagin
ímóti Ukreina í fyrsta EM
undankappingardystinum
lúrdi vandin fyri rættu-
ligum stórtapi, tá Belgia,
sum undan kappingini varð
mett at eiga besta liðið í
bólkinum, hósdagin var
mótstøðuliðið hjá føroyska
U–19 landsliðnum í Tblisi í
Georgia.
Men dystargongdin og
úrslitið vóru fullkomuliga
øðrvísi hesa ferð, enn tey
vóru í fyrsta dystinum.
– Um vit sammeta dyst-
irnar báðar, so ivist eg onga
løtu í, at høvuðsorsøkin til
at okkara spælarar ímóti
Belgia vístu nógv betri
hugburð, enn teir gjørdu
ímóti Ukreina, og at teir
seinnu ferðina stóðu sum
ein maður, vóru væl skip-
aðir og vóru raskir í nær-
dystunum, fyrst og fremst
var, at teir nú vóru væl betri
fyri, heldur Jógvan Martin
Olsen, venjarin.
Í 1. hálvleiki var spælið
rættuliga javnt. Innanfyri
tíggju minuttir miðskeiðis í
hesum umfarinum stríddi
føroyska liðið seg til trý
hornaspørk:
– Tá vóru vit tætt við at
fáa mál. Rasmus Nolsøe
sendi eitt hornaspark inn
fyri úr høgru, sum Hanus
Thorleifsson stútaði úr
stuttari
fjarstøðu,
men
tíverri fór bólturin framvið
málinum, sigur venjarin.
Í 2. hálvleiki var taktikk-
urin hjá føroyingunum at
liggja á egnari helvt, at
leggja mestu orkuna í
verjupartin og at dúva upp
á snarálop.
– Liðið var sera væl skip-
að, og mótstøðumenninir
megnaðu ikki at spæla seg
til serligar møguleikar. Tá
ið sjey minuttir vóru eftir,
skoraðu teir við langskoti
úr 30 metrum, og í næst-
síðsta minutti skoraðu teir
við langskoti úr 25 metrum.
Talan var um framúr skot,
sum eg ivist í, at spælar-
arnir høvdu megnað næstu
hundrað ferðirnar, um teir
høvdu roynt aftur.
Jógvan Martin heldur, at
Belgia, sum var í 4–3–3 út-
gávu, var tekniskt betri fyri,
enn Ukreina var týsdagin.
– Eg havi einki at finnast
at okkara avriki. Tað var
optimalt. Leygardagin fáa
dreingirnir nýggjan møgu-
leika at vísa, at úrslitið týs-
dagin ikki vísti røttu mynd-
ina.
Mótstøðuliðið
í
dag
klokkan 16 verður Georgia,
sum hósdagin vann 2–0 á
Ukreina.
Føroyska liðið var soleið-
is mannað ímóti Belgia:
Gunnar Nielsen, Frem –
Marni
Djurhuus,
EB/
Streymur, Rasmus Nolsøe,
Brøndby
IF,
Rani
D.
Christiansen, HB, Jústinus
R. Hansen, NSÍ – Hanus
Thorleifsson, Skála (Bárð-
ur Danielsen, Skála, 70.),
Símun Samuelsen, VB,
Jann Ingi Petersen, liðfor-
maður, B68, Hans Pauli
Samuelsen, EB/Streymur
(Magnus Skoralíð, GÍ, 68.)
– Bjarni Jørgensen, HB
(Hanus Eliasen, ÍF, 75.),
Rókur Jespersen, Brøndby
IF
Tað gekk illa at fáa
nakað at vita um
staðið, har U–19
landsliðið skuldi
búgva, og ússaligu
umstøðurnar í Tblisi
gera, at uppaftur
størri fyrivarni skal
takast í framtíðini, tá
landsliðini skulu
eystureftir, sigur Ísak
Mikladal, aðalskrivari
í Fótbóltssambandin-
um
U–19 LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Royndirnar, sum U–19
landsliðið
hesa
vikuna
hevur havt av bústaði og
matinum, nú teir eru í
Tblisi í Georgia og spæla í
EM undankapping, hava
lært Fótbóltssambandið, at
teir skulu vera uppaftur
varnari í framtíðini, enn
teir hava verið higartil, tá ið
tað verður avgjørt, hvar
landsliðini skulu halda til
úti í heiminum.
Hetta sigur Ísak Mikla-
dal, aðalskrivari í Fótbólts-
sambandinum, sum leggur
afturat, at allir í FSF harm-
ast, at U–19 landsliðið
skuldi enda í sovornum
umstøðum.
– Vit hava í mánaðir spurt
okkum fyri og hingið í
georgiska
fótbóltssam-
bandinum fyri at fáa at vita,
hvar ferðalagið hjá okkum
skuldi halda til. Vit fingu
ikki svar, fyrrenn vit komu
aftur úr Týsklandi hósdagin
í síðstu viku. Upplýsing-
arnar kendust ikki serliga
sannførandi. Tí sendu vit
hósdagin í síðstu viku um-
vegis telefaks bræv til
georgiska
fótbólts-sam-
bandi við avriti til UEFA,
har vit boðaðu frá, at vit
góðtóku ikki bústaðin, sum
teir høvdu tillutað okkum.
Vit boðaðu frá, at vit vildu
búgva á sama hotelli sum
belgiska ferðalagið ella á
øðrum hotelli á sama støði,
sigur Ísak Mikladal, og
hann heldur fram:
– So ringdu teir úr
Georgia og bedýraðu, at
gistingarhúsið, sum okkara
skuldu búgva á, var á sama
støði sum tað, ið belgiar-
arnir skuldu búgva á, og so
bíðaðu vit við at skifta. Nú
aftaná kunnu vit siga, at tað
hevði verið rættari, at
ferðalagið ongantíð varð
skrivað inn á hetta staðið,
og at teir, eftir at hava kann-
að umstøðurnar, fóru á
okkurt annað og gott gist-
ingarhús í býnum. Nú hava
vit frætt, at har eru ikki
plásstrupulleikar. Sjálvandi
er tað ein stór avgerð at
taka upp á standandi fót at
flyta, men spurningurin er,
um hon ikki skuldi havt
verið tikin. Vit fara í hvussu
so er at tosa um og viðgera,
hvussu tað skal farast fram,
um okkurt av okkara liðum
– vónandi verður tað ikki
aktuelt – kemur soleiðis
fyri
aftur,
sigur
Ísak
Mikladal.
Hvør rindar fyri uppi-
haldið?
– Georgia hevur bjóðað
seg fram at skipa fyri kapp-
ingini. Teir rinda í fyrstu
atløgu fyri uppihaldið hjá
øllum hinum. So fáa teir
endurgjald frá UEFA, sum
síðani
skuldskrivar
øll
londini. Tað vil við øðrum
orðum siga, at vit partvís
rinda sjálvir fyri gisting og
uppihald – ivaleyst tað
sama
sum
Belgia
og
Ukreina – so hetta líkist
púra ongum, heldur Ísak
Mikladal.
Vóru bæði kaldir og
svangir
Tað hevur vakt ans heima á
klettunum, at vit í blaðnum
í fyrradagin endurgóvu
Jógvan Martin Olsen, venj-
ara hjá U–19 fótbólts-
landsliðnum, fyri at siga, at
hann øll tey árini, sum hann
hevur ferðast við ymsu
landsliðunum,
ongantíð
hevur upplivað so ússaligar
og vánaligar umstøður, sum
tær, georgisku vertirnir
høvdu at bjóða føroyska
ferðalagnum,
tá
tað
sunnudagin
kom
til
georgiska
høvuðsstaðin,
Tblisi.
Tókst tú ov rívan til, eftir
at liðið týsdagin hevði tapt
6–0?
Jógvan Martin Olsen
svarar soleiðis úr Tblisi:
– Avgjørt ikki. Tað er væl
frægari nú, men tveir teir
fyrstu dagarnar vóru um-
støðurnar heilt katastro-
falar. Tveir teir fyrstu dag-
arnar át eg bara morgun-
mat. Tað kann vera hugaligt
og spennandi sum ferða-
maður at royna nýggjar
rættir, sum eru serligir fyri
staðið, har tú vitjar. Men
soleiðis ber tað ikki til at
liva hjá einum fótbóltsliði,
sum skal kappast á høgum
støði. Vit fingu bara ser-
ligan georgiskan mat settan
fyri okkum, og sovorðið bar
tað ikki til at eta, bæði av
einari og aðrari orsøk.
Vóru spælararnir svangir,
tá teir týsdagin fóru á vøllin
ímóti Ukreina?
– Teir vóru ikki væl fyri.
Eitt er, at svøvnurin hevði
verið lítil, tí tað var ísakalt.
Eitt annað er, at teir ikki
høvdu etið tað, sum vit
ætlaðu, at teir skuldu eta.
Dysturin var klokkan fýra
týsdagin. Vit bóðu dagin
fyri um, at vit týsdagin
klokkan tólv skuldu fáa
pasta og høsnarunga. Tá vit
komu at borðinum var
rætturin meiri ostur enn
spagetti. Vanliga plagar
hvør spælari at fáa eini 200
gramm av kjøti. Hesa ferð
fingu teir kanska tíggju
gramm, so teir vóru stak
illa fyri, tá teir klokkan fýra
týsdagin fóru á vøllin ímóti
Ukreina, greiðir venjarin
frá.
Tað er ein sannroynd, at
umstøðurnar í Georgia eru
als ikki tær somu, sum tær
eru á okkara leiðum. Men
har eru góð gistingarhús,
og liðini hjá Belgia og
Ukreina búgva undir heilt
góðum umstøðum, sum væl
kunnu sammetast við góð
gistingarhús
í
Vestur-
europa.
– Eg kenni onkrar av
belgiumonnunum, sum eg
havi verið á skeiðum saman
við. Teir siga seg ikki hava
nakað at finnast at umstøð-
unum, sum teir búgva
undir, sigur Jógvan Martin
Olsen.
Men tað er betri nú?
– Týsdagin vildu vit hava
franska UEFA umboðs-
mannin at koma á staðið og
síggja, hvørjar umstøður-
nar eru hjá okkum. Hann
var púra samdur við okk-
um, og umvegis fótbólts-
sambandið her vórðu boð
givin um, at hiti skuldi vera
á gistingarhúsinum um
náttina eisini, og at vit
skuldu fáa betri mat og
meiri at eta. Tað hjálpti, og
nú líða vit onga neyð, sjálvt
um umstøðurnar ikki eru
nakað at rópa hurrá fyri.
Hetta er ikki eitt gistingar-
hús.
Hvat er tað so?
– Tað havi eg eisini
hugsað um, og eg veit tað
satt at siga ikki. Hetta er ein
bygningur mitt í býnum,
sum verður brúktur til
okkurt annað enn hotell.
Greiðar reglur
Ísak Mikladal sigur, at tað
aftur og aftur hevur verið
undirstrikað á UEFA fund-
um og stevnum, har umboð
fyri europeisku fótbólts-
sambondini hava verið,
hvussu týdningarmikið og
alneyðugt tað er, at vertirnir
syrgja fyri, at umstøðurnar
hjá landsliðunum at búgva
og liva eru eins góðar uttan
mun til hvar í Europa, tað
verður spælt.
– Tað vita teir í Georgia
eisini. Hví teir hesa ferð
hava verið heilt órímuligir
yvirfyri okkum, dugi eg
ikki at siga. Men tað er
nærliggjandi at halda, at tað
ikki hevur havt sama týdn-
ingin fyri teir, at føroyska
liðið hevur búð væl, sum
tað hevur havt, at belgiska
liðið hevur verið undir
góðum korum. Tað kennist
framvegis av og á, at Før-
oyar eru smáar í hesum
høpinum,
heldur
Ísak
Mikladal.
Føroyska ferðalagið fer
úr Tblisi í Georgia sunnu-
morgunin klokkan átta. Teir
flúgva til Wien, har teir
skulu bíða í sjey tímar.
Ferðalagið verður í Keyp-
mannahavn sunnukvøldið
klokkan 19, og so koma teir
til Føroya mánamorgunin.
– Nú líða vit onga neyð –
hvørki so ella so – og lagið
er væl betri nú, enn tað var
mánadagin og týsdagin,
sigur Jógvan Martin Olsen
úr Tblisi.
Mistu javnleikin í síðstu løtu
Teir í FSF kenna seg snýttar
Oddurin tekur skap
Nú Neistin og VB takast fyri fyrstu ferð í ár líkist tað einum dysti, har ein greið ábendin fæst
um, hvat av liðunum hevur mest ítøkiligu ætlanirnar um at liggja í oddinum
Umstøðurnar hjá føroyska
U-19 landsliðnum í Georgia
vóru út av lagi vánaligar, og
sagt verður, at talan í øllum
førum ikki var um nakað
gistingarhúst
(modelmynd)
- Vit rinda partvís sjálvir fyri gisting og uppihald – ivaleyst tað sama sum Belgia og Ukreina – so hetta líkist púra
ongum, heldur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF
- Vit fingu bara serligan georgiskan mat settan fyri okkum, og sovorðið bar tað ikki til at eta,
bæði av einari og aðrari orsøk, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari
C
M
Y
K
18