Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefor 118 20 Postsmoga 76. 3800 Térshavn tíðindablaðið Útgávudagar: týsdag. hósdag og leygardag Lýsingar skutu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Virkislíkindi ARBEIÐI til allar hendur hevur verið aðalmál okkara alla okkara upplýstu tíð, t. v. s. síðan seinast í fimti árunum, tá javnaðarflokk- urin av álvara fekk ávirkan og á- byrgd av landsins leiðslu og har- við eisini vinnulívsútbyggingini. VÆL hevur vignast. Munandi arbeiðsloysi hava vit ikki verið plágað av og framburðurin hevur verið alsamt vaksandi. ALLAR skrúvur hava tó ein enda og alsamt versnandi gjaldføri okkara seinastu árini ber helst við sær, at rættiligur stígur nú kann koma í — um ikki rættiliga koll- veltandi nýggir vinnumøguleikar kunnu troytast við góðum úrsliti. EIN av hesum møguleikum, ið menn tykjast at hava álit á, er ali- vinna, sum rættiliga er við at koma fyri seg. TØKK skulu teir hava sum her hava gingið undan og ikki minst teir politisku myndugleikar, sum í síni tíð ruddu slóð, eitt nú við ali- stødini við Åir v. m. GRØDIN av hesum strævna arbeiði búnast alsamt og nógvir eru teir, ið við vón um sámuliga urtøku og kanska støðugt arbeiði fyri seg og síni, fúsir vilja seta pening í hesa nýggju vinnu. TØRVANDI smolt er í løtuni størsti meinbogi fyri skjótari ut- bygging av alivinnuni. Men aðrar avmarkingar standast eisini av, at hóskandi plássini eru ov fá í tali — um hugsað verður um vanliga og bíligastu útgerðina. VIT vita nú og varnaðust hetta frammanundan, at allar umsóknir ikki verða gingnar á meti. Sama lagið valdar innan aðrar vinnur. Takksemi og ábyrgdarkensla teirra fáu, sum sleppa at umsita hesi virði okkara, verða tí vónandi so mikið størri. oddagrein VIT hava nú fingið hóskandi reglugerðir fyri alivinnuna. Einki skal byrjast uttan loyvi lands- stýrisins, og soleiðis má tað vera. TAÐ er einki dulsmál, at mest- sum øll okkara alivinna hevur ta norsku sum fyrimynd. Hetta er helst á góðari leið. Men bygda- og landsbúskaparviðurskifti okkara eru ikki tey somu. GEOGRAFISKT eru vit ikki størri enn onkur av útoyggjum teirra, so at gera alivinnuna til små- bygdavinnu burturav ber helst ikki til, bert tí norðmenn, sum hava eitt strandøki sum av Lind- esnesi og til Rom, gera tað. SÆTT í ljósinum av teirri megnar- útbygging av vegum, havnum v.m., sum okkurt fíggjarárið fór upp um tridingin av fíggjarorku landsins, skuldi endamålid við hesum megnartøkum ivaleyst verið, at land okkara endaliga varð gjørt til eina sosiala og bú- skaparliga eind, sum tryggjadi øllum landsins íbúgvum somu livi- og virkiskor. Men tíverri, ikki er rokkið á mál í so máta. HUGTAKIÐ bygdamenning hev- ur verið nógv frammi seinastu árini og nógv er gjørt til tess at fjálga um bygdirnar, hóast okkurt restar í. Men komin so langt, sum vit eru á hesi leið, nú møguleik- arnir eru skaptir fyri vinnuvirkjum nærum allastaðni í landinum, eiga vit kanska at víðka hugtakið til landsmenning og íkki stara okkum blindar við norskum vút- skerseygumx eftir hvørji tey eru, sum hug hava at vera við í hesi nýggju vinnu. NÚ so nógv áhugavert og skila- gott er fyriskipað viðvíkjandi ali- vinnuni restar okkum bert at frætta, hvørji regionalkrøv og onnur verða sett framtíðar alar- um Hvar er helviti? Sum eitt lítið ískoyti til greinina hjá Hegna av Heiði í Sosialinum 20. juli kundi eg hugsað mær at sett henda hepisleysa spurning: Hvar er Helv- iti? Tí lítil ivi man vera um, at mong bern enn í dag pínast at sálin av hesum spurningi. Bernini, tey vita enn ikki nógv um jørdina og rúmdina og fys- iskar lógir, men i ramasta álvara verða tey hótt av tilkomnum fólki, at ein al- valdandi gudur skal hirða tey í henda ræðuliga, æv- inliga eldstað. Tey eru so- leiðis lættastu offrini fyri hesum broti á mannarætt- indini. Fedrar og meður, lær- arar og pedagogar hava tí fullan rætt og skyldu at krevja hesa Helvitis ræðslulæru úr fólkaskúl- anum, har hon er kroyst inn av statsvaldinum. Men altso: Hvar er hes- in ævinligi eldstaður uttan i høvdinum i summ- um eldhugadum ræðslu- trúboðarum og óttafullum barnahjertum ? Prestar og aðrir trúboðarar, hvar er Helviti? Himmalin er har uppi, Helviti er har niðri — so- leidis ber kortini ikki til at siga i dag uttan fyri børn- um. Tyngdilógin er funn- in, og rúmdin óendalig, Galilei og Newton hava livað. Jørdin er ikki longur ein pannukaka og Helviti niðantil undir Gibraltar. Nei, sjálvsagt, hesi seinastu nógvu hundrað árini hevur ongin reiðiliga kunnað staðfest hetta Helviti. Um hann so enn tykist vera besti trumfur Í samband við skrivingina um truarspurningar nú ein av lesarum okkara sent blaðnum hesa tekningina hjá kristnu trúarsekt- unum at kappast um mannasálir. Staðurin er horvin, kurnleikans heimi at takka. Vitið finnir ikki henda ævinliga eldstað, og hevur hann tí onga veru- leikans grund at byggja á. Sunnan Jerusalem Nógvar religiónir hava hugmyndir um deyðans ríki. Grikkar kallaðu tað Hades og gyklaðu sær, hvussu tað var uppbygt. Jedar kallaðu tað Sjeol. Og í norrønu gudasøguni kallaðist tað Hel, sum eis- ini var navnið á valdskon- uni í Hel. Tí Hel-viti — »Hels revsari«. Orðið »Helviti« er sett yvir av bibilska orðinum »Gehenna«. Gehenna er ein dalur sunnan fyri Jeru- salem. Upp til år 622 f.kr. offradu tey i hesum dal- inum til ein gud, sum æt Molok. Gentur og dreingir vórðu dripin og brend, heiðrað hesum gudi. Men tá id Josias kongur bannadi teimum at dyrka aðrar gudar enn Jahve, varð hesin dalur lagdur Tit ringja Nr. 88 — 8. august 1985 undir at vera religiøst dálkaður. Fólk fór at ræð- ast henda dal, har »eldurin ikki sløknar«, sum skrivað stendur. Jedar hugsaðu, at Jahve — tá tíðin at enda er — fór at savna allan óndskap í Gehenna at brenna, so heimurin aftur kundi verða reinur og fullkomin. Í Gehenna hevur Illi- maður onki vald sambært Skriftina. Og tað mesta, ið Nýggja Testamentið skrivar um Helviti er í trá við hesa hugsan. Utlegg- ing presta og trúboðara um Helvit sum eina ævin- liga pínu í eldi hevur so- statt heldur onga grund at byggja á í Skriftini. So góðu børn, tit kunnu óttaleys sleppa trúnni á ein harðgjartaðan gud, sum hevur í kvittanum at kasta tykkum í ein ævin- ligan eldstað. Hann er ikki til, hann er íspunnin av menniskjum, er vorðin ein siður, sum vit mega sleppa okkum av við sum skjótast, komandi ættar- liðum at bata. E Vit skriva í seinastuni hevur