hósdagur 8. august 1985síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
<
Nr. 88 — 8. august 1985
stórt arbeiði fyri at regulera
feskvatnið, sum verður brúkt
í alingini.
— Nógv aðni í Noregi,
serstakliga . syðra partinum
av landinum er vatnið so
nógv súrgað, at hetta er til
miklan ampa fyri alingina.
— Kunnu vit loysa henda
spurningin, so eru vit komnir
eitt stig víðari, sigur Dag
Meller, sum vísir á, at tað
nógva súrgaða regnið longu
hevur oyðilagt ein stóran
part av aliumhvervinum í
Suðurnoregi og eisini á Vest-
urlandinum.
— Verndi PH-virði er á
slíkum steði, at áirnar nógva
staðni kunnu als ikki hýsa
laksi longur.
Í dag vita norðmenn, hví
vatnið er súrgað. Tað stavar
frá aluminiumframleiðslu á
meginlandinum.
Fyri at sleppa undan
teimum skaðiligu árinunum
av tí nógva súrgaða vatn-
inum heldur Dag Møller, at
ein eigur at brúka sterilan
sjógv.
Skeiv mannagongd
Ein annar spurningur, sum
Dag Møller heldur vit eiga at
geva gætur í samband við
aling, er tær umsteður, sum
fiskurin sleppur at liva undir.
— Vit hava borið okkum
heilt skeivt at við at gyrða
fiskin inni soleiðis sum vit
gera í dag. Vit hava funnið
fram til eina tekniska loysn
og hava so sagt, at hetta er
tað vit hava at bjóða fiski-
num. Vit hava als ikki spurt
okkum sjálvi og fyri tað fisk-
in, hvat tað er sum honum
tervar.
Dag -Meller heldur, at fisk-
urin i alt ov nógvum førum
verður stressaður, tí tað
umhvervi, vit geva honum, er
ikki tað rætta.
— Vit eiga at broyta hetta
og heldur »spyrja« fiskin,
hvat honum tervar.
Hann vísir eisini á hetta við
at fóðra fiskin og stúgva
hann saman á einum lítlum
eki. — Vit royna hver í sínum
lag at stúgva so nógvan fisk
sum til ber í eina nót, fyri at
vit kunnu fáa sum mest burt-
ur úr loyvi okkara á ala á
einum. ávísum eki. Hetta er
jú ikki tað, fiskurin er vanur
við. Hetta má broytast.
Normenn granska nógv í sjúkum hjá alifiski. Hetta er
forsíðan á lítlum bóklingi, sum júst er útkomin um
sjúkur hjá alifiski og um arbeiði at basa hesum sjúkum
tíðindablaðið
Ov nógvur fiskur í
nótunum
— Hevu rtú nekur ráð til
alarar um, hvussu nógvan
fisk teir skulu hava í nótun-
um?
— Í dag eru mangastaðni í
upp til 70 kilo av fiski pr.
kubikk av sjógvi. Hetta er alt
ov nógv. Eg vil mæla til, at
tað í mesta lagi eru 25-30 kg.
pr. kubikk.
Dag Møller vísir tó á, at her
hava so streymvidurskifti og
utskifting eisini nógv at siga.
— Men hvussu stórar
heldur tú alisteðirnar eiga at
vera?
- Hetta er sjálvandi bæði
ein lívfreðiligur og ein pol-
itiskur spurningur. Eg haldi
vit eiga at hugsa um tað lív-
freðiliga fyrst av ellum. Og
her haldi eg, at vit mugu ikki
stúgva ov nógvan fisk saman
á einum avmarkaðum eki. Vit
mugu ikki gloyma at fiskurin
skal hava nokk av ilt. Har-
aftrat kemur nógv dálking
frá fiskinum. vit eiga tí,
áðrenn vit byrja at ala, at
spyrja okkum sjálvi, hvussu
nógv av fiski eitt ávíst eki
tolir. — Vit tosa um livandi
lív, og sjálvur haldi eg, at ali-
steðir fyri livandi lív mugu
ikki vera ov stórar.
Annars vísa útrokningar,
sum eru gjørdar yvir verandi
alisteðir, at fara vit upp um
eina ávísa stedd á alistødum
— her er markið umleið
15.000 kubikk, so kemur
vend í fíggjarligu gongdina,
og tað fer at ganga skeiva
vegin.
Smáplássini
Ein annar spurningur er so
hver skal eiga hesar stød-
irnar. Tað vil so vera ein pol
itiskur spurningur
Men hvat heldur tú
sjálvur um henda spurningin.
— Eg haldi, at alingin er og
skal halda fram við at vera
ein vinna, sum kemur smá-
plássunum til góðar, javn-
mett við fiskivinnuna. Síðani
alingin kom fyri seg, er tað
aftur vorðið attraktivt at
flyta út til smáplássini við
strondina. Hetta er gleðiligt.
— Men hvat heldur tú um,
at stórkapitalurin roynir at
sleppa framat í hesum mongu
alibygdum ?
Eg havi einki ímóti stór-
idnadinum og kapitalinum.
Vit hava brúk fyri idnadinum
og peningi í alivinnuni, men
eg haldi, at her skuldi orkan
heldur verið legd á eðrum
ekjum innan alivinnuna, so
sum framleiðslu av útgerð til
alingina
Eg skilji heldur ikki, hví
ikki stórkapitalurin heldur
leggur seg eftir hesum enn at
kappast við teir mongu alar
arnar í smáplássunum
Dag Møller sigur víðari, at
vit ístaðin fyri at spyrja,
hver skal sleppa í gongd við
at ala, eiga at spyrja, í
hvussu stóran mun yvir
skotið frá alivinnuni skal
verða verandi á småplåss-
unum við strondina.
Hann vísir annars á, at tað
eru fleiri meinginar um hetta
í teimum ymsu londunum.
Fara vit til Skotlands og Ír-
lands, „so er tað stórkap-
italurin har, sum ger ílegur
og skipar fyri alingini.
Sjálvur haldi eg, sigur
Dag Møller, at alivinnan
eigur fyrst og fremst at koma
utjadaraøkjunum til góðar
Hesi eki eru í nógvum ferum
avtoftað, og kunnu vit við ali-
vinnuni fáa tey at mennast
aftur, so er nógv vunnið
totalt sæð fyri Noreg. Eg
trúgvi tí eisini, at vit við ver-
andi gongd fara at síggja
strandaøkini blóma uppaftur
komandi árini.
Onnur sleg
Hvussu við havbúnaði og
eðrum fiskasløgum innan
aling spurdu vit Dag Møller.
Hann sigur:
— Vit gera í dag royndir við
at ala mong onnur sleg av
fiski enn laks og síl, eitt nú
tosk og kalva. Hetta tekur
tíð og eru nógvir trupulleikar,
sum skulu loysast. Men eg
haldi vit eiga at royna at leita
nýggjar leiðir innan alingina
eisini, so ikki bert verður
talan um síl og laks
— Hvat havbúnaði viðvík-
ur so er tað nógv sum bendir
á, at hetta er rætta leiðin. Vit
hava gjert royndir við út-
seting av toski og halda, at
her liggjastórir møguleikar.
Hann visir å, at teir eisini
arbeiða við royndum at ala
hummara og seta hann út.
Dag Møller nemur eisini við
spurningin um sølu av ali-
fisk.. Hann heldur, at vit í
Norðanlondum er sera
frammaliga, tá talan er um at
framleiða, men tá tað kemur
til at selja fisk, so liggur nógv
á láni. — Tað gleðir meg tó at
síggja. at fyribils hava
okkara sølufeløg av aldum
fiski staðið seg væl. Vit
síggja, at stórt arbeiði verður
lagt í at marknaðarfera ver-
una.
— Er vandi fyri, at vit
kunnu fáa eina ov stóra fram-
leiðslu av t.d. aldum laksi,
soleiðis at marknaðurin brád-
liga mettast.
Nei tað haldi eg ikki. Um
tað skal henda, so skal eitt
hvert óvanligt henda so sum
ein kreppa
Janpan er
undangongulandið
Er Noreg millum heimsins
fremstu alitjóðir í dag ?
Vit eru frammaliga tá
talan er um laks og síl. Men
hetta eru bert tvey fiskasleg
av mongum sum verða ald
Halda vit okkum vera millum
teir bestu yvirhevur og
heldur onkur, at vit um nekur
ár vera heimsins fremsta ali
tjóð, soleiðis sum okkurt blað
hevur skrivað, so veit ein alt
ov lítið um, hvat fyriferst í
Japan og í londunum har
nærhendis
Japan er undangongu
landið, tá tað snýr seg um al-
ing. Her er als eingin ivi
Japanarar hava miðvíst bygt
upp hesa vinnuna og hava
teir megnað hetta sera væl
Vit hava vissuliga nógv at
læra av japanarum, og hverja
ferð eg havi verið á eini ali-
ferð í Japan, so ynski eg at
sleppa yvir aftur, tí alla tíð-
ina er okkurt nýtt, sum tú
ikki hevur sæð ella hugsað
um, sigur Dag Møller.
— Um fólk spyrja teg, hvar
tey skulu fara, um tey vilja
vita meira um aling, hverji
ráð hevur tú at geva teim-
um?
— Tað kann sjálvandi
vera gott fyri ein føroying at
koma til Noregs at læra
nakað um aling av sílum og
laksi og eðrum við, men skal
ein fáa eitt sterri innlit í hesa
vinnu, so vil eg mæla ellum til
at fara til Japan. Tað er 6-
skiljandi, hvat teir hava
fingið burtur úr við miðvísari
tilrættalegging av hesi vinn-
uni. Eitt nú tað teir seta út av
hummra og skeljum fyri so at
veiða tað seinni. Her eru vit
eftirbátar so tað »forslær«.
Og so hetta við dálkingini og
tað at geva fiskinum um-
steður hann trívist í! Her
hava japanarar funnið fram
til tað rætta svarið. Tað er
spjaðing av aliringunum og
longur út móti opnum havi
Teir hava eisini dugað at lagt
til rættis eina kortlegging av
ellum strandaøkjum og
síðani avsett hesi eki ikki
bert til fiskaaling men eisini
til ávís sløg av aling alt eftir
hvat eki er best egnað tað og
tað slagið av fiski
Japanarar eru so mikið
langt frammanfyri okkum
norðmenn á aliøkinum, at vit
eru als ikki byrjaði enn,
leggur Dag Møller aftrat
Síða 9
Hvat Feroyum viðvíkir, so
heldur Dag Møller at vit eiga
sera góðar umsteður fyri at
reka aling
Tit hava rætta hitar
sjónum. og tit eiga reint ur
hvervi
at hyggja nærri at
Men tit eiga so eisini
hverjar
skeivleikar vit og eitt nú jap
anarar hava gjert og læra av
hesum
Tit hava avmarkað av
egnaðum eki inni við land og
tí eiga tit longu nú at kanna
fyri at fara
havið við ali
meguleikar
longur út á
steðunum
Tit eiga ikki at geva fisk
inum slíkar umsteður, at
hann verður stressaður
Hetta fer at tykkum
bakkast í longdini, hóast tit í
fyrstani kanska síggja nekur
geva
góð úrslit. Eisini eiga tit at
hugsa um hetta eg havi um-
rett her, nevniliga at vit eiga
at royna at »skilja« fiskin og
umhvervi hansara betur og
út frá hansarar fyritreytum
og ikki frá okkara
Hvat viðvíkur aligransking
í einum litlum landi sum Fer
oyum, so heldur Dag Møller,
at gransking er neyðug alla
staðni, har ein ynskir at
menna eina slíka vinnu sum
aling. Hann vísir á, at vanliga
verður mett, at 10% av yvir
skotinum frá vinnuni eigur at
fara til gransking
Hetta kunnu tit so
sjálvir meta um, antin tað er
ov nógv ella ov lítið
Dag Meller sigur víðari, at
tað helst er rætt av feroying
um at gera meira við at seta
út laks
Í dag fiska tit eisini tann
laks, sum aðrar tjóðir seta út
Kunnu tit nú sjálvir seta laks
út í stórum tali, so er tað jú
tykkara egni laksur tit fiska,
og tá fara tit at standa nóg
sterkari
— At enda Dag Møller,
hvørji onnur råd hevur tu til
alivinnuna ?
— At tit ikki fevna um ov
nógv beinanvegin, men at tit
geva tykkum tíð at finna
fram til, hvat og hvar tit
skulu leggja orku tykkara.
Tit í Feroyum eru fá við lut
víst avmarkaðum meguleik-
um. Tit eiga tí at umhugsa
væl, hvussu tit best brúka
hesar møguleikar. Og her
hevur tað ikki minst at siga,
hver sleppur at troyta megu-
leikarnar
Hverji fólk skulu sleppa at
ala og hverjar fortreytir
skulu til fyri at byrja í hesi
vinnuni haldi eg vera ein av
teimum mest týndingarmiklu
spurningunum innan ali-
vinnuna í dag. Er tað tann
skeivi persónurin, sum fer í
gongd, so kann tað vera sam
felagnum til óbótaligan
skaða
Úti á royndarstødini í Matre. Her verða allar royndir við alifiski i feskvatni gjerdar.
Eisini verður útgerð til alivinnuna roynd her