Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. august 1985síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Framhald av síðu 3 at rógva víðari til Sum- burgh Head, sum er syðsti endi á Hetlandi. Higani ætlar hann so at leggja leiðina gjøgnum »Holid« teir kalla, fyri sidani at rógva víðari út i Norð- sjógvin við kós móti Dan- mark. Vit tosaðu við Ova Joen- sen seinnapartin fríggja- dagin. Vit lata Ova sjálv- an greiða frá: — Eg liggi her í St. Magnus-víkini, og her er brennandi sól í letuni. — Men tað hevur eisini oys- regnað í alla nátt, so veðr- ið her kann eisini vera skiftandi. Eg havi júst hoyrt seinastu veðurtíð- indini og tey siga frá lág- ætt av suðri upp í 8 metrar í sekundið. Eg verði tí noyddur at b íða næstu 2-3 dagarnar og vóni so, at hann skiftir, so eg fái und- an. Annars er ikki hugs- ingur um at fara víðari til Sumburgh Head. Annars er alt sum tað skal vera. Eg havi tað bet- ri enn eg hevði roknað við, nú eg havi sitið og ligið í árabáti í meira enn tvær vikur. Heilsuni bilar als einki. Men tað kann vera eitt sindur einsligt viðhvert, so hevði eg ikki radio og kundi lurtað eftir tónleiki hevði tað helst verið ein plága at ligið einsamallur úti á havinum so leingi. Eg havi so eisini lurtað eftir føroyska útvarpinum her í morgun. Eg hoyri tað sera væl. Kettlingurin hevur tað gott og hjálpir hann nógv uppá einsemið. Krokaði aftanfyri oljuskip Ove greiðir víðari frá, at túrurin hevur verið nakað strævnari enn hann hevði væntað, hetta mest av tí vána veðrinum. Hann lá og krokaði aftanfyri eitt oljuhjálparskip í meira enn 30 tímar, tí veðrið var so ringt. Og fyri at rokka inn undir land í Hetlandi, áðrenn hann etlaði vindin í gjár, róði Ove í 24 tímar uttan steðg. — Eg var ræðuliga móður, tá eg kom at landi, sigur Ove. — Eg hevði bert eitt í tonk- unum og tað var at vinna upp land, áðrenn eg fekk ov nógvan vind ímóti. Tað eydnaðist so at finna eitt pláss nær landi í St. Mag- nusvíkini, har góð lívd er. Men eg skal lova fyri, at eg var troyttur. Eg fekk mær ein bita, fekk akkerið fyri borð og legði meg so at sova. Vit spurdu Ova, um hann hevur góðar vónir um at klára túrin í ár heilt til Danmarkar. Ove sigur, at tað veldst alt um veðr- ið. — Eg veit væl, at tað kann vera ótespiligt í Norðsjónum hesa ársins tíð, men tann tjansin má eg so taka. Eg haldi kort- ini, at hesin báturin hevur víst seg at vera so mikið sjógóður, at hann fer at tola nógv. Ove sigur annars, at hann hevur gjert av at fara gjøgnum Limfjerðin, um hann kemur so langt. Gongst sum ætlað, verður hann í Keypmannahavn einaferð mi september mánað. — Fert tú í land í Het- landi? — Ongantíð í verðini. Eg seti ikki fótin í land og vóni heldur ikki, at eg verði ov nógv órógvaður, meðan eg liggi her og bíði eftir líkindum. jan Nr. 89 — 10. august 1985 6 7 2 o ss SN s . (55 1134 FA. Fr n 660 DE LL olsø 735 FÆRØERNE N 155 Syderø e é er Akraberg 780 “" | t 36 32 302.“ a > rth U FÆRÐ BANKE Í = orth nst (5 i Se K« 195 a") ER hlað + F less oa 58 9 Out Skerries % 2 dd SHETLANDS Foula NÅ, vo 1l€ Sumburgh HÍ 7 . - - „Fair Isle ø > rå |. EMARY BANKE 2 Pa Ps: Ronaldsay Á IR North Roria( » Bir BÅV þr 0 udskeg 0) OKKNE Y ØER 1523 . * Kirku C ; eð o re av 97 j la, AP R sd 5 s 83 Cape bog Dunnet jó ER und rries De *ÝDunc "ans by gå 590 o Butt of Da Wick) 159 i RR st Flannan Island”+ N = . 33 SMITH BANK HEBRIDER Cis inch að 7 PS 60 å Firth of Moray t kuld. på r FAR == . staildav SK bror GIN Á ma Gnnærds HÅ 106 142 rå CN s Cromarti 7. BE bd . h r Monach I" 2. > Á | « - á V 1 ? 158 % 2% Y/ 82 zS5 . ø tå) ve I Aberdeen Á AN Á > 2 þa Sr 7%Q0 “A Malin ARI # Sk AND , B gd Æ < Pad F y > un UW så ås + i ra - / 7 RE ý C 9 f > 2gN 2 Et 238 SÉ á er … fr Í undee / vo Hull s Perth FI 2 Tann fyrsti teinur er rógvin. Nú er so at sleppa suður um Sumburgh Head, víðari gjøgnum »Holid« og síðani tvørtur um Norðsjógvin. 1. dråttur 20/8-85 1. vinningur å 5.000 krénur 9 vinningar á 6 pk. GEVALIA 9 vinningar á 6 pk. GEVALIA GEVALIA EYDNUSPÆL 35.000 krónur skattafríar i reiðupeniningi 2. dráttur 20/10-85 1 vinningur á 5.000 krónur Oll innsendu lokini koma við í ollum trimum dráttunum. GÓÐAN GEVALIA-DRÁTT 3. dráttur 20/12-85 1 vinningur á 20.000 krónur 1 vinningur á 5.000 krónur 8 vinningar á 12 pk. GEVALIA A Postsendið Gevalialokini „tey brånu« til Postbox 16 - 3800 Tórshavn Jú fleiri lok tygum senda inn — jú stórri eru møguleikarnir.