Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 1985síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Starvsfólk mótmæla vegagerð Landssjú Ætlaði vegurin fer at liggja tætt uppat gamla hospitalinum og tí nær sjúklingastov- unum. Hetta er óheppið, halda mong. Grundin til at vegurin ikki kann leggjast longur burt frå bygningunum er tann, at Sandageråsbøurin er friðaður Fyri nekrum árum síðani mótmæltu starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum ætl- aðu vegagerðini framvið Landssjúkrahúsinum. Hetta var í samband við at býráðið hevði ætlanir um at leggja veg niðanfyri Landssjúkrahúsið úr Ala- keri og niðan í aftur Velba- staðvegin vestanfyri gamla Hospitalið. Herfyri segði býarverk- freðingurin við Sosialin, at kommunan hevur ting- ingar við friðingar- myndugleikarnar um hetta málið. Hann kundi tó siga, at enn var bert talan um strikur, býráðið hevur enn onga konkreta ætlan um henda vegin. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á for- manninum í vega- og havnanevndini, Ronald Poulsen, og býráðsfor- maðurin var eisini upptik- in í gjár. Tað eru mong, sum eru 6- negd við hesa vegagerð- ina. Herfyri vóru undir- skriftir savnaðar á Lands- sjúkrahúsinum fyri at mótmæla ætladu vega- gerðini. i biaðnum »Hvonnin«, sum er blað fyri starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum verður hetta málið vidgjørt. Har verður vist á, at tað tykist heilt hepisleyst at henda vegagerð skal kunna gjøgnumførast. Tað eru fá fridarlig stød eftir í Havnini og nú skal eitt teirra leggjast undir asfalt, um býráðið skal ráða. Víðari stendur, at allar seingjardeildirnar á Landssjúkrahúsinum venda oman ímóti hesum ætlaða vegi og tann friður, sum hevur verið har, skal nú takast frá sjúkling- unum. Hetta hevur eisini verið tað ekið, sum sjukling- arnir hava spákap ein túr og koyrt hevur verið í koyristóli við sjúkling- unum tá leturnar hava verið til tað. Víðari stendur í blað- num, at um J. C. Svabos- geta hevur verið til ampa fyri Landssjúkrahúsið, er nýggi vegurin ikki til minni ampa. Eftir tekn- ingini sum er gjørd yvir henda veg at dema, so kemur hann líka nær, um ikki nærri enn J. C. Svab- osgøta. Tad hevur ikki eydnast okkum at fåa fatur å blad- stjóranum á Hvonnini fyri at fáa at vita, um undir- skriftitnar eru farnar víð- ari til myndugleikarnar og hvussu nógv hava mót- mælt. Formaðurin í Læknaráð- num á Landssjúkrahús- inum, Jón á Steig, sigur, at teir hava havt nógvar fundir um hetta málið. Tá málið upprunaliga kom fram var m.a. ætlanin at gera eitt fiskavirki í ek- inum nærhendis sjúkra- húsið. Hetta kundi Lækna- ráðið ikki viðmæla. Síðani tá er virkið tikið burtur úr ætlanini fyri hetta ekið. Læknaráðið hevur havt tríggjar fundir um málið í vár. Jón á Steig sigur, at sum steðan er nú, kemur ætlaði vegurin at liggja alt og tætt upp at tí gamla partinum av Landssjúkra- húsinum. Ein orsekin til hetta er, at Sandagerðsbeurin er friðaður. Jón á Steig held- ur, at hevði borið til at lagt vegin so langt burtur frá sjúklingabygninginum sum gjørligt, so hevði tað verið ein onnur srøda. Men um hetta letur seg gera, er ein annar spurningur. Hann vísir annars á, at tað er trupult at gera sær eina meting av hesum probleinatikkinum, tí hetta málið er eisini ter,gt BON 1191sa3i3jij: 907 LE TTT framvið krahúsinum BBB b, em at eðrum vegaloysnum, so sum spurningurin viðvíkj- andi verandi J. C. Svabos- getu og so eðrum alter- nativum vegaloysnum omanfyri verandi Lands- sjúkrahús. — Eg eri ikki býarplan- leggjari, so eg skal vera eitt sindur varin at úttala meg um, hvat er besta loysnin. Men so mikið kann eg siga, at tað er ein sera óheppin loysn, um vegurin verður lagdur so tætt sjúklingabygn- ingunum, sum tað hevur verið ætlanin. jan Nr. 90 — 13. august 1985 Tekning vísir = ætlaðu vegagerðina Landssjúkrahúsið. niðanfyri Lesnaður til alla familjuna J. C. Svabosgeta er ikki besta framtíðarloysnin hvat viðvíkur ferðsluni framvið Landssjúkrahúsinum