Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. oktober 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Sosialurin Nr. 206 - 26. oktober 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Føroyska aldan brýtur um alt Ísland, skrivaði føroya- vinurin Jens Guð í einum t-brævi til mín. Føroyska aldan er ikki aldan hjá Anniku Hoydal, men heitið á einum tónleika- festivali, sum er í Reykja- vík í hesum døgum. Fleiri føroyskir tónleikabólkar og einstaklingar spæla konsertir fyri vælnøgdum íslendskum áhoyrarum. Føroyskur tónleikur er vorðin ein verulig útflutn- ingsvøra. Eivør Pálls- dóttir, 200, Týr og Click- haze eru øll vorðin kend nøvn í bróðurtjóðini. Tað er sum um íslendarar hava uppdagað okkara ment- anarríkidømi og hava tikið hetta til sín. Samstundis gera Týr og Clickhaze um seg kring øll Norðurlond. Bæði í útvarpi og á konsertferð- um. Jú, tað stendur væl til hjá føroyskum tónleiki, ongantíð fyrr hevur framtíðin sæð so ljós út. Orsøkirnar til at tað gongur so væl hjá før- oyska tónleikinum eru ivaleyst nógvar. Vit kunnu nevna miðvísa arbeiðið hjá plátufelagnum Tutl og tónleikasamtakinum Grót, men Prix Føroyar man verða ein tann størsta orsøkin til menningina. Eftir at hendan kapp- ingin byrjaði í 1995, hava føroyskir tónleikarar havt eitt mál at arbeitt fram ímóti. Nýggjur tónleikur er skrivaður og nýggir bólkar eru stovnaðir við tí í hyggju at luttaka í hes- um tiltaki. Prix Føroyar er ein sýnisgluggi, har tú sum tónleikari ella sangskriv- ari undir góðum umstøð- um kanst framføra egin løg fyri øðrum føroying- um og fyri útlendingum úr tónleikaídnaðinum. Eisini sleppa vinnandi bólkarnir út um landodd- arnar at spæla. Ja, Prix Føroyar er her- ligt. Tað mest herliga er, at allir fyriskipararnir eisini kunnu vera væl- nøgdir: - Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya fáa frálíkar sendingar, sum nokk eru nakrar av teirra bestu á árinum. - Norðurlandahúsið setur lív í føroyska ment- anarpallin og útflytir før- oyska mentan til hini Norðurlondini. - Føroya Undirhaldstón- leikarafelag er við til at menna tónleikapallin. Alt í alt er Prix Føroyar ein søga um eitt frálíkt hugskot, hjá einum manni, sum er vorðið ein brakandi success fyri øll sum eru við í tiltakinum. Fróði Vestergaard hevur øll árini verið tann ber- andi kraftin aftanfyri Prix Føroyar, og hann er eisini tann, sum hevur skapt tiltakið. Eg haldi, at vit í fjøl- miðlunum alt ov ofta gloyma at taka tey góðu tingini fram. Eg vil tí nýta hetta plássið, sum eg havi fingið, til at takka Fróða Vestergaard. Hann er nokk tann týdningarmikl- asti maðurin í arbeiðinum at virka føroyskum tón- leiki til frama. Eg geri eina meksikanska aldu her frammanfyri teldu- skíggjanum fyri Fróða, hon er ikki líka stór sum tann føroyska aldan í Íslandi, men hon kemur frá hjartanum. Føroyska Aldan Niels Uni Dam skrivar: ÚR FARNU ØLD Eirikur Lindenskov Vatnveitingin í Havn er annars nógv eldri enn so. Tað var longu fyri góðum 100 árum síðani, at fyrsta byrgingin varð gjørd úti í Marknagili, og vatnveiting løgd oman í Havnina. Tað sigst, at okkurt rørið frá hesi gomlu vatnveiting framvegis er í brúki niðri á Áarvegnum. Myndin omanfyri er úr brunninum undir Gráa- steini – helst í 1943, gita vit. Tað var soleiðis, at kommunan í 1940 fór undir at fyrireika brunnin. Hann varð bygdur í tíðar- skeiðnum 1940-42. Finnur Johansen skrivar í bók síni, »Vatnveitingin í Tórshavn í 100 ár«, at tað var ein bornhólmari, sum stóð fyri hesum arbeiði. Hann var her undir kríg- num og slapp ikki heim- aftur fyrr enn kríggið var av. Brunnurin er laðagur úr gróti, og hevur hann tí eitt sermerkt byggilistarligt virði. Ætlanin var, at hann bara skuldi vera laðagur, men tá vatn varð fylt í hann, lak hann so illa, at teir skjótt vórðu noyddir at tøma hann aftur. Roynt var at tetta, men lítið batti, og varð tí gjørt av at stoypa botn í og eina skón við sementi innanfyri. Tað er hetta arbeiðið, sum fer fram, tá myndin omanfyri er tikin. Sum tað sæst, so hava teir sett hol á múrin norðraru megin. Steyrarnir, vit síggja inni í brunninum, eru uttan iva til forskallingarnar, tá stoypt varð. Vestanfyri sæst Kirkjubøreyn. Bilin inni í brunninum, kenna vit ikki. Men hann hevur nr. 38, so helst ber til at finna fram til, hvør átti hendan bilin í 1943. Heimildarmaður okkara er vísur í, at maðurin á myndini er Edvard Bærentsen, skómakari í Nýggjustovu í Havn. Hann livdi frá 1871-1954. Um hetta mundið verður brunnurin undir Gráasteini eisini umrøddur í Dag- blaðnum. Blaðið vísir á, at nógv tos hevur verið um brunnin, og at bæði kønir og ókønir hava hugt eftir honum, tó at hann framvegis lekur við sama lag. Tann 4. juli í 1949 um- røður Dagblaðið svimji- hylin og vatnbrunnin. Blaðið harmast um, at svimjingarhylurin í Gunda- dali (tann sum var har, sum ovari fótbóltsvøllur nú er, red.) nú er »avsagdur«. Heilsunevndin hevur gjørt av, at av tí at fleiri kloakkir frá útstykkingunum oman- fyri nú eru leiddar í ánna, er hylurin ikki skikkaður at svimja í. Blaðið hartar býráðið fyri at vera ov seint á veg við hesum forboð, tí tað nú er so nógv ár síðani, at hús komu omanfyri og harvið kloakkir í ánna. Blaðið heldur, at sum er hevur Havnar ungdómur eingi líkindi til at íðka svimjing. – Fyrr var tað so frægt, at Hoydalsá hevði hyljar, ið nýtast kundu og nýttir vóru til at svimja í. Og nøkur ár stóð Válgaravík til reiðar at taka ímóti umgdómi, ið hug hevði at svimja. Ja, har var hús reist, har tey kundu lata seg úr og í, - tað einasta, ið eftir er frá svimjingini í Válgaravík - er lykilin til húsið, hann hongur enn, har hann vanliga hekk. Og so var enn víðari Sandá og Sandágerðsvík, har ung- dómur eisini dúgliga svam. Í dag eru eingi líkindi at svimja á nøkrum av hesum støðum, heldur blaðið. Síðani viðger blaðið vatnbrunnin í Marknagili. – Hevur heilsunevndin verið líka fús til at kanna um, hvussu stendur til við hesum vatnbrunni, sum hon hevur verið tað við- víkjandi svimjingarhylin- um í Gundadali? Tað man neyvan vera. Tí um heilsu- nevndin hevði verið til steðar, tá ið vatnbrunnurin í Marknagili varð sópaður seinast - og hann má sópast viðhvørt - so hevði hon valla funnið nakran mun á, hvat ið verri var fyri heilsuna, vatnbrunn- urin í Marknagili ella svimjingarhylurin í Gunda- dali… Í 1969 varð hildið neyð- ugt at stoypa tak oman á brunnin undir Gráasteini av heilsuávum, og var brunnurin sostatt púra tættur tey síðstu góðu 20 árini, hann goymdi havnar- borgarum vatn. Nú eru longu fleiri ár síðani, at býráðið slepti vatninum úr brunninum við Gráastein fyri seinastu ferð – tað var tíðliga í nítiárunum. Nú hevur felagið Føroya Ellisakfør til húsa í brunninum, ið skal hýsa gomlum bilum o. l., og við tíðini er ætlanin, at brunnurin skal hýsa einum tekniskum forn- minnissavni. Vatn í Havn Tað var undir krígnum, at Tórshavnar Kommuna fór undir byggingina av vatnbrunninum undir Gráasteini í Havn. Hetta var sjálvsagt fyri at veita havnarborgarum støðugari vatnveiting Teir eru í ferð við at leggja fyrstu vatnveitingina í Havn seinast í næstsíðstu øld. Myndin er tikin uttan fyri húsini hjá Angeliku, har Katrina Christiansen hevur sýnisglugga Inni í vatnbrunninum undir Gráasteini í Havn undir krígnum. Teir hava latið vatnið úraftur nýggja brunninum, sum lak í eyri og seyri. Arbeiðið við at stoypa gólv og veggir er farið í gongd. Bilurin á myndini hevur nummarið 38, maðurin er Edvard Bærentsen, skómakari Sosialurin Nr. 206 - 26. oktober 2002 3 FERÐ Solby A. Eliasen Inni í skúlastovuni eru 27 næm- ingar í 8. a. Tey fara upp á pláss, tá vit koma inn í stovuna, og lær- arin Kristina Lützen greiðir teim- um frá, hvat nú fer at henda, og hví Sosialurin er komin at vitja. Vit byrja við, at Kristina greiðir frá túrinum. - Tað eru fýra liðir í vinar- býarsamstarvinum. Og skúla- barnaferðir er so ein av teimum. Tað eru nú nøkur ár síðani tað byrjaði, og tað hevur verið á hvørjum ári. Tað sleppur ein áttandi flokkur avstað, og skúl- arnir báðir í Klaksvík hava so skifts um at sent ein flokk avstað. Vanliga verður tað kastað lut millum áttanda flokkarnar á einum skúla, um hvør av teimum skal sleppa avstað, men tað var ikki neyðugt í hesum førinum. Tí tað er bert tann eini áttandi flokkurin í Ósáskúlanum hetta skúlaárið. So tey vistu tíðliga, at tað fór at verða tey, sum sluppu hesa ferðina, tá tað einaferð kom so langt. Kristina Lützen er flokslærari hjá 8. a. Hon sigur, at tey av tí sama byrjaðu at savna pengar inn longu í sætta flokki, tí tey vistu, at tey skuldu avstað. - Men tann almenna innbjóð- ingin kom so ikki fyrr enn í vár, men tá høvdu vit vitað tað longi, sigur hon. Kristina hevur verið á einum tílíkum túri einaferð áður. Tað var í 2000 í Íslandi. Men tá vóru tey so óheppin í veðrinum. Tað var rættiligt illveður ta ferðina, og tey vóru tá so óheppin at koma út fyri einum óhugnaligum óhappi við bussinum. Men tað var tó ikki álvarsligt, tá avtorn- aði, men skelkurin situr fram- vegis í. So Kristina stúrdi eitt sindur fyri at fara einaferð afturat. - Vit fara jú við nógvum børnum, og ábyrgdin er stór. Men tað var onki at stúra fyri. Børnini vóru fyrimyndarlig, og veðrið var skiftandi, men gott kortini. So tað var eitt sera positivt upplivilsi fyri okkum øll, og vit hava onki óhugnaligt at minnast túrin fyri, sigur Kristina. Langir dagar Alt var væl tilrættislagt á túrin- um, og børnini vóru upptikin av onkrum allatíðina. Dagurin byrj- aði klokkan átta á morgni, og tey vitjaðu nógv ymisk forvitnislig støð. Um kvøldið vóru so eisini ymisk tiltøk á skránni. So ofta endaði dagurin ikki, fyrr enn klokkan leið út móti ellivu á kvøldi. Og tá vóru øll so troytt av degnum, at tað gekk ikki long tíð, so var friður. Kristina Lützen sigur, at onkur hevði hug at fílast á, at dagarnir vóru so fastlæstir, tí tað vóru ikki stundir til nógv annað ella bert at hava eina fríløtu. Men tað søgdu fyrireikararnir, at teir høvdu gjørt við vilja. Dagarnir skuldu verða fullir í aktiviteti, og ongin tíð skuldi vera til yvirs, so nakar fór at keða seg. - Tað er altíð gott, tá børn eru aktiv og hava nógv um at vera. Men tað var kanska eitt sindur ov nógv av tí góða til tíðir fyri tey, sigur Kristina. Tað næsta kvøldið tey vóru har, var skipað fyri einum hugna- kvøldi, har tey sýndu ymiskt fram og greiddu frá sínum heimstaði. Føroysku næmingarnir høvdu gjørt ein sang, sum tey so fram- førdu í kóri. Eisini høvdu tey lært seg Sigmunds kvæði yngra og fóru so upp á gólv. Kristina sigur, at henda framførslan eydnaðist avbera væl, og hini lótu væl at. Føroyingarnir vóru tey ein- astu, sum høvdu veruligar fram- førslur, meðan hini meira stóðu still uppi og greiddu frá. Men hetta kvøldið eydnaðist væl og var sera áhugavert. Eina dagin var ítróttardagur, har tey royndu ymiskt, sum tey ikki høvdu roynt áður. - Tað heilt stóra á hesum ítróttardegnum var ein renni- strongur, greiðir Kristina frá. Tað dámdi teimum avbera væl. Eisini vitjaðu tey eina djórapark, nakrar skúlar í Norr- køping og so vóru tey í Ment- unarhúsinum og lurtaðu eftir einum symfoniorkestri, sum vandi Gandafloytuna hjá Mozart. - Men tað vóru tey ikki so fegin um, sigur Kristina og smílist við. Tey sluppu eisini eina ferð út um skergarðarnar, og tað var ein sera áhugaverdur túrur. Ongin fótbóltur Næmingarnir byrja nú so smátt at blanda seg upp í prátið hjá okkum, og tey greiða frá, hvat teimum dámdi best ella ikki. Dreingirnir eru allir á einum máli um, at ítróttardagurin stinkaði. - Tað var ongin fótbóltur, so tað var onki stuttligt, siga fleiri við ein munn. Men so leggja teir afturat, at teimum dámdi væl at royna okkurt annaðleiðis og at rennistrongurin var stuttligur at royna. Genturnar nevna ymiskt, sum teimum dámdi væl, til dømis djóragarðin, rennistrongin og ikki at gloyma at ganga í handlarnar og keypa. Nógv tos er í skúlastovuni hesa løtuna, og ilt er at fáa alt við, sum tey siga, men so sigur lærarindan skemtandi við genturnar: - Verið nú erligar, gentur!! Hvat við teimum norsku dreingj- unum? Tá verður fnisað eitt sindur, men nærri hesum evninum koma vit ikki. Ongin sigur nakað um tað, og eg spyrji heldur ikki. - Vit hava fingið nógvar góðar vinir, tað er púra vist, sigur ein genta avgjørd á málinum. - Vit hildu mest saman við teimum norsku og svensku næmingunum. Tað var sera torført at tosa við finnarnar, tí tey tosaðu enskt allatíðina. Ikki tí, vit duga enskt, men tað er lættari at tosa norðurlendskt, tí tá skilja øll teg, meðan tú tosar. Næmingarnir eru øll á einum máli um, at tey hava upplivað eina rúgvu, og at túrurin var sera góður, men bara alt ov stuttur. - Vit høvdu viljað sloppið avstað aftur, siga tey øll. - Ja, og tá skulu ongir lærarar við, leggur ein næmingur skemt- andi afturat. Síðani tey komu aftur av túrin- um hava tey eftirmett og ætlanin er at hava eitt foreldrakvøld eisini. Harafturat fara tey eisini at fáa eina Svøríkismappu við myndum og øðrum til minnis um henda túrin. 8. a í skúlanum við Ósánna var í døgunum 15. til 19. september í Norrkøping saman við umleið 150 øðrum næmingum í sama aldursbólki. Hetta er liður í samstarvinum millum Klaksvík og vinarbýirnar 8. flokkur á ferð í Norrkøping 8. flokkur í skúlanum við Ósánna Mynd: Solby C M Y K 23 22