leygardagur 26. oktober 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 206 - 26. oktober 2002
FERÐAFRÁSØGN
Ingrid Bjarnastein
Róm – tann ævigi býurin. »Síggj
Napoli, og doyggj!« verður ofta
sagt, men ein kann eins væl siga
»Síggj Róm, og doyggj!«. Eitt
heilt lív í Róm er ikki nóg mikið
til at síggja allan býin, so tú
kanst ímynda tær, at tað eru 10
dagar verri enn so heldur ikki.
Søgnin sigur, at teir báðir tví-
burarnir, Romulus og Remus
høvdu krígsgudin Mars sum
pápa, og mamma teirra var ein
latínsk prinsessa. Tann latínski
kongurin var bangin fyri, at
tvíburarnir fóru at taka trúnuna
frá honum, og legði teir tí í eina
kurv og sendi teir avstað oman
eftir Tiberánni. Kongurin vænt-
aði sjálvandi, at dreingirnir fóru
at doyggja, men ein hon-úlvur
fann Romulus og Remus og gav
teimum sína mjólk at drekka.
Skjótt aftaná tók ein hirði teir til
sín og aldi teir upp sum sínir
egnu synir. Dreingirnir svóru, at
teir skuldu byggja ein bý, har teir
vórðu eftirlatnir sum børn.
Romulus og Remus tóku hvør
sín heygg og gjørdust leiðarar í
einum nýggjum býi. Klandur
stóðst burturúr og Romulus drap
Remus. Palatine gjørdist síðani
miðdepilin í einum nýggjum býi,
sum varð kallaður Róm.
HM-fótbóltur
Italia er eitt mat-land, eitt ment-
anarland, eitt mótaland og ikki at
gloyma eitt fótbóltsland. Fótbólt-
urin hevur nógv at siga í Italia,
og ein og hvør italumaður, ið vil
verða kallaður ein maður, hevur
eitt fótbóltslið, sum hann heldur
við.
Italia hevur eisini eina ta sterk-
astu fótbóltsdeildina í heiminum.
Spælarar sum Ronaldo og
Zidane hava spælt í Seriu A í
Italia. Og ikki at gloyma nakrar
av sterkastu fótbóltsleikarunum í
heiminum í dag sum Totti, Del
Piero, Maldini og so framvegis.
Italienarar ganga ógvuliga høgt
upp í fótbóltsmentanina. Tá eg
var niðri í Italia hesuferð, var
HM í fótbólti upp á tað hægsta.
Men vónbrotið hesaferð var
stórt. Italia kom ikki longur enn í
áttandapartsfinaluna, har teir
taptu 2-1 ímóti Suðurkorea.
Hetta hendi sama dag, eg kom til
Italia. Flogið varð til Milano, og
av tí, at eg eri fødd í Suðurkorea,
var tað alt annað enn ein heit
móttøka, ið bíðaði mær í Italia.
Fyrsta skotið kom longu á tok-
støðini. Har skuldi eg keypa
ferðaseðil til Róm, men maðurin
innan fyri lúkuna helt ikki, at
hann vildi selja mær nakran
ferðaseðil eftirsum eg var úr
Korea. Sjálvandi var tað bara
tvætl, men tá kom ein veruliga at
merkja, hvussu dygt tapið var.
Og ikki nóg mikið við tí. Ofta
róptu italienarar – serliga mann-
fólk - »Corea di merda!!« eftir
mær, sum merkir »Lorta Korea«.
Men ikki tí. Hetta varð bara tikið
við einum smíli.
Onki riggar
Um tú ætlar tær at ferðast í
Italia, mást tú fara við tí í huga,
at tað er sjáldan, at nakað riggar
sum tað skal. Her verður hugsað
um bussar, tok og alla almenna
samferðslu sum heild. Ongin
ferðaætlan er til bussarnar í stór-
býunum. Um tú ætlar tær við
einum bussi, so er bara at fara á
steðgiplássið og biðja til, at
onkur bussur kemur innan fyri
stutta tíð. Og um ongin bussur
kemur, so er bara spell. Lítið
nyttar at klaga, tí flestu italienar-
ar eru vanir við, at soleiðis er tað
bara.
Og um tú skalt verða óheppin,
so skalt tú vera tað við manér.
Teir fáu dagarnar eg var í Róm,
vóru tvey verkføll. Annað byrj-
aði ein morgunin klokkan átta og
endaði klokkan fimm seinna-
partin. Men tað var ikki bara ein
og hvør, sum var farin í verkfall.
Tað vóru tey, ið arbeiddu í undir-
grundarbreytini og tey, sum
koyrdu bussarnar. Og tá tú býrt í
útjaðaranum av býnum nyttar tað
hvørki eitt ella annað, tá hesir
miðlarnir fara í verkfall. So
henda dagin var ikki nógv annað
at gera enn at taka klappstólin
útum og fáa eitt sindur av sól.
Tað bar um ikki annað væl til, tí
hitastigini vóru eini 40 henda
seina dagin í juni.
Mentan
Nógv er at síggja í Róm. So
nógv, at tað er ongin møguleiki
at koma ígjøgnum alt. Fyrst á
dagsskránni vóru Piazza di
Spagna og Fontana di Trevi.
Piazza di Spagna har tær
sponsku trappurnar eru. 138 trin
uppeftir. Við ovara endan á
trappunum sært tú ein egyptiskan
obilisk, har kirkjan Santa Trinitá
dei Monti er í bakgrundini.
Henda kirkjan varð bygd í 1494.
Við niðara endan á trappunum er
Fontana di Barcaccia, sum Pietro
Barniini hevur gjørt.
Alt umráðið sum tað er, er
kent um allan heimin fyri allar
teir ymsu handlarnar av »made
in Italy«. Nógvir eru handlarnir,
sum selja italsk mótaklæðir sum
Armani, Versace, Valentino og so
framvegis.
Tær sponsku trappurnar eru
vanligt fyltar við ferðafólkum.
Har noyðist ein at taka ta obliga-
torisku myndina við endan á
trappunum og kirkjuni Santa
Trinitá dei Monti í bakgrundini.
Fontana di Trevi er tað kend-
asta gosvatnið í Róm. Arkitekt-
urin Salvi gjørdi tað í 1735 undir
embætistíðini hjá Clemente II.
Myndirnar, ið eru høgdar út, for-
telja um ymiskar hendingar.
Tíggjutúsundtals ferðafólk vitja
gosvatnið um dagin, og tey kasta
øll ein mynt í vatnið. Søgnin
sigur, at um tú gert soleiðis,
kemur tú heilt vist aftur til Róm
einaferð í lívinum. Gosvatnið er
eisini vorðið kent í filminum
»La dolce vita« hjá Federico
Fellini.
Er tað nakað, sum veruliga er
ósjarmerandi við Róm, so er tað
tey mongu ferðafólkini. Nú er
tað kanska ikki júst upp á sítt
pláss at grenja um hetta, men tað
vísir seg at vera nakað, ið mis-
prýðir býin. Veit ikki hví, men
tað er nakað keðiligt yvir ferða-
fólkum – turistum. Tú sært hesi
fólkini við stórum ryggsekkum
ganga við einum korti í hondini
og hyggja upp í luftina. Kenslan
verður bara, at hesi fólkini eru
bara komin til Róm fyri at koma
til Róm, og ikki fyri at síggja
nakað og rættiliga njóta býin. So
uttan ferðafólk høvdu gøturnar í
Róm verið fleiri ferðir betri at
gingið ígjøgnum.
Vatikanið
Tá ferðast verður í Róm, er ringt
at finna útav, hvat tú skalt rað-
festa hægst. Býurin hevur nógv
at bjóða, og ringt er at skyna
ímillum, hvat tú fert at angra tú
ikki sást og hvat tú so megnaði
at síggja. Men eitt er vist. Tú
hevur ikki verið í Róm uttan tú
hevur verið í Vatikaninum og
savninum har.
Prýðingin av slottinum og av tí
Sixtinska kapellinum inniheldur
eina einastandandi samling av
Allir vegir føra til Róm. Um so er ella ikki, skal ikki verða
sagt her, men eitt er vist: Róm er ein býur, ið má upplivast
Róm – kaos og mentan
hvørt um annað
Spanska trappan í Róm er vanliga full av ferðafólki. Um summarið gerst trappan so heit, at illa ber til at seta seg
uttan at brenna endan
Sosialurin Nr. 206 - 26. oktober 2002
7
málningum frá renaissansuni. Frá
tíðini tá mentanarrákið veruliga
tók dik á seg og til tað varð
búgvið í seinnu helvt av 16. øld.
Angelico, Perugino, Botticelli,
Signorelli og Pinturricchio í 15.
øld, Raphael, Michaelangelo,
Giulio Romano, Perin del Vaga
og ein rúgva av øðrum listar-
monnum úr 16. øld, hava eftir-
latið teirra meistaraverk á vegg-
unum í slottinum.
Nakað heilt serligt er at trína
inn í Sixtinska kapellið. Har
ganga vaktarmenn dagin langan
og fólk sita á gólvinum og alla-
staðni har til ber at sita og skoða
verkini uppi undir loftinum og á
veggunum. Boð verða í heilum
givin um, at tað er ikki loyvi at
tosa hart inni har, og annars so
sleppur tú ikki inn í fornminnis-
savnið uttan so at tú ert hampu-
liga ílætin. Tað verið seg, at tú
skalt vera í onkrum, sum kemur
niðurum herðarnar , og er kjólin
ov stuttur sleppur tú heldur ikki
inn.
Tá tú kemur út úr Sixtinska
kapellinum, skalt tú so at siga
bara fylgja múrinum. So kemur
tú til San Pietro – ella Sankta
Pæturs torgið. Her er Pæturs-
kirkjan, haðani nógvir føroyingar
fylgja midnáttarmessuni hjá
pávanum jólaaftan.
Pávin hevur búð her síðani
1377. Kirkjan, sum nú stendur
har, stendur á leivdunum av
upprunakirkjuni. Eini kirkju,
sum varð dedikerað Pæturi, og
her er grøvin hjá lærusveininum
eisini.
Kúpan, sum tú kanst síggja
fleiri staðni í býnum, stýrir
útsýninum í Róm. Michaelange-
lo hevur teknað hana, og Fontana
og Della Porta hava ført verk
hansara til lívs, og er kúpan ein
av teimum kendastu bygningun-
um í heiminum.
Í Sankta Pæturskirkjuni er tað
sama galdandi sum fyri Vatikan-
fornminnissavnið. Tú sleppur
ikki inn uttan tú ert nóg væl
ílætin og tú noyðist at ganga
ígjøgnum eitt portur, sum tryggj-
ar, at tú ikki ber nøkur vápn uppi
á tær áðrenn tú fert inn.
Og sjálvandi – tað ber ikki til
at standa ímóti freistingini, so
noyðist tú eisini at senda eitt
postkort úr Vatikaninum, keypa
frímerki og sleppa tí í tann gula
postkassan.
Colosseum
Tey ungu í Róm koyra á skutar-
um og prutlum. Løgreglan har
gongur ógvuliga høgt upp í, at
tey, ið koyra ella sita á skutaran-
um eru ílatin hjálm. Um annar
situr á uttan hjálp, verður hann
revsaður við eini stórari bót.
Um kvøldarnar gera tey ungu
nógv av at fara út. Piazza di
Spagna, Piazza Venezia og onnur
torg eru afturvendandi møtistøð
hjá teimum ungu. Síðani verður
farið út at eta pizza ella kanska
drekka eina øl.
Tær smølu gøturnar í Róm eru
fullar av pizzariaum og barrum.
At fara biltúr í Róm er nakað, ið
als ikki kemur upp á tal. At
koyra í Róm er sum at fiska í
wc-kummuni. Tað ber ikki til.
Um tú ætlar tær fram, mást tú
ikki smæðast. Floytan er nú tín
besti vinur, og um nakar vágar
sær at koma í nær námind av tær,
so er bara at trýsta væl og leingi.
Nógvir vegir eru framvegis av
tigulsteinum, sum vórðu brúktir,
tá hestavognarnir
herskaðu í gøt-
unum í Róm. Og
hetta fer eisini
illa vil bilunum,
og ger tað keði-
ligt at koyra.
Sjálvt um tað
krevur nógv mót
at skula koyra
bil í Róm, so
krevur tað ikki
meira enn helvt-
ina at vera ferða-
fólk í bilinum.
Sjarmerandi er
tað hóast alt – at
síggja, hvussu
fólkini rópa
ímillum sín í bil-
unum – skelda
ella spyrja um
veg.
Eftir ein biltúr
og ein túr á skut-
ara hevur tú sæð
Róm frá einum
heilt øðrum
sjónarhorni enn
til gongu. Nak-
að, ið má upp-
livast!
Piazza di Ve-
nezia, sum er
eitt møtistað hjá
teimum ungu,
stendur við føt-
urnar á Kapitol-
ium og »Altare
della Patria«.
Tann stóri domi-
nerandi bygn-
ingurin er gjørd-
ur av marmor,
og í miðjuni eru
ymiskar bronsu-
standmyndir sam-
an við messingrelieffum.
Onkur minnist kanska, hvussu
Mussolini stóð á Piazza di
Venezia og rópti yvir stóru
mannfjøldirnar.
Colosseum. Nógv av okkum
hava sæð teknifilmin, har tað er
Obelix, sum brýtur Colosseum,
og er hetta eitt av eyðkenninum
av stóra milliónahøvuðsstaðnum
í Italia. Rætta navnið á Colus-
seum er Anfiteatro Flavio, men
øll kenna tað við navninum
Colusseum.
Colosseum varð bygt í ár 72
fyri Kristav Vespasian og varð
gjørt liðugt átta ár seinni av soni
hansara, Titus. Colosseum kann
samanberast við okkurt stórt
ítróttarstadion frá okkara tíð,
sjálvt um sýningarnar har vórðu
nógv øðrvísi enn sýningarnar í
dag.
Rómverska fólkið savnaðist
saman í Colosseum fyri at síggja
Circus spølini, har gladiatorar
bardust teirra millum. Har vóru
eisini sýningar skipaðar, har
gladiatorar, vill djór og fangar –
ofta kristin – bardust fyri lívin-
um. Alt hetta endaði, tá ein mað-
ur í 5. øld, Telemachus, kom í
arenaina og royndi at steðga
gladiatorunum í at berjast. Hann
varð dripin, men síðani tann dag
hava hesi spøl ongantíð verið
fyri í Róm.
La Spezia
Róm er ein býur, ið hevur óenda-
ligar møguleikar. Nógv er at
síggja, og nógv varð eisini sætt
afturat. Men eitt sindur skal
eisini sigast um lítla norður-
italienska býin, La Spezia.
Sum fyrr nevnt vóru tvey
verkføll innan eina viku. Annað
við bussum og
undirgrundar-
breytini, og hitt
var síðani við
tokunum, ið
koyrdu ímillum
býir. Ein kann
rættiliga øsa seg
inn á teir al-
mennu sam-
ferðsluhættirnar,
men tað er ikki
nógv annað at
gera enn at bíta
tað í seg, og
køla seg sjálvan
niður við einum
ísi – italienarar
gera heimsins
besta ís.
Sunnanfyri
Genova og
norðan-fyri
Pisa, soleiðis
nøkulunda mitt í
millum liggur
býurin La
Spezia. Við toki
úr Rom tekur
tað eini fýra
tímar at koyra –
um tað gongur
væl, væl at
merkja.
La Spezia er
ein lítil vinnu-
og havnabýur
við umleið 100-
200.000 íbúgv-
um. Býurin er
sjálvur ikki nak-
að serliga kend-
ur, og heldur
ikki eru nøkur
støð ella annað,
ið gera býin
eyðkendan. Men
treyðugt so. Býurin liggur við
endan av tí itali-ensku liguriuni.
Eitt korter við toki, og tú kemur
til »Le Cinque Terre « - Tær
fimm jørðirnar. Hetta eru fimm
lítlar landsbygdir, sum allar eru
kendar fyri eitt ella annað.
Manarola, Riomaggiore,
Monterosso, Vernazza og
Corniglia.
Um tú fert við L-bussinum úr
La Spezia kemur tú til San
Terenzo og Lerici. Í San Terenzo
búði kendi rithøvundurin Percy
B. Shelley saman við konuni
Mary Shelley. Mary er mest
kend fyri at hava skrivað um
Frankenstein.
Við P-bussinum kemur tú til
Portovenere. Har kanst tú síggja
grottuna hjá Byron – Lord Byron
– eisini ein kendur rithøvundur.
Hálvan tíma við bili kemur tú
til Fiascherino. Í Fiascherino
búleikaðist D.H. Lawrence eina
tíð hann var her á fold. D.H
Lawrence er millum annað kend-
ur fyri at hava skrivað »Lady
Chatterlýs Lover« og aðrar
bøkur.
So sjálvt um býurin ikki hevur
so nógv at bjóða, so hevur nær-
umhvørvið nógv spennandi at
vísa á.
Italia er kent fyri mat, og er
Liguria, regiónin har La Spezia
liggur, onki undantak. Haðani
kemur foccacia, sum er eitt slag
av oljubreyð, sum tey í Liguria
eta serstakliga nógv av. Eisini
kemur pesto frá Italia. Pesto er
nógv etið kring allan heimin
saman við pasta.
Italienarar eru stoltir av mat-
mentan teirra. Nógv orka verður
løgd í at gera mat hvønn dag, og
hava teir eisini eina fjølbroytta
matskrá.
Tað ber illa til at vísa á, hvat er
vert at síggja í Italia yvirhøvur.
Sjálvt teir mest ókendu býirnir
og bygdirnar hava okkurt at
bjóða. Nevnast kann fyri stutt-
leikar, at stutt frá La Spezia
liggur ein lítil býur. So ókendur,
at navnið minnist eg ein gongd
ikki. Sjálvt um býurin ikki er ein
av tí slagnum, sum er fullur av
ferðafólkum hvønn dag í árinum,
so er heimsins størsti sokkur
gjørdur har. Trettanda á hvørjum
ári verður hann hongdur upp, og
har ber til hjá teimum, ið hava
hug, at koma at síggja hann.
Ein vika er ikki nóg mikið í
Italia – ein vika er ikki nóg
mikið í Róm. Men eitt er so púra
vist – tað er eitt heilt lív heldur
ikki.
Stóra piazza’in við Sankta Pæturskirkjuna, haðani midnáttarmessan verður
send jólaaftan á hvørjum ári
Mynd: Bókin: Rejsen rundt i Rom
Colosseum. Hvør kennir ikki tað?
Fontana di Trevi. Søgnin sigur, at um tú kastar eina mynt í vatnið, kemur
tú heilt vist eina ferð í lívinum aftur til Róm
Mynd: Bókin: Rejsen rundt i Rom
C
M
Y
K
27
26