leygardagur 26. oktober 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 206 - 26. oktober 2002
Nr. 206 - 26. oktober 2002
29
FRAMSÝNING
Turið Kjølbro
Í sambandi við, at ljóskastarin er
settur á Ísland, Grønland og Før-
oyar í Oslo í heyst, sýnir vág-
bingurin Rógvi Johansen, sum er
undir útbúgving sum mynda-
maður í Århus, fram myndir frá
lívinum sum fiskimaður á
føroyskum línubáti á Flemisch
Cap við Foundland. Framsýn-
ingin, sum er á Galleri IS Kunst í
Leirfallsgata í Oslo, er býtt
sundur í tvey. Ein partur av fram-
sýningini vísir lívið umborð á
Sigurfarinum, meðan hin partur-
in er myndir frá dramatisku
bjargingini av manningini um
borð á sovjettiska bingjuskipin-
um Mekanikk Tarasov. Sovjett-
iska skipið kom í havsneyð eina
ódnarnátt í februar í 1982.
Kapteinurin á bingjuskipinum
sýtti fyri at taka ímóti hjálp frá
øðrum enn sínum egnu, og fór tí
á botn saman við skipinum.
Restin av manningini leyp á
bláman. Sigurfarið bjargaði 24
monnum, harav bert fimm
yvirlivdu. Trettan menn komu
ikki afturíaftur.
Sovjettiska hjálpin kom meiri
enn eitt døgn ov seint. Tá var
manningin umborð á Sigurfarin-
um í ferð við at føra tey, sum
yvirlivdu og deyðu starvsfelagar
teirra, umborð á eitt kanadiskt
sjóverjuskip. Rógvi Johansen,
sum tá bert var 17 ára gamal,
greiddi soleiðis frá í Sosialinum í
februar í ár.
- Teir, sum yvirlivdu, høvdu
tað jú heilt ræðuligt. Vóru ræðu-
liga kaldir og skelkaðir. Vit
gjørdu alt fyri at fáa lív í teir
aftur, fingu teir í turr klæðir,
gníggjaðu hita í teir og góvu
teimum heita súpan. Tað hevur jú
verið ræðuligt hjá teimum at sæð
vinir og starvsfelagar liggja lík
alla staðni, men vit royndu at
spara teir fyri tað, og máttu tí
goyma líkini ymsa staðni. Minn-
ist eina ferðina messudrongurin
skuldi eftir eplum har frammi í
skipinum. Eg hevði verið messu-
drongur á fyrsta túrinum, og tí
bað hann meg koma við sær eftir
eplunum. Vit máttu gleiva upp
um fleiri lík fyri at sleppa framat
eplunum.
Heiðrað
Á Norðoyastevnu í 1982 legði
Sigurfarið at bryggju í Klaksvík.
Á kajini var stúgvandi fult av
fólki, hornorkestrið spældi og
røður vórðu hildnar. Frá Klaks-
víkar kommunu fekk manningin
heiðursbræv. Seinni kom heið-
ursbræv frá russisku sendistov-
uni í Danmark. Heiðursbrævið
og heiðursmerki til hvønn ein-
stakan kom frá ovastu sovjettini.
At uppliva ein slíkan lagnutúr
seytjan ára gamal, festir seg fast
og varandi í minnið.
- Tað var ein ógvuliga óhugna-
ligur og ræðuligur túrur fyri okk-
um umborð á Sigurfarinum, men
nógv ræðuligari fyri russarnar,
greiddi Rógvi Johansen frá.
Eftir minniliga túrin á vetri í
1982, var Rógvi Johansen fleiri
túrar við Sigurfarinum.
Framsýningin frá dramatisku
bjargingini hevur verið sýnd í
hølunum Photo Av í Viby í
Århus í februar.
Framsýning í Oslo av føroyskari bjarging
Fleiri og fleiri føroyingar velja
at fara uttan um Norðurlond at
útbúgva seg! Eg eri sjálv les-
andi í Bournemouth í suður
Onglandi. Eri byrjað upp á
mítt næsta ár á Bournemouth
University og fara at greiða
eitt sindur frá, hvussu tað er at
vera lesandi her, eitt sindur
um býin, ið eg búgvi í og um
mentanina her.
Um ein hugsar um at lesa í
Onglandi, er fyrsta stigið
sjálvandi at søkja um at sleppa
inn á skúlan og hetta er ikki
nakað, ið einans tekur nakrar
tímar. Tað krevur bæði nógva
tíð og orku. Tískil er ráðiligt
at byrja nóg tíðliga við at
fyrireika seg. Í Onglandi skal
man søkja áðrenn 15. desemb-
er. Hetta er rættuliga tíðliga,
samanborið við Norðurlond-
ini, men haraftur ímóti fær
man svar longu í januar/
februar, so man hevur meira
tíð upp á at fyrireika seg.
Tá ið man er sloppin inn á
eitt universitet, fær man
samstundis pláss á einum
skúlaheimi. Í Bournemouth er
eitt skúlaheim á universitetin-
um, eitt mitt í býnum og eitt
við strondina. Eg valdi tað
mitt í býnum, ið eg havi verið
ógvuliga glað fyri. Íbúðarum-
støðurnar í Ondlandi eru av-
gjørt nógv lægri enn í Norður-
londunum, men tað venur man
seg við. Í suður Onglandi er
leigan á einum skúlaheimi
einar 3.000 kr. um mðr. Fert tú
norðureftir er leigan lægri og í
London er hon hægri.
Bournemouth University er
eitt rættuliga stórt universitet.
Her eru eini 14.000 næmingar
og rættuliga nógv av teimum
eru international. Í mínum
fyrsta ári búði eg saman við
fólki frá 5 ymiskum londum.
Hetta hevur persónliga verið
bæði mennandi og spennandi.
Á skúlaheiminum verða tey
internationalu koyrd í íbúðir
fyri seg og tey ensku fyri seg.
Hetta helt eg vera eitt sindur
undarligt í byrjanini, tí tá man
fer til Onglands fyri at lesa,
vil man eisini gjarna læra ta
ensku mentanina. Tað var tó
ikki nógvir tímar, fyrr enn tað
var mær greitt, hví hetta bleiv
gjørt. Tá ið onglendingar fara
á universitet, eru teir umleið
18 ára gamlir og er tað vanliga
fyrstu ferð, at teir flyta
heimanifrá – hetta ger, at teir
ganga í býnum hvørt kvøld,
ganga lítið og einki í skúla,
larma og bróta mest møguligt.
Leggjast kann tó afturat, at
teirra hugsan vanliga broytist
eftir fyrsta árið.
Bournemouth liggur sum
sagt í suður Onglandi, við
Ermasundið. Tað tekur 2 tímar
at koyra til London. Her
búgva umleið 165.000 fólk og
býurin er ógvuliga vakur,
reinur og rættuliga friðarligur,
samanborið við aðrar enskar
býir. Býurin er kendur fyri at
hava nógv ferðafólk og teir
mongu pensionistarnar, ið eru
búgvandi her. Hann er ein
tann best umtókti feriubýurin í
Onglandi – hetta sæðst ser-
stakliga um summarið. Or-
søkin til teir mongu pension-
istarnar, er, at fólk ið hava búð
í tí stressandi høvuðsstaðnum,
velja at flyta suður til Bourne-
mouth, tá ið tey pensionerast.
Hetta eru mest fólk, ið eru væl
fyri fíggjarliga, sum sam-
stundis hevur við sær, at húsa-
prísurin í Bournemouth er
rættuliga høgur. Eini miðal
hús kosta umleið tað dupulta,
sum eini hús í Tórshavn gera.
Um ta ensku mentanina
kann sigast, at tey ganga nógv
á pubb. Her eru pubbir á
hvørjum horni og tað er teirra
vanliga sosiala møtistað –
bæði fyri ung sum gomul. Til
dømis kann sigast, at tá ið ein
hevur føðingardag, bjóða tey
vanliga ikki gestunum heim –
tey bjóða teimum út á eina
pub. Har verður møguliga etið
"fish & chips", ið er ein
vanlig ensk máltíð og síðani
verður drukkið nakrar "pints".
Samanumtikið – er Bourne-
mouth ein ógvuliga góður
býur. Her gerst ikki ov kalt
um veturin og um summarið
er heitt - upp til 30 gradir. Her
eru nógvir handlar, eitt gott
náttarlív og lekrar strendur. Eg
eri glað fyri at hava valt
Bournemouth og vildi ynskt,
at onnur lesandi frá Føroyum
vildu gjørt tað sama.
Lesandi í Onglandi
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Gudny Langgard, Bournemouth í Ongland, gudny78@msn.com
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Myndir frá dramatisku bjargingini av russisku manningini umborð á
Mekanikk Tarasov í 1982, tá skiparin sýtti fyri hjálp, eru at síggja í Oslo
í hesum døgum
Rógvi Johansen sýnir fram myndir, hann tók fyri 20 árum síðani, febr. 1982, á Galleri IS Kunst í Oslo
Vit hava nú aftur fingið nakrar
flugufangarar á goymslu
ða br
a brúktir
ktir
bæð
á virkjum,
fjósum o.a.
ALTI 2100 til rúm
støddir uml. 50-80 m
2
ALTI 2138 til miðal stór
rúm uml. 100-150 m
2
ALTI 2214 til rúm
støddir uml. 200 m
2
kr. 1.895,-
kr. 2.095,-
kr. 2.995,-
SPF. ALTING
tlf. 210 298
fax 318 591
Vit senda um alt landið
Krani til sølu
Krani, av merkinum Fassi F115.23, til sølu.
Ynskjast nærri upplýsingar, kanst tú venda tær til Boga í Gil, verkførara, á tlf.
343045.
Søla
F A R M A L E I Ð I R
Strandfaraskip landsins
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Arbeiðsmaður
Søkt verður eftir røskum arbeiðsmanni, at hjálpa til
í bakarínum skiftandi vaktir.
Nærri upplýsingar fáast við at ringja til okkara og
spyrja eftir Eli Andreasen
Tlf. 228838 ella 312161
Bilasølan
v/ Øssur Johannesen
postboks 3192
110 Tórshavn
Tlf. 315354
Søkt verður eftir lærlingi til
eykalutagoymsluna
FHS-prógv er ein fyrimunur. Hevur
hetta tín áhuga, send eina skrivliga
umsókn til:
Útbúgving í
samskifti, skipan
og leiðslu
Føroya Læraraskúli og Jydsk Pædago-
gisk Center skipa í felag fyri útbúgving í
samskifti, skipan og leiðslu. Útbúgv-
ingin verður á Føroya Læraraskúla.
Sama útbúgvingin verður í Danmark
skipað sambært lóg um »Åben uddan-
nelse«.
Samskifti, skipan og leiðsla er útbúgving fyri øll,
sum arbeiða við pedagogiskari leiðslu,t.d.á dag- og
bústovnum, í útbúgvingarverkinum, í almenna-
verkinum o.s.fr.. Útbúgvingin varar 240 tímar, og er
skipað í 7 eindir, sum hvør varar 5 dagar. Umleið
tríggjar vikur eru millum hvørja eindina. Útbúgv-
ingin er skipað við støðugum skifti millum ástøði-
liga og praktiska vitan, og hon endar við próvtøku.
Útbúgvingin byrjar umleið 15. januar 2002.
Kostnaðurin fyri allar 7 eindirnar er 9.000,- kr..Tá er
kaffi og døgurði uppií prísinum.
Tey, ið hava áhuga í útbúgvingini, kunnu seta seg í
samband við Paula Nielsen, rektara á Føroya Lær-
araskúla, tlf.313501 ella 225328 ella við teldubrævi
paulini@flsk.fo, at fáa meira at vita.
Tilmelding skrivliga, annaðhvørt við postbrævi ella
teldubrævi til Føroya Læraraskúla innan 20.
november.
Føroya Læraraskúli
Frælsið 20
Postrúm 348
FO-110 Tórshavn
E-mail: flsk@flsk.fo
Bakaralærlingur
Okkum tørvar ein raskan bakaralæring. Hevur
hetta tín áhuga so ring ella skriva til.
P/F Frants Restorff
Tórsgøta 13
Postsmoga 41
110 Tórshavn
Tlf. 311060
Postboð á
Oyrarbakka
Starv sum postboð á Oyrarbakka er leyst at søkja.
Starvið er lønt í lønarflokki 1/3 sambært sáttmála
millum Føroya Landsstýri og Føroya Postfelag.
Arbeiðstíðin fyri postútbering og annað postar-
beiði tilsamans er 22 tímar um vikuna.
Skrivlig umsókn verður at senda í seinasta lagi
11. november 2002 til:
Postverksstjórin
Postboks 3009
110 Tórshavn
i
Sosialurin
Lýsið
við
brúktum
bilum
C
M
Y
K
29
28