Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. oktober 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 206 - 26. oktober 2002 Nr. 206 - 26. oktober 2002 31 Eins og aðrir norð- búgvar funnu føroy- ingar í sínari tíð útav, at tað loysti seg at fara at ferðast suðuri við Miðalhavið, tí har var alt nógv bíligari enn her norðuri á okkara leiðum. Nú eru prísirnir har líka høgir sum í hinum ES-londunum. Danir hava tí funnið sær onnur mál: tey gomlu kommunistalondini eystanfyri, har alt er bíligt. Men føroyingar hava gjørt lítiðav at ferðast har FERÐAFRÁSØGN Finnbogi Ísakson Tað kemur tó fyri, at før- oyingar fara eysturum, og eisini her er tað fótbólturin, sum ger sína ávirkan gald- andi. Nakað av fólki hevur altíð verið við landsliðnum, tá tað er farið av landinum, og hesi fólkini hava upp- livað eitt nú Prag í Kekkia. Heimafturkomin hava tey ovfarin reypað av hesum vakra býi. Kommunistaræðslan hevur helst havt betri fasta- tøkur á føroyingum enn á øðrum tjóðum. Tað tekur sína tíð at venja seg við, at londini hava ikki eina kommunistiska samfelags- skipan longur. Tað merkir tó ikki, at ongin kommun- istur er eftir. Í teimum fyrr- verandi kommunistalond- unum hava hesir flokkar shinað seg upp og kalla seg nú sosialistar. Í Kekkia eru teir ikki so heilt fáir. Á val- inum í vár fekk sosialista- flokkurin 41 sessir í Tjóðar- tinginum, sum hevur 200 sessir tilsamans. Heldur øðrvísi at vitja Lat meg siga, at tað er ikki akkurát tað sama at vitja í Kekkia sum td í Spania, Italia ella Grikkalandi. Í hesum londum - í hvussu so et á teimum støðum, har mong vitjandi koma ár eftir ár - er ongin trupulleiki at samskifta við fólk. Tey duga altíð nakað av ensk- um, og á teimum plássum, sum næstan bara hava tur- ismu, duga tey ofta eitt sindur av onkrum skandi- naviskum máli. Her er ein munur. Tað er ikki so lætt at samskifta við fólk í Kekkia. Høvuðsor- søkin er, at tey 41 árini - frá 1948 til 1989 - tá Kekko- slovakia var kommunist- iskt, var russiskt teirra fyrsta fremmandamál. Síð- ani komu ungarskt, týskt, enskt og franskt. Tey mongu duga einki uttan kekkiskt og kanska eitt sindur av russiskum, líka veit eg. Tað týska var sum Harragud veit og tað enska lítið mætari. Tó skal sigast, at á mat- stovum og fyri ein part í handlum inni í miðbýnum í Prag skiltu tey so nøkur- lunda enskt. Onkur var uppímillum, sum tað bar til at hava eitt rættiligt prát við. Síðani kommunisman fall í 1989, er skúlaskapur- in umskipaður - sum alt annað. Nú eru antin enskt ella franskt tað fyrsta fremmandamálið, og eg hugsi, at russiskt er bara ein vallærugrein. Óblíðskapur Tað er eisini øðrvísi við tænastuveitingini. Á teim- um støðum, har ferðandi vanliga koma, er tænastan sum heild góð. Eitt nú á Vaclav-Plássinum og í Gamla Býnum. Men ikki allastaðni. Onkustaðni eru tey beinleiðis óblíð. Hví tað er, veit eg ikki. Onkur sigur, tað er tí, at kekkarar eru svinnir av lyndi. Men eitt er at vera svinnur, ann- að at vera óblíður. Onkur annar sigur, at hetta er arvur frá kommunistatíðini. Tá var ikki neyðugt at tæna kundunum, tí tey, sum arbeiddu í handlum og á matstovum, høvdu ongan áhuga í, um tað gekk væl ella illa.. Tað ráddi bara um at vera á arbeiðsplássinum í 8 tímar fyri at fáa løn. Okkurt kundi bent á, at ein partur av forkláringini liggur her. Tað løgna er bara, at tey óblíðu vóru Kekkia - eitt lítið brúkt ferðamál hjá føroyingum mangan tey heilt ungu, sum nóg illa, kanska als ikki, minnast kommunistatíðina. Tað ringasta dømi, vit bæði Ása upplivdu, var á høvuðsjarnbreytini, har vit vildu hava broytt ferða- seðilin heim. “Daman” innanfyri var treisk sum eitt brótaraross, og tað leið væl, at hon gálvaði eftir okkum. Onkur føroyingur, sum hevur verið í Ungarn í summar, sigur, at har er sama skilið. Eg trúgvi einki, at slavarar ella ungar- arar sum fólk eru óblíðari enn onnur fólkasløg, og tí er væl hugsandi, at tað er ein gomul samfelagsskip- an, sum er grundin til støðuna. Og løgreglan? Jú, eg prátaði eitt sindur við onkran politist, tá vatnflóð herjaði, og teir vóru fyri- komandi. Verri var, tá vit bæði Ása fóru á politi- støðina at melda ein stuld- ur. Vit sótu í einari lítlari gong og bíðaðu. Ein kvinnuligur politistur kom og spurdi, hvat vit vildu. Jú, melda ein stuldur. Hon bað okkum bíða og fór innaftur. Á hurðini stóð, at vit skuldu ikki banka uppá, bara bíða. Og vit bíðaðu, eitt langt og sjey breitt. At enda kom hon við einum skjali, sum vit skuldu fylla út. Hon fekk tað aftur, og vit bíðaðu. Loksins kom hon so við hesum skjalin- um, umsettum til kekkiskt, við fínum stemplum og undirskriftum. So var málið avgreitt hjá politinum. Tá høvdu vit sitið har í minst tríggjar tímar. Seinnaparturin var fokin. Kortini mentu vit okkum upp at fara aftur á eina politistøð, tá tjóvsvættini aftur høvdu verið í holt við okkum. Ein mannligur politistur lovaði okkum inn í gongina og fór so sjálvur longur inn. Tá vit høvdu bíðað í ein tíma, bankaði eg uppá og gloppaði hurðina. Har sat hann við beinunum uppi á borðunum og las eitt blað. Eg spurdi, nær hann fór at avgreiða okkum. - Drei stunden! Neitakk, tríggjar tímar aftrat tímdu vit ikki at bíða. Eftir einum kekkiskum skjali. So - vit fóru. Gud viti, hvaðani tann arvurin mundi koma. Og so til tað góða Hetta frammanfyri havi eg skrivað sum vegleiðing til teirra, ið kanska kundu hugsað sær at farið til Kekkia ella eitthvørt annað fyrrverandi kommunista- land eystanfyri at ferðast. Tey eiga bara at vita, at tað er ikki akkurát tað sama sum at ferðast í Norður- londum ella Suðurlondum. Tá tað er sagt, so er eftir at gera vart við alt tað góða. Og har eigi eg fyrst at siga, at eitt er at vitja Prag, annað er at vera úti á bygd. Helst er munur allastaðni í verð- ini millum høvuðsstaðir ella stórbýir og so smærri býir og bygdir. Vit vóru í Prag í 6 vikur og í einum summarhúsum sunnan fyri Prag í 14 dagar. Og har var stórur munur á. Í bygdini, sum lá tætt við og kallaðist Cisovice, búðu eini 400 fólk. Stutt haðani, vit búðu, var ein lítil handil, har allar vanligar húsar- haldsvørur fingust. Og uttanfyri bar til at seta seg niður við einum drekka- munni ella einari sodavatn. Ella øl. Ella onkrum øðr- um. Var veðrið ikki til vildar, bar eisini til at standa inni í handlinum og njóta eitt- hvørt. Júst sum eg minnast fyrr í tíðini, tá skotskir og enskir trolaramenn stóðu við diskin hjá Kemma ella Jens Klæminti í Klaksvík og drukku øl. Tað var ein kona mið- skeiðis í fjørutiárunum, sum átti handilin, sum hon hevði keypt fyri nøkrum árum síðani. Hon dugdi eitt lítið sindur av týskum. Tann eina dagin stóð mamma hennara í handlinum, sum hevði opið frá kl. 8 til 18. Hon dugdi bara kekkiskt og ungarskt. Í nakrar dagar var tað dóttirin, fyrst í tjúgun- um, sum var krambagenta. Hon dugdi rættiliga fitt av enskum. Hon var jú útbúgvin í teirri nýggju skipanini, har enskt kann vera fyrsta fremmanda- málið. Um allar tríggjar er at siga, at tær vóru stak blíðar. Í Cisovice var ein minni handil í hinum endanum á bygdini. Men annars var einki, hvørki matstova ella nakað annað at fara til. Harafturímóti var ein góð matstova í einari aðrari lítlari bygd stutt haðani, 7 minuttir við tokinum. Og har bar eisini til at bowla. Verturin var av blíðastu monnum, maturin var góð- ur, og tað eina kvøldið bar hann okkum ókeypis ein eyka góðan bita, meðan vit bowlaðu. Einki Internet Ein av plágunum í Prag vóru tjóvsvættini. Teir vóru allastaðni, tjóvarnir, men ringastir vóru teir í spor- vogninum á einum stuttum strekki inni í miðbýnum. Eg ivist ikki í, at tað hevði verið lagamanni hjá politi- num at fanga teir, legði tað í. Men í Cisovice vóru vist eingir tjóvar. Ein dagin fóru vit til Dobris, ein hálvan tíma at koyra við tokinum. Eg hevði ligið á einum bonki í bíðirúminum og slangað mær, meðan vit bíðaðu eftir tokinum. So gáloysin hevði eg verið, at eg hevði mist fartelefonina. Men tá vit nakrar tímar seinni komu aftur til Ciso- vice, lá telefonin á bonkin- um, har eg hevði mist hana. Ikki var infrastruktururin so væl útbygdur allastaðni. Í miðbýnum í Prag vóru nógvar Internet-kaféir, og tað kom væl við hjá okk- um, sum so at siga bara høvdu hvørtannað at práta við í fleiri mánaðir. Á kafé- unum kundu vit so hava samband heim og eisini lesa bløðini og Útvarpið. Men í Cisovice var einki Internet. Í grannabýnum Mnísek, 4000 fólk, heldur ikki. So hildu vit, at tað mundi fara at ganga í Dobris við 8000 íbúgvum. Men gakk. Allastaðni fingu vit sama svar: - Internet? Nei, so muga tit fara til Prag! Og so koyrdu vit til Prag at hyggja í Internetið. Ein tíma við tokinum. Á hesi lítlu tokstøðini í Cisovice skilja tey hvørki enskt ella týskt, so vit spyrja við heimagjørdum fingramáli og orðabók, um tað er beint, at seinasta tokið úr Prag til Cisovice fer kl. 23.15. Jú, tað er rætt. Men tað var ikki rætt, tí hesa klokkutíðina koyrdi tokið bara sunnudag. So út at leita eftir onkrum staði at gista fyri ein rímiligan prís. Vit endaðu á einum vallara- heimi mitt í býnum. Vit bæði Ása og 100 hálv- vaksin. Gott og bíligt Kekkia er, hóast nevndu trupulleikar, eitt gott land at ferðast í. Og Prag er ein av heimsins fagrastu høvuðs- staðnum. Mong torg, vakrir og gamlir bygningar, tann aldargamla snotuliga borgin, har forsetin Vaclav Havel heldur til, áin sum rennur gjøgnum býin, parkirnar og mangt, mangt annað. Og bíligt er tað eisini. Tað er tí, so nógvir danir vitja her. Tað ber eisini til at búgva bíligt. Gera tit sum vit og finna onkra brúkiliga íbúð í Prag á Internetinum og kanska eitt smmarhús uttanfyri Prag í nakrar dagar, so ber til at leiga frá privatum í 8 vikur fyri 9000 kr. Maturin í handlunum er bíligur, drykkjuvørur íroknaðar, og tað er eisini bíligt at eta úti. Okkurt gott niðurundir, ein góðan høvuðsrætt, eina fløsku av reyðvíni afturvið, alt fyri 125 kr. Men minst til: tú skalt halda teg til tað kekkiska. Bæði støð og mat og drekka. Alt tað útlendska hevur ES-prísir. Ein harra Novotny átti íbúðina í Prag og summarhúsið sunnan fyri Prag. Hann sæst her saman við Ásu Vaclav-plássið (eisini kallað Wencelaus-torgið) er tað størsta av fleiri torgum í Prag. Við ovara enda á hesi boulevardini liggur Tjóðminnissavnið C M Y K 31 30