týsdagur 20. august 1985síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Paul Watson, skipari á >Sea Shephard«:
Tit sleppa
ikki at
drepa ein |
grindahval
aftrat
— og verða vit handtiknir, fær tað ålvars-
ligar avleidingar fyri føroyingar — tå fara
vit av ålvara at boykotta føroyskar og
seinni danskar vørur.
Orð: jan
Myndir: kalmar
Leygardagin kom kanad
iska umhvørvisskipid
»Sea Shephard« til Føroya
og hevur tað ligið fyri akk-
eri á Nólsoyarfirði síðani.
Sosialurin vitjaði um-
borð á skipinum seinna-
partin leygardagin. Har
hittu vit skiparan, Poul
Watson. Hann greiðir okk-
um frá, at endamálið við
hesi heldur sjáldsomu
vitjanini í Feroyum er
stutt og greitt at steðga
grindadrápi.
Eigur skipið
sjálvur
Sjálvur eigur Poul Wat-
son skipið, sum er ein
gamal trolari. Tað hevur
verið á nógvum hevum
fyri at steðga hvala- og
kópaveiðu.
Felagsskapurin, sum
Paul Watson og hini 15
fólkini umboda, eitur:
„Sea Shephard Conserv-
ation Society< og hevur
sum aðalmál at verja øll
súgdjór í havinum. Fel-
agsskapurin hevur skriv-
stovur bæði í Kanada,
USA og Bretlandi. Sjálv-
ur kemur Paul Watson úr
Vancouver í Kanada.
Uppá fyrispurning hví
teir júst nú eru farnir at
vísa grindadrápinum ans,
sigur Paul Watson, at teir
hesi seinastu trý árini
hava fingið nógvar klagur
frá fólki, sum harmast um
og eru ímóti grindadráp-
inum í Feroyum.
- Nær avgjerdu tit at
fara til Føroya?
— Vit hava havt eyguni
eftir Feroyum í fleiri ár, tí
nógv fólk, sum hava verið
i Føroyum og sæð grinda-
dråp, hava gjørt vart vid
og biðið okkum gera
okkurt fyri at steðga
grindadrápi.
Annars var eg sjálvur
við á altjóða hvalaveiði-
fundinum, sum varð hildin
í Bretlandi í juli mánað,
har eisini grindadráp í
Feroyum var til viðgerðar.
Eg fór av tí fundinum
aftur til Kanada fyri at
gera skipið út til at fara til
Føroya at steðga grinda-
drápi.
Til Feroya í skundi
Paul Watson sigur víðari,
at skipið hevur ikki verið í
sigling í tvey ár, nú um-
vælingar hava verið gjerd-
ar. Nú riggaðu teir tað so
til í skundi at fara til Fer-
oya.
Ferðin gekk úr Halifax
og víðari til Íslands, har
tey fingu olju. Fyrst varð
olja noktað teimum, men
lecieglan legði uppí, og
gav oljuteløgunum boð
um at lata skipinum olju,
ti oljufeløgini hava ikki
loyvi til at nokta ti.
Vit løgdu so leidina til
Føroya og ætla okkum at
steðga her í eina tíð, sigur
Paul Watson.
— Ætla tit ikki at leggja
at bryggju og koma í
land?
— Tað gera vit ikki. Vit
fara at liggja í foroyskum
sjógvi og bíða eftir, at
grind skal koma og so fara
vit at forða tykkum í at
drepa grindina.
Paul Watson sigur, at
teir hava olju og proviant
til 42 dagar, so teimum
nýtist ikki at leggja at
landi.
Til Etiopia við mati
Hann leggur tó aftrat,
at ætlanin er seinni at fara
til London eftir mat-
verum, sum tey skulu
flyta til Etiopia. Hetta er
partur av arbeiði teirra,
sum tey gera ókeypis.
— Men vit ætla 30 at koma
aftur til Føroya seinni í år
at halda eyga við grindini,
sigur Paul Watson.
— Er nakað samband
millum tykkara felags-
skap sg so tann felags-
skapin, sum júst hevur
verið í Feroyum ?
— Nei, vit hava einki við
tann felagsskapir at gera.
Nr. 93
20. august 1985
Paul Watson: — Grindahvalurin er eins og ell av havsins súgdjórum hóttur og tí eigur
eingin grindahvalur at verða dripin
Tað eru so nógvir tílíkir
felagsskapir. Men vit
hava frætt, at bátar teirra
vórðu oyðilagdir og at
fólkini vórðu álopin.
— Hvar hevur tú hoyrt
hatta?
Bæði í Kanada, USA og
í Bretlandi.
— Heldur tú tey tíð-
indini eru sonn ?
— Tað er ilt at meta um,
tí eg havi ikki sjálvur
tosað við fólkini, sum vóru
í Føroyum.
— Hvat veitst tú sjálvur
um grindadråp?
— Eg veit, at tit drepa
grind. Tad er ti eg eri
komin higar. Eg havi sæd
grindadráp bæði á filmi og
á myndum, sum hava
verið prentaðar í bretsk-
um bleðum. Men hetta
hevur minni at siga, tað,
sum eg havi áhuga fyri, er,
at tit drepa grind. Og tað
ætli eg at steðga.
— Men feroyingar eru
rættiliga ónegdir við ta
viðgerð, sum hevur verið í
fjølmidlunum og meta
hana sum ósakliga. M. a.
verður sagt, at talan er um
eina ítróttargrein, har eis-
ini bernini luttaka. Heldur
. tú, hetta er beint ?
— Eg havi sæð myndir-
nar av bernunum og
umhvervinum rundan um.
Grindadráp fer fram hjá
tykkum, tað er tað, sum
eg ynski at vita og havi
fingið at vitað. Tað er nóg
mikið fyri meg.
Paul Watson sigur ann-
ars, at kunnleiki hansara
til hval er rættiliga stórur.
— Endamálið við okkara
arbeiði er tí eisini at
steðga allari veiði eftir
havsins súgdjórum.
— Vit eru als ikki sinnað
til at lurta eftir fólki, sum
verja grindadráp. Talan er
um sera klók djór, men tað
týdningarmesta er, at tey
eru við at verða avoydd
um allan heim. Gera vit
einki fyri at bjarga teim-
um, sum eru eftir, so er
vandi fyri, at tað um ikki
so nógv ár, eru eingi eftir
av hesum djórum.
Dálkingin
Lat meg undirstrika her,
sigur Paul Watson víðari,
at hesi djórini eru ikki bert
hótt av veiði ella drápi. —
Tey eru so sanniliga eisini
hótt av teirri dálking, sum
finst í hevunum. Her er
talan um dálking við kvik-
silvuri og eðrum metall-
um, men hvalaslegini eru
eisini hótt við ongan >bú-
stað< at eiga longur.
Paul Watson sigur víð-
ari, at í 1980 varð ein frá-
greiðing um steðuna hjá
djóra- og plantulívi á jørå
um ár 2000, handað amer-
ikanska forsetanum.
Henda frágreiðing sigur
okkum at ein hópur av
djørasløgum fer at vera
álvarsliga hóttur og teirra
millum eru ell súgdjór í
hevunum.
Paul Watson heldur tað
tí vera líkamikið, hvat