Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 1985síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 søgu — Vit hava hesi seinastu fyra sumrini gjørt so nógvar góðar og virðismiklar eygleiðingar, at vit so við og við er vorðin illa vand, tá talan er um forngripir. Hetta sigur Steffen Stumman Hansen, sum leiðir útgrevsturin hjá Fornminnis- savninum í víkingaaldartoftunum á Toftanesi í Leirvík. Men, leggur hann afturat, eitt, sum ger fornfreðina so spennandi, er júst tað, at hon steðugt kann gera teg bilsnan. Og hetta var júst tað, sum hendi nú ein dagin: Y € 5 ið : burtur síðst lirnar av einum jarð fyrstu niðursetu- 1i á Toftanesi gingu á fyri yvir 1.000 árum síð- ani, kom knappliga ein lítil metallutur til sjóndar Hetta vísti seg at vera eitt 6,8 cm. langt petti av einum bronsupróni Sigandi mynstur Gleðin yvir hendan fundin gjørdist tó størri, tá vit sou at mynstur var á V ið eldini, merkir hetta sum oftast, at bert við 'at hyggja at mynstrinum kanst tú fáa hópin av upp- lýsingum. Mynstur á metallutum broytast alla tíðina. Eitt á- víst mynstur var kanska móti eina tíð á einum stað x og okkurt annað mynstur eina aðra tíð á einum eðr im stað Ti kann bronsuprónurin av Toftanesi siga okkum nokk so fitt, sigur út- grevstrarleiðarin Óvæntaður fundur Tað var ikki bara óvænt- að, men eisini av vissum týdningi. at hesin bronsu- prónurin bleiv funnin, sigur Steffen Stummann Hansen Slíkir prónar eru ikki funnir í Noregi, Sveríki ella Danmark, tað vil siga í teimum londum, haðani fólk í 800-900 árunum fluttu til eitt nú Feroya. Tað mesta, sum er funn- ið í toftunum á Toftanesi, stavar frá hesum londum, altso heimlandinum hjá niðursetufólkunum. Men prónurin bendir á eitt beinleiðis samband suður- eftir, til Irlands og/ella Skotlands. Og hetta stuðlar tí, tíðindablaðið Hákun Andreasen úr Leirvík við bronsupróninum á staðnum, har hann fann hann. Sverri Dahl segði, tá prón- urin í Tjernuvík bleiv funnin. Hann vísti tá á hetta samband suðureftir. Men hann noyddist sam- stundis at viðganga, at hesin einstaki prónur var einsamallur ein heldur veik åbending Nú prónurin er funnin á Toftanesi, er ábendingin blivin eitt sindur sterkari! sigur Steffen Stumman Hansen í frágreiðing síni um forvitnisliga fundin í Leirvík. Tað 6,8 cm. langa pettið av bronsupróninum. Prentast myndirnar væl, síggjast tey bæði mynstrini, sum eru á teimum fýra síðunum á próninum. Nr. 94 — 22. august 1985