Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 1985síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 94 — 22. august 1985 Komin so langt, sóu vit leivdirnar av Bohus kastala, sum i midøldini segðist at vera sterkasti kastali i nordurlondum, og aftan fyri kastalan hómaðist byurin Kungålv. Kungålv ella Konungahålla, sum byurin æt i gomlum døgum, var fyrr nærri Nordre ålv. Hetta var i gomlum døgum norskt land, og søgumenn vilja halda, at byurin Konungahålla varð bygdur o. u. ár 1000. I søgunum verður hesin byur nevndur sum ein av høvuds- keypsstødunum i Noregi, og kongarnir i norðurlondum hittust ofta har til ting- ingar. Gitin er tann friðarstevna, ið varð hildin har á sumri 1101 millum svenska kongin, Inga, eldra (deyður 1110), norska kongin Magnus Barfod (deyður 1103) og danska kongin Erik Ejegod (deyður 1103). A hesum fundi varð Mar- greta, dóttir svenska kongin Inga givin Magnus Barfod til konu, og av tí, at hetta skuldi eitast at vera ein friðar- fundur, fekk henda Margreta eyka- navnið Fredkulla, hon varð seinni gift við danska konginum Niels (deyður 1134). Meðan Sigurdur Jorsalsfari (1089- 1130) var kongur í Noregi hevði Kon- ungahálla sína bestu tíð, men 1135, 5 ár aftan á deyða hansara varð býurin oyði- lagdur av vendiskum víkingum. Kon- ungahálla varð bygd uppaftur, men bý- urin fekk ongantíð tann týdning aftur, sum hann hevði havt fyrr, og í seytj- andu eld varð hann eftir boðum frá Christiani kongi IV fluttur frá ánni aftur um Bohus kastala, navnið Kon ungahálla varð umleið ár 1500 broytt til Kungálv. 1947 var ein norrenur fólkaháskúli bygdur í Kungálv, og í tilknýti til henda skúla varð í 1967 stovnað Norrena Fólkaakademi, ein hægri fólkaháskúli. Men skip okkara, Juno, heldur áfram, stríðist við andstreymin niðan til Lilla Edet. Vit fara framvið Geta pappírs- mylnu og Lilla Edets ravmagnsverki og koma til ta fyrstu slúsuna, Strems slúsu, við Lilla Edet. Portrini fara upp, og Juno fer spakuliga inn í slúsuna, sum er 90 m long. Portrini verða upplatin og afturlatin við ravmagnsmegi, vatnið fossar inn í slúsuna og lyftir Juno 6,5 m upp í Getaánna, og vit halda leið fram eftir ánni móti Trollháttan. Á vegnum meta vit »Dianu«, einum av skipunum, sum sigla á Getaánni og Getaveitini. Aftan á morgunmatin fóru vit upp á ovara dekk fyri betri at kunna síggja ferðina gjøgnum slúsurnar við Troll- háttan. Slúsurnar, sum eru framman fyri okkum, eru eins og slúsan við Lilla Edet, 90 m langar, og líkasum slúsan við Lilla Edet verða tær rektar við rav- magnsmegi. Vit komu í ellum góðum upp um slús- urnar við Trollháttan og eru nú 37,7 m o.f.h. og halda longur fram móti Vánersborg og vatninum Vánern. Skip- arin vísir okkum á ein minnisstein, sum er ringur at síggja. >Hasin minnisstein- ur“, sigur skiparin, ver settur har til minnis um Lennart Torsteinsson, gitnasta hershevding í tretivuára- krígnum, hann varð borin í heim her á leið í einari fátæksligari smáttu við garð- in Forstena. Hann kom úr fátækum heimi, men nú hvílir hann í Riddar- holmskyrkan i Stockholm=, endar skiparin. Lennart Torsteinsson (1603-1651) var, sum skiparin segði, gitnasti hers- høvdingi í tretivuårakrignum, 1632 varð hann tikin fangi og sat í einum ráligum týskum fangatippi í eitt ár. Torsteinsson bar orð fyri at vera ein hásinnaður, mentaður og fryntligur maður, men av at hava sitið í tí vánaliga, týska fangatippinum í eitt ár varð hann sjúkur og so lamin, at hann viðhvert mátti verða borin av einum vígvelli til annan. Tað kann væl sigast, at Tor- ollum steonsson tók lut í tretivuára- krígnum, ið vardi frá 1618 til 1648. 1645 kom hann sjúkur heim aftur til Sveríkis. Hann doyði 1651 sum greivi av Ortala, 48 ára gamal. Við Brinkeberg komu vit til nýggja slúsu og haðani inn í >Karls- grav«, ið er elsta slúsan á Troll-háttan- leiðini. Tá ið vit eru farin tvertur um slúsuna, síggja vit eystan fyri okkum ein varða, sum er settur til minnis um teir hermenn, ið vórðu gloymdir her 1809, tá ið teir vóru á veg til Noregs. Teir doyðu allir av sjúku og svelti. eina Aftan á Karlsgrav komu vit til vatnið »Vassbotten«, og til tann væna býin Vánersborg við Vánern, sum er 43,9 m o.f.h. Steðgurin í Vånersborg var eingin, og vit eru nú komin til størsta vatnið í Svøriki Vånern. Ferðin tvertur um Vánern var sera tíð- indaleys, tað var skjótt, vit mistu land úr eygsýni, men sýnið var tó so mikið gott, at vit sóu langt. Har vísti seg at vera lítið lív á vatninum, einstakir bátar vóru at síggja, antin tað vóru fiskibátar ella onnur fer, dugi eg ikki at siga, Ann- ars segði ein svii, sum eg spurdi um fiskiskap á hesum stóra vatninum, at á Vánern var ikki stórvegis fiskiskapur, men á Váttern skuldi vera meira at fáa. Nú veit eg ikki, hvat skil maðurin hevði á hesum viðurskiftum, men vit vita, at Váttern, ið er nógv minni ummáls, er nógv djúpari enn Vánern. Sum sagt, varð ferðin tvørtur um Ván- ern tíðindaleys, har var ikki annað at síggja enn vatn. Nú vóru líkindi at kanna ferðafelagar okkara gjellari. Ikki var skipið stórt, sum vit vóru við, men hvert rúm var fult. Av tí, ið vit fingu at vita um ferðafólkið, so vóru tey úr ollum ættum: har vóru amerikanarar, onglend- ingar, fransar, týskarar, finnar, føroy- ingar og sjálvsagt sviar. Tvey av ferða- fólkunum líktust burturúr, vit fingu at vita, at tey vóru úr Honululu. Tey vóru komin ta longu leið úr heimlandi sínum og sótu nú ballað í tjúkk ullint teppi og lósu »kriminalbøkur«. Har afturi á dekk- inum sótu tríggjar hyldligar, hálvgamlar, svenskar konur. Onkur segði, at hesa ferðina høvdu tær droymt um í mong ár, nú var hesin dreymur vorðin veruleiki. Tær sótu og hugdu staroygdar út yvir hesa blonku vatn- Framhald á síðu 12 í w- . » . . > . .…” ; | % . . + br Í . . % á > % .. = . 8) . ol . . v . å . . > . há . $u , -. Profilkarta av Gøta kanal 4 | | - - 155 {€ “5 x er Kortið vísir farleiðina ur Gøteborg til Stokholm. Sámal og konan an teinin, men til Mottala, sum er hálv leið til Stokholm ferðaðust tó ikki all-