Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. august 1985síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

5 — 24. august 1985 Nordmende-vinnarin Sum áður lýst i blaðnum so var tað Lydia Kass á Eystara Ringvegi í Havn. ið vann NORDMENDE videomaskinuna frá LM-handlinum Sosialurin var herfyri á vitjan hjá Lydiu og handaði henni gáv ukortið uppá maskinuna. Sosialurin ynskir henni enn einaferð hjartaliga tillukku við vinning- inum og takkar henni fyri eina hugnaliga lotu Vinnaramaskinan: Nordmende VHS Video Recorder V-102 K frá LM- handlinum. Stevna í Sumba Sumbiar Ítróttarfelag skipar hetta vikuskiftið fyri bygdastevnu í Sumba. Byrjað varð longu í gjár, men stevnan sum so verður sett av Hergeiri Nielsen í dag kl. 13.15. Skráin er eins fjølbroytt, sum vit kenna hana frá ødårum bygdum. KI. 14 i dag verður fótbóltsdystur millum Sumba og B36/kvinnur 17 ár og eldri, kl. 15.30 spæla Sumba og B36 onnur deild og kl. 18 letur Tivoli upp í skúlagarðinum. Framsýning í Skúlanum letur eisini upp kl. 18. Sýndir verða fram málningar, skurðir. borðbátar og annað handaligt arbeiði, alt úr Sumba. Samstundis verður ovi at síggja stóra fuglasavnið hjá Aksel Poulsen, einir 70 fuglar í tali Útimeti verður á vendiplåssinum kl. 21 og kl. 22 verður dansur í samkomuhúsinum við Bergmonnum. Í morgin sunnudagin kl. 14 spæla VB/Sumba onnur deild. Skipað verður fyri undirhaldi í hálvleikinum. Tivoli opnar aftur kl. 15 og kl. 15.30 spæla pápar og abbar móti piltum og mammurnar renna dyst í hálvleikinum. Framsyningin í skúlanum verður aftur opin frå kl. 18-21. Kl. 21 verður aftur útifundur á vendiplássinum og dansað verður aftur í sam- komuhúsinum frá kl. 22. Vit ivast ikki í, at sumbingar og vitjandi fáa eitt gott vikuskifti. Vit ynskja teimum góða eydnu við tiltakinum — ikki minst ynskja vit teimum gott veður.