leygardagur 24. august 1985síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Á gain“
SE GE DAN —————JG—Iw ÉT
flyta nógvar av
gávunum frå sjukrahusunum
og út i primera liðið, sum t. d
er kommunulæknar, heilsu
og heimasjúkrasystrar og
heimahjálp
Skaðastovur hjá
kommunulækna
Erik Holst hevur sjálvur sitið
sum formaður í eini nevnd,
sum hevur kannað skaðavið-
gerð á og uttan fyri sjúkra-
húsið
Her eru teir komnir til ta
niðursteðu. at skaðaviðgerð
kann einsvæl fara fram í
primersektorinum, t. v. s. hjá
einum kommunulækna
Royndir hava verið gjørdar
við slíkari skipan í Danmark
við góðum úrsliti
Til tess krevst so at hava
eina vælútbygda kommunu
læknaskipan við vaktartæn
astu, har tað ber til at tilkalla
fleiri læknar
I Danmark er tað oftani so-
leiðis, at har arbeiða fleiri
læknar undir somu lon og eru
teir útgjerdir so mikið væl, at
teir kunnu taka inn skaðar,
sum annars vanliga enda á
sjúkrahúsi. Er so neyðugt at
brúka sjúkrasystrahjálp o.1
so kann hetta samskipast við
heimasjúkrasystraskipanina.
Primera heilsu-
tænastan er framtíðin
Erik Holst heldur, at fram-
tíðar leiðin hjá heilsuverk-
inum er primera heilsutæn-
astan. Hann heldur eisini, at
hon eigur at fevna um ta
psykiatrisku viðgerðina.
— Nógv hevur verið tosað
um distriktpsykiatri, tað
hevur verið ringt at fáa slíka
framda, tí vit hava jú trad-
itión, eisini tit í Feroyum, fyri
at hava stórar stovnar fyri
psykiatriskar sjúklingar.
— Eg haldi, at vit ístaðin
fyri at innleggja ein sjúkling
við psykiatriskum trupul-
leikum eiga at royna at betra
um meguleikarnar hjá eitt nú
kommunulæknunum at taka
sær av hesum sjúklingum.
Hetta gerst lutvíst við at
seta psykiatrisk útbúgvið
rektarfólk í primeru heilsu-
tænastuna og lutvíst at seta í
verk skipan við lækna og
sosialráðgevara og sjúkra-
systrum frá teimum psyki-
atrisku stovnunum, sum
kunnu fara út í heimini og har
samarbeiða við kommunu-
læknarnar. T. v. s. at vit fáa
eina tænastu, sum fer út í
heimini heldur enn at vera á
stovnunum og bíða eftir sjúk-
lingunum.
Psykiatrisk viðgerð
heima
Erik Holst vísir á, at ein
stórur partur av teirri nútím-
ans psykiatriini sigur okkum,
at fólk við psykiatriskum
trupulleikum skulu heldur
viðgerast í teirra egna heim-
liga umhvervi enn at verða
send á ein stovn. Táð er í dag-
liga umhvervinum, at tey
hava trupulleikar at dragast
við, og tað nyttar tí ikki at
taka tey úr umhvervinum, tí
tey skulu aftur til hetta sama
umhvervið. Tað ræður tí um
at fáa tey sosialt at virka í
sínum heimliga umhvervi,
meðan tey fáa ta neyðugu
psykiatrisku hjálp har
Erik Holst sigur, at vit nú
24. august 1985
leiisulænastuna
mugu finna eitt alternativ til
sjúkrahúsini t. d. viðvíkjandi
psykiatriiini, skaðaviðgerðini
og eldraumsorganini
Framtíðar tervur á
viðgerð á sjúkrahúsi
Men so er tað alt fyri eitt
onkur, sum heldur, at vit
kunnu spara nógvar pengar
innan sjúkrahúsverkið sigur
Erik Holst og heldur fram
Tað eri eg bara ikki so vísur í
Ein skal í hvussu so er íkki
byrja at spara sjúkrahúsini í
smápetti. Tað fara framvegis
at vera nógv fólk, sum skulu
viðgerast á sjúkrahúsi. Tað
koma nýggir viðgerðarhættir
og jú fleiri fólk gerast eldri,
tess fleiri sjúklingar fáa vit
eisini, sum mugu hava onkra
serviðgerð á sjúkrahúsi
Eg plagi at siga, at
heilsupolitikkur hevur verið
væleydnaður, tí fleiri fólk ger
ast gomul. Í Danmark gerast
nógv fólk sera gomul og
tervurin á medisinskari við-
gerð vekstur tí sera nógv
Men um somu tíð, sum vit
leggja sterri dent á fyri-
byrging av sjúkum og vit fáa
fleiri frísk fólk í Danmark og
uttan iva í Feroyum eisini
enn ein hevði fyrr í tíðini, so
verður úrslitið av hesum, at
vit fáa fleiri gomul fólk, sum
heilt vist hava steðugt sterri
terv á heilsuligari og sosialari
hjálp
Bera vit okkum rætt at, so
kunnu vit klára fleiri av
hesum uppgávum í heim-
inum, og hetta ynska eisini
tey eldru. Gera vit tað ikki,
so fara tey mongu gomlu
uttan iva at blokera okkara
sjúkrahús í framtíðini og tað
verður ikki pláss fyri at
viðgera aðrar sjúklingar, sum
natúrliga hoyra heima á
einum vælútgjerdum sjúkra-
húsi.
Heilsuverkið og
Norðurlond
— Men hvussu kunnu polit-
ikararnir so tosa um, at vit
skulu spara innan heilsu-
verkið, tá við um somu tíð
síggja, at tervurin á heilsu-
tænastum verður sterri og
sterri, jú fleiri fólk gerast
eldri?
— Eitthvert samfelag
hevur loyvi til at avgera,
hvussu nógvan pening tað vil
brúka uppá sjúk menniskju.
Mínar royndir eru, at vit í
Norðurlondum hava havt ta
traditiónina, at ein tosar ikki
um sparing innan heilsuekið.
Men nú eru politikararnir
so byrjaðir at tosa um at
spara, tí heilsuverkið er
vorðið so dýrt. Slíkt sparitos
er í nógvum londum.
Eg haldi, at vit í Danmark
eiga at spyrja okkum sjálvi,
um vit hava eitt av kostnað-
armikið heilsuverk! Svarið
kenna vit. Tað hava vit ikki.
Sammett við lond so sum
Sveríki, Týskland, Frakland,
USA, Kanada, Noreg o. s. fr.,
so er danska heilsuverkið ikki
serliga dýrt
— Hvussu ber hetta til, nú
Danmark sigst at vera eitt av
teimum londum, sum hevur
eitt sera væl útbygt heilsu-
verk?
— Vit hava eina sera góða
primera heilsutænastu, og vit
hava útbygt okkara sjúkra-
húsverk yvir eitt longri tíðar
Fleiri og fleiri gerast gomul og pláss verður ikki at viðgera tey ell á sjúkrahúsunum. Tey skulu tí viðgerast heima
skeið. Eitt annað eyðkenni er,
at sjúkrahúsverkið er útbygt
av politikarum og íkki
av læknum. Tað eru politiskt
valdar nevndir, sum hava
gjørt av, hvussu hver króna
skal nýtast innan sjúkrahús
verkið
Royna at spara men...
— Men verður ikki roynt at
spara, tá stjórnin krevur tað ?
Vit royna sjálvandi at
spara t.d. við at rationalisera,
har vit kunnu. Í veruleik-
anum hevur tað eisini eydn-
ast okkum í Danmark at
steðga vekstrinum av út-
reiðslum til sjúkrahús-
verkið. Hetta er nakað, sum
ikki hevur eydnast í nógvum
londum
Men, sigur Erik Holst
víðari, um somu tíð vita
vit, at teknologiin verður
betri, tað koma fleiri og fleiri
tilboð, tað koma fleiri sjúk-
lingar og tað koma fleiri eldri
sjúklingar.
Ein plagar at siga, at bert
menningin innan teknolog-
iina og ekta tali á eldri fólki
hevur við sær ein realvekstur
í útreiðslunum til sjúkrahús-
verkið sum er uppá 1,5 % um
árið — og um somu tíð krevja
politikararnir, at vit skulu
halda okkum til næstan null-
vekstur.
Erik Holst heldur, at úrslit-
ið av hesum verður, at lækn-
arnir fáa skyldina fyri, at
tænastusteðið minkar og
hetta heldur hann vera órætt-
vist.
— Vit royna at spara í let-
uni, men vit duga ikki at
síggja, hvussu ein kann
minka um tervin á viðgerð av
sjúkum fólkum í Danmark, tá
vit síggja, at hesin tervur
harafturímóti veksur.
Um vit so royna at nekta
henda terv við at útbyggja
primeru heilsutænastuna, so
kann tað vera ein teori um, at
hetta hevði verið bíligari, enn
tað annars hevði verið, um
vit lata vera við at gera
nakað, og so verða noyddir at
útbyggja sjúkrahúsini kort-
ini
Erik Holst vísir til tey sein-
astu hagtelini í Danmark,
sum siga okkum, at talið á
innleggingum er steðugt
vaksandi
Veksturin stavar frá
innleggingum av fólki oman-
fyri 65 ár. Hagtelini vísa eis-
ini, at fólk undir 65 ár hava
ikki so nógv fyri neyðini
longur at fara á sjúkrahús
Tervurin hjá teimum eldru at
koma á sjúkrahús kann ger
ast so stórur, at tað verður
ikki pláss fyri teimum yngru
Framhald á síðu 6
Danskir læknar
siga nei til
privatisering av
heilsuverkinum
Tey seinastu árini hevur nógv verið tosað um privatisering av
heilsuverkinum. Hetta serstakliga har borgarligar stjórnir hava
tikið við valdinum. Í Danmark er ikki fleirtal fyri slíkari privat-
isering, men tað er einki dulsmál, at danski innanríkismálaráð-
harrin, sum hevur heilsuverkið sum málseki, roynir tað hon
kann, fyri at gjøgnumtrumfa privatisering. Vit hava spurt Erik
Holst, formann i Danska Læknafelagnum, hvat hann heldur um
henda spurning. Hann sigur:
— Tað hevur verið gjørd
ein lítil roynd í Danmark við
einum privatum sjúkrahúsi
við 40 seingjarplássum
Danska Læknafelagið hevur
sagt sína hugsan um hesa
roynd. Vit kunnu í prinsipp-
inum ikki taka undir við slík-
um ella mæla til, at tað verða
sett á stovn privat sjúkrahús
í Danmark. Vit ganga har-
afturímóti privatisering av
sjúkrahúsverkinum og éirri
primeru heilsutænastuni
Hetta er komið fram alment
„nú innanríkismálaráðharrin
ynskir, at sjúklingarnir sjálv-
ir skulu gjalda fyri at koma
til kommunulækna ella á
sjúkrahús.
Erik Holst vísir annars til
stríðið, sum tók seg upp í fjer
heyst millum kommunulækn-
arnar og innanríkismálaráð-
harran har tað vísti seg, at
læknarnir sjálvir vóru ímóti
privatisering.
— Ein lækni hevði kunnað
vunnið sær meiri pening við
eini liberalari skipan við priv-
atum sjúkrahúsverki, men
ein slík liberalisering hevði so
aftur gjert, at útreiðslurnar
til heilsuverkið høvdu vaksið
Tað er gott at hava eina so
góða skipan og traditiónir, at
læknarnir berjast ímóti
einum innanríkismálaráð-
harra, sum bjóðar teimum
hægri inntøkur, um bert teir
eru tilreiðar at taka peningin
frá sjúklinginum
Negd við verandi
skipan
— So tú sigur sjálvur nei til
privatisering á hesum eki !
— Mær dámar okkara
norðurlendsku traditión, og
eg haldi, at vit ell eru negd
við ta skipan vit hava og vilja
varðveita hana. Hesum tekur
eitt einmælt læknafelag undir
við.
Framhald á síðu 21