Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. august 1985síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

mM Nr. 95 — 24. august 1985 Vit nærkast Vadstena byggja 1620, men 1552 var tað komið so mikið áleiðis, at hin 66 ára gamli drott- urin kundi halda brúdleypsveitslu har við 3. konu síni, tí seytjanára gomlu Katarinu Stenbock. Aftan á Vasatidina forfórst slottið skjótt og var eina tíð brúkt til brennivínsgoymslu, seinni er tað væl og virðiliga umvælt, og nú verður tað brúkt til landsskjala- goymslu. Kirkjan í Vadstena er sjáldsamasta kirkja í Sveríki frá seinnu miðeld, og slottið Vátterborg er glæsiligasti ren- æsansubygningur í landinum. Kniplingsarbeiði í Vadstena er væl- kent og hegt mett, hetta arbeiði hevur hildið sær líka síðani kleystradagarnar. Í Vadstena vóru ofta týdningarmiklir fundir hildnir, eitt nú 1434, tá Engel- brektson fekk uppsagnarbrævið til Erik av Pommern skrivað og 1521, tá Suður- sveríki valdi Gustav Vasa til ríkisfyri- steðumann. Men tá kleystrið varð stongt, kunnu vit væl siga, at Vadstena fór í gloymsk- una. Eg skal at enda siga nekur orð um hina heilagu Birgittu Hin heilaga Birgitta livdi o. u. 1303 til 1373, hon kom frá góðari svenskari ætt. og hennara frómu foreldur ansaðu eftir, at hon fekk góða uppvenjing. 7 ára gomul fór hon at síggja yvir seg, men yvirsjónirnar hvurvu, tá hon trettan ára gomul giftist manni, ið æt Ulf Gud- mansson, og saman við honum fekk eina rúgvu av bernum. Seinni kom hon at kenna hin lærda kannikin, Mattias meistara, í Linkeping. Hesin lærdi hana nógv úr hini heilagu skriftini og vakti hug hennara til at læra seg at sissa holdið og at liva eitt lív við aga og frá- haldi. Tað eydnaðist henni at vinna mann sín fyri hesi hugsan, og saman fóru tey fleiri pílagrímsferðir til ymisk lond. Aftan á eina pílagrímsferð fór Ulf Gud- mansson í Alvastra kleystur við Vad- stena, har doyði hann 1344. Seinni fór Birgitta í Alvastra kleystur, har livdi hon í strongum fráhaldi, føstu og aga og fullkomnum lýdni eftir tí, skriftafaðir hennara álegði henni. Nú fór hon aftur at síggja yvir seg, og hon hoyrdi Harran tala til sín. Hann á- legði henni at stovna eina nýggja munka- og nunnuskipan og segði henni reglurnar fyri hesi skipan. Tá ið hon hevði verið nekur ár í Alvastra kleystrinum, fór hon til Rom til at fáa loyvi frá keisaranum og påv- anum at stovna hesa munka- og nunnu- skipan, sum Harrin hevði biðið hana gera. Pávin búði tá í Avignon (Avignon er ein býur í Sudurfraklandi, har búðu påv- arnir frá 1309 til 1377). Birgitta helt, at pávin átti at búgva í Rom, og hon royndi at fáa pávan at fara aftur hagar at búgva, tí Rom var rætti staðurin hjá honum at búgva í, segði hon. Í Rom hildu fólk lítið um Birgittu, tey harmaðust um tað ræðuliga, ið hon spáddi fór at henda rómverjum afturfyri teirra sidloysi og teirra spiltu kirkju. Men hennara reina og fróma lív vann á allari mótsteðu. 1367 gav pávin loyvi til, at kleystrið í Vadstena varð bygt, og 1370 vórðu kleysturreglurnar stað- festar. Aftan á eina pílagrímsferð í Jerusalem doyði Birgitta í Rom 1373. Dóttir henn- ara, Katarina, flutti líkið til Vadstena, og 1391 varð hon lýst at vera halgi- menni. Sjónir hennara og opinberingar eru av skriftafedrum hennara skrivaðar í átta bókum. Birgittuskipanin átti nógv kleystur í norðurlondum. Eftir reglunum skuldu bæði munkar og nunnur kunna vera í sama kleystri við einari fyristødukvinnu (abbedissu) sum leiðara. Nunnurnar hevdu mest at siga. Munkarnir skuldu umseta, skriva bekur av (avskriva), studera og prædika á móðurmálinum. Tá ið Vadstena kleystur varð nidurlagt, doyði henda munka- og nunnuskipanin, sum leingi hevði verið í afturgongd, út. Seinni er hon livnað upp aftur í Rom, men tað er bara fyri nunnur. Fara vit í dag til gongu gjøgnum gøt- urnar í tí lítla friðarliga býnum Vad- stena, er ikki nógv lív at síggja, men enn standa teir stásiligu bygningarnir har, t.d. slottið, kleysturkirkjan, munka- kleystrið, nunnukleystrið og ráðhúsið, tigandi minni, sum orðaleyst siga ferða- manninum frá, at her hevur onkuntíð verið annað lív, enn tað er í dag. Vit fóru úr Vadstena til Motala klokk- an 15. Í Motala fóru vit av. Ein kona, sum fór av saman við okkum, visti okkum veg til jarnbreytarsteðina. | Motala, kann eg væl siga, sóu vit einki uttan tær høgu radiomastrarnar. Vit fóru úr Motala við tokinum til Hálsingborg og við ferjuni til Helsingør, síðani við tokinum til København. Har høvdu vit vissad okkum innivist á hotel Westend. Såmal Johansen Síða 17 Slottið í Vadstena vid vatngrøv rundanum Kortið vísir farleiðina úr Geteborg til Stokholm. Sámal og konan ferðaðust tó ikki all- an teinin, men til Mottala, sum er hálv leið til Stokholm Havnin í Mottala