Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. apríl 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 75 - 15. apríl 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Eitt nýliberal- istiskt samfelag Teir stóru samgonguflokkarnir draga partvíst hvønn sín veg í fíggjarpolitikki, sum annars er grundarlagið udir øllum samfelagsligum virksemi. Hetta avdúk- aði orðaskiftið á løgtingi ígjár, tá for- maður Fólkafloksins hølvaði frágreið- ingina so nógv niður, at litið varð eftir at bera samgonguna á. Í grundini er tað rættiliga løgið, tí tann, sum hevur lurtað eftir landsstýrismann- inum í fíggjarmálum, Karsten Hansen, og greinað orð hansara, kann ikki koma til aðra niðurstøðu, enn at hann fíggj- arpolitiskt liggur nærri Fólkaflokkinum enn tí fíggjarpolitikki, sum eyðkennir Tjóðveldisflokkin. Ella hevur eyðkent Tjóðveldisflokkin, tí tey flestu munnu hava varnast, at hann hevur snarað nakað nógv til høgru síðani seinasta val. Fíggjarpolitiska ærlanin hjá samgong- uni — soleiðis mugu vit velja at kalla hana hóast alt — miðjar annars eftir at halda aftur almennar útreiðslur. Tað síggja vit innan heilsuøkið, samferðslu- almanna- og undirvísningarøkið. Her skal framhaldandi lítið og einki vera til viðlíkahald. Nógvur peningur er runnin í lands- kassan seinastu árini, men hann verður ikki brúktur til at dagføra samfelagið við. Afturímóti skal prógvast, at vit kunnu skipa fullveldið Føroyar. Tað skal prógvast, at vit skulu klára okkum uttan heildarveitingina. Tey flestu taka óivað undir við formannin í ráðgevandi nevndini, Arna Larsen, tá hann sigur, at vit kunnu klára okkum uttan blokkin. Men avleiðingin verður eitt samfelag við lægri livistøði. Tað eiga vit at gera okkum greitt. Tí skulu vit hava í huga, at vit standa á tveimum vegamótum. Í fyrsta lagi í spurninginum um ríkisrættarligu støð- una, sum øll samgongan stendur sam- an um. Og í øðrum lagi í spurninginum: hvat samfelag velja vit. Í hesum spurn- ingi bendir alt meiri og meiri á, at fyri- treytin fyri fullveldinum er eitt minni samhaldsfast samfelag, men eitt sam- felag eftir hugsjónunum hjá nýliberal- istunum. Hetta er kósin hjá Fókaflokk- inum, men tekur Yjóðveldisflokkurin og tann sosialliberali Sjálvstýrisflokkurin undir? Sum gongdin hevur verið í tí politisku verðini her hjá okkum og aðra staðni í Skandinavia, so er lítil og eingin munur á tí, ið politiskir flokkar geva lyfti um uppundir val. Allir lova stórt sæð alt fyri at blíva valdir. Ósemjurnar ímillum flokkarnar koma fyrst til sjóndar, tá ið málini skulu raðfestast, (prioriterast) og tá ið tað snýr seg um mátan at gera tingini uppá. Málið um Vágatunnilin var eitt gott dømi. Har vóru allir flokkar samdir um, at tunnilin skuldi gerast, men stór ósemja var um, hvussu farast skuldi fram. Málið hevur verið á dagsskrá í eini 20 ár, og í 1988 varð byrjað, men steðgað varð á, tí fyri- treytirnar ikki vóru til staðar at halda fram tá. Eg haldi ikki, at nakar metti hesa av- gerð at steðga á, til fyritreyt- irnar vóru í lagi, at vera ann- að enn skilagóða. Málið um loysing er ikki so strukturelt ólíkt hesum. Eg hugsi ikki, at eg taki munnin ov fullan, tá ið eg sigi, at ein stórur meirluti av føroyingum taka undir við loysing, tá ið vit hava fíggjarligan og umsitingar- ligan førleika til hettar. Fíggjarligi førleikin er ikki til staðar í dag. Hettar er greitt staðfest av okkara landsstýri, tí annars høvdu tier neyvan ferðast til Keyp- mannahavnar at biðja um pengar at loysa fyri. Um politiski umsitingarligi før- leikin er til staðar, ja tað er eitt ivamál, soleiðis sum gongdin er beint nú. Har- afturat so eru umfatandi umsitingarøkir undur donskum ræði, og áðrenn vit hava roynt okkum á hes- um økjum, so kenna vit ikki okkara førleika til at røkja tey. Í dag eru tvey uppskot um, hvussu vit arbeiða fram ímóti at skipa Føroyar sum frælsa tjóð. Annað er and- støðuuppskotið - har eg av góðum grundum taki út- gangsstøði í javnaðarupp- skotinum - ið gongur út uppá, at vit gera ein nýggjan sáttmála við ríkið, har vit fáa møguleika fyri at yvir- taka øll málsøki, so vit fáa Ikki fíggjarligur førleiki til loysing í dag allan umsitingarførleika og alla umsitingarábyrgd heim á klettarnar. Og sjálvandi skulu vit gjalda fyri hesar yvirtøkur, tí tað hava vit ráð til. Tá hettar er gjørt so kunnu vit - alt eftir sum ráð- ini verða - fara undir at gjalda fyri tey málsøkir, sum liggja í blokkinum. Alt í alt ein greið og virð- ilig prosess, og tá ið hon er at enda komin - um tað gongur av tí besta um eini 10 ár, og um tað gongst verri so seinni - so kunnu vit halda fólkaatkvøðu um loysing ella samband. Verð- ur meirluti fyri loysing, ja so senda vit bræv til Mar- gretu og takka fyri tíðina og eitt kunnigarskriv til tann Nyrup, ið tá situr um at vit hava tikið loysing. Eg dugi so illa við hesum, at man skal sita í einum øðr- um landi og biðja um loys- ing. Í mínum hugaheimi er loysing nakað man tekur tá man hevur førleikan til tað. Eg minnist alla heima- stýristíðina, og so at siga alla tíðina hava tað verið tikin stig á sjálvstýris leið - størri og smærri alt eftir hvør hevur rátt fyri borgum - uttan í tíðarskeiðinum 1995 til nú. Ja nú bleiv so eiðasørt nú hettar Lands- stýrið kom til. Nú verður so næsta sam- ráðingarumfar fyrst í mai. Alt tíður uppá at stjórnin hevur lagt seg á eitt sam- ráðingar støði, ið ikki hugar okkara monnum. Er tað so, so er einki mannminkandi í at seta seg niður og hugsa seg um, um vit ikki eiga at royna hina leiðina, ið upp á sikt kann føra til sama mál. Tummas Arabo Nú um dagarnar kom Maersk Air við heilt nýggj- um prísum á føroyarutuni og vil danska felagið á henda hátt royna at bróta niður tær restriktiónir, sum eru á prísásetingini á før- oyarutuni. Hetta var eisini tað, sum fyrisitingarstjórin í Maersk Air, Ole Dietz tók fram á eini samkomu fyri føroysk fjølmiðlarfólk í Keypmannahavn í farna mánað. Fjølmiðlafólkini vóru ávegis til eina kunn- ingarferð í Meðalhavinum, sum grikska ferðavinnu- felagið Festival Cruises, Tora Tourist og Mærsk Air skipaðu fyri. Ole Dietz greiddi frá, at í Maersk Air, sum í meira enn 30 ár hevur rikið flogrutu millum Føroyar og Dan- mark, metir man Føroya- rutuna sum eina av „stamm- rutunum“. -Lat tað verða sagt, at vit ætla at halda fram á hesi rutu og gera alt vit kunnu fyri at ganga kundaynskjunum á møti. Og vit trúgva uppá fría kapping. Ole Dietz vísti á, at teir hava gott samstarv við Atlantic Airways. -Vit eru góðir vinir, men eisini kapp- ingarneytar. Vit liva saman við hvørjum øðrum. Men vit kundu gott hugsað okkum javnbjóðis treytir - her hugsi eg serstakliga um ynski okkara um, at ongar restriktiónir eru, soleiðis at eisini teir føroysku embæt- ismenninar frítt kunnu velja at ferðast á teimum flog- ferðum, sum hóvar teimum best. Soleiðis verður tað t.d. gjørt innan fyri A.P. Møller samtakið. Her ferðast øll á teimum fráferðum, sum hóvar teimum best. Á samkomuni kom Ole Dietz eisini við eini áheitan á føroyingar: -Sigið okkum, hvat tit halda vit kunnu gera betri, og vit vilja gera tað vit kunnu fyri at ganga ynskjunum á møti, um tað er møguligt og loyvt - tí rutan er jú framvegis regu- lerað av myndugleikunum. Frí prísáseting á føroyarutuni fer at gagna føroyska brúkaranum. Men fyri at fáa hana, krevst, at tað verður lagt trýst á politikararnar. Tað hendir einki, um „vit“ einsamallir stríðast fyri at fáa restriktiónirnar settar úr gildi sigur Ole Dietz, stjóri í Maersk Air Leggið trýst á politikararnar Tað eru ikki „Open Skies“. Maerskstjórin vísti síðani á, at teir ætla at bjóða før- oyingum fleiri og bíligari flogferðir úr Føroyum víð- ari út í heimin. -Men hetta kunnu vit ikki í dag, soleiðis sum tingini eru skrúvað saman. Soleingi tann fría prísásetingin ikki er loyvd frá politiskari síðu, kunnu vit ikki skapa attraktiv tilboð til føroysk ferðandi eisini. Ole Dietz segði seg freist- aðan til at seta nakrar meira beinleiðis spurningar: Ynsk- ir man í Føroyum at kunna ferðast til prísir, sum líkjast teimum prísum, sum verður bjóðaðir aðrastaðni í verðini? Ella eru tit nøgd við støð- una sum hon er í dag? Er svarið - sum væntað - at man í Føroyum eisini ynskir atgongd til attraktivar ferða- møguleikar - ja, so má tað verða skaptur møguleiki fyri fríari prísáseting. Men tað krevur, at tað verður lagt trýst á politikararnar - bæði frá danskari og føroyskari síðu. Tað krevur, at vit øll gera okkara ítarsta. Tað hendir einki, um „vit“ einsamallir stríðast fyri at fáa restriktiónirnar settar úr gildi segði Ole Dietz á sam- komuni fyri føroysk fjøl- miðlarfólk herfyri.