Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. apríl 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 75 - 15. apríl 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 75 - 15. apríl 2000 Vælumtókta H-vindeyga í nýggjum búna Nýggja H-vindeyga, ið er klætt við aluminium á útsíðuni, gevur framúr viðlíkahalds fyrimunir, samstundis sum umhvørvi og trivnaður innandura verður gingin á møti við límtræði. Nú kanst tú eisini velja millum topp- ella síðusving vindeygu, ið kunnu snarast runt, so tey eru løtt at vaska. Vindeygað verður liðugt viðgjørt - lakk-sproytað - bæði innan og uttan, síðan verður tað klætt við aluminium í tí liti, tær dámar best. Ring á 33 21 77 og bið om brochuru og legg summarfrítíðina til rættis! Vatnsoyra Vatnsoyra Snikkaravirki pf. H www.h-window.fo 10 ára trygd stephanssons hús Frítíð artrygging er íroknað KFUK 1920 – 16. apríl – 2000 Fyri áttati árum síðan hin 16. apríl varð boðað til fundar í táverandi Meinig- heitshúsi, nú býráðssalur. Eitt skriv varð sent í hvørt heim í Havnini, tær inn- bodnu vóru ungar gentur og kvinnur. Kvøldið byrjaði við prædiku av Jákupi Dahl, prósti, síðan greiddi Henri- etta Hansen, K.F.U.K. skrivari frá arbeiðnum. K.F.U.K. Bókstavirnir standa fyri Kristiligt felag fyri ungar kvinnur, men næstan bein- anvegin varð tað fyri allar aldrar. Deildirnar vóru: Várgleði, smágentudeild- in, fekk frk. Hansen frá eini havnarkvinnu, Honnu Han- sen. Henda vildi so gjarna fara út í heidningalond at boða evangeliið, men so sjólætst hennara einasti beiggi, og hon kundi ikki fara frá foreldrunum, tó helt hon, at hon kundi byrjað eitt ytrimissiónsarbeið millum gentur, tað fekk seinni navnið Várgleði, og hetta arbeið gav hon frk. Hansen, ein einastandandi gáva giv- in við tí rætta kristiliga sinnalagnum. Unggentudeildin frá 13 árum til 17. Aðaldeildin frá 18 árum og uppeftir. Allir fundir vóru og eru al- mennir, tó undantikið lima- fundunum, sum vóru og eru eina ferðina um mánaðan. Hesir fundir, sum byrjaðu í 1922, tá K.F.U.K. felagið varð stovnað, eru teir somu, sum fyrsta K.F.U.K. í Ong- landi (fyrsta K. í heiminum) byrjaði við í 1855: Vit savn- ast um eina opnað bíbliu og felagsbøn. Innihaldið í arbeiðnum Sum tað liggur í navninum var og er tað eitt kristiligt arbeiði. Í øllum deildum er and- akt, síðan vóru og eru bí- bliutímar, ytrimissión og í- triv av ymsum slagi og spøl. Summarlegur vóru hædd- in í arbeiðnum. Frk. Hansen vildi so fegin hava eina síka sama summarið; tí bleiv ytsta húsið á Tinganesi leig- að og var hetta fyrsta summ- arlega í Føroyum. Her úti byrjaði so eisini arbeiðið við øllum tess greinum. Betri stað fannst ikki, tá hugsað verður um, at her var Jesus boðaður á fyrsta sinni í landi okkara. J. Waagstein, listamálari, ið var giftur við mostur frk. Hansen, gav okkum eitt var- andi minni um hesa ríku hending við tí stóra máln- inginum, har Sigmund Brestison boðar Hvíta Krist. Í salinum í K.F.U.K. við Varðagøtu hongur hesin søguligi málningur og øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið at síggja hann. Frk. Hansen, sum hon al- tíð varð rópt, vaks upp suð- uri í Vági, har okkara elsta K.F.U.K. varð stovnað 5. januar 1912. Pápin, ið var dani, doyði tá hon var 2 ára gomul, og mamman flutti við henni aftur til barna- heimið á Gørðunum. Sum vaksin á veg til Dan- markar, fortelur hon, at tá fjallatindarnir fóru undir, føldi hon seg so einsamalla og fór sostatt niður í kam- arið, legði seg á knæ á dúrk- ið og gav seg og lív sítt til Jesus. Hon tók læraraprógv niðri, fór síðan á Marthabo, har K.F.U.K. skrivarar tá fingu útbúgving, og í 1920 gjørdist hon ferðaskrivari innan K.F.U.K. Kallið, ið frk. Hansen fekk, var: Før- oya ungdómur fyri Kristus, og helt hon, at Havnin hevði mesta ungdómin, tí her leit- aðu øll til víðari skúlar og aðra útbúgving, og her var hon so í arbeiðnum í 28 ár. Tað er ikki ov mikið sagt, at vit fáa ongan skrivara, ið kemur henni nær, bæði í andans og handans arbeiði. Tá frk. Hansen fór frá, fór hon í aðra tænastu, bønar- innar tænastu, og var hon í bøn alla tíðina meðan teir ymsu fundirnir varaðu. Í ár minnast vit 80 ára dagin við einum limafundi í gl. Meinigheitshúsinum. Jona Henriksen KFUK hevði sítt virksemið í Tinganesi frá 1920 - 1922, tá húsini í Varðagøtu vórðu keypt Sigmundur boðar kristindómin á Tinganesi. Málningur eftir Jógvan Waagstein 1922 Stovnari av KFUK og fyrsti skrivari var Henri- ette Hansen. Hon var skrivari frá 1920-1948 Búmerkið hjá KFUK Fyrsti fundurin um KFUK-arbeiðið varð í Meinigheitshúsinum 16. apríl 1920 Flaggdagsrenningin Sum vant skipar Bragdið, felagið fyri frælsa ítrótt í Havn, fyri renning Flagg- dagin 25. apríl. Byrjað verður niðri við Gamla Ap- otekið kl. 16, men luttak- ararnir møta í Jotoholuni (miðbýnum) millum kl. 15.00 og 15.30 at fáa nummar handað. Teinurin er 7,2 km. Fyri tey eldru og 2 km fyri tey yngru. Tey eldru renna út eftir Havn- argøtu og út á nýggja kei- økið, niðan aftur og yvur við Strond, har vent verður við Torgarðsgøtu. Heima- ftur eftir Strandavegnum og Havnargøtu. Síðanni verður runnið runt um Café Natúr og rutuna einaferð enn. Tey yngru renna sam- an við teim eldru út á Nýggjakeiøkið at venda, men renna beina leið nið- an til Gamla Apotek á mál. Øll byrjað í senn, og sum vant verða tveir ald- ursbólkar Tey sum eru fødd í 87 ella seinni, og tey sum eru fødd í 86 ella fyrr. Eins og undanfarin ár verður verður skipað fyri firmakapping bæði fyri kvinnur og menn. Stovnar, virkir, skúlar og arðar fyri- tøkur kunnu stilla upp við einum ella fleiri liðum, har minst 3 og hægst 5 eru á hvørjum liði, og har 3 tær bestu plaseringarnar telja við. Eins og undanfarin ár er tað Føroya Shell, sum stuðlar Flaggdagsrenning- ini, og síggja teir til, at skjótasti maður, kvinna, drongur og genta fáa steyp. Meðan nummar 1,2 og 3 í hvørjum bólki fáa heiðurs- merki. Somuleiðis fáa vinnarnir av firmakapping- ini steyp til ognar. Bragdið leggur dent á , at renningin er fyri øll yngri sum eldri, og minnir á at freistin fyri tilmelding er Leygardagin 22. Apríl. Lýst er næri í blaðnum. Motto: Ikki við mátti og ikki við megi, men við Tínum anda, sigur Harri herliðanna