Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. apríl 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Virðing fyri teim psykiskt sjúku Í dag, 15. apríl, verður almennur fyrlestur í MBF-húsinum, har Jóhanna Andreasen røður um »Virðing fyri teim psykiskt sjúku« DAGFINN OLSEN Tað er Sinnisbati, sum skip- ar fyri almenna fyrilestri- num, ið verður í MBF húsi- num, Íslandsvegur 10 C. Fyrilesturin verður í dag, 15. apríl, klokkan 15. Jó- hanna Andreasen, sjúkra- systir røður um evnið »Virð- ing fyri teim psykiskt sjúku«. Møguleiki verður at seta spurningar. Fyrireikararnir vænta eitt gagnligt orðaskifti um eitt sera viðkomandi evnið, nú Sjónvarpið hevur víst, hvussu vánaligum standi psykiatriskar deildir eru í. Eisini minna fyrireikararnir á tann veruleika, at hesar deildir verða stongdar í tríggjar mánaðir í summar, vegna sparingar. Sinnisbati heitir á øll inn- an psykiatriska økið um at koma til fundar. Hetta er eis- ini galdandi fyri tey, ið eru avvarðandi og tey, ið eru um psykiskt sjúk og veik í gerandisdegnum. Tað er ikki neyðugt at vera limur fyri at koma á fundin. Eftir fundin og fyrilestur- in, hevur Sinnisbati aðal- fund. Mús funnin á MARS Barnablaðið hevur 46. árgangir á baki. Í fjør kom blaðið í nýggjum og sera nýmótanssniði. Blaðið er í tveimum - til yngri og til eldri børn. Og navnið er eisini broytt eftir hesum. Deildin til tey yngru kallast Snirr og til tey eldru Strok. Nógv og litríkt tilfar er í blaðnum, ið leggur dent á at hava tilfar við, sum er frammi júst nú, umframt nakað av góðum, gomlum tilfari. Ynskimyndin hesaferð er av Creamy og kann takast út og t.d. hangast á veggin. Úr tilfarinum er m.a. henda snildisliga myndin frá 7. flokki í Leirvík, ið hevur givið lokkandi yvirskriftina á forsíðuni á blaðnum: Mús funnin á MARS! Gongur ongan veg Føroya Lærara- felag fær stuðul Í útsendum skrivi boð- ar Gymnasieskolernes Lærerforening (GL) í Danmark frá, at felagið stuðlar Føroya Lærara- felag í sínum krøvum um betri arbeiðsum- støður. GL heldur vera ó- rímiligt, at tað við lóg verður álagt lærarum meira arbeiði, uttan at játtanir fylgja við. GL stuðlar Føroya Lærarafelag í sínum krøvum um, at tað við nýggjum sáttmála verður veitt meira tíð til at taka sær av upp- gávunum og at borið verður so í bandi, at nýggja lógin kann fremjast í verki. - do - Semingsmenninir mettu á middegi í gjár, at lítið hendi í sam- ráðingunum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið DAGFINN OLSEN Á middegi í gjár vistu sem- ingsmenninir at siga, at framstigini vóru smá í sam- ráðingunum millum Fíggj- armálastýrið og Føroya Lærarafelag. Partarnir fóru til samráð- ingar á Hotel Føroyum mikudagin klokkan 14 og í gjár helt Allan Skaalum, semingsmaður, at partarnir stóðu við eitt vegamót. Hann segði, at gongdin var sera tung og metti, at støðan var ikki haldbar. Við tað at partarnir hava verið leingi saman og standa við eitt vegamót meinti Allan Skaalum, at støðan nú var tann, at part- arnir nú máttu umhugsa sín- ar prinsippiellu støður. Hvussu longi semings- menninir ætlaðu at halda á, dugdi Allan Skaalum ikki at siga á middegi í gjár, men ongar ætlanir vóru tá um at gevast við royndunum at finna semju. Tað gongur ikki væl at finna semju millum Føroya Lærarafelag og Fíggjar- málastýrið. Arbeiðssteðgur hevur verið í 5 vikur og samráðst hevur nú verið í tvey samdøgur uttan slit 7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 75 - 15. apríl 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 75 - 15. apríl 2000 Tel 34 5900 Ring og hoyr meira! SMYRIL LINE Í SMS SMYRIL LINE Í SMS Danmarkar ú r ein a n s ú r ein a n s ú r ein a n s ú r ein a n s 3.113,- ú r ein a n s 2.900,- ú r ein a n s 5.348,- e-mail: booking@smyril-line.fo Ferðatilboð við Norrönu Ferðatilboð við Norrönu Til Noregs Til Hetlands Til Flogdeildin Flogdeildin Aberdeen USA/Canada ... á torginum 17., 18. og 19. apríl Fráf. Tórshavn 19/5, 26/5, 2/6, 9/6, 1/9, 8/9 Fráf. Hanstholm 13/5, 20/5, 27/5, 3/6, 10/6, 17/6, 19/8, 26/8, 2/9 775,- fyri hvønn fyri hvønn 480,- 385,- fyri hvønn Ferðist bíliga, Tórshavn - Bergen ella hinvegin Ferðist bíliga, Tórshavn - Lerwick ella hinvegin hósdag til mánad. við innivist úr Føroyum Portugal ein vika úr Føroyum Ferðist bíliga, Tórshavn - Hanstholm ella hinvegin Bilpakkar - 4 fólk í bili Bilpakkar - 4 fólk í bili Ferðaavgj. ikki íroknaði -Góðir brúktir frá REYNI SERVICE REYNI SERVICE OpiÝ: M‡n.-fr’. 8.00-17.00 TOYOTA CAMRY 2,2 GL Skrás.: 02-04-98 Km.: 24.000 Prísur: 218.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 LUNA H/B Skrás.: 14-12-98 Km.: 21.000 Prísur: 124.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 XLI H/B Skrás.: 23-01-96 Km.: 31.000 Prísur: 105.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,6 GSI SEDAN Skrás.: 22-10-91 Km.: 171.000 Prísur: 65.600,- TOYOTA COROLLA 1,3 H/B Skrás.:13-06-95 Km.: 82.000 Prísur: 93.600,- HONDA CIVIC 1,5 SEDAN Skrás.: 23-12-97 Km.: 58.000 Prísur: 124.600,- FORD KA Skrás.: 23-05-97 Km.: 33.000 Prísur: 78.600,- FIAT PUNTO 60 S Skrás.: 30-01-97 Km.: 42.000 Prísur: 79.600,- Garanti* MITSUBISHI GALANT Skrás.: 12-06-91 Km.: 205.000 Prísur: 68.600,- TOYOTA CAMRY 2,2 AUT. GEAR Skrás.: 30-05-95 Km.: 69.000 Prísur: 158.600,- TOYOTA CARINA 2,0 GLI Skrás.: 05-02-98 Km.: 19.000 Prísur: 154.600,- Garanti** TOYOTA CARINA 1,8 GLI Skrás.: 05-09-96 Km.: 32.000 Prísur: 132.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 2,0 GLI Skrás.: 10-04-97 Km.: 41.000 Prísur: 145.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,8 GLI Skrás.: 10-11-95 Km.: 90.000 Prísur: 120.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,8 GLI Skrás.: 28-06-95 Km.: 70.000 Prísur: 119.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,6 Skrás.: 10-05-95 Km.: 89.000 Prísur: 108.600,- Garanti* Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 VØRUVOGNUR AVHEINTINGARTILBOÐ * Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN ** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrstu skrás. dato Sosialurin - 311820 Sýnaður 04-98 Sýnaður 01-10-99 Sýnaður 01-99 VOLVO 460 SEDAN Skrás.: 25-05-90 Km.: 88.000 Prísur: 65.600,- TOYOTA LANDCRUISER HJ61 Skrás.: 31-10-89 Km.: 137.000 Prísur: 120.600,- TOYOTA PREVIA 2400 GLI Skrás.: 27-12-94 Km.: 58.000 Prísur: 114.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,6 SEDAN Skrás.: 04-06-93 Km.: 112.000 Prísur: 89.600,- TOYOTA CAROLLA 1,6 LUNA L/B Skrás.: 25-01-99 Km.: 21.000 Prísur: 136.600,- Garanti** HONDA ACCORD Skrás.: 15-08-86 Km.: 214.000 Prísur: 12.000,- Sýnaður 06-99 Sýnaður 02-00 Sýnaður 10-97 Sýnaður 01-97 FORD FIESTA 1,3 Skrás.: 29-04-96 Km.: 104.000 Prísur: 66.600,- Sýnaður 04-96 Sýnaður 06-99 MAZDA 626 SEDAN Skrás.: 21-09-88 Km.: 161.000 Prísur: 42.600,- Sýnaður 02-98 Sýnaður 03-98 TOYOTA HIACE 4x4 Skrás.: 19-10-87 Km.: 165.000 Prísur: 49.600,- Samgongan er lopin á bláman Fyrrverandi formaður Sjálvstýrisfloksins, Hilmar Kass, heldur samgonguna arbeiða eftir beint øvugtum leisti í fullveldismálinum JOHN JOHANNESSEN – Sjálvsagt áttu vit at loyst frá Danmark stig fyri stig. Men tað, samgongan ger í løtuni, er beint øvugt. Hon vil hava fullveldi her og nú og síðani samráðst aftur við danir um at umsita ymisk málsøki fyri okkum, ið vit ikki eru før fyri at umsita. Hilmar Kass, ið umboð- aði Sjálvstýrisflokkin á tingi frá 1966 og heilt fram til 1988, er alt annað enn samdur við tí politikki, sam- gongan í løtuni førir. Sjálvstýrisflokkurin, sum er partur av samgonguni, skal hava landsfund í Klaks- vík 5. mai, og tá ætlar Hilm- ar Kass sær at gera vart við ónøgd sína um politikkin, flokkurin, hann sjálvur hev- ur verið formaður í, førir. Eingin vegur aftur Hilmar Kass ásannar, at samgongan er komin so mikið langt í fullveldismál- inum, at tað ikki vendst aft- ur. Hetta harmar hann al- mikið, tí hann heldur ikki, at vit eru til reiðar at fáa fullveldi soleiðis alt í ein- um. Hilmar Kass hevur sjálv- ur drúgvar royndir við at samráðst móti stórveldum. Hann var formaður í mark- naðarnevndini í sjeytiárun- um, og var sostatt saman við Atla Dam, løgmanni, við at gera fyrstu avtaluna við EEC. Hesin sami Hilmar Kass, ið hevur fylgt væl við gongdini í fullveldismálin- um, ásannar, at frægasta boð, ið seinastu tíðina er komið um eina nýggja rík- isrættarliga skipan, er sjálv- stýrisuppskotið hjá Javnað- arflokkinum. – Eg haldi, at vit eiga at yvirtaka málsøki so hvørt vit eru før fyri tí, og sostatt útbyggja sjálvstýri so hvørt. Hetta leggur uppskotið hjá Javnaðarflokkinum upp til, sigur Hilmar Kass. Garvaði, men hóvligi sjálvstýrismaðurin dámar ikki prátið um skiftistíð. Hann heldur, at tá lands- stýrið sær seg ført fyri at gera ein sáttmála, ið sigur, at vit eru óheft av Danmark um 15 ár, kunnu vit eins væl gerast tað beinan vegin. Ójøvn á máli Bróðursonur Hilmar Kass, Jákup Sverri Kass, er annað av umboðum Sjálvstýris- floksins á tingi undir ver- andi samgongu. Hann sigur seg taka undir við stórum parti av hóvligu sjálvstýris- hugsanini hjá farbróðurin- um. Men kortini heldur hann, at vit skulu virða rætt- in hjá landsstýrinum at sam- ráðast við donsku stjórnina. – Eg fari at taka eina greiða støðu, tá sáttmálin fyriliggur. Men, sum nú er, haldi eg, at vit skulu lata landsstýrið samráða seg til ein sáttmála við danir, sum vit síðani kunnu taka støðu til. Sambært Jákup Sverra Kass eru ymsar meiningar í Sjálvstýrisflokkinum um gongdina í fullveldismálin- um. Hann sigur seg sjálvan halda, at ferðin í løtuni er ov nógv, men vísir á, at onn- ur í flokkinum stuðla lands- stýrinum fult og heilt í full- veldismálinum. – Á landsfundinum skulu vit gera støðuna upp, og fáa eina avgjørda meining um fullveldismálið, ið allur flokkurin kann taka undir við, sigur Jákup Sverri Kass. Hilmar Kass umboðaði Sjálvstýrisflokkin á tingi frá 1966-88 Vápnað rán í handli í Havn Hóskvøldið klokkan tíggju hótti ein ungur maður kassadámuna í P. A. Rest- orff í Havn við byrsu. Maðurin vildi hava peningin í kassanum og fór avstað við tíggju túsund krónum JOHN JOHANNESSEN Kassadáman í P. A. Restorff í Havn var einsmøll í hand- ilinum, tá ein ungur maður um tíggju tíðina hóskvøldið kom inn í handilin, rætti henni ein svartan posa og bað hana fylla allan pening- in úr kassanum í posan. Kassadáman visti ikki, at maðurin var vápnaður, og noktaði hon tí í fyrstu atløgu at geva honum peningin. Men tá maðurin undan jakkanum tók fram eina av- sagaða byrsu og hótti við at skjóta, kundi hon ikki gera annað enn at geva honum peningin. Upphæddin, ið var í kass- anum var 10.000 krónur. 800 av hesum vóru myndir, meðan restin vóru seðlar og ein kekkur. Tá maðurin fór avstað aft- ur úr handilinum, tók hann eina patrón úr lummanum og legði fyri kassadámuna. Hann segði, at hesa skuldi hon eiga. Sambært løgregl- uni kann hetta fatast sum ein hóttan. Kriminalløgreglan hevur fá spor at ganga eftir í mál- inum. Eingi onnur vitni enn kassadáman hava sæð mannin inni í handilinum. Men kassadáman hevur hó- ast skelkin frá tilburðinum greitt løgregluni frá, at talan var um ein heilt ungan og klænan mann. Maðurin var í myrkabláð- um jakka við hettu. Hettuna hevði maðurin á høvdinum, og fyri at fólk ikki skuldu kenna mannin, hevði hann eina húgvu niður yvir and- litið. Tá maðurin fór út úr handilinum, var tað eingin, ið sá hann. Myrkt var úti og ljósið í handilinum gjørdi, at kassadáman ikki sá, hvagar maðurin fór, tá hann fór avstað aftur. Á middegi í gjár hevði løgreglan kortini fingið at vita frá fólkum í grannalag- num, at tey høvdu sæð ein ungan mann longur í brekk- uni eitt sindur omanfyri handilin. Tey høvdu lagt til merkis, at maðurin brádliga fór rennandi oman móti handilunum, men gjørdu tey sær ikki størri far um hetta. Løgreglan heitir á fólk um at siga, sum halda seg vita okkurt um tilburðin, um at siga sær frá sum skjótast. Maðurin hótti kassadámuna við eini byrsu fyri at fáa peningin Mynd: Jens Kristian Vang