Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. apríl 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

EDVARD JOENSEN Finnbogi Arge, landsstýris- maður í vinnumálum, hevur avgjørt ikki at geva Maersk Air loyvi at selja føroying- um bíligar ferðaseðlar nú beinanvegin. Umsóknin kom við sera stuttum skotbrái, og Finn- bogi Arge metir, at hann skal hava betri tíð at um- hugsa málið. Tí hevur hann avgjørt at bíða við at geva Maersk Air loyvi at fara undir søluátakið nú um páskirnar. Rutustjórin hjá Maersk Air, Keld Mosgaard Christ- ensen, sum legði ætlanina fram á tíðindafundi á Hotel Hafnia mikudagin, sigur, at hann skilir væl Finnboga Arge, landsstýrismann. Keld Mosgaard Christen- sen sigur, at hann enn ikki hevur fingið svarið frá Finn- boga Arge, landsstýris- manni. Men tá tað kemur, fer hann at nærlesa tað og vita, hvat hann so kann gera. Keld Mosgaard Christen- sen ásannar, at teir vóru ógvuliga seinir við umsókn- ini. Men hann væntar kort- ini, at landsstýrismaðurin fer at viðgera málið við væl- vild. Serliga tá vísast kann á rættiliga stóran áhuga millum føroyingar at sleppa at ferðast bíliga millum Før- oyar og Danmark. »Eg skal ikki kalla tað telfonstorm. Men tað hava rættiliga nógv fólk ringt til Maersk Air søluskrivstov- urnar, bæði í Føroyum og í Danmark, og hava ætlað sær ein bíligan ferðaseðil«, sigur Keld Mosgaard Christensen, rutustjóri hjá Maersk Air við Tíðinda- blaðið Sosialin. Hóast hann væl skilir og eisini góðtekur, at landsstýr- ismaðurin vil hava longri umhugsunartíð, vónar hann kortini, at ein avgerð verður tikin skjótt. Og sjálvandi vónar hann játtandi svar upp á umsóknina. Tí hóast páskaátakið ikki verður til nakað, er fram- vegis hitt átakið, »Ferðist tvey og gjaldi fyri ein«, eft- ir. Tað tilboðið var ætlað at galda frá 28. apríl til 19. juni. Í samrøðu við Tíðinda- blaðið Sosialin í gjár, segði Magni Arge, stjóri í Atlants- flog, at Maersk Air arbeiðir óseriøst, tá teir koma við slíkum tilboðum og biða um so stutta freist. Keld Mosgaard Christen- sen, rutustjóri hjá Maersk Air, hevur onga viðmerking Skilir landsstýrismannin Rutustjórin hjá Maersk Air sigur, at hann skilir væl, at Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vil hava longri tíð at umhugsa, um hann skal geva Maersk Air loyvi at selja føroyingum bíligar ferðaseðlar. Men hann ásannar, at møguleikin hjá føroyingum fyri eini bíligari páskaferiu er farin til ta meiningina hjá Magna Arge. Hinvegin sigur hann, at tað er ikki rætt, tá Magni Arge sigur, at Maersk bjóð- ar ferðaseðlar fyri dumping- prís. Tað er rætt, sigur Keld Mosgaard Christensen, at hesir prísirnir eru sera lágir. Men tað er eisini bara eina heilt ávísa tíð, tey bjóða hesar prísirnar. Og tað er bara fyri at royna at fylla tey tómu setrini, flogfarið annars flýgur við. Tað er frægari at fáa trý fólk at ferðast bíliga, enn ongan at fáa fyri fullan prís. Tann økta ferðslan fer at viga upp í móti tapinum, sum annars hevði staðist av teimum tómu stólunum. Keld Mosgaard Christen- sen, rutustjóri hjá Maersk Air, sigur, at hann er ikki heilt samdur við Magna Arge, tá hesin sigur, at kappast verður undir ójøvn- um fyritreytum. Maersk Air hevur ikki biðið nakran í EU um at avmarka, hvør skal flúgva har niðri. Hevur Atlantsflog hug at flúgva millum europeiskar flog- havnir, er felagið vælkomið, sigur hann. Maersk Air hev- ur so nógvar kappingarneyt- ar har frammanundna, at ein aftrat ger ongan mun. Tað, hann vildi, sigur Keld Mosgaard Christen- sen, var tað beint øvugta. At sleppa av við eina avmark- ing, sum er galdandi á Føroyarutuni. Um Magni Arge, stjóri á Atlantsflog heldur, at Maersk Air bara kann stinga hondina í lumman hjá A. P. Møller eftir pengum, tá tað nýtist, fer hann skeivur, sig- ur rutustjórin hjá Maersk Air. Væl er Maersk Air eitt felag í A.P.Møller koncern- ini. Men felagið hevur egn- an búskap. »Longri er tann søgan ikki«, sigur Keld Mosgaard Christensen, rutustjóri hjá Maersk Air. Rutustjórin hjá Maersk Air, Keld Mosgaard Christensen, skilir væl, at Finnbogi Arge vil hava betri tíð at hugsa seg um. Men hann vónar tó eina skjóta avgerð Mynd: Jens Kristian Vang Landssjúkrahúsið stendur at rapa og krevur álvarsligar ábøtur: Átrokandi neyðugt at leggja 500 milliónir krónur á borðið Bygningarnir hjá Landssjúkrahús- inum eru í so ringum standi, at tað er neyðugt at gera nakað munagott heilt skjótt, annars fara teir heilt fyri skeytið ÁKI BERTHOLDSEN Fær Landssjúkrahúsið ikki eina álvarsliga, fíggjarliga innspræning nú, fer tað at fáa óbótaligar avleiðingar fyri okkara høvuðssjúkra- hús. Hetta staðfestir ein frá- greiðing, sum serfrøðingar hava gjørt fyri bygginevnd- ina á Landssjúkrahúsinum. Og tað er ikki hissini fíggjarlig innspræning, sum serfrøðingarnir meina við. Tí teir siga, at tað er á- trokandi neyðugt at játta landssjúkrahúsinum heilar 500 milliónir tey næstu ár- ini, fram til 2010. Hetta er peningur, sum bæði skal brúkast til út- byggingar, umbyggingar, viðlíkahald og ikki minst, til ábøtur. Serfrøðingarnir siga, at tað er brúk fyri íløgum á Landssjúkrahúsinum upp á næstan 430 milliónir krón- ur tey næstu árini til útbygg- ingar, umbyggingar, við- líkahald og til ábøtur. Men harafturat verður varisliga mett, at tað er neyðugt at játta einar 75 milliónir til at lúka tey brunateknisku krøvini í sambandi við útbyggging- ina. Hetta eru øgilig tøl, men so skal eisini vísast á, at aftaná útbyggingina, eru bygningarnir hjá Lands- sjúkrahúsinum heilar 48.000 fermetrar til støddar. Tilsamans sigur nevndin, at hesi árini verður neyðugt at brúka runt roknað 208 milliónir til umvælingar og ábøtur, 109 milliónir til út- bygging, 44 milliónir til umbygging og 68 milliónir til vanligt viðlíkahald. 43 milliónir næsta ár Bygginevndin sigur, at hon hevði lagt ein langtíðarætl- an fyri útbyggingini. Í hesum fíggjarárinum hevði nevndin mælt til at seta 30 milliónir av til um- byggingina. Men tað blivu bara 10 milliónir settar av. –Næsta ár verður sostatt neyðugt at seta 43 milliónir av til útbyggingina fyri at tað skal kunna bera til at tryggja eina framhaldandi gongd í byggingini. –Bygginevndin mælir staðiliga frá at toyggja út- byggininga longur enn til til, tí verður hon ikki liðug tá, fer tað helst at fáa álv- arsligar avleiðingar byggi- kostnaðin, og „aktualitetin í innrættingini og funktións- loysnum“, sum nevndin málber seg. Í sambandi við útbygg- ingina er tað eisaini neyðugt at umbyggja sjúkrahúsið sum er, fyri at fáa allar bygningarnar at virka sum eina heild, so at virksemið kann verða undir hóskandi umstøðum. Bygginevndin sigur, at tað er neyðugt at fara undir umbyggingarnar, áðrenn út- byggingin er liðug fyri at arbeiðið ikki skal draga út og darva darva virksemin- um á landssjúkrahúsinum. -Bygginevndin ætlar, at umbyggingin skal byrja í 2002 og skal vera liðug í 2006. Er afturútsiglt Bygginevndin sigur, at tað er neyðugt at útbyggja Landssjúkrahúsið, tí, sum er, er tað ov lítið pláss til sjúkuavgerðir og til sjúku- viðgerðir. Men tað er eisini ov trup- ult at hjá sjúklingum at sleppa til Landssjúkrahúsið. Og umstøðurnar hjá bæði sjúklingum og starvsfólkum eru ótíðarhóskandi, sam- stundis sum plásstrotið forðar fyri rationalisering- um og forðar eisini fyri at fleiri serøki kunnu mennast. – Økta vitanin og tekno- logiska menningin setur framhaldandi krøv til pláss- ið á Landssjúkrahúsinum. Eitt nú krevja nýggir við- gerðarhættir størri skurð- stovur og størri hjárúm, enn eru til taks í dag. Orsaka av plásstroti, eru aðrar funktiónir spjaddar ymsastaðni í húsinum og tað er sera óheppið og ó- ratonelt Landssjúkrahúsið hevur heldur onga veruliga skaða- stovu og er tí illa atkomiligt hjá viðskiftafólki. – Sum er, nøkta hølini, sum eru til taks í dag, verri enn so tørvin, og sum er, ber tað hvørki til at ration- aliserað ella at at dagføra funktiónirnar. Av tí sama er tað eisini tungt, fyri ikki at siga ógjørligt at byggja upp nýggj medisinsk øki, sum landsins borgarar áttu at havt atgongd til, sigur Bygginevndin á Lands- sjúkrahúsinum. Stendur at rapa Niðurstøðan hjá byggi- nevndini um standin, sum bygningarnir hjá Lands- sjúkrahúsinum eru í, kann ikki skiljast øðrvísi, enn, at tað rætt og slætt stendur at rapa. Nevndin sigur, at bygn- ingarnir eru kannaðir og úr- slitið er, at støðan er so ring, at nakað munagott má ger- ast heilt skjótt, skulu teir ikki fara heilt fyri skeyti. Og nevndin vísir á, at her er talan ikki um nakra nú- tímansgerð, men bara um at seta bygningarnar í nøkun- lunda sama stand, sum teir vóru í, tá ið teir vórðu bygd- ir. –Bygningarnir eru í flestu førum bygdir eftir útlendsk- ari fyrimynd, men hesin byggiháttur er ikki hóskandi til tað føroyska veðurlagið. – Og tá ið tað hartil er gjørt so lítið fyribyrgjandi viðlíkahald, eru bygningar- nir nú nú í so ringum standi, at tað krevur stórar upp- hæddir at seta teir í stand. Sjálvt Landssjúkrahúsið hevur brúk fyri umleið 58 milliónum til umvælingar, tænastubygningarnir hava brúk fyri 50 milliónum, psykiatrisku deildirnar hava brúk fyri næstan 40 milli- ónum, íbúðarblokkarnir fyri gott 50 milliónum og uttan- dura innleggingar hava brúk fyri góðum seks milliónum til umvælingar. Og bygginevndin hevur eisini eina ætlan fyri, hvussu nógvan pening tað er neyðugt at seta av, hvørt av teimum komandu árun- um. Bæði næsta ár og í 2002, verður neyðugt við umleið 60 milliónum hvørt árið. Og í 2003 verður harafturat brúk fyri knøppum 60 milli- ónum. Í 2004 verður brúk fyri 50 milliónum og í 2005 verður brúk fyri gott 40 milliónum. Í 2006 verður brúk fyri 35 milliónum og í 2007 verður brúk fyri 30 milli- ónum. Í 2008 verður brúk fyri gott 20 milliónum, í 2009 25 milliónum og í 2010 verður brúk fyri 20 milliónum til ymsar íløgur á Landssjúkrahúsinum og til viðlíkahald. Nevndin sigur, at her er ikki ein spurningur um eitt val um, at vit kunnu antin byggja út, ella umvæla. Tað er neyðugt at gera bæði fyri at geva Lands- sjúkahúsinum hóskandi karmar og fyri at bygning- arnir ikki skulu fara enn verri. Lagt verður afturat, at um farið verður undir eina skip- aða umvæling av bygning- unum, kann roknast við, at viðlíkahaldsútreiðslurnar minka so hvørt sum bygn- ingarnir verða settir í stand, inntil viðlíkahaldið er kom- ið niður á eitt natúrlit støði og tá verður kostnaðurin nógv lægri enn hann er nú. Men fortreytin fyri hesum er, at eitt fyribyrgjandi við- líkahald verður sett í verk, sigur Bygginevndin. Landssjúkrahúsið stendur rætt og slætt at rapa og verður ikki farið undir miðvísar ábøtur nú, fara bygningarnir heilt fyri skeyti, sigur bygginevndin. Neyðugt er at seta heilar 500 milliónir av til ymsar íløgur á Landssjúkrahúsinum fram til 2010 fyri at bjarga bygningunum og fyri at geva sjúklingunum tey tilboð, sum teir eiga at kunna fáa, sigur nevndin 9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 75 - 15. apríl 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 75 - 15. apríl 2000 CARNIVAL 2.9 Dohc Turbo-Diesel 16 V, 126 HK, 5 hurðar 3 ára garanti/100.000 km. garanti Dupult airbag, ABS, servostýring, sentrallás, startsperra, elrútar í fram- hurðunum, el-hitað og -stýrd síðuspegl, miðsetur, sum kunnu vendast og flytast aftur og fram við borðum, koyrisetrið kann setast í 8 ymiskar støður, rattið kann flytast upp og niður, nakkastuðlar, sum kunnu stillast og takast burtur, lesiljós framman, kúfangarar í sama liti sum bilurin, skinnarar á takinum v.m. Rætti bilurin til mong endamál. –Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri. Fæst eisini við aut. gearum. J. Broncksgøta 15 • FO-110 Tórshavn Tlf. 310600 Sosialurin - 311820 Multibilurin til einhvørja loysn Størstur í síni stødd – við størsta dieselmotori – til besta prísin Familju - camping - firmabilur- og "mini- bussur" EINANS 225.800,- Fæst eisini sum vøruvognur 187.800,- EINANS