leygardagur 15. apríl 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sparikassin
22 mió í avlopi
Úrslitið hjá Sparikassanum var munandi verri í fjør enn í
fyrraárið. Knappliga 22 milliónir vóru í avlopi í fjør, og
tað eru 17 færri enn árið frammanundan. Kortini letur
leiðslan væl at, tí úrslitið av grundrakstrinum er batnað
við einum góðum fjórðingi í 1999
SVEINUR TRÓNDARSON
Føroya Sparikassi hevði að-
alfund í gjár og sum siður
er, varð roknskapur stovns-
ins lagdur fyri fundin til
góðkenningar.
Og hugdu fundarluttak-
arnir eftir úrslitinum, so er
kanska ivasamt, um teir
høvdu hug at góðtaka rokn-
skapin, tí sammett við árið
frammanundan var talan um
eitt stig eftir hæli upp á
knappar 17 mió. krónur.
Roknskapurin vísir nevn-
iliga eitt yvirskot upp á góð-
ar 22 mió. krónur, móti góð-
um 39 árið frammanundan.
Grundraksturin ílagi
Hóast talan er um eitt rættu-
liga stórt fall í ársúrslitinum
hjá
»fólksins
peninga-
stovni«, so letur leiðslan
kortini ikki illa at.
Í peningastovnshøpi er
eitt lyklatal, sum eitur úrslit
av grundrakstri og tað úrs-
litið sigur, hvussu raksturin
hevur háttað sær, tá kurs-
javningar og niðurskriving-
ar av ognum ikki eru tiknar
við.
Hetta tal er nokkso grund-
leggjandi fyri seinasta ár, tí
so at siga allir peninga-
stovnar - ella øll tey, sum
hava fingist við virðisbrøv
yvirhøvur - hava havt eitt
rættuliga stórt kurstap.
Fyri Sparikassan vísir
úrslitið av grundrakstinum
eitt avlop uppá góðar 58
mió. krónur og tað er ein
framgongd upp á knappar
12 mió. krónur.
Hetta svarar til ein vøkst-
ur upp á góð 25 prosent.
Mistu 22 mió
Tí er tað serliga tað stóra
kurstapi av virðisbrøvum og
útlendskum gjaldoyra, sum
er farið illa við ársúrslit-
inum.
Í 1998 slapp Sparikassin
so at siga snikkaleysur frá
virðisbrøvunum og gjald-
oyrahandli. Tá var talan um
eina positiva virðisjavnan
upp á góða hálva millión,
men í fjør mátti leiðslan í
Sparikassanum staðfesta, at
kursur og renta ikki arbeiddi
sum hon vildi hava tað.
Úrslitið var eitt hall upp
á knappliga 22 mió. krónur.
Í ársfrágreiðingini til að-
alfundin sigur leiðslan, at
altjóða rentustøðið vendi í
1999.
Búskaparligi vøksturin í
USA var størri enn í Evropa
og tí lækkaðu renturnar nak-
að. Kortini kom ikki sama
ferð á vøksturin í Evropa,
sum í USA, og samstundis
fótaði evran sær ikki móti
amerikanska dollaranum.
Hækkandi inflatión hevði
við sær, at rentustøðið byrj-
aði at hækkað og tá so er,
so falla kursirnir á virðis-
brøvunum og tað er tað,
sum er orsøkin til kurstapi
hjá Sparikassanum í fjør.
Vinnan størri partur
Tá eldri føroyingar tosað
um Sparikassan verður í
flestu førum - um ikki øllum
- hugsað um stovnin, sum
lænir pengar til sethúsa-
bygging.
Soleiðis sá myndin eisini
út, men nú er hon við at
broytast.
Í 1994 varð sparikassa-
lógin broytt og við tí fekk
stovnurin loyvi til at taka
størri váðar í sambandi við
útlán.
Sparikassin hevur tí, síð-
ani 1994 roynt at sleppa upp
í vinnulívsfíggingina og hó-
ast stovnurin hevur verið
sera varin, so standa vinnu-
lívsútlánini fyri uml. 22 pro-
sentum av samlaðu útlán-
unum við ársskiftið.
Sparikassin er umboðað-
ur í so at siga øllum pørtum
í vinnulívinum í dag, og
mest sannlíkt er, at hann fer
at økja um vinnulívsfígg-
ingina framyvir.
Stórur vøkstur
Á fíggarsíðuni er støðan
tann, at sparikassin hevur
fingið 25 mió. krónur meira
í innlánum í 1999. Samlaðu
innlánini vóru við árslok
góðar 3,2 mia. krónur móti
knappliga 2,9 mia. í 1998.
Útlánini eru, sum vera
man eisini økt - við knapp-
liga 300 mió. krónum.
Við árslok 1998 átti spari-
kassin 2,6 mia. krónur til-
góðar hjá útlánskundum
sínum, men við árslok sein-
ast átti stovnurin góðar 2,9
mia. krónur til góðar.
Allur peningurin er kort-
ini ikki læntur kundum, tí
knappliga 250 mió. krónur
standandi tøkar, samstundis,
sum 650 mió. standa í virð-
isbrøvum.
Alt í alt hevur sparikassin
ein tøkan kapital upp á uml.
900 mió. krónur og tað svar-
ar til eitt solvensprosent upp
á knappliga 30 prosent.
Tí er - enn eins og áður -
talan um ein sera tryggan
stovn.
Føroya Sparikassi hevði eitt avlop upp á góðar 22 mió. krónur í fjør og tað er eitt stig
eftir hæli upp á knappar 17 mió. krónur, men tað er kortini ikki so galið. Stórt kurstap
varð staðfest á virðisbrøvum í fjør og tað er orsøkin til afturgongdina tá sammett
verður við 1998
savnsmynd
Atlantsflog nýggjan
nevndarlim
Á aðalfundinum, sum varð hildin á Hotel Hafnia fríggja-
dagin, var Petur Eiriksson, varastjóri í Icelandair, valdur
í nevndina fyri Gunnar Thorvaldsson, sum av persónlig-
um ávum ikki tók við afturvali
SVEINUR TRÓNDARSON
Atlantsflog fekk ein nýggj-
an nevndarlim í gjár. Gunn-
ar Thorvaldsson, sum hevur
sitið í nevndini í fimm ár,
tók ikki við afturvali og í
hansara stað varð Petur Eir-
iksson, varastjóri í Iceland-
air valdur.
Magni Arge sigur, at
nýggi nevndarlimurin ikki
var við á fundinum í gjár, tí
hann var ikki valdur, men
hann verður við á næsta
nevndarfundi.
Tíð til familjuna
Fráfarni nevndarlimurin,
Gunnar
Thorvaldsson,
ynskti ikki at halda fram í
nevndini fyri Atlantsflog, tí
hann er ovbyrjaður av ar-
beiði.
– Eg havi brúkt ov nógva
tíð til arbeiði og ov lítla tíð
saman við familjuni, og tað
havi eg sett mær fyri at
broyta. Í eina tíð í hvussu
er, segði Gunnar Thorvalds-
son.
Kortini ávaraði hann
nevndina um, at eingin
skuldi vera bilsin um, hann
seinni vildi sleppa upp í part
aftur.
– Tað er ikki óhugsandi,
at eg, um nøkur ár, komi
grulvandi á knøunum, og
biði um at sleppa aftur í
nevndina, segði Gunnar
Thorvaldsson, samstundis,
sum hann takkaði fyri sam-
starvi.
Málning frá felagnum
Tá Gunnar hevði takka fyri
seg, tók stjórin í felagnum,
Magni Arge orðið.
Hann takkaði íslending-
inum fyri arbeiði hann hev-
ur gjørt í nevndini og hand-
aði honum ein málning,
sum Olivur við Neyst hevur
málað.
– Hetta er fyri at tú ikki
skalt gloyma okkum, segði
Magni, samstundis sum
hann legði afturat, at sum
hann hevði skilt, so passaði
liturin á málninginum væl
til litirnar í stovuni hjá
Gunnari.
Hinir nevndarlimirnir í
Atlantsflog vóru allir aftur-
valdir og tað merkir, at
nevndin í felagnum nú sær
soleiðis út: Eyðfinnur Jac-
obsen, formaður, Erling í
Liða, næstgormaður, Petur
Eiriksson, Annfinnur Fred-
eriksen og Remi Hansen.
Annars vísti roknskapur
felagsins eitt yvirskot upp á
góðar 8 milliónir, men hetta
verður meira at lesa um í
týsdagsblaðnum.
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 75 - 15. apríl 2000
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 75 - 15. apríl 2000
T R Y G D A R S K E I Ð
Trygd í einum
heimi við gassi
T R Y G D A R S K E I Ð
-ið snýr seg um tína trygd á arbeiðsplássinum
• Hvørjir vandar eru við nýtslu av gassum?
• Hvørji trygdar- og arbeiðsumhvørvistiltøk eiga at verða framd?
Føroya Gassøla heldur í viku 19 eina røð av trygdarskeiðum í
sambandi við nýtslu av gassi. Hesi skeið verða skipaði av trygdar-
ábyrgdarum frá AGA, ið hava nógvar royndir innan hald av
trygdarskeiðum í Danmark, t.d. fyri sløkkilið og Falck, tekniskar
skúlar og ídnaðin á øllum stigum. Skeiðini venda sær til øll, ið
hava áhuga fyri trygdini hjá virkinum og sær sjálvum. Umframt
hetta snýr skeiðið seg eisini um eginleikarnar við gassi og hevur
í sær nógvar praktiskar royndir. Tú hevur møguleika at verða við
í fylgjandi skeiðum, sum hvør sær varar 3-4 tímar:
Sosialurin - 311820
Mánadagin 8. mai
Sørvágur
Týsdagin
9. mai
Klaksvík
Mikudagin 10. mai
Tórshavn
Hósdagin 11. mai
Øravík
Ynskjast fleiri
upplýsingar set
teg í sambandi
við:
Føroya Gassøla
Akranesgøta 2
FO-100 Tórshavn
Tel. 31 55 44
Fax 31 17 06
"Ein sera stuttligur
háttur at gerast
gløggari"
Ring og tekna teg ella starvsfólk tíni á tel. 31 55 44 ella 21 25 44.
Kostnaðurin er kr. 195,- fyri fólkið íroknað breyð og kaffi.
A G A S E T U R T R Y G D I N A Í H Á S Æ T I