leygardagur 15. apríl 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Talv:
Sera spennandi
ver›ur at fylgja
vi› landsli›sbólki-
num í ár. Hetta er
tann næststerkasti
bólkur í søgu
Talvsambandsins
til eitt FM. Lands-
li›sbólkurin í fjør
var eitt vet
sterkari.
Carl Eli Nolsøe
Samuelsen
Fimmfalda›i - og verandi -
føroyameistarin Heini Ols-
en úr Klaksvík ver›ur mill-
um telvarnar í landsli›s-
bólkinum í ár. Heini er
sjálvsagt millum favorittar-
nar til at endurvinna heiti›,
a›rir sjálvskriva›ir favoritt-
ar eru John Rødgaard og
Flóvin Tór Næs.
Heini Olsen hevur ta
sí›stu tí›ina havt gó› úrslit í
Danmark, og nærum aldrin
hevur hann sviki› her heima
á klettunum. Hann vann sítt
fyrsta FM í 1989, sí›ani
komu tr‡ FM heiti› á ra› í
1991, 1992 og 1993. Fyrra
ári› tapti hann umdystin
móti John Rødgaard, men í
fjør eydna›ist ta› aftur hon-
um at vinna føroyameistara-
heiti› í heimsta›i› hansara
Klaksvík.
Oftani
hevur
Heini umbo›a› Føroyar á
fremstu bor›unum í ymsum
Talvolympiadum vi› sera
gó›um
úrslitum.
Heini
ver›ur uttan iva millum
tríggjar teir fremstu tá
avtornar.
John Rødgaard er einasti
altjó›a meistarin vit hava,
og er tí sjálvskriva›ur sum
favorittur at endurvinna før-
oyameistaraheiti› hansara
frá 1998. Í fjør enda›i hann
næstir í rø›ini. John, sum av
uppruna er dani, hevur um-
bo›a› Føroyar í altjó›a høpi
sí›ani 1984. Hann hevur
havt
ómetaligan
stóran
t‡dning fyri Føroyar altjó›a,
eitt nú í Olympiadum har
hann altí› á fyrsta bor›i
hevur ogna› føroyingum
nógv stig. John er vi› sínum
45 árum elsti telvarin í
landsli›sbólkinum og sam-
stundis mest royndi telvarin.
Tri›i favoritturin er Flóvin
Tór Næs úr Havn. Flóvin
hevur stø›ugt ment seg sum
telvara, og gjøgnumbroti›
kom í Copenhagen Open
1998. Tá ogna›i hann sær
sum einasti føroyingur ein
IM deilnorm, umframt eitt
stórt ratinglop. Flóvin hevur
sí›ani
oktober
mána›a
telva› burturav. Hann hevur
telva› kring Evropa og nú
seinast í Íslandi. Hann hevur
tí bestu dystarvenjing undan
FM og ta› kann koma at
ver›a avgerandi.
Tíggju telvarar luttaka í
hesum bólki, og eru tí so-
statt a›rir telvarar sum ætla
at gera ein vørr í ár. Nevnast
kunnu Rani Nolsøe, Ey›un
Nolsøe, Ólavur Simonsen,
allir úr Klaksvík, og Tor-
bjørn Thomsen. Hesir liggja
sera tætt tá rating vi›víkir,
og kunnu allir yvirraska í ár.
Sí›ani er eitt lop ni›ur til
hvalvíkingin
Martin
Brekká.
Undirrita›i
er
styrkismettur sum nummar
níggju, me›an Herluf Han-
sen slapp akkurát ígjøgnum
nálareyga› sum tann tíggju-
ndi.
Hesir møtast í 1. umfari:
Carl Eli - IM John
Flóvin - Rani
Herluf - Martin
Ey›un - Torbjørn
Ólavur - Heini
Almenni bólkurin
Tvey og tjúgu luttakarar eru
í tí almenna bólkinum. Ta ›
ver›ur helst ein hør› kapp-
ing í ár um fyrsta pláss og
harvi› atgongd til landsli›s-
bólkin komandi ár. Teir
ungu, Martin Poulsen, Hans
K. Simonsen og Olaf Berg
fara ivaleyst at mynda topp-
in í ár.
Tann meira royndi Sigur›
Justinussen úr Havn plagar
altí› at blanda seg í toppin,
og spennandi ver›ur at
síggja um tann garva›i telv-
arin av Toftum, Helgi Joen-
sen kann gera naka› vi› teir
ungu í ár.
Veteranbólkur og
Unglingabólkur
Fyri fyrstu fer› nakrantí›
ver›ur skipa› fyri FM fyri
veteranar. Tíggju veteranar
fara um Páskir at strí›ast
sum í gomlum døgum. Eitt
nú hava føroyameistarin frá
1972 Hans Petersen og
Niels Durhuus úr Vestmann
bo›a frá luttøku. Av Toftum
kemur Jústines Hansen at
telva vi›, úr Havn ver›a
Jákup Thomsen og Jeffri
Justinussen at síggja á Oyra-
bakka, úr Kollafir›i Niklas
M. Joensen og Hans J.
Johannesen og úr Sandavági
ver›a Gutti Petersen og
Magni Thomasen millum
veteranarnar á Oyrabakka.
Tiltaki› hevur fingi› gó›
vi›mælir frá telvarum kring
Føroyar og vónandi ver›ur
veteranbólkurin eitt aftur-
vendandi tiltak.
Unglingabólkurin er ikki
serliga mannsterkur í ár.
Rúni Dragaberg úr Klaksvík
og Jákup D. Joensen úr
Havn ver›a helst teir sum
fara at strí›ast um FM heiti›
í ár.
Telva› ver›ur í døgunum
15. apríl — 22. apríl í Eydn-
uni. Byrja› ver›ur í dag kl.
14.00.
Fylgjast kann vi› kapp-
ingini dagliga á:
www.sam-teld.fo/talv
FM á Oyrabakka byrjar í dag
Reykjavik Open enda›i hósdagin, og
óvænta› vann íslendski stórmeistarin
Hannes H. Stefanson kappingina vi›
heili 7,5 stigum av tíggju møguligum.
Næstir í rø›ini vór›u millum anna›
Nigel Short, Viktor Korchnoi og trettan
ára gamli stórmeistarin Bu úr Kina.
Flóvin Tór Næs luttók somulei›is í
hesari kapping og enda›i hann sum
nummar
55-61
av
teimum
76
luttakaranum, vi› 3,5 stigum.
Talvstubbi
Sosialurin
HAR TA‹ HENDIR
Eins og í fjør
hevur Sosialurin
gjørt serbla›, sum
kemur út, nú ta›
fótbóltslanskappin
gin aftur stendur
fyri framman
Jákup Mørk
Tá Sosialurin fyri einum ári
sí›ani gav út serbla›i›, Fót-
bóltur ’99, var hetta fyrstu
fer›, at slíkt bla› var› givi›
út her á landi.
Væleydna› roynd
Royndin eydna›ist tó væl,
og lesararnir tóku sera væl
ímóti teimum 48 sí›unum,
sum talan var um.
Somiki› gó› var undir-
tøkan, at fleiri lesarar sí›ani
hava spurt seg fyri, um æt-
lanin var at geva eitt n‡tt
bla› út, nú fótbóltslands-
kappingin 2000 er um at
byrja.
Afturvendandi
Sosialurin hevur tí gjørt av,
at geva út serbla›i›, Fót-
bóltur 2000. Í mun til und-
anfarna ár, er bla›i› vaksi›
úr 48 upp í 56 litsí›ur, har
hvørt av teimum tíggju
fyrstudeildarli›unum
fær
sín fitta part av umrø›u, eins
og ta› eisini ver›ur norti›
vi› A-landsli›i›, fótbólts-
útisetarnir og anna›.
Bla›i› ver›ur prenta› í
5.000 eintøkum, og ver›ur
hetta arbei›i gjørt hjá Dansk
Avistryk, sum heldur til í
Glostrup.
Prenta› var› mikumorgu-
nin, og Sosialurin var eisini
til sta›ar, tá hetta var› gjørt.
Ikki tí, talan var ikki um
nakra serliga langa løu, tí
prentimaskinan megna›i at
prenta 40.000 eintøk um
tíman, so fótbóltsbla› okk-
ara var skjótt li›ugt prenta›.
Eftir
at
bla›i›
var›
prenta›, var› ta› sent beina
lei› til hefting, og sí›ani
ver›ur ta› sent til Føroya,
har Sosialurin sí›ani sendir
ta› ví›ari til allar bla›sølur í
landinum.
Fótbóltur 2000 er at fáa
kring landi› mikudagin 19.
apríl, og kostar bla›i› 40 kr.
Verjuáliti› á
føroyska A-lands-
li›num, Óli
Johannesen,
fekk ska›a undir
venjing mikudagin
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen úr Århus
Tá Allan Simonsen og han-
sara menn um knappar 14
dagar enn einafer› skulu
royna seg í landsdysti, ver›a
teir møguliga noyddir at
fara í holt vi› uppgávuna
uttan hjálp frá Óla Johanne-
sen.
Verjuleikarin, sum hevur
sína dagligu gongd í AGF,
hevur ikki fingi› ta› stóru
spælití›ina sí›ani ársskifti›,
men kortini man hann av
mongum ver›a mettur sum
eitt ta› tryggasta korti› hjá
landsli›svenjaranum.
Ivasamur
Nú tykist tó ivasamt, um Óli
ver›ur tøkur til komandi
landsli›suppgávuna,
tí
mikukvøldi›
var
hann
óheppin, og meiddi seg und-
ir venjing.
Óli grei›ur frá, at hann
kom skeivt fyri í eini tak-
ling, undir venjing miku-
kvøldi›, og at hann tískil
mátti gevast vi› venjingini.
Hósdagin var hann so á
sjúkrahúsinum, har knæi›
var› scanna›, men enn er
ikki endaliga greitt, nær
sterki verjuleikarin aftur fær
leikt.
- Læknin seg›i mær, at
talan var um eitt forstrekt
li›band í knænum, umframt
at nakrar blø›ingar eisini
vóru. Hvussu leingi ta›
ver›ur, á›renn eg fái leikt
aftur, kundi hann ikki siga
vi› vissu, men møguliga
ver›ur ta› longu innan eina
ella tvær vikur. Er framhald-
andi eingin framgongd at
hóma tá, ver›ur hann helst
noyddur at hyggja eftir knæ-
num enn einafer›, grei›ur
Óli Johannesen frá.
Møguligt avbo›
26. apríl skal landsli›i›
leika á útivølli móti Liktin-
stein, og sjálvur vóna›i Óli,
at hann tá aftur var klárur at
spæla. Í øllum førum hevur
hann enn ikki tiki› stø›u til,
hvørt hann skal geva avbo›
til landsdystin, men hetta
fara komandi dagarnir so at
vísa.
Fótbóltur 2000
Óli skaddur
Óli Johannesen má nú møguliga sita heima í stovuni, me›an
landsli›sfelagarnir royna seg móti Liktinstein
Fyrstu eintøkini av »Fótbóltur 2000« koma rullandi út ni›ri hjá Dansk Avistryk
Lesi› ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 75 - 15. apríl 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 75 - 15. apríl 2000
Sosialurin - 311820
Páskaklæðir
Verið ílatin
til páskar
Nógv nýtt
heimkomið frá
Vælkomin inn
á gólvið
Tel. 317500
Hotellið við útsýninum
❉ FORRÆTTIR ❉
Rækjubland v/ salati, dippi og breyði
Royktur laksur v/ asparges, salati og dippi
Aspargessúpan v/ breyði
❉ HØVUÐSRÆTTIR ❉
Heilstokt lambstjógv v/ grønmeti, eplum og sós av soðnum
Oksasteik v/ smørdampaðum grønmeti, bordlaisesós og eplum
Búffur av neytasneið v/ salati, cognac-rómasós og bakaðum epli
❉ OMANÁ ❉
Dessertborð v/ fruktum, køkum og dessertum
Børn undir 12 ár saman við vaksnum eta ókeypis.
Borðlegging á tel. 31 75 00.
Køkurin er opin heilidagar kl. 12.00-21.30.
Altíð
vælkomin á
Tel. 317500
3 rættir kr. 145,- • Bert dessertborð v/kaffi ella te kr. 45,-