leygardagur 15. apríl 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 75 - 15. apríl 2000
Pornoforbo›i›
70 ár á baki
PORNOGRAFILÓGIN.
Porno er svínarí, siga tey
afturhaldssinna›u. Forbo›i›
elvir til lógarbrot, halda tey
frílyntu. Ósemjan er
framvegis stór um porno-
grafiina, sum hevur veri ›
banna› vi› lóg í 70 ár
Høgni Mohr
Dánjal Højgaard
Føroyar hava eina ta strangastu lógina móti
pornografi í okkara parti av heiminum. Tá i›
porno gjørdist frítt í Danmark seinast í 60-
unum stó›u Føroyar eftir vi› eini strangari
forbo›sparagraff, sum stavar frá 1930. Talan er
um grein 234 í borgarligu revsilógini, sum setir
forbo› fyri at almannakunnger›a og sprei›a út
pornografiskt tilfar.
Ta› er ein sannroynd, at hugbur›urin til
kynslívi› er nógv broyttur seinastu 70 árini.
Samstundis er ta› ein royndur lutur, at fólk
hava fingi› óavmarka›a› atgongd til alskyns
pornografiskt tilfar - í sjónvarpi og á alneti.
Spurningurin er tí, um tí›in er farin frá gamla
forbo›num.
Rullandi redaktiónin hjá Sosialinum hevur
veri› í Eysturoynni og Streymoynni og spurt
kiosk- og handilsfólk, hvat tey halda um ta› 70
ára gamla forbo›i› móti pornografi.
Lesi› mi›sí›urnar
Pornografilógin
Sambært grein 234 í borgarligu revsilógini er
pornografi banna› í Føroyum. Greinin, sum er
frá 1930, er soljó›andi:
Med Bøde, Hæfte eller under skærpende Om-
stændigheder med Fængsel indtil 6 Maaneder
straffes den, som
1) tilbyder eller overlader en Person undir 18
Aar
utugtige
Skrifter,
Billeder
eller
Genstande,
2) offentliggør eller udbreder eller i saadan
Hensigt forfærdiger eller indfører utugtige
Skrifter, Billeder eller Genstande,
3) foranstalter offentlige Foredrag, Fore-
stilling eller Udstilling af utugtigt Indhold.
Hvørji blø› koma undir
hugtaki› »utugt« (si›loysi),
sum pornografilógin setur
forbo› fyri?
Fútin sti›jar seg til eina
danska lei›beining, tá i›
hann í hvørjum einstøkum
føri tekur dagar ímillum
hvørji blø›, i› tola, at
standa á føroysku bla›hyll-
unum – og hvørji i› eru ov
ósømilig.
Danska
lei›-
beiningin ljó›ar solei›is:
“Under det strafbare om-
råde falder herefter bille-
der af samleje eller sam-
lejelignende forhold samt
af andre klart erotiske
situationer, f.eks. hvor der
er tale om gensidige be-
følinger. Også billeder af
enkelte personer er henført
under det strafbare område
i tilfælde, hvor modellens
kønsdele er fremhævet på
en særlig grov og anstøde-
lig måde”.
MARKI‹ FYRI
SI‹LOYSI
Leygardagur 15. apríl 2000
Jørn Astrup Hansen ger í grein
13. apríl allýsing av hugtaki-
num sentralbanki, sum stovn-
ur, ið gevur út mynt- og seðil-
pening. Av tí at landsbankin
ikki hevur mynt- og seðla-
pressu kann hann ikki virka
sum myndugleiki í pengapol-
itiskum viðurskiftum. Tí eigur
stovnurin at vera niðurlagdur
og uppgávurnar hjá honum at
verða fluttar til privatu pening-
astovnarnar at røkja. Hetta er
høvuðsboðskapin hjá Astrup
Hansen.
Niðurstøðurnar
byggja á grundgevingar, sum
vendar eru á høvdi og á mangl-
andi skil fyri, hvat hugtakið
sentralbanki fevnir um.
Hvat er ein sentralbanki?
Í søguligum høpi hevur eina-
rættur til mynt- og seðlaútgávu
verið ein týðandi pengapolitisk
og symbolsk uppgáva, sum
sentralbankar hava staðið fyri.
Men her er talan um eina út av
nógvum uppgávum, og sum
seinnu árini hevur fingið minni
og minni týdning, samanborið
við aðrar uppgávur. Hendan
gongdin er m.a. týðilig í EU-
londum. Gangi út frá, at Astrup
Hansen, um so er, at Danmark
fer við í EURO-samgonguna,
framvegis roknar Danmarks
Nationalbank sum sentral-
banka.
Undir seinna heimsbardaga
gav ein stovnur, mannaður av
amtmanninum og limum úr
løgtingum, út pengaseðlar í
Føroyum.
Seðlarnir
blivu
prentaðir í Gamla Bókhandli.
Sambært allýsingini hjá Astrup
Hansen av, hvat ein sentral-
banki er fyri ein stødd, so hava
føroyingar tískil havt Gamla
Bókhandil sum egnan sentral-
banka í nøkur ár.
Eyðkenni við sentralbanka-
num er, at talan er um stovn,
ið er óheftur av politiskum og
vinnuligum seráhugamálum,
og sum hevur serligar heimildir
til at nýta amboð, ið kunnu
ávirka fíggjarkervið.
Høvuðsmál sentralbankans
er ikki, eins og tað er fyri vinn-
uligar peningastovnar, at skapa
so stóran profit sum møguligt,
men at røkja samfelagsbúskap-
arlig áhugamál.
Í summum londum hevur
sentralbankin fingið sterkar
formligar heimildir til at gera
seg galdandi, í øðrum londum
veikari. Tað, sum tó gongur
aftur og aftur í sentralbanka-
lóggávum, er, at amboðini, ið
eru til taks, skulu nýtast fyri at
røkka málum um javna bú-
skapargongd og tryggum og
smidligum fíggjarkervi.
Vanligt hevur verið, at stovn-
urin hevur verið tryggjaður
mótstøðuføri til at standa í móti
hørðum trýsti frá fíggjarstovn-
unum á marknaðinum. Eisini
hevur verið vanligt, at sentral-
bankin hevur verið tryggjaður
amboð at nýta ímóti ábyrgdar-
leysum stjørnum, tá ið hesar -
sum dømini eru nógv um -
royna at vinna eitt komandi val,
við at seta meiri ferð á búskap-
in enn gott er við ekspansivum
fíggjarpolitikki. Sentralbankin
hevur vent sær móti hesum við
kontraktivum pengapolitikki,
herundir við ikki at geva stjørn-
unum møguleika til at fíggja
undirskot við lagaligari fígging
úr sentralbankanum.
Sentralbankar hava við hes-
um virkað sum eitt slag av and-
vekt móti stutttíðaráhugamál-
um hjá ábyrgdarleysum fíggj-
arpolitiskum myndugleikum -
tvs. stjørn og meiriluta á lóg-
gávutingi. Her í liggur týðandi
munur millum tørvin hjá Før-
oyum og eitt nú Bornholm á
einum sentralbankastovni. Tí
mær vitandi finnst ikki lóggáv-
umyndugleiki á Bornholm,
sum eins og Føroya Løgting,
hevur vald til við lóg at sam-
tykkja vavi á útreiðslum og
inntøkum á lokalari fíggjarlóg.
Amboðini
Sentralbankar hava roynt at
rættvísgjørt tilveru sína við til-
tøkum, sum grundað hava ver-
ið á fakligan førleika. Týdn-
ingarmikið hevur verið at
byggja upp hagtalsskipanir og
greiningarførleika.
Alment
kent er hertil, at stórar búskap-
arkreppur hava styrkt um støð-
una hjá sentralbankunum -
bæði mótvegis útinnandi pol-
itiska valdinum og vinnuligu
fíggjarstovnunum. Hyperinfla-
tiónin í Týsklandi í 30-unum
man vera kendasta dømið um
hetta.
Ítøkiligar uppgávur, sum
sentralbankarnir í søguligum
høpi hava loyst, umframt seðl-
aútgávu, hava verið:
• at virka sum banki hjá tí al-
menna, herundir at staðið fyri
almennari lántøku og gjaldfør-
isstýring
• at ansa eftir útlánsvirksemi
(kredittmidling) hjá fíggjar-
stovnunum, og eftir førimuni
at ávirka hetta, soleiðis at tað
ikki hevði skaðiligar avleiðing-
ar fyri búskapargongdina
• at virka sum clearingsstovn-
ur fyri vinnuligu fíggjarstovn-
arnar og annars at menna
gjaldsskipanir millum innlend-
is og útlendis fíggjarstovnar
• at veita ráðgeving, hagtøl og
búskapargreiningar fyri polit-
isku myndugleikarnar
• at menna fíggjarkervið við
nýggjum marknaðum, eitt nú
við at byggja upp marknaðir
fyri stutt og long lánsbrøv og
partabrøv
• at virka sum „lender of last
resort“, tá ið fíggjarstovnar
høvdu bundið pening í útlán
yvir evni.
Hesar uppgávurnar, sum sen-
tralbankar hava staðið fyri,
hava samstundis verið karmur
um týdningarmiklastu amboð-
ini hjá teimum.
Ymist hevur tó verið, hvussu
sentralbankar í ymsum londum
hava raðfest málsetningar sín-
ar. Danmarks Nationalbank
hevur t.d ikki lagt so stóra orku
í at byggja upp láns- og parta-
brævamarknaðir - og als ikki í
Føroyum, sum í mun til Dan-
mark hevur havt ein ógvuliga
undirmentan infrastruktur á
hesum øki. Nationalbankin
hevur ikki mett hetta vera
neyðugt í Danmark, tí hesin
infrastrukturur hevur verið
hampuliga væl mentur. Støðan
hevur verið ein onnur í øðrum
minni londum; eitt nú í oyggj-
alondum sum Malta og Íslandi,
har sentralbankarnir í 80-unum
nýttu nógva orku upp á at
byggja upp ymiskar tættir av
lánsbræva- og partabræva-
marknaðunum.
Uppgávurnar, sum sentral-
bankarnir leggja seg eftir at
loysa, hava av náttúrligum áv-
um samband við tað menning-
arstøði, sum galdandi er í ein-
støku londunum. Sjálvandi! Og
sjálvandi gera slík viðurskifti
seg eisini galdandi fyri tær
uppgávur, sum leiðsla lands-
bankans setir sær fyri at loysa
í hesum tíðum viðvíkjandi før-
oyska fíggjarkervinum.
Er landsbankin
sentralbanki?
Ja! Í mínari verð, eingin ivi um
tað. Tað hevur í longu politisku
viðgerðini síðan 1940 av lands-
bankamálinum alla tíðina verið
ætlanin, at landsbankin skuldi
virka sum sentralbankastovnur.
Og hyggja vit eftir teimum
uppgávum, sum vanliga eyð-
kenna sentralbankavirksemi,
so er landsbankin longu virkin
á fleiri týðandi og viðkomandi
økjum.
Nakað annað er so tað, at
støðan í Føroyum er heldur
fløkt í mun til onnur lond, tí
nakrar av uppgávunum, sum
eyðkenna sentralbankavirk-
semi ikki liggja hjá landsbank-
anum, men hjá øðrum aktør-
um. Aðrir stovnar sum gera seg
galdandi eru t.d.:
• Elektron, sum røkir clear-
ingsuppgávur fyri peninga-
stovnarnar,
• Ríkisumboðið, hvørs banka-
deild stendur fyri praktiskari
umsiting av seðlaumfarinum
og
• Danmarks Nationalbank,
sum á ávísum økjum røkir yv-
irskipaðar uppgávur fyri alt
Danmarkar ríki.
Hertil hevur lóggávuvald okk-
ara aftrað seg við at geva lands-
bankanum amboð, sum hava
verið vanlig í øðrum londum;
partvíst tí at lobbyvirksemið
hjá peningstovnunum var stórt
móti at geva landsbankanum
myndugleikaførleika í tíðar-
skeiðnum 1977-92, tá ið lands-
bankalógin stóð á politisku
dagsskránni og partvíst tí, at
lóggávuvald okkara ikki vildi
koma sær í óføri við at lóggeva
á økjum, har ivi var um lóg-
gávukompetensuna, sæð í mun
til ríkisrættarligu støðu Føroya.
Hyggja vit eftir nøkrum av
teimum amboðum, sum sen-
tralbankar í øðrum londum
hava havt møguleika at nýta
fyri at ávirka atferðina hjá
bankunum, so fevna hesi t.d.
um rætt hjá sentralbankanum
til
• at seta hámark fyri útláns-
vøkstri hjá bankunum
• at áleggja bankunum at seta
pening (við hvørt rentufrítt) í
sentralbankan - hetta fyri at
minka um útlánsorku teirra
• at krevja hægri ella lægri
mark fyri, hvussu stóran part
av aktiv-massuni hjá banku-
num, ið skuldi vera likvid (tvs.
ikki bundin í útlán)
• at áleggja bankunum ikki at
fremja ágangandi marknaðar-
føring av lántøkumøguleikum
yvirfyri borgarum við ætlanum
um húsabygging, bilkeypi v.m.
• at áleggja fíggjarstovnunum
upplýsingarskyldu - tó uttan at
bróta bankaloynidómar - sum
gera sentralbankan føran fyri
at gera hagtalsgrundaðar met-
ingar av búskaparligu gongdini
Øll hesi amboð ávirka vinnu-
ligu fíggjarstovnarnar og kapp-
ingarstøðu teirra mótvegis sen-
tralbankanum. Men endamálið
hevur sjálvandi ikki verið, at
tey skuldu nýtast fyri at geva
sentralbankunum kappingar-
fyrimunir mótvegis vinnuligu
fíggjarstovnunum. Endamálið
hevur verið - og er - at halda
saman upp á eina búskaparliga
heild.
Viðmerkingar Astrup Han-
sen‘s um, at landsbankin skal
kunna krevja inn hagtalsupp-
lýsingar - sum annars bert eru
partar av teimum upplýsingum,
peningastovnar okkara í dag
senda danska fíggjareftirliti-
num, og sum í aggregeraðum
skapi verða sendir víðari til
Danmarks Nationalbank, men
ikki til landsbankan - eru løgn-
ar.
Hann førir fram, at lands-
bankin ætlar „at påtage sig en
tilsynslignende opgave“. Hetta
sjónarmiðið
er
burturvið.
Landsbankin ynskir, alt tað eg
veit um, ikki detail-upplýsingar
um atferð peningastovnana,
men hagtalsupplýsingar á
aggregeraðum støði, sum ger
tað møguligt at fylgja við í bú-
skapargongdini.
Er neyðugt við einum part-
leysum myndugleika, sum
kann gera seg galdandi innan
fíggjarkervi okkara?
Tann ráði marknaðarbúskapur-
in, eyðkendur við, at myndug-
leikar lata standa til, hvat so
enn hendir í ymsu greinunum
av búskapinum - sokallaði
laissez-faire-politikkurin - hev-
ur síðan dagar Adam Smith´s -
og eisini av hesum sama faðiri
at búskaparfrøðini - verið hart-
aður fyri ikki at vera samfel-
agnum at gagni. Hann skapar
grundarlag fyri afturvendandi
kreppum. Nútímans hugsan
millum búskaparfrøðingar fyri
at bróta óndu ringrásina er, at
marknaðarkreftirnar
skulu
sleppa at virka, men innanfyri
ávísar karmar, myndugleikar-
nir seta og halda eyga við.
Í hesum sambandi tykir
mær, at argumentatiónin hjá
Astrup Hansen er vend á høvd-
ið. Samstundis sum hann gevur
mær rætt í sjónarmiðinum um,
„at de private pengeinstitutter
ikke kan have et overordnet
ansvar for økonomien“, so
meinar
hann
ikki,
at
landsbankin skal virka sum
myndugleiki á økinum, tí
landsbankin „ganske mangler
de virkemidler, der kræves for
at kunne føre økonomisk poli-
tik“. Tí skulu uppgávurnar
landsbankin røkir - serliga
gjaldførisrøkt og umsiting av
lántøku fyri almenna sektorin
- liggja hjá privatu peninga-
stovnunum.
Logikkurin hjá Astrup Han-
sen er: Av tí at landsbankin er
veikur - ov veikur, eitt nú mót-
vegis peningastovnunum - so
tak lívið av honum.
Fyri at vísa konsistentan lo-
gikk í tankagongd síni átti As-
trup Hansen heldur at mælt til,
at amboðini, landsbankin hev-
ur, blivu styrkt.
Landsbanki ella ikki
Í mínari verð er fyri so vítt líka
mikið, um uppgávur lands-
bankans liggja hjá einum
stovni, sum eitur landsbankin
ella ikki. Havi út frá fakligum
sjónarmiðum einki í móti, at
landsbankin verður niðurlagd-
ur ... bara uppgávurnar hann
røkir verða røktar til fullnar.
Hetta gerst ikki við at leggja
uppgávurnar yvir til peninga-
stovnarnar, tí hetta viðførir ov
stóra konflikt millum vinnuligu
áhugmál teirra og samfelags-
ligu áhugamálini. Hetta eiga
føroysku bankakreppurnar í
50-unum og 90-unum - eins og
líknandi kreppur í øðrum lond-
um - at hava lært okkum.
Skal landsbankin niðurleggj-
Er Landsbankin sentralbanki?
Viðmerking:
ast, so er antin neyðugt at
stovna annan tilsvarandi stovn
- og við hesum er helst onki
vunnið - ella at leggja virksem-
ið landsbankans beinleiðis
undir fíggjarmálaráðharran.
Landsbankin - ein
demokratiskur stovnur
Landsbankin hoyrir sum lóg-
arumsitingarfyribrigdi undir
fíggjarmálastýrið. Landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum hevur
rætt til at møta á nevndarfund-
um landsbankans, men hevur -
eins og galdandi er í øðrum
londum - ikki atkvøðurætt.
Nevnd landsbankans verður
samansett av limum úr umsjón-
arráði landsbankans. Limirnir
í umsjónarráðnum verða valdir
av pørtunum á arbeiðsmarkn-
aðinum, herundir eisini privatu
fíggjarstovnunum, av lands-
stýrinum. Demokratiski bygn-
ðurin við umsjónarráði, nevnd
og stjórn er við hesum
meinlíkur
teimum,
sum
galdandi er fyri sentralbankar
í øðrum londum.
Skal landsbankin beinleiðis
gerast partur av fíggjarmála-
stýrinum, er neyðugt at niður-
leggja nevnd og umsjónarráð
landsbankans. Við
hesum
renna vit okkum í trupuleikar
á ymsum økjum.
Fyri tað fyrsta er vandi fyri,
at fakligu politiskt óheftu at-
gerðir og tilráðingar lands-
bankans verða undirlagdar
teimum áhugamálum, sum til
eina og hvørja tíð eru áhugamál
hjá sitandi samgongu.
Í øðrum lagi er vandi fyri, at
brot verður framt á tær reglur,
sum í EU-høpi ganga undir
heitunum „forboð móti mone-
terari fígging“ og „forboð móti
atgongd hjá politiskum mynd-
ugleikum til priviligeraða fígg-
ing“. Í hesum høpi er lógar-
kravið um, at landskassin ikki
hevur nettoskuld mótvegis
landsbankanum ógvuliga stór-
an týdning.
Her er talan um lóggávu,
sum Danmark og EU-lond
annars hava bundið seg til, og
sum eisini er galdandi í sam-
band við innlán og dráttarrætt
landskassans í landsbankanum.
Eitt týdningarmikið endamál
við hesum er at tryggja, at tá -
og um - kreppa tekur seg upp,
so skulu stundir vera til at rætta
upp á búskaparpolitikkin, uttan
at landskassin skal út á lán-
marknaðin í skundi - við fylgj-
andi hørðum kreditortreytum.
Her er lógargrundarlagið undir
landsbankanum nútímans. Aft-
urat hesum virkar hendan lóg-
gáva sum ein „buffari“, sum
gevur føroyska samfelagnum
trygd fyri, at stundir verða til
hjá politikarum okkara at
fremja neyðugar tilllagingar
undir konjunkturniðurgongd,
uttan at hesar nýtast at raka so
meint, sum vit sóu tað undir
seinastu kreppuni.
Jonhard Eliasen