leygardagur 15. apríl 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 – 15. apríl 2000
17
Vónir um gull í altjóða
hornblásturskapping
HORN. Treytað av,
at nóg mikið av
peningi fæst til vega
til ferðina, ætlar
Faroe Brass at luttaka
í europeiska
meistaraskapinum
fyri hornblástur í
Birmingham
Steven R. Foggin er hugtikin
av Føroyum og føroyingum, og
tók av, tá honum stóð í boði
at virka sum tónleikalærari á
Tvøroyri. Mynd: D. Olsen
Dagfinn Olsen
Steven R. Foggin er ikki í iva
um, at sleppur Faroe Brass til
Birmingham at luttaka í Europa
meistaraskapinum fyri horn-
blástur, so eru góðir møguleikar
at koma heim við góðum úrsliti.
Kanska enntá gullinum, tí tveir
av dyggast kappingarneytunum
hjá føroyingum eru ikki við í ár.
Men skoðbráið er stutt og enn
fløðir ikki í kassanum hjá Faroe
Brass, hóast nógv brøv eru farin
út, har søkt verður um stuðul til
ferðina. Longu 26. apríl skal
ferðalagið ‚úr Vágum, um tað
eydnast at skava pening saman
til ferðina.
Tónleik alt lívið
Steven R. Foggin er tónleikalær-
ari á Tvøroyri. Hann er føddur í
Bristol í Onglandi, men hevur
livað meginpartin av lívinum í
London. Alt lív sítt hevur hann
fingist við tónleik. Hann vaks
upp í Frelsunarherinum og
seinni gjørdist hann soldátur,
guard. Tað eru teir við stóru
svørtu húgvunum.
Seinni hevur hann stjórnað og
undirvíst í tónleiki.
Steven var fyrstuferð í Føroy-
um longu í 1987. Tá luttók hann
á Jazzfestivalinum. Honum
dámdi væl land og fólk, ið tókt-
ust blíð og fyrikomandi.
Tá hann fyri góðum ári síðani
fekk boðið starv sum tónleika-
lærari á Tvøroyri, tók hann av,
og hevur enn ikki angrað.
Hava spælt inn fløgu
Tá Steven fekk tilboð um at taka
sær av føroyska tjóðhorn-
orkestrinum, Faroe Brass, tók
hann av.
Tað er hetta orkestur, sum nú
hevur fingið tilboð um at luttaka
í European Championship í
hornblástri. Orkestrið er sett
saman av limum úr øllum 8
hornorkestrum í landinum.
Faroe Brass hevur fyri stuttum
spælt inn eina fløgu, ið ikki skal
gevast út, men sum hevur til
endamáls at lata áhugað sleppa
at hoyra orkestrið. Ein sonevnd
promotion fløga.
Eingin verður vístur burtur,
men endamálið við Faroe Brass
er at fáa bestu tónleikararnar við
og at geva føroyskum horn-
blásarum best møguligar um-
støður og møguleikar. Í orkestri-
num leika bæði yngri og eldri
leikarar og tónleikalærarar.
Faroe Brass hevur verið til í
huganum á fleiri í áravís, men
ikki fyrr enn til síðstu horn-
orkesturstevnu gjørdist orkestrið
veruleiki.
Venjingin
Steven Foggin sigur, at enn er
venjingin nakað spjødd. Leik-
ararnir hittast einaferð um mán-
aðin. Oftast í Havn, men eisini
aðrastaðni.
Grundleggjandi er, at horn-
orkesturlívið, sum vit kenna tað,
ikki skal órógvast av Faroe
Brass. Tí hevur orkestrið bert
hvussu trupult tað er at fáa stuð-
ul til slíka tónleikaferð.
Hann samanber við t.d. fótbólt
og leggur dent á, at sllík tón-
leikaumboðan er altjóða um-
boðan.
Hann er eisini ivaleysur í, at
møguleikarnir eru góðir at koma
heim við gullinum. Tveir av
dyggastu kappingarneytunum
hava boðað frá, at teir luttaka
ikki í ár.
Men hóast tað styttist, til
ferðalagið uppá 35 skal avstað
til Birmingham, so eru vónirnar
góðar.
Steven sigur, at hetta at finna
stuðul til ferðina er ein avbjóð-
ing og allar avbjóðingar hava
svar.
Higartil hevur Faroe Brass
fingið stuðul frá Norðurlanda-
húsinum, Musikkskúlanum og
frá hornorkestrunum. Tey eru
takksom fyri stuðulin, men á-
sanna, at neyðugt er við styrki
frá fyritøkum og vinnulívi.
Steven Foggin sigur, at leik-
ararnir longu hava goldið nógv
úr egnum lumma og hugsar
hann her m.a. um venjingarnar,
ið tey ferðast til úr øllum landi-
num.
Íblástur
Eisini leggur hann dent á dygd-
ina í Faroe Brass, har tveir av
ungu leikarunum hava fingið
innbjóðing at luttaka í European
Youth Band. Hetta er fyri ungar
leikarar undir 22 ár. Innbjóðing-
in er komin í samband við lut-
tøkuna í kappingini í Birming-
ham.
Um tað eydnast Faroe Brass at
koma til kappingina í Birming-
ham er enn ikki víst, men víst er
tað, at slík ferð hevði verið
mennandi og til íblásturs fyri
leikararnar.
einar 5 uppgávur árliga.
Øll arbeiðsmegin í bólkinum
verður gjørd ókeypis og av á-
huga.
Hvør fær stuðul?
European Brass Band Champ-
ionship í Birmingham er tann
týdningarmesta kappingin av
sínum slag í heiminum.
Steven er sostatt ivaleysur í, at
hetta er áhugaverd innbjóðing,
sum nú stendur Faroe Brass í
boði.
Steven Foggin sigur, at sum
ein, ið kemur inn í føroyska
samfelagið, er hann bilsin yvir,
16
Nr. 75 – 15. apríl 2000
Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720.
Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein.
Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin.
Eyðun Klakstein
Fyri átta árum síðani átti
hann ein avgerandi fót í
størsta sigrinum hjá danska
fótbóltslandsliðnum nakr-
antíð.
Mánadagin handtók løg-
reglan mannin, eftir at hann
hevði gjørt ónáðir og rópt
ókvæmisorð eftir fólki í
miðbýnum í Odense.
Maðurin er Lars Elstrup.
Fyrrverandi fótbóltsstjørna,
men nú mest kendur fyri
sín løgna atburð uttanfyri
fótbóltsvøllin.
Lars Elstrup skoraði av-
gerandi málið í dystinum
móti Fraklandi undir EM í
1992, sum Danmark heilt
óvænta vann.
Men seinni rýmdi hann
úr fótbóltsheiminum og bú-
setti seg í einum kollektivi
á Fjóni, har ein átrúnaðarlig
sekt, Wild Goose Comp-
any, heldur til.
Hetta var fyri næstan
seks árum síðani, men fyrr
í ár rýmdi hann frá sektini,
og í donsku fjølmiðlunum
greiddi hann frá síni avgerð
og segði annars frá, hví
hann hann hevði uppført
seg, sum hann hevði gjørt.
Hann vónaði tá, at hann
aftur kundi liva eitt vanligt
lív.
Stórur hávi
Gamla felagið hjá Elstrup,
OB, rætti honum eina
hjálpandi hond og bjóðaði
honum aftur í felagið.
Hesum tilboði tók El-
strup av, og hann fór at
venja saman við superliga-
hópinum hjá OB. Hesum
høvdu donsku fjølmiðlarnir
so stóran áhuga fyri, at El-
strup helt, at hann átti at
fáa pengar frá OB fyri at
gera so nógva reklamu fyri
felagnum.
Hetta var ein av orsøk-
unum til, at Elstrup varð
settur á dyr í OB. Hann var
ringur at hava við at gera,
og leiðsluni í OB dámdi
ikki atburðin hjá Elstrup.
Men tað, sum seinastu
seks árini hevur líkst eini
ferð
omanbrekku,
tók
meira skap sum ein sorgar-
leikur, tá Elstrup í vikuni
varð handtikin av løgregl-
uni.
Orsøkin til hetta var, at
Elstrup gjørdi ónáðir á
gongugøtuni í Odense. El-
strup gav fólki, sum kom
fram við, fingurin, og hann
rópti eftir og gjørdi seg inn
á fólk.
Orðini, sum Elstrup rópti
eftir fólki, vóru ikki av
teimum vakrastu, og hvørki
menn ella kvinnur sluppu
undan.
Í hondjørn
Hesin atburður stóð við í
tveir tímar, og tá kom harð-
skapur eisini uppí.
Elstrup gav einum ungum
manni eitt ordans slag, eftir
at maðurin og onkur vin-
maður hjá honum høvdu
kjakast ógvusliga við El-
strup.
- Um tit ikki sleppa tykk-
um avstað, drepi eg tykkum,
skal Elstrup hava rópt.
Hetta fekk fýra vaktar-
menn í einum handli at
leggja uppí, men tað gjørdi
bara ilt verri.
Stutt eftir kom løgreglan
á staðið, men tað endaði við,
at Elstrup gjørdist í øðini,
og hann fór at berjast við
tveir løgreglumenn, sum
fingu hann í hondjørn og
koyrdu hann á løgreglu-
støðina, haðani hann varð
leyslatin hálvantriðja tíma
seinni.
Eftir
tilburðin
fekk
danska avísin Ekstra-Blaðið
orðið á Elstrup, sum greiddi
frá, at hann varð ikki ørur í
høvdinum. Hann hevði bara
hug at liva lívið, og gera tað,
sum hann hevði hug til.
- Eg leggi einki í, at
summi fólk halda meg vera
sjúkan, og tey halda, eg
skuldi verið innlagdur.
Kanska skuldu tey hugsa
um sítt egna lív, tí onkur av
teimum hevur helst brúk
fyri at verða innlagdur,
segði Elstrup millum annað
við blaðið
Skal leggjast inn
Liðfelagar frá tí tiltikna
EM-liðnum
stúra
fyri
Elstrup. Ekstrablaðið hevur
tosað við fleiri av teimum,
og Ricard Møller Nielsen,
sum var venjari hjá danska
landsliðnum undir EM í
1992, fer so langt sum at
EM-hetja í hondjørn
OMANBREKKA. Fyrrverandi danski landsliðsspælarin í fótbólti, Lars El-
strup, var mánadagin handtikin av løgregluni, eftir at hann hevði gjørt um seg
í miðbýnum í Odense
siga, at Elstrup skuldi verið
tvingsilsinnlagdur.
- Eg vóni, at læknar og
sálarlæknar kunnu hjálpa
honum, tí tað tykist, um tað
er heilt galið við honum. Eg
eri skelkaður av atburðinum
hjá honum, og eg eri keddur
um, at vit ikki hjálptu hon-
um meira, tá hann kom í
samband við sektina, sigur
Ricard Møller Nielsen.
- Tá sektin fekk fatur á
honum, endaði tað rættiliga
galið. Nú haldi eg, at hann
skal innleggjast, og gjarna
við tvang, tí hann er sjúkur.
Liðfelagararnir Lars Ol-
sen, Henrik Larsen og John
Faxe Jensen eru ikki so av-
gjørdir, men teir siga seg
verða keddir av at síggja
støðuna hjá Elstrup.
- Men um hann vil liva
lívið, soleiðis sum hann
gera nú, skal hann hava
loyvi til tað, sigur John Faxe
Jensen.
Fyrrverandi landsliðsspælarin í fótbólti, Lars Elstrup, verður lagdur í hondjørn á
gongugøtuni í Odense mánadagin
Vegna forfall er teigurin »Eg meini tað« ikki
vð í 2‘aranum hesaferð.
Í morgin verður Drotning Margrehta II seksti ár, og
nógv verður gjørt burtur úr degnum í Danmark.
Upphitingin til stóra dagin hevur verið long, og
eisini føroyska sjónvarpið hevur onkur sending verið
at sæð við drotningini.
Og bæði í ÚF og SvF, kunnu føroyingar fylgja við
føðingardegnum hjá royala yvirhøvdinum, um teir ætla
tað. Longu sunnumorgunin kl. 9.45 – tað er eit tíð, tá
SvF bara plagar at tendra skíggjan fyri Formel 1
koyring – fer SvF undir at samsenda við danska
sjónvarpið.
Sent verður millum annað frá gudstænastu í Christ-
iansborg Slottkirkju, og meginpartin av sunnudegnum
eru ymsar sendingar við drotningini á skránni.
Longu leygarkvøldið byrjar hátíðarhaldið í SvF, tá
sent verður frá einum tíðindafundi við Margrethu.
Í skránni hjá ÚF eru eisini fleiri sendingar frá
føðingardegnum á skránni.
Skal vera drotning hjá
føroyska fullveldinum
Drotningin, sum eisini er drotning hjá føroyingum,
hevur verið royalt yvirhøvd síðani 15. januar 1972, tá
hon tók við eftir pápa sín, Fríðrik tann 9.
Margretha drotning hevur vitjað í Føroyum umleið
fimta hvør ár síðani.
Seinasta ferðin hjá Margrethu til Føroya var í 1995,
og í summar kemur hon á stutta vitjan í sambandi við
at 1000 ára haldið fyri kristnanini av Føroyum
Sjálvstýrissamgongan, sum ætlar at fáa fullveldið,
hevur ongar ætlanir at siga Margrethu drotning upp. Í
sáttmálauppskotinum, sum landsstýrið legði fyri
donsku stjórnina, verður skotið upp, at danski monar-
kurin framhaldandi verður drotning ella kongur hjá
føroyingum.
KONGSHÚSIÐ. Í morgin verður
drotningin hjá føroyingum seksti
ár, og nógv verður gjørt burtur úr
degnum í Danmark
Drotningin
seksti ár