leygardagur 15. apríl 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 75 – 15. apríl 2000
Orð og myndir:
Jan Müller
Mikudagurin 12. apríl fer í søg-
una hjá Fróðskaparsetri Føroya
og The University of Aberdeen
sum dagurin, tá skotski siðurin
at „heiðra“ ein nýggjan útbúnan
„Master“ varð gjøgnumførdur á
Føroyamálsdeildini á Setrinum
fyri fyrstu ferð.
Kári á Rógvi fekk mikukvøld-
ið handað prógvið - húgvuna -
fyri at hava lokið Master of
Laws (LL.M) útbúgving í Aber-
deen. Tað var Scott C. Styles,
lektari í lóg við The University
of Aberdeen, sum var komin til
Føroya at standa fyri hesum
óvanliga tiltaki, á bretskum
máli nevnt „Graduation Cere-
mony“.
Á einum lítlum hátíðarhaldi á
loftinum Føroyamálsdeildini fór
fram ein heldur sjáldsom sere-
moni, sum ongantíð áður er
farin fram í Føroyum.
Bretar ella rættari skotar hava
síðani miðøld hildið lív í tí ald-
argamla siði at hátíðarhalda
løtuna, tá útbúnir løgfrøðingar,
búskaparfrøðingur o.a. fáa hand-
að síni prógv eftir lokna Master-
útbúgving. Hetta er ein máti at
vísa tí nýggja magistaranum ta
tign, sum LL.M. gevur. Oman á
sítt kandidatprógv hevur hann
nú eisini fingið eitt magistara-
heiti.
Kári á Rógvi hevur fingið
skotska heitið „Master of Laws“
tvs. eina hægri útbúgving innan
løgfrøði. Í Skotlandi hava tey
ein greiðan skilnað millum
grundútbúgvingar og so yvir-
bygningin, sum er Master-
útbúgvingin. Henda tekur eitt ár.
Tá prógvið verður handað fer
fram ein seremoni, har tann, ið
gerst magistari, verður leiddur
fram fyri „senatið“ hjá universi-
tetinum og har førdur fram av
einum av sínum lærarum. Til
steðar skulu eisini vera nakrir
sokallaðir senatorar sum vitni.
Hvørja ferð ein slík seremoni fer
fram tilnevnir universitetið í
Aberdeen senatorar at vera vitni.
Krøvini til senatorarnar eru, at
teir skulu vera doktarar. Í sam-
bandi við hetta hátíðarhaldið
tilnevndi Universitetið í Aber-
deen Jóan Paula Joensen, pro-
fessara og Jóannes Dalsgaard,
doktara og deildarstjóra sum
senatorar.
Andras Mortensen, sum sjálv-
ur lesur til doktara hevði so
leiklutin sum promotor tvs. at
hann sum førir kandidatin fram.
Hetta verður gjørt á látini, sum
siður hevur verið síðani 1495.
Scott Styles, lektari í lóg við
universitetið í Aberdeen boðaði
síðani frá, at senatið hevur góð-
kent Kára á Rógvi sum magist-
ara og lim av universitetinum í
Aberdeen og handaði honum
húgvu.
Tað er fyrstu ferð, at slíkt
SIÐUR. Aldargamlur skotskur siður innivist á Føroyamálsdeildini
á Debesartrøð í Havn, tá føroyskur løgfrøðingur fekk handað
„húgvuna“ frá lærda háskúlanum í Aberdeen
Skotskur siður á Setrinum
Kári á Rógvi, núklæktur »Master of Law« við The University of Aberdeen, eftir
væl eydnaða seremoni á Setrinum
Kári á Rógvi fær handaða húgvuna frá Styles, lektara í lóg á Lærda Háskúlanum í Aberdeen. Aftanfyri Jóan Pauli Joensen, professari, og Jóannes Dalsgaard, doktari
Nr. 75 – 15. apríl 2000
19
hátíðarhald fer fram í Før-
oyum, og hetta er so ein fyrsta
roynd at føra bretsku traditónina
til Føroya. Og fyri tey, sum vóru
hjástødd á Setrinum mikukvøld-
ið, var henda stutta hátíðarløtan
avgjørt øðrvísi og meira hátíðar-
lig enn tað vit eru von við.
Kári á Rógvi hevur løgfrøði-
liga embætisútbúgving úr Dan-
mark. Hon tók fimm ár. Síðani
fór hann til Aberdeen at taka
masterútbúgvingina uppá eitt ár
aftrat. Treytin fyri at kunna
koma inn á hesa sonevndu mast-
erútbúgving er tann, at tú hevur
eina grundútbúgving framman-
undan.
Av tí at tað bar so illa til at
vera til steðar við seremoniina í
Aberdeen í november varð av-
gjørt at flyta hana til Føroya.
Tað er eisini í hesum sam-
bandi, at ein av undirvísarunum
við universitetið í Aberdeen,
Scott Styles hevur vitjað skúlar í
Føroyum fyri at greiða frá
møguleikunum at útbúgva seg í
Skotlandi.
Kári á Rógvi heldur tað vera
ein góðan møguleika hjá
føroyingum, sum fyrst fáa eina
grundútbúgving í Føroyum at
halda fram við masterútbúgving
í Skotlandi. Tað skuldu tí verið
góðir møguleikar fyri samstarvi
millum lærdu háskúlarnar í
báðum londum.
Oljurættur sergrein
Kári á Rógvi byrjaði í Aberdeen
á heysti 98 og lat inn
høvuðsuppgávu árið eftir. Hann
valdi at taka upp evnið
oljurættur og um somu tíð lærdi
hann eisini at brúka eina ávísa
metodu ella arbeiðslag. Í
útbúgvingini eru tvey vanlig
semestur og so ein høvuðsupp-
gáva. Sjálvur valdi Kári at gera
sítt speciali um samarbeiðs-
avtalur innan fyri oljuvinnuna,
um hvørjar skyldurnar eru
millum partarnar í eini slíkari
avtalu og her serliga við atliti til,
hvussu føroyskur rættur fer at
handfara teir spurningarnar, tá ið
avtalur um oljusamtøk koma til
Føroya.
Í dag er Kári á Rógvi skrivari
í nevndini, sum arbeiðir við eini
føroyskari grundlóg. Tað
arbeiðið skal vera liðugt við
árslok. Hann viðgongur, at hann
ikki í hesum arbeiðinum brúkar
tað innihaldsliga frá útbúgv-
ingini tvs. fakið oljurætt, men
ístaðin ger hann nógv brúk av
teimum øðrvísi metodunum,
sum skotar hava.
-Teir duga eitt sindur betri
ella gera meira enn t.d. danir við
at læra seg skilja rættarpraksis.
Tvs. at meðan danir leggja størri
dent á lógir og lærubøkur, so
leggja skotar størri dent á
rættarpraksis, og eg haldi, at
bæði tað skotska og tað danska
hava styrkt meg nógv, soleiðis at
hetta at skilja fordømi og tað at
duga at skriva góðar grund-
gevingar, er nakað sum eg havi
nógv burtur úr frá undirvísingini
í Skotlandi.
Kári á Rógvi dylur ikki fyri, at
hann eftir at grundlógararbeiðið
er liðugt, fer at venda aftur til at
arbeiða meira við oljurætti og
vinnuligum evnum.
Tørvur á gransking
innan løgfrøði
Nú hann hevur havt møguleika
at eygleiða oljuútviklingin í
Føroyum frá síðulinjuni, so
heldur hann, at eins og føroy-
ingar hava granskað havum-
hvørvið í Føroyum fyri at vita,
hvat var, áðrenn oljuvinnan
kom, soleiðis kundi man eisini
granskað meira av løgfrøðini,
soleiðis at vit vita eitt sindur
meira um tey rættarøkini, sum
eru føroysk burturav, tvs. tey
sum longu eru yvirtikin frá døn-
um.
Kári vónar, at hetta kann
skunda undir at tað verður
granskað eitt sindur meira í
løgfrøðini, soleiðis at vit eisini
eru fyrireikaðir á tí síðuni. Tað
kunnu koma nógvar ymiskar
sakir, t.d. bæði um skyldur inn-
anhýsis í oljusamtøkum, endur-
gjald vegna oljulekar, arbeiðs-
rættarligar trætur osfr., og tá er
gott at vera væl fyrireikaður.
-Tíanverri er eingin gransking
í føroyskari løgfrøði. Tann
týdningin dugdu íslendingar
harafturímóti at síggja, og teir
fingu longu tíðliga í farnu øld
prestaskúlan til eisini at fevna
um løgfrøði, tí teir sóu, at hetta
at skilja og granska sína egnu
løgfrøði var ein fortreyt fyri
veruligum sjálvræði, og tað
haldi eg vit helst mugu byrja
uppá, áðrenn oljuvinnan kemur
rættiliga í gongd.
Kári sipar her til, at vit kundu
sett nøkur fólk kanska til at
granska sum PHD lesandi. Eitt
nú kundu tey samanborið tey
rættarøki, sum hava týdning fyri
oljuvinnuna í Skotlandi við,
hvussu okkara rættarøki nú
tackla tað og síðani skjóta upp
loysnir um, hvussu vit skulu
taka ímóti eini heilt nýggjari
vinnu í okkara rættarskipan, sum
ikki er von við oljuna. Onnur
fakøki hava verið longur frammi
í at fyrireika seg til oljuvinnuna
gjøgnum gransking enn júst
løgfrøði.
Skeið fyri ikki-juristar
Kári á Rógvu heldur annars, at
vit eiga nógvar dugnaligar jurist-
ar, men tað sum manglar er
kanska tann meira óhefta
granskingin tvs. tað at hava
nakrar lærubókur og nakrar
doktarritgerðir, sum gjølla lýsa
eitt øki meira óheft. Tá løgfrøði-
ligir spurningar koma fram í
Føroyum, so er tað altíð tí, at
eitt kontroversielt mál er
frammi, og teir juristar, sum
úttala seg, gera tað sum partar í
málinum, tvs. advoktatur um-
boðandi ein av pørtunum ella
almennur juristur umboðandi tað
almenna. Tvs. at tann meira
neutrala metingin er ikki í Før-
oyum. Og tað kundi verið gott at
bøtt um.
Kári á Rógvi sigur annars, at
arbeitt verður við at fáa juridiska
gransking, endurútbúgving eins
og skeið fyri ikki-juristar stovn-
að á Fróðskaparsetrinum. Her er
tó ikki talan um grundútbúgv-
ing fyri juristar.
Framman frá
vinstru: Súsanna
og Eyðun á Rógvi,
Kári á Rógvi,
Scott Styles og
Heðin Poulsen.
Aftan frá vinstru:
Jóannes
Dalsgaard, Jóan
Pauli Joensen og
Andras Mortensen
Mamman, Súsanna, fegin um
Masterheitið hjá soninum