hósdagur 29. august 1985síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 97
29. august 1985
Ruðuleiki um skattafrikort:
Søkti tvær ferdir —
fekk ikki skattalætta
Ongar møguleikar at fara undir lestur komandi ár, um
rætturin til skattafríkort verður noktaður mær, sigur ein
lesari undir útbúgving við Sosialin.
Tað er vanligt at lesandi
koma til Feroyar at ar-
beiða í summarfritidini
fyri at forvinna sær nekur
oyru til lívsins uppihald í
komandi lestrarári.
Hetta var eisini ætlanin
hjá einum lesara, sum hev-
ur sett seg í samband við
Sosialin.
Segan er heldur legin, tí
hóast lesarin hevur sekt
um fríkort og sent skjal til
skattavaldið, so er kortini
tikið í skatti frá fyrsta
degi á arbeiðsplássinum
við 40-50 pst.
— Eg hevði ætlað mær
at liva av tí eg forvann í
summarfrítíðini til januar
næsta ár, so umsteðurnar
at fara niður aftur eru ikki
til staðar nú, sigur lesarin.
Fyri at gera vart við
seg, søkti lesarin um frí-
kort i april månada i år. Tå
hann kom á flakavirkið at
arbeiða í juni mánaða og
skattur varð tikin beinan-
vegin, vendi lesarin sær til
býráðsskrivstovuna á
bygd, fyri at fáa greiði á
málinum.
Býráðsskrivstovan
sendir bræv til Líkningar-
ráðið, við neydugum skjøl-
um, — eitt nú lenarseðlar
og lestrarkort, sum lesarin
einaferð áður hevði sent.
Aftursvarið, sum lesarin
fekk frá býráðsskrivstov-
uni var, at Líkningarráðið
ikki vildi rinda peningin
aftur, tí neyðugu skjølini
ikki vóru komin teimum í
hendi, eisini at p-talid,
sum lesarin nýtti áðrenn
farið varð undir lestur,
ikki mátti nýtast.
Nú fær lesarin boð um
at prógva nær hann er
komin til Feroya og nær
hann ætlar sær avstað aft-
ur. Hetta skal gerast við
at senda avrit av ferða-
seðlinum.
A Smyril Line siga tey
lesaranum, at slíkt ikki
plagar at koma fyri. Les-
arin kennir, at skattavald-
ið vil tryggja sær, at hann
fer av landinum aftur!
Nú havi eg gjert mínar
skyldur tvær ferðir, men
enn er ikki útlit fyri, at eg
fái pengarnar aftur, sum
eg eftir rettum eigi hjá
skattavaldinum. Fái eg
ikki pengarnar, eru møgu-
leikarnir fyri at fara undir
lesturin aftur í vetur av
ongum, sigur lesarin at
enda við Sosialin.
Feroya Líkningarráð:
Vit nåpa ikki
pengar
frá fólki
— vegna stóra arbeiðsbyrðu og tí skatta-
skipanin er so nýggj, koma skeivleikar í,
sum vit fegnir rætta, sigur Sam Hansen,
fulltrúi á Feroya Líkningarráð.
Hvussu eru reglurnar fyri
lesandi, sum koma til
Feroya í summarfrítíðini
at arbeiða?
— Lesandi skulu venda
sær til okkum. Tey fáa eitt
p-tal, sum arbeiðsplássið
skal hava, fyri at flyta
lenina. Vit skulu hava
prógv fyri at tey eru les-
andi. Vanliga lata læru-
stovnar lestrarkort, men
annars er ein váttan nóg
mikið, sum prógvar at við-
komandi er undir útbúgv-
ing.
— ØIl lesandi fáa upp til
15.000 krónur skattafrítt,
men skulu gjalda skatt av
tí, sum fer upp um hesa
upphædd.
Í viðmerking til hend-
ingarnar hjá lesandi, sum
sagt frá á hesi síðu, sigur
Sam Hansen, at meguligt
p-tal, sum ein hevur nýtt
áðrenn ein fór undir út-
búgving, ikki forðar fyri,
at lesandi fær fríkort.
Hví skal lesarin so
prógva til- og fráferð úr
Feroyum við ferðaseðli?
Trupulleikar standast
av, at lesandi koma til
Feroya í fleiri tíðar-
skeiðum innan eitt ár. Tí
skulu vit — um við-
komandi skal fáa pengar-
nar útgoldnar í skattaár-
inum, prógva nær hann
hevur arbeitt og hvussu
leingi. Hetta verður gjert
um ferðaseðil, so viðkom-
andi kann fáa pengarnar
beinanvegin. Annars ber
ikki til at fáa skil á hesum,
fyrr enn skattaárið er
liðugt.
Umreddi lesari hevur sent
umsókn um fríkort í apríl
mánaða, sekt aftur í juni
mánaða, men fingið boð
um, at neyðugu skjelini
ikki vóru komin fram til
tykkara?
Síða 5
(brot á samrøduni,
meðan hetta verður
kannað).
Eg noyðist at við-
ganga, at eitt mistak er
gjert hjá okkum. Eg havi
nú funnið pappírini og
skal greiða málið beinan-
vegin.
At enda sigur Sam Han-
sen, at skattavaldið ikki
nápar pengar frá fólki,
sum tey av rettum eiga,
men at arbeiðsbyrðan er
so stór, at skeivleikar
nærum ikki kunnu um-
gangast.
— Við biða lesara tykk-
ara umbera mistakið og
avgreiða málið beinan-
vegin.
Dagny
Lembdi
fyra
Tað hendir av og á, at ær fáa trý lomb,
men tað er ikki á hverjum degi, at ær
lembir fýra, sum ell koma væl undan.
Krossmessudag lembdi henda fýra ára
gamla gráa ærin hjá Poul J. Debes á Oyri
fýra lomb, trý gimburlomb og eitt veður-
lamb. I fjør hevði hon bara eitt lamb.
Ærin hevur fingið somu rekt og fóður,
sum allar hinar ærnar í haganum. Hon
hevur fett ell fýra lombini alla tíðina, og
tey hava ongantíð fingið aðra mjólk enn
ta, tey hava sogið frá mammuni. 25. juli
vigaðu tey ávikavist 20, 20, 20 og 15 kilo.
Veðurlambið er tað minsta.
I summar ganga tey øll avstikað á
bønum á Oyri.