Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Telefor 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Torshavn Utgåvudagar: týsdag. hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarbíaðstjóri: Jan Mútler Fyritaksstjóri: Krisjan Daht Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 á Tørvur á dialogi um heilsuverkið DEMOKRATISKA okkara loyvir hverjum einstøkum borgara at siga sína hugsan ella festa hana á blað um eitthvert samfelagsmál. Tað er tó ymiskt hvussu nógv vit brúka henda rætt. At fjølmiðlarnir erueitt náttúrligt forum til tess at kunna praktisera henda rættin, er sjálvsagt, men tað er tó rættiliga ymiskt, hvussu nógv teir gera brúk av hesum rætti stýrisskipan EITT er tað at siga sína hugsan um eitt hvert mál. Nakað annað er at fáa eitt orðaskifti — tjak í gongd — ella tað vit við einum fremmandaorði nevna ein dia log. Slíkur er bæði sunnur og góður til tess at rokka fram til tær fragastu loysn irnar fjøldini til frama. Og dialogurin er so avgjørt neydugur, skal nakað hepi verða í at tosa um tann demokratiska rættin: at kunna siga sína hugsan BLOÐINI hava birt uppundir neyðug orða skifti og dialogar millum fólk í samfelag okkara, ið hava ymsar meiningar um sam felagsspurningar NU fiskivinnan eigur so stóran part av til verugrundarlagi okkara, so verður tað sjálvsagt, at tjakið í stóran mun snýr seg um gongdina innan fiskivinnuna. Kortini eiga vit ikki at gloyma aðrar partar av samfelagnum, so sum heilsuverkið. Hetta er ein sera týðandi partur fyri øli fólk, og flestu okkara ynskja eitt gott og trygt heilsuverk TAÐ hevur verið tosað um at útbyggja okkara heilsuverk fyri nógvar mill. kr Nakað av orðaskifti hevur verið um hetta mál — fyri so brádliga at tagna heilt burt aftur. Hetta orðaskifti hevur fyri stóran part snúð seg um hvussu nógv skal út byggjast í Havn og so í Klaksvík og í Suðuroynni UTBYGGINGIN av heilsuverkinum í Fer oyum er vorðin meira ein spurningur um, hvussu nógv tey ymsu plássini skulu sleppa at b yggja út heldur enn, hver útbygging tænir øllum hesum samfelag num best og í seinasta enda teimum sjúku og brekaðu NU í seinastuni hava vit so her í blaðnum havt samrødur við formannin í danska læknafelagnum sum eisini er sosialmed isinari. Hann er kendur víða um og hevur rættiliga — eftir okkara metan áhuga verdar meiningar um útbygging av heilsu verkinum NU eiga vit sjálvandi at vera varin, tá vit gera samanberingar millum Feroyar og Danmark, men kortini eiga vit at lurta eftir tí, sum ein slíkur kapacitetur sum hesin maður er, hevur at siga. Niðurstaða oddagrein hansara er, at eisini Føroyar eiga at hugsa um at útbyggja primeru heilsutænastuna eins og tey royna í Danmark og heldur leggja minni dent á at byggja sjúkrahús Hann vísir so eisini á, at vit eiga heldur enn at útbyggja øll sjúkrahúsini í land inum, at miðsavna ávísar sjúkrahúsupp gávur. Nú er hann hverki klaksvíkingur ella havnarmaður ella suðringur, so vit eiga at leggja okkum orð hansara í geyma og út frá hesum kanska fáa gongd á aftur dialogin orðaskiftið um okkara heilsu verk TAÐ má sigast at vera bæði gott og stórt spell, at vit mugu brúka útlendingar, ið leita til Føroyar, fyri at fáa eitt orðaskifti í gongd um útbygging av samfelagi okk ara. Tað er gott, tí at vit tá hoyra mein ingina hjá einum fremmandum, ið ikki er bundin at føroyskum áhugamálum og tað er spell, tí tað átti at verið so mikið veiggj í okkum sjálvum, at vit vóru fer fyri at tosa um hesar so átrokandi spurningar sum eitt nú útbygging av heilsuverkinum. AT hesin fremmandi nú nemur við spurn- ingin um, at vit í størri m un eiga at leita út í heimini við hjálp og viðger heldur enn at útbyggja sjúkrahúsini, er spennandi og á- hugavert um somu tíð. Júst hesin partur- in hevur tíanverri verið lítið umreddur í tjakinum sum higartil hevur verið um út bygging av føroyska heilsuverkinum. TAÐ skal tí vera vón okkara, at føroysku fjølmiðlarnir enn einaferð royna at fáa ein dialog í gongd um hetta so stóra målsøki, sum heilsuverkið er. Tí við einum breiðum og sakligum tjaki kunnu vit kanska longu nú, áðrenn tað er ov seint, rætta nakrar av teimum skeivleikum, sum vit annars høvdu gjørt MEN tað er ikki nóg mikið, at politikarar og brúkarin av heilsuverkinum siga sína hugsan. Eisini starvsfólkið innan heilsu- verkið eigur at vísa dirvi til at siga sína hugsan. Ein fording er tað helst, at starvs- fólk innan heilsuverkið eitt nú læknargnir kenna seg solidariskar yvirfyri hverjum ødrum og tí ikki vilja seta fingurin á, har tað bilar. Teir áttu heldur at kent seg soli- dariskar við samfelagið og tíkið lut í hes- um so týdningarmikla tjaki. Tí uttan iva er júst ein av orsøkunum til skeivar iløgur, skeivar utbyggingar osfr. tann, at vit tora ikki at vísa á, hvat ið veruliga bagir. Tað verður tikið meira »hensyn« til persónar enn til samfelagið VIT skulu so gera okkara til at fáa eitt tjak í gongd. Vónandi kunnu umrøddu sam reður við danska læknan vera ein byrjan jamú Nr. 97 29. august 1985 Levi og Oli søgumenn? Fekk eitt gamalt Dagblad upp i hondina og las vid størsta áhuga greinina hjá tí »hartslåandi« poetinum, har hann setir líkheitatek in millun sosialismu og nazismu. Stavnamaðurin og fulltrúin hava rert fram undir tað sama, men betur innballað Re lalisa Sur so mangt annað sum Dagblaðnum stendur Báðir jassarnir endurg Hitler Hitler og trúgva honum va Vit lata teir sitera vit onnur meta, at hann var lítið eftirfarandi. Nei Hitler var sosialismunnar figgindi nr. 1, so sum Oli sigur seg at vera tad i dag 5. mars 1933 var val hildið í Tysklandi, og fingu nazistarnir 43,9 % av atkvødunum. 23. mars legði Hitler »heimildarlog- ina« fyri rikisdagin. Hetta var lógin, sum skuldi geva Hitler og hansara brots- monnum fullkomið vald. Bert framsegumaður sos- ialdemokratana Otto Wels tordi at tala ímóti lógini, ogtað vóru bert teir 94 sosialdemokratarnir, ið at- kveddu ímóti. Kommun istarnir atkveddu av góðum grundum ikki: teir hevði Hitler fongslað frammanundan. Meirluti var tó fyri lógini, ti allur hin borgarligi vongurin at- kveddi fyri Og úrslitið kenna Hver veit? Hevdu sosial istarnir fingið hjálp tá, so kundi hent, at vit høvdu havt nakrar mill jødar fleiri á lívi i dag Nú andsmennið fólka floksmanna hevur funnið út av, at sosialistar gera Vårharra til rukku vid at koma i Guds hus, kann hin tiltikni himpr fara heim at tørna farisearin uttan inn hann hevur fingið sín verdiga avloysara Levi Niclassen og Oli Breckmann hava við siktið — teir áttu at vitað betur, undirvísarar sum teir eru skorið allan vinstravongin yvir ein kamb. Líka frá javnaðar fólki og tjóðveldisfólki tvertur um vinstrasosial- istar til kommunistar Tann breiður og hegravongurin, vongurin er eins sum rekkur av miðjuni og út har sum nazistarnir og onnur fascistoid element ferðast Var eg næmingur teirra so hevði eg út frá teirra villleiðandi skriving tikið segukunnieikan hjá áður nevndu við allar stersta fyrivarni Fjeld av fólki meta tað sum fúlasta skomm skendsil fyri Førova fólk at Fólkaflokkurin ein mann niður á Dana bøtuflaka við nøkrum av ti, sum sudurafrikanska stjørnin og ein velur ting, sum ber í ger og letur væl at liv- teirra svørt har eðrum Men korum mótvegis eingin talar at, og sigur hetta nógv um flokkin. So djúpt sakk flokkur Jóanes bónda og Richard Longs Harmiligt D. Yvirlýsing frá Itrottasambandi Føroya Sersambond og stjórn ISF's taka avstand frå tí skriving og ágangi, sum er vent móti Ítróttarsam- bandinum og leiðarum tess í fjølmidlunum sein- astu tíðina. Slík skriving tænir ongum endamáli og vil einans skaða og spjaða innan ítróttina i Føroyum. Lesnaður til alla Fótbóltssamband Feroya Hondbóltssamband Fer- oya Fimleikasamband Feroya Flogbóltssamband Feroya Róðrarsamband Feroya Svimjisamband Feroya Borðtennissamband Fer- oya Ítróttarsamband fyri Brekað Badmintonsamband Fer- oya Judosamband Føroya Ungdóms- og Menningar- deildin Starvsnevnd ÍSF's Vegna Ítróttasamband Feroya Stjórnin Profa máling besta dygd Sámiligir prísir MIÐBYURIN TORSHAVN TLF. 16066 f i þá BE PE UT