Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 1985síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 97 — 29. august 1985 Hevur loyvi til 15 ringar — keypir 20 Mortan Johannesen vísir á, at hann ætlar ikki at brúka teir verandi plastikringarnar eisini men at taka teir úr drift ini, tí fleiri teirra eru skaddir og vorðnir skeivir Nýggja steðin hjá Mort ani Johannesen og eðrum upplýsir annars, at fær hann loyvi til 20 ringar, so fer steðin at framleiða eini 100 tons av alifiski um árið til eitt virði av 54 mill. kr. Teir fara annars at drepa sil í vetur, eini 80 tons. Annars vónar hann at fáa eini 60-100.000 smá sil í vetur aftrat og so laks | kostar 3 mill. kr. og er av i slagnum Viking. Hon er næsta var gjørd i Noregi. Hon er Í letuni arbeiða triggir ST bygd upp av 12 fyrkant adum hyljum, sum hvør er 15x15 metrar Mortan Johannesen * R i Henda norska alistødin liggur nú á Kaldbaksfirði. Hon rúmar 10.800 kubikk ella gott og væl tað sama sum 20 van- ligir plastringar kunnu taka. Felagið hevur tó bert loyvi til 7.500 kubikk ella 15 ringar. Mortan Johannesen stjóri sigur, at teir hava roknað við at fáa loyvi til 20 ringar. Teir fara kortini ikki at koyra fisk í meira enn tað, sum teir bú hava loyvi til. sú Enn ein liðug alistød er komin til landið. Tað er partafelagið »Havlaksur«, sum hevur keypt eina ali- steð úr Noregi fyri 3 mill kr. Steðin er legd út á Kaldbaksfirði, har felagið frammanundan hevur fleiri ringar liggjandi Stjórin í felagnum er Mortan Johannesen, skip- ari. Týskveldið hevði sjón- varpið samreðu við hann og kom tá fram, at felagið hevur keypt eina stød, sum rúmar 10800 kubikk ella gott og væl 20 ringar, meðan felagið enn bert hevur loyvi til 7.500 kub- ikk ella 15 ringar. Mortan Johannesen sigur við Sosialin, at hann hevur sekt myndugleikar- nar um loyvi at útbyggja steðina til 20 ringar og er tað við hesum í huga, at hann hevur keypt eina steð til 20 ringar. — Vit fingu fyrst loyvi til 5 ringar og seinni til 10 ringar aftrat. Aðrir, sum hava gjørt tað sama, hava so eisini fingið loyvi til 20 riagar og onkur til enn fleiri. Vit hildu tað tí ikki vera nakað legið í at keypa ei stød til 20 ringar, ti vit mettu, at vit fóru at fáa hetta loyvi, skal ein ganga eftir tí praksis, sum hevur verið galdandi higartil. — Eg havi ongan áhuga í at bróta nakra lóg ella ganga ímóti teimum regl- um, sum Aliráðið ella Landsstýrið halda seg til. — Men hvat nú, um tú ikki fær loyvi til 20 ringar og tú hevur keypt eina stød, sum rúmar 20 ringum ? — Tá má eg so taka tað til eftirtektar. Ein máti er so at selja eðrum, sum ætla at brúka hetta slagið av alistødum, burtur av okkara. Eg ætli mær so ikki at koyra fisk í meira enn teir 15 ringarnar, sum eg havi fingið loyvi til. steðini. Samlaða mans á ílegan higartil er 6 mill. kr jan Vilhelm Johannesen, alimálaráðharri: Ikki fleiri ringar enn loyvi eru til — annars missa vit heilt stýringina á alingini Vit hava spurt Vilhelm Jo- hannesen, landsstýris- mann í alimálum, hverja steðu hann hevur til aktu- ella málið viðvíkjandi nýggju alisteðini hjá felagnum Havlaksi á Kaldbaksfirði, sum hevur keypt eina alisteð til 20 ringar, hóast felagið bert hevur loyvi til 15 ringar Vilhelm Johannesen sigur, at fara alarar at keypa fleiri ringar, enn teir hava loyvi til, tí teir rokna við at fáa loyvi, so missir landsstýrið heilt tamarhaldið og stýringina á alingini, og hetta kann als ikki vera meiningin. — Hevur landsstýrið givið Mortani Johannesen loyvi til fimm ringar aftr- at? Tad hava vit ikki Sjálvur havi eg ikki tosað við Mortan Johannesen síðani eg gjerdist lands- stýrismaður, so hatta eru vit heilt ókunnugir við og kunnu á ongan hátt góð- taka tað sigur Vilhelm Jo- hannesen, sum vísir á, at landsstýrið hevur heitt á landsverkfrødingin og Ali- ráðið um at kanna bæði hesi viðurskiftini og onnur líknandi Ein av uppgávunum hjá Aliráðnum verður at hava eftirlit við, at alararnir ikki fara út um tey loyvi, sum teir hava fingið jan