týsdagur 29. oktober 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 207 - 29. oktober 2002
Nr. 207 - 29. oktober 2002
3
Ljósasløkkjarar
– Í hesum sambandi
verður peningur
savnaður til tess at
keyap nýggjan buss
25 ÁRA DAGUR
Tíðindaskriv
Tann 1. desember í ár verða
liðin 25 ár síðani, at Frí-
tíðarheimið í Skrivaragøtu í
Havn lat upp. Frítíðarheim-
ið virkar í dag sum um-
lættingarheim hjá menn-
ingartarnaðum.
Í sambandi við dagin,
verða
ymisk
tiltøk
á
skránni. Byrjað verður kl
14 á Vón á Argjum. Har
verður m. a. kaffisøla við
heimabakaðum
køkum,
uppboðssøla av málning-
um, sum menningartarnað
hava gjørt, tombola, fiski-
brunnur,
lutaseðlasøla,
hoppiborg og framsýning
av fotomyndum frá Frítíð-
arheiminum.
Avlop frá tiltakinum,
sum endar kl 17, fer til
nýggjan buss til Frítíðar-
heimið.
Um kvøldið kl. 18 verður
veitsla í Handilsskúlanum
við Marknagilsvegin.
Tey, sum ynskja at koma
í veitslu, skulu gjalda 200
kr. á kontonr. í Føroya
Sparikassa 137.436.4 í
seinasta lagi 11.
Frítíðarheimið
í Skrivaragøtu 25 ár
Tað frættist frá Dáva
nú hava teir snávað
og ljós ei í tunnilin fáa
hann stendur og glanir
tí tað vóru danir
sum ei mundu setningi náa
Sum sligin á nevið
ei Klæmint úr sevi
man rakið til koluna finna
teir vita ei nakað
til ráða at taka
og trupulleikum á vinna
Hjá fólki í Vágum
teim stóru sum smáum
tað heila nú fór út av lagi
tey í hava leikað
og fyri seg reikað
at hátíðarhalda tann dagin
Ein hvøkk tey nú fingu
tí boðini ringu
so tvørt komu fyri hjá øllum
tey halda seg vita
í myrkri teir sita
og kanska við fleir' jólatrøllum
edvard
Tað kom sera óvart á
fólk í Vágum, at
Vágatunnilin ikki
letur upp sum ætlað,
tann 26. november
klokkan 11.
Felagskommunan í
oynni hevur í longri
tíð fyrireikað fleiri
tiltøk í samband við
at tunnilin verður
tikin í nýtslu, og
vinnulív og handlarn-
ir hava eisini bíðað í
spenningi sigur Jón-
hild Jørgensen, for-
kvinna í Felags-
kommununi í Vágum
VÁGATUNNILIN
Jón Brian Hvidtfeldt
Vágafólk fingu sum vátan
frammaná, tá tey fríggja-
dagin fingu at vita, at
Vágatunnilin ikki verður
liðugur til ásettu tíð, so
hann kann takast í nýtslu
26.november klokkan 11.
Kommunurnar í Vágum
høvdu ikki so mikið sum
fingið eina ábending um at
tunnilin ikki fór at lata upp
kortini, áðrenn tað frættist í
fjølmiðlunum seinnapartin
fríggjadagin. Og tað er ov
vánaligt, heldur Jónhild
Jørgensen, forkvinna í Fel-
agkommununi í Vágum.
– Eg haldi at tað er
ótrúliga óprofessionelt, at
leiðslan í partafelagnum
tíðliga í summar alment
setur dato og klokkuslett á,
nær tunnilin letur upp, og
so frættist einki aftur fyrr
enn nú ein mánað áðrenn
tunnilin skal lata upp. At
fáa hetta at vita nú er ótrú-
liga skuffandi, sigur Jón-
hild Jørgensen.
Forkvinnan í Felags-
kommununi í Vágum sigur,
at síðan leiðslan í P/F
Vágatunnilin í summar setti
nýggjan dato á, nær tunnil-
in letur upp, hevur at kalla
øll oyggin fyrireikað seg til
hetta. Hon vísir á, at í
summar varð eitt fólk sett
at samskipa øll tey tiltøk,
sum eftir ætlan skuldu vera,
tá tunnilin letur upp. Hesin
samskipari hevur síðan havt
fleiri fundir við P/F Vága-
tunnilin, uttan at tað nak-
rantíð hevur verið nevnt, at
tunnilin møguliga ikki letur
upp tann 26. november
kortini.
Jónhild Jørgensen sigur,
at ætlanin var at hava
mentanartiltøk, tónleikatil-
tøk og átrúnaðarlig tiltøk í
samband við ta stórhend-
ing, sum fasta sambandið
um sundið er fyri vágafólk.
Eisini hava handlarnir í
Vágum fyrireika seg til at
hava leingi opið vikuna,
tunnilin letur upp.
Ringast fyri
vinnulívið
Jónhild Jørgensen heldur,
at tað kemur ringast við hjá
vinnulívinum í oynni, at
vágatunnilin kortini ikki
letur upp tann 26. novem-
ber. Hon sigur, at dagliga
eru langar bíðirøðir til at
sleppa við Ternuni um Vest-
mannasund. Fyri vinnulívið
merkja bíðirøðirnar mista
inntøku, og tí vóru tíðindini
í summar um, hvussu skjótt
arbeiðið gekk og fram-
skundaði dagurin, tá ar-
beiðið var liðugt, góð at fáa
hjá vinnuni, sum síðan hev-
ur bíðað í spenningi eftir
26. november. Men fyribils
noyðist vinnan at brynja
seg við toli, og liva við
longu bíðirøðunum.
Fund týsdagin
Dávid Reinert Hansen,
stjóri í P/F Vágatunnilin,
veit framvegis ikki at siga,
nær tunnilin verður liðugur.
Seinnapartin týsdagin skal
leiðslan í P/F Vágatunnilin
á fund við umboð fyri NCC
og KB El-Teknik, og ikki
fyrr enn eftir tann fundin
fæst greiða á, nær arbeiðið
kann vera liðugt.
Knud Balle, stjóri í KB
El-Teknik sigur, at hann
væntar, at arbeiðið kann
vera liðugt um ikki so langa
tíð.
Tað
hevur
verið
frammi, at arbeiðið verður
ikki liðugt áðrenn marts
mánað næsta ár, men Knud
Balle metir ikki, at tað fer
at ganga so long tíð. Hann
metir, at elarbeiðið, sum
KB EL-Teknik skal gera,
kann vera liðugt væl áðrenn
marts mánað. Men eisini
hann er varin við at siga
nakað ítøkiligt, fyrr enn
eftir fundin, sum altso skal
vera seinnapartin týsdagin.
Skuffað vágafólk
Glað vágafólk til hátíðarhald, tá seinasta skotið varð latið av í
undirsjóvartunnlinum. Tey vistu tá, at dagurin 26. november
klokkan 11 fór tunnilin at verða tikin í nýtslu. Tí fingu tey
sum vátan frammaná, nú tað vísir seg, at tunnilin kortini ikki
verður liðugur til henda dato. Ein ábending um, nær
vágatunnilin verður liðugur, fæst væntandi eftir fundin
millum P/F Vágatunnilin, NCC og KB El-Teknik, sum verður
seinnapartin týsdagin
C
M
Y
K
3
2