týsdagur 29. oktober 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 207 - 29. oktober 2002
Nr. 207 - 29. oktober 2002
5
Koyringin av gróti úr
grótbrotinum í
Porkeri eigur ikki
bjóðast út. Hagin, har
grótbrotið liggur, er
ognarhagi, og stemn-
ingur er í Porkeri fyri
at nokta Landsverk-
frøðinginum at nýta
grótið, missa porken-
ingar arbeiðið í
grótbrotinum, sigur
Sigmundur Olsen,
limur í hagastýrinum
í Porkeri.
GRÓTBROT
Jón Brian Hvidtfeldt
Ætlaninar hjá Landsverk-
frøðinginum um at bjóða út
koyringina við gróti úr
grótbrotinum í Porkeri fell-
ur ikki í góða jørð hjá haga-
stýrinum í Porkeri. Lands-
verkfrøðingurin hevur í
umbúna at bjóða út koyr-
ingina úr grótbrotinum í
Porkeri oman á havnaøkið í
bygdini. Haðani verður
grótið síðan flutt við skipi
norður á Kollafjørð og
koyrt niðan í verkið hjá
Landsverkfrøðinginum
í
Hundsarabotni. Umleið 10
mans arbeiða í grótbrotin-
um í Porkeri, umframt teir
tríggjar, sum koyra grótið
oman á havnaøkið.
Landsverkfrøðingurin og
lastbilaførararnir hava í
fleiri ár havt eina fasta
avtalu um koyringina, har
landsverkfrøðingurin hevur
latið 10 krónur fyri tonsið
av gróti, ið koyrt er koyrt
oman á havnaøkið. Áður
hevur tað verið vanlig
mannagongd hjá landsverk-
frøðinginum at biðja fólk á
staðnum gera ymsu arbeið-
ini fyri stovnin, og síðan
hava partarnir samráðst seg
til ein fastan prís. Men
nógvar atfinningar hava
verið um hesa skipan, og í
dag hevur landsverkfrøð-
ingurin tann yvirordnaða
politikk, at øll arbeiði skulu
bjóðast út. Bæði fyri at allir
skulu hava møguleika at
bjóða, og eisini fyri at
kanna, um til ber at spara
pengar.
Sjóvegis flutningurin við
gróti úr Porkeri norður á
Kollafjørð hevur í fleiri ár
verið bjóðaður út, í summar
varð koyringin við Por-
kerisgrótinum av havna-
økinum í Kollafirði niðan í
Hundsarabotn boðin út, og
tí er nú bara koyringin í
Porkeri eftir at bjóða út.
Men porkerningar eru alt
annað enn fegnir um ætlaðu
útbjóðingina av koyringini
úr grótbrotinum. Teir vísa
á, at støðan er ein onnur hjá
teimum enn t.d. hjá teim-
um, sum koyra á megin-
økinum, tí lastbilaførarnir í
Porkeri fáa einki annað ar-
beiði, missa teir koyringina
fyri
landsverkfrøðingin.
Eisini vísa teir á, at koma
aðrir, sum hava størri last-
bilar, og bjóða uppá koyr-
ingina, so megna porken-
ingar ikki at standa seg í
kappingini.
Hagastýrið mótmælir
Økið, har grótbrotið liggur,
er partur av ognarhaga, og
ætlanirnar hjá landsverk-
frøðinginum um at bjóða
koyringina út hevur vakt
ans í hagastýrinum. Sig-
mundur Olsen, sum er
limur í hagastýrinum, sigur,
at limirnir í hagastýrinum
hava umrøtt málið, síðan
tað frættist um útbjóðing-
ina
- Tað er breið semja í
hagastýrinum um at mót-
mæla ætlanunum hjá lands-
verkfrøðinginum um at
bjóða arbeiðið út, sigur
Sigmund Olsen. Hagin, har
gróðtbrotið liggur, er til-
samans 12 merkur og er
býttur millum umleið 50
eigarar,
teir
flestu
úr
Porkeri. Sigmund Olsen
sigur, at tað finst bara ein
munnlig avtala millum
hagan og landsverkfrøðing-
in, um at landsverkfrøð-
ingurin sleppur at taka
grótið. Fyri hetta fær hagin
eitt ávíst gjald fyri tonsið.
Enn hevur hagastýrið
ikki tikið støðu til møgulig
tiltøk móti landsverkfrøð-
inginum. Sigmund Olsen
sigur tó, at tað er stemn-
ingur í hagastýrinum fyri at
nokta landsverkfrøðingin-
um grótið, vísir tað seg, at
porkerningar missa koyr-
ingina. Av tí at hagastýrið
ikki hevur viðgjørt málið
endaliga enn, dugir hann
ikki at siga, hvørt hagin fer
at seta tiltøk í verk, so
skjótt arbeiðið verður boðið
út, ella teir fara at bíða og
síggja, um porkerningar
sleppa at halda fram við
arbeiðinum.
Landsverkfrøðingurin
segði herfyri við Sosialin,
at kanningar fyrst skulu
gerast í samband við eina
komandi útbjóðing, og tí
væntaði hann ikki, at
arbeiðið verður boðið út í
ár.
Sigmund Olsen sigur, at
hendir
einki
óvæntað
áðrenn, so verður málið
tikið upp á árliga haga-
fundinum, sum verður í
fyrst í januar mánað næsta
ár. Tá skal eisini støða
takast til, um hagin skal
nokta
landsverkfrøðing-
inum grótið, vísir tað seg,
at porkeningar missa koyr-
ingina.
- Tað er ein stór avgerð at
taka og krevur eisini nógva
viðgerð. Tí nokta vit at lata
teimum grótið, so merkir
tað eisini, at grótbrotið
stongir, og tá missa enn
fleiri porkeningar arbeiðið,
sigur Sigmund Olsen.
Hagastýri mótmælir útbjóðingar-
ætlan hjá Landsverkfrøðinginum
Síðsta fríggjadag
hevði landsstýris-
maðurin, Páll á
Reynatúgvu, fund við
kommunufeløgini um
eldraøkið. Fundurin,
sum var á Sandi, var
byrjanin til fleiri
fundir millum land
og kommunur um
eldraøkið, sum skal
leggjast út til
kommunurnar at
umsita og gjalda
ELDRAØKIÐ
Vilmund Jacobsen
Síðsta
fríggjadag
var
fundur á Sandi um eldra-
økið.
Tað var landsstýrismað-
urin, Páll á Reynatúgvu,
sum hevði kallað komm-
unufeløgini,
Føroya
Kommunufelag og Komm-
unusamskipan Føroya, til
fundar.
Hetta er fyrsti fundurin
millum land og kommunu í
hesum umfari um eldra-
økið, sum semja er um skal
leggjast út til kommunurnar
at umsita og gjalda.
Hetta er eitt stórt øki, og
helst verða fleiri fundir um,
hvussu økið skal skipast –
nær og hvussu nógv skal
leggjast út í senn.
Kommunurnar fara sjálv-
sagt ikki bara at taka sær av
økinum, men peningurin,
sum tað almenna í dag rind-
ar til økið, má á ein ella
annan hátt fylgja við.
Um hetta í fyrstu syfti
verður ein blokkur – ella
ein regulering yvir skattin,
er ikki greitt enn. Málið er
tó, at skatturin hjá borgar-
unum ikki verður øktur –
ikki uttan so, at tær komm-
unur, sum vilja veita eina
betri tænastu á økinum,
vilja gjalda meira fyri hesa
tænastu.
Tað er nú einaferð soleið-
is, at har tænastan í eini
kommunu er góð, kostar
hon meira pening enn í eini
kommunu, har tænastan er
verri.
Og soleiðis vil tað nú
einaferð vera.
Landsstýrismaðurin
ynskir tó, at økini í nýggju
skipanini verða nøkulunda
eins fyri.
Eingin skrá
Jógvan Krosslág, sum er
formaður í KFS, Komm-
unusamskipan Føroya og
formaðurin
í
Føroya
Kommunufelag,
Jákup
Vestergaard, vóru báðir við
á fundinum saman við
sínum fólki.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa fatur á Jákupi,
men Jógvan hittu vit í tele-
fonini í gjáramorgunin.
Hann sigur, at hetta var
ein kunnandi fundur, sum
landsstýrismaðurin kallaði
saman til. Eingin beinleiðis
skrá var løgd fyri fundin,
men tosað varð aftur og
fram um hetta stóra økið,
sum eldraøkið er í sam-
felagnum.
– Málið við fundinum var
at fáa nøkur sjónarmið
fram um økið, bæði frá
kommununum og lands-
stýrismanninum.
Jógvan heldur tó ikki, at
nakað serligt kom burtur úr
hesum fyrsta fundinum –
ikki nakað ítøkiligt sum so.
Men hetta var kortini ein
góð byrjan.
– Semja er um, at eldra-
økið skal leggjast út til
kommunurnar at umsita og
gjalda, men enn er langur
vegur á mál, áðrenn øll
viðurskifti eru komin uppá
pláss.
Hann sigur, at ein av
teimum stóru spurningun-
um verður, hvussu býtið
millum land og kommunur
skal vera, og hvussu hetta
skal skipast – ikki minst í
byrjanini, tá ið partar av
økinum verða lagdir út til
kommunurnar.
– Í dag er skipanin við
eldrasambýlum hon, at
landið rindar 50.000 kr. fyri
hvørji 10 búpláss til bygg-
ingina, tó ongantíð meira
enn hálva miljón. Tað
merkir, at er talan um 12
búpláss,
rindar
landið
50.000 kr. fyri tey fyrstu
10. Hin partin bera komm-
unurnar sjálvar. Síðan rind-
ar landið arbeiðslønirnar,
undantikið løn til náttar-
vaktirnar, sum kommun-
urnar taka sær av.
Jógvan sigur, at við
bygging av ellis- og røktar-
heimum er býtið nú helvt
um helvt.
Alt ella partvís
– Landsstýrismaðurin segði
á fundinum á Sandi, at ætl-
anin er at leggja økið út til
1. juli komandi ár, men enn
er ikki greitt, í hvussu stór-
an mun hetta kann gerast til
ta tíð. Hetta er eisini ein
spurningur, ið greiða má
fáast á. Verður talan um alt
økið í einum, sum ikki er
serliga hugsandi, nú komið
er so stutt ávegis – ella
verður talan um tann lætt-
ara partin í fyrsta umfari,
sigur Jógvan Krosslág.
Sum skilst, er eingin
ósemja um, at eldraøkið
skal leggjast út til komm-
unurnar, men spurningurin
er á hvønn hátt, hetta skal
gerast.
– Hetta er eitt ynski, bæði
frá kommununalari síðu og
landsins síðu. Málið er at
hava ein greiðari skilnað
millum land og kommunu,
og semja er um, at hetta er
rætta loysnin.
Jógvan vísir á, at tá ið
kommunurnar tóku sær av
barnaøkinum, sum hann
tekur til, gjørdist tænastan
betur – og eisini dýrari,
sum náttúrligt er, tá ið nógv
meira
verður
gjørt
á
økinum.
– Við at leggja hesi økir
út til kommunurnar at um-
sita og gjalda, kemur tú
nærri borgarunum og kann
tískil veita eina betri tæn-
astu. Samstundis er vandin
fyri, at alt endar í miðstað-
arøkinum, minni. Úrslitið
verður, at fólk framvegis
verða búgvandi um landið.
Úti í kommununum »um-
sitir« tú teg sjálvan, og tað
má vera tað besta. At ríva
pelarnar undan fólki, er
eingin loysn, tá ið tey
kunnu verða verandi í sín-
um egna umhvørvi.
Jógvan vísir á, at fólk
náttúrliga vilja búgva í
nærumhvørvinum – eisini,
tá ið tey gerast gomul og
veik, tí har hava tey sína
familju, vinir og kenningar.
Byggjast upp
Formaðurin í Kommunu-
samskipan Føroya sigur, at
neyðugt verður at byggja
eldraøkið upp úti í komm-
ununum so við og við.
– Við sama støði sum
higartil, verður kostnaðurin
hin sami. Tað er bara ein
spurningur um býtið av
skattakrónunum
millum
land og kommunu. Hetta er
ein partur av tí, sum land og
kommunur noyðast at sam-
ráða seg fram til, sigur
Jógvan Krosslág at enda.
Røktin av gomlum og veikum
skal verða í nærumhvørvinum
Neyðugt er at boða
frá luttøku í
seinasta lagi, 15.
desember
HUGNI
Vilmund Jacobsen
Aftur í ár fara fiskimenn
og sjófólk annars at
spæla innandurafótbólt í
Klaksvík.
Kappingin verður í
Ítróttarhøllini í Klaks-
vík, og hon verður leyg-
ardagin, 28. desember.
Tá ið liðugt er, og
menn eru úttuskaðir,
verður borðhald í Skúla-
heiminum, har sjófólk
kunnu halda sær at
gamni afturvið einum
góðum bita.
Heiðurslønir
verða
lætnar vinnandi liðun-
um.
Teir, sum skipa fyri
kappingini,
siga,
at
neyðugt er at boða frá
luttøku í seinasta lagi,
15. desember, og hetta
verður gjørt við at ringja
á telefon 217739 ella við
at senda eitt telefaks á
telefon 457611. Eisini
ber til at senda ein
teldupost til adressuna
palli@chr-i-grotinum.fo
Kostnaðurin fyri lut-
tøkuna, er 1000 kr. fyri
hvørt liðið og tilber at
hava 8 leikarar á hvørj-
um liði.
Tað er stuttligt, at
manningar soleiðis taka
seg saman og skipa fyri
hugna millum høgtíðirn-
ar, tá ið nógvar skips-
manningar eru heima.
Spurningurin er so,
um hetta ávirkar lands-
fundin hjá Føroya Fiski-
mannafelg, ið plagar at
vera
um
nøkulunda
somu tíð.
Vit ynskja manning-
unum eina góða og
undirhaldandi fótbólts-
kapping.
Sjómenn aftur á
vøllin í Kaksvík
- Úti í kommununum
umsitir tú teg sjálvan, og tað
má vera tað besta, sigur
Jógvan Krosslág, formaður í
Kommusamskipan Føroya,
sum saman við øðrum var á
fundi við
landsstýrismanninum, Páll á
Reynatúgvu, síðsta fríggjadag
C
M
Y
K
5
4