Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 207 - 29. oktober 2002 Nr. 207 - 29. oktober 2002 7 – Tey menningar- tarnaðu hava nógv at læra okkum,sum tora at kalla okkum normal, segði Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum, tá ið hann setti skeiðið fyri menningartarnað, sum nú er í Øravík MENNINGARSKEIÐ Áki Bertholdsen – Tykkara tilvera er sum ein bók, ið vit sonevndu normalu kunnu hava gleði av at kaga í av og á. Segði Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í al- mannamálum, tá ið hann seinnapartin sunnudagin setti ráðstevnuna fyri menningartarnað á hotell- inum í Øravík. Hetta er en ráðstevna, sum leiðarar á Serstovna- deildini skipa fyri. Á ráð- stevnuni eru 18 menningar- tarnað og endamálið við tí er at geva teimum betri sjálvsfatan, at læra tey at koma fram við sínum tank- um og hugsanum um lívið, at læra tey at seta krøv til samfelagið og til hini og at læra tey at bera síni ynski fram. Hetta er fyrstu ferð, at leiðarar á Serstovna- deildini skipa fyri ráð- stevnu sum hesari og tað er Javni, sum hevur latið meg- inpartin av fíggjarliga stuðlinum. Høvuðstátturin á ráð- stevnuni eru fýra fyrilestr- ar. Eftir hvønn fyrilestur viðgera skeiðluttakararnir evni í fyrilestrunum í bólkaarbeiði, men stundir eru eisini til útferðir og hugnaløtur. Sunnudagin helt Hans Esbern Fuglø, leiðari á Verkstaðnum Vón fyrilest- ur um arbeiði, í gjáramorg- unin helt Bjarni Clement- sen, leiðari á Serstovna- deildini, fyrilestur um bú- staðarviðurskifti. Í morgun heldur Julianna N. Foldbo, fyrilestur um sexualitet og í morgin heldur Ragnhild Dahl fyrilestur um frítíðar- lív. Teir norðoyingarnir, sum eru við á ráðstevnuni, komu suður við Smyrli sunnumorgunin og seinna- partin sama dag varð hon sett og hildið verður fram til seinnapartin í morgin. Tá ið ráðstevnan varð sett, var eisini Finnleif Guttesen, borgarstjóri, boð- in við og eisini hann segði nøkur orð at bjóða teimum vælkomnum. Nógv at læra okkum Páll á Reynatúgvu helt, at eitt slíkt skeið er fyri- myndarlig førleikamenn- ing, tí her hava vit tveir bólkar við ymiskari bak- grund við ymsum møgu- leikum og við ymsum lívs- fortreytum. Hann hugsaði her um skeiðluttakarar og leiðarar. – Kortini hava hesir báðir bólkar óivað ein heilan hóp at læra av hvørjum øðrum. – Tit menningartarnaðu hava í øllum førum nógv at læra okkum, sum tora at kalla okkum normal. Í tykkara persónsmensku finnast tey flestu av teim- um mest grundleggjandi m e n n i s k j av i r ð u n u m : Óspiltur næstrakærleiki, treytaleyst sannføri og ótil- gjørdur atburður. – Tykkara heimur og til- vera ein ein bók, sum vit sonevndu normalu kunnu hava gleði av at kaga í av og á, serliga tá ið vit flyta okk- um frá teimum kjølfestu manniskjansligu eginleik- unum, sum gera eitt menn- iskja til eitt menniskja. – Onkusvegna er tykkara reinleiki leiðin aftur á slóð- ina at minnast til, hvussu lívið eisini kann livast og eigur at livast. Landsstýrismaðurin segði, at tey, sum hava fingið heitið menningar- tarnað, eru onkusvegna øðrvísi enn tey flestu. – Tit skilja tykkum burtur úr tí gráa hópinum. Tit verða ikki longur kallað býttlingar ella evnaveik. Tí- betur. Vónandi er hetta eitt tekin um, at tit so við og við hava fingið tað virðing, ið tit, so væl sum øll onnur menniskju, hava uppiborið. – Vit mennast jú alla tíð- ina. Men hjá summum tekur hendan persónliga menningin longri tíð enn hjá øðrum. – Og tað stendur til okk- um sum samfelag og sum myndugleikar at lofta teim- um, sum av einhvørjari or- søk eru tarnað í teirra menning, tí uttan neyðuga stuðulin og uttan neyðugu hjálpina, er torført hjá teim- um at standa á egnum bein- um. Í hesum sambandi takk- aði Páll á Reynatúgvu teim- um á Serstovnadeildini fyri tað arbeiði, tey gera, tí tað er eitt arbeiði, sum ger stór- an mun hjá teimum, sum ikki sjálvi megna at gera vart við seg Nýhugsan, vælvild og tolsemi Landsstýrismaðurin segði, at eitt gott og innihaldsríkt arbeiði er ein týdningar- mikil partur av tilveruni. – Vit eiga at virka fyri, at arbeiðsmarknaðurin gerst rúmligari og at finna møgu- leikar so at eisini tey við avmarkaðum førleika kunnu fáa sítt pláss á ar- beiðsmarknaðinum. Hann helt, at hetta letur seg gera, men tað krevur bæði nýhugsan og vælvild og tollyndi frá øllum pørt- um. Tann, sum hevur arbeiði, hevur eisini rætt til virkna frítíð. Eisini á hesum øki eiga vit at finna loysnir, hóast nógv er hent, tí nú síggja vit menningartarnað spæla í hornorkestri, vera við í ítrótti og hava lista- framsýningar. Hann helt, at kynslívið eigur heldur ikki at vera tagdur burtur, tí tað er ein avgerandi og lívsjáttandi partur av tilveruni. Hann segði, at tað skal dirvi til at taka seta orð á hendan partin av lívinum og tí fegnaðist hann um, at eisini hesin spurningurin verður tikin upp. Skommin í Smærugøtu Tak yvir høvdið hava vit øll rætt til og bústaðir til menningartarnað hava vit tosað um leingi. – Stórur tørvur er á bú- staðum til menningartarn- að, tó at risastór framstig eru hend seinastu árini. Men landsstýrismaðurin helt eisini, at tað var skomm, tað, sum var hent í Smærugøtu í Havn, har fólk, ið kalla seg normal, stóðu aftanfyri eina minni dámliga roynd at steðga arbeiðnum at gera sambýli fyri menningartarnað. – Knappliga vísti nor- maliteturin eitt av sínum lítið sømiligu andlitum og hetta vísir okkum, hvussu viðkvom og hjálparleys menningartarnað kunnu vera og, hvussu illa útgjørt samfelagið tíverri kann vera at loysa slíkar trupul- leikar. – Og hendan hendingin minnir okkum eisini á, hvussu týdningarmikið tað er, at onkur talar søk teirra menningartarnaðu – ella at onkur tekur stig til at læra tey at tala teirra egnu søk. Hann vísti á, at endamál- ið við hesum skeiðnum var at geva menningartarnað- um innlit í teirra rættindi og at læra tey at seta orð á tankar og kenslur og ynski. – Við hesum førleika kunnu tit sjálvi vera við til at gera vart við tykkum, tá ið vit sokallaðu normalu gloyma, at vit eru ikki tey einastu sum búgva í Føroy- um, segði Páll á Reyna- túgvu. Tykkara reinleiki er leiðin aftur á slóðina Á ráðstevnuni í Øravík eru fýra fyrilestrar. Her er tað Hans Esbern Fuglø, sum greiðir frá um menningartarnað og arbeiði Tá ið landsstýrismaðurin hevði sett ráðstevnuna í Øravík, fekk hann eitt prát við onkrar av luttakarunum Teir komandi sunnu- dagarnar fara børn- ini, sum ganga í sunnudagsskúla hjá Heimamissiónini, at koma heim við hvør sínari bússu. Hetta er ein liður í eini verk- ætlan at hjálpa gøtu- børnum í Ukreinska høvuðsstaðnum, Kiev TÍÐINDASKRIV Tvey endamál eru við verkætlanini: 1. At sunnudagsskúla- børnini læra at geva av tí, tey eiga. 2. At stuðla arbeiðinum millum gøtubørn í Kiev í Ukreina. Peningurin, sum kemur inn, fer til arbeiðið, sum Jórun (fyrr Fonsdal, Vestmanna) og Nurlan Malaikev gera millum gøtubørn í Kiev. Tey hava arbeitt í Kiev síðan í februar 2000. Tey byrjaðu við at geva børnun- um at eta úti á gøtuni. Seinni lótu tey upp eitt dagskýli, har børnini kunnu koma gerandisdagar. Har fáa børnini ein máltíð, kunnu fara undir brús, hoyra bíbliusøgu og fáa høvi at spæla eins og onnur børn. Framtíðarætlanirnar eru at lata upp eina mið- støð, sum hevur til enda- máls at byggja brúgv millum lívið úti á gøtuni og lívið sum ein "vanligur" samfelagsborgari. Ein av orsøkunum til at Sunnudagsskúlin hjá Heimamisiónini er farin undir hesa verkætlan, er, at tað verður mett at vera av alstórum týdningi, at vit, sum eru so væl fyri matrielt, læra at geva av tí, vit eiga, longu meðan vit eru børn. Tí leggja vit stór- an dent á, at foreldrini ikki eru tey, sum lata í bússur- nar, men at tey stuðla børnunum í at lata av teirra egna peningi. Ein av hættunum kann vera, at børnini lata nakað av sínum egna lummapeningi, ella at tey savna fløskur og lata peningin í bússuna. Í samstarvi við Kovan í Sandavági eru gjørdar útvið 2000 bússur. Ætlanin er, at hvørt sunnudagsskúlabarn skal fáa eina bússu, sum tað skal hava standandi heima. Í nøkrum førum verður tað tó soleiðis, at systkin fáa eina felagsbússu. Umframt bússurnar eru eisini gjørdar plakatir og nakað av kunnandi tilfari um arbeiðið millum gøtu- børnini í Kiev, um landið og líknandi. Plakatirnar verða hongdar upp í sunnu- dagsskúlunum, og síðan er ætlanin, at umleið annan hvønn sunnudag verða sunnudagsskúlabørnini kunnaði um Ukreina og arbeiðið millum gøtubørn- ini. Stuðulin til at gera til- farið, er latin av Menta- málaráðnum umvegis Sp/f Ítróttarvedding. 26. januar 2003 er so ætlanin at savna bússurnar saman aftur, og síðan verður tað, sum kemur inn, sent til Ukreina, so at gøtubørnini kunnu fáa ágóðan av tí. Sunnudagsskúlabørn hjálpa gøtubørnum í Kiev C M Y K 7 6