týsdagur 29. oktober 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 207 - 29. oktober 2002
Nr. 207 - 29. oktober 2002
9
Fríggjadagin var
móttøka uppi á
Mjólkarvirkinum í
sambandi við, at 25 ár
eru liðin síðani
felagið varð sett á
stovn
FØÐINGARDAGUR
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Jens Kr. Vang
Fyri 25 árum síðani varð
lutafelagið
Meginfelag
Búnaðarmanna, fyrst kall-
að Mjólkarvirkið Búnaðar-
manna, sett á stovn.
Hátíðarhildið
varð
fríggjadagin í sambandi við
sjálvan
stovningardagin,
hóast sjálvt Mjólkarvirkið
ikki byrjaði fyrr enn tann 1.
apríl 1980.
Heilt fitt av fólki hevði
leitað sær niðan á Mjólkar-
virkið fyri at hátíðarhalda
dagin saman við stjórum og
starvsfólkum.
Veitsla var annars í Hós-
vík leygardagin fyri starvs-
fólki og bóndum.
ÓHAPP
Ingrid Bjarnastein
Sunnukvøldið um átta
tíðina var eitt ferðslu-
óhapp á Sundi. Ein bilur
við fýra fólkum fór útav
vegnum, vegna hálku.
Á politistøðini upplýsa
tey, at onkur av teimum
ferðandi fór á skaðastov-
una, tí viðkomandi hevði
fingið heilaskjálvta. Bil-
urin hevði fingið stóran
materiellan skaða.
Nú kunnu kvívík-
ingar gleðast um
nýggja sløkkiliðs-
bilin, sum júst er
komin til landið
AKFØR
Ingrid Bjarnastein
Kvívík
hevur
ongan
sløkkiliðsbil havt í hálvt
annað ár. Men nú er ein
spildurnýggjur
bilur
komin til bygdina, sum
skal brúkast til at sløkkja
eldar í kommununi.
– Hetta er ein sløkki-
liðsbilur, sum vit hava
bílagt í sambandi við
eldsløkking í kommu-
nuni, og nú tunnilin eina-
ferð fer at koma, sigur
Heini Holm, borgarstjóri
í Kvívík.
Í hálvt annað ár hevur
bygdin ongan sløkkiliðs-
bil havt, og áðrenn tað
var eitt ellisakfar, sum
var 33 ára gamalt. Tað
varð selt til ein savnara.
Hesin nýggi bilurin
tekur 2000 litrar av vatni,
og væntar borgarstjórin,
at nú fer at bera til at
nøkta tørvin í kommun-
uni.
Reyði sløkkiliðsbilurin
kostaði um 1,3 milliónir
krónir, upplýsir Heini
Holm, og hetta verður
fíggjað ígjøgnum rakst-
urin.
Ferðsluóhapp
á Sundi
Genta ákoyrd
ÓHAPP
Ingrid Bjarnastein
Um hálvgum átta tíðina
leygarkvøldið var eitt
óhapp við frákoyringina
Nesvík-Langasandur.
Ein 13 ára gomul genta
varð ákoyrd, og hon breyt
beinið. Hon varð flutt á
sjúkrahúsið,
har
hon
liggur enn.
Annars verður upplýst
av politistøðini í Havn, at
ógvuliga friðarligt hevur
verið um vikuskiftið.
Ongin liggjandi gestur
hevur verið, og hetta
kann
kanska
tykjast
óvanligt, tí sum oftast er
onkur, sum svevur í
brummuni.
Kvívíkingar fingið
nýggjan
sløkkiliðsbil
Kvívíkingar kunnu nú verða tryggir, tí nýggjur
sløkkiliðsbilur er júst komin til bygdina. Bilurin tekur
heilar 2000 litrar av vatni
Mjólkarvirkið hátíðar-
helt stovningardagin
Rólvur Djurhuus, nevndarformaður, og Eirikur Thorvaldsson, stjóri
Linda Gunnlaugsdóttir, Eimskip, Eirikur Thorvaldsson, Jørn Astrup Hansen og Dánjal Pauli
Danielsen, fyrrverandi landsstýrismaður í búnaðarmálum
Nakrir av
úrdráttunum hjá
Mjólkarvirkinum
Leygardagin var
móttøka í útibarna-
garðinum, Fjalla-
fípuni í Klaksvík, í
samband við, at
stovnurin alment
varð tikin í nýtslu.
Fyrstu børnini
byrjaðu í barnagarð-
inum fyri góðum
mánaða síðan. Í røðu
sínari, frøddist
Jóhanna West, leiðari,
um góðu umstøð-
urnar og umhvørvið,
ið barnagarðurin
hevur at virka undir
BØRN OG ANSING
Orð og myndir
Rúna Sivertsen
Dagurin í dag er ein stór
løta hjá okkum øllum, ið
hava staðið á bíðilista í
langa tíð, segði Eyðgunn
Samuelsen, formaður í
sosialu nevnd hjá Klaksvík-
ar Býráð, tá hon helt røðu
við móttøkuna í Fjallafíp-
uni leygardagin.
Við hesum vísti hon á, at
ikki bara børn og foreldur
hava bíðað, men sanniliga
eisini tey, ið stríðst hava
fyri at útvega fleiri ansing-
arpláss í kommununi.
Á hugnaligu samkomuni,
har eisini høvi var at fáa
sær ábit, vórðu fleiri røður
hildnar.
Fyrstur var Finn Johann-
esen, formaður í nevndini
fyri ferðavinnuna í Norð-
oyggjum. Hann handaði
borgarstjóranum,
Stein-
bjørn Jacobsen, lyklarnar
til húsið og ynskti hjarta-
liga tillukku við útibarna-
garðinum.
Tað er ferðavinnan í
Norðoyggjum, sum eigur
húsið, har nú 40 børn hava
fingið ansingarpláss.
Børnini dýrasta ogn
Børnini eru okkara dýr-
asta ogn, segði borgarstjór-
in, Steinbjørn Jacobsen.
Tey eru framtíðin; tí er um-
ráðandi, at vit fara væl um
tey og geva teimum tað
besta.
Og ikki kann sigast ann-
að enn, at Fjallafípan er eitt
gott stað hjá børnum at
vera.
Rúmini eru heimlig og
fjálg. Uttandura, beint fyri
fótunum,
liggur
Guds
órørda náttúra, besta spæli-
pláss børn kunnu hugsa
sær.
Men enn er bíðilistin eftir
barnaansingarplássum hjá
Klaksvíkar Kommunu ikki
komin til lívs. Fyri at
minka um tørvin við 20
børnum aftrat, er ætlanin at
byggja suðurúr bygningin-
um undir Hamarsenda, har
Fjallafípan búleikast.
Í løtuni eru 70 børn á
bíðilista; tað er ein stór
minking síðan ár 2000, tá
bíðilistin lá omanfyri 200.
Fjallafípan fjálg og heimlig
Børnini hugnaðu sær óført við móttøkuna leygardagin. Og hugflogið setur eingi mørk. Sauna, sum stendur tómt til summargestirnir koma, kann saktans nýtast til
eina »útflugt« sum hesa. Trivnaðurin hjá børnunum er ikki tengdur at prýðiligum bygningum, men fyrst og fremst av menniskjaligu virðunum, segði Steinbjørn
Jacobsen, borgarstjóri í sínari røðu
Jóhanna West, leiðari á Fjallafípuni (í miðjuni) í práti við Christian Olsen, stjóra á Norðoya
Kunningarstovu og Henrikku Nielsen, ið eigur 2 av børnunum, sum nú hava fingið ansingarpláss
í nýggja útibarnagarðinum, Fjallafípuni undir Hamarsenda í Klaksvík. Um 100 fólk, børn og
vaksin, stukku inn á góvið til móttøkuna seinnapartin leygardagin
Finn Johannesen, formaður fyri ferðavinnuna í Norðoyggjum. Tað er felagið, Ferðavinnan í
Norðoggjum, ið eigur bygningin, sum kommunan leigar til útibarnagarð. Ætlanin er, at
frítíðarhúsini, sum hava staðið ónýtt síðani 1995, verða nýtt til ferðafólk 2 mánaðir um árið, segði
Finn m.a. í røðu síni
C
M
Y
K
9
8