týsdagur 29. oktober 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 207 - 29. oktober 2002
Nr. 207 - 29. oktober 2002
11
Tjóðveldisflokkurin hevur eftir øllum at døma ein
sannleika, meðan onnur renna runt í partapolitiskum
tvassaríi fyri at brúka vendingina hjá formanni
floksins. Vit síggja, hvat hesin sami flokkur ger, tá
hann er við til at skipa fyri ráðstevnum. Meðan
Grønland og Danmark eru umboðað av fleiri
politiskum flokkum, herundir Javnaðarflokkunum,
so sleppur Tjóðveldisflokkurin einsamallur at leggja
føroysk sjónarmið fram á ráðstevnu á Christians-
borg um ríkisfelagsskapin í næstu viku. Vit vita øll,
hvat Tjóðveldisflokkurin meinar um framtíðina hjá
ríkisfelagsskapinum, og tað sær ikki mætari út, enn
at hann hevur tryggjað seg móti "partapolitiska
tvassarínum" við einsamallur at umboða føroyingar
á hesi annars áhugaverdu ráðstevnu.
Formaður Tjóðveldisfloksins vísir vantandi for-
stáilsi av búskapi, tá hann rør uppundir, at ein
búskaparligur sannleiki finst, meðan partapolitikkur
skal haldast uttanfyri fíggjarlógarviðgerðina. Tað
finst ikki ein sannleiki í búskaparpolitikki. Tað finn-
ast økonomiskar teoriir, ið spenna frá marxistiskari
teori til Keynesianskan blandingsbúskap víðari til
nýliberalistiska Friedman við einari ørgynnu av
teorium ímillum. Tað vildi verið púra burturvið, um
partapolitiskir munir ikki komu til sjóndar undir
einari fíggjarlógarviðgerð. Her burdi Tjóðveldis-
flokkurin serliga bitið merki í, at Javnaðarflokkurin,
tann flokkur, ið traditionelt hevur verið lagdur undir
at vilja stóran almennan sektor, hevur gjørt vart við,
at umsitingin er vorðin alt ov dýr. Tað átti at fingið
formann Tjóðveldisfloksins at hugsað seg um,
heldur enn at kveistra konstruktivan og sakligan
kritikk burtur við banniorðinum "partapolitikkur".
Fíggjarlógaruppskotið er ikki væl frágingið. Hetta
hava vit fingið váttað av garvaðum politikarum eins
og búskaparfrøðingum. Tað er spell, tá formaður
Tjóðveldisfloksins ikki tekur hetta til eftirtektar,
men heldur roynir at verja ófantaligheitir, sum til
dømis tá fíggjarmálaráðharrin við onkrari tekniskari
finnesu roynir at halda lógarfestu útreiðslurnar til
Norðoyartunnilin uftanfyri fíggjarlógina fyri 2003.
Tað er einki galið við, at partapolitiskt kjak fer fram
á politiska vígvøllinum. Tað er ein sunnur og
náttúrligur partur av einari demokratiskari skipan,
hóast hetta eftir øllum at døma ikki hóvar formanni
Tjóðveldisfloksins.
Tað sær løgið út, tá Høgni Hoydal roynir at
diskvalificera ein búskaparfrøðing úr almenna
kjakinum, tí hesin hevur verið valevni hjá einum
ávisum flokki. Álvaratos, skal ein persónlig politisk
meining gera tað, at man ikki má úttala seg á sínum
fakøki. Tað er malplaceraður partapolikkur, tá man
roynir at miskreditera fakfólk vegna politisku
meining teirra, og tað eiga allir politiskir flokkar at
taka kraftiga avstand frá.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Partapolitikkur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Marjun Vang
Hetta er bert ein lítil við-
merking frá einari gentu, ið
hevur nøkur fleiri ár og er-
faringar á baki enn Re-
bekka R. Petersen.
Eg má viðganga, at eg
gjørdist heldur bilsin, tá ið
eg las lesarbrævið hjá
Rebekku í Sosialinum 25.
oktober 2002.
Tað kann vera, at tú
Rebakka hevði doyð av
skomm høvdu foreldur tíni
verið samkynd. Kanska
kemur hesin hugburður av,
at tú í tíni kristnu uppaling
hevur lært, at tað at vera
samkynd/ur er synd. Sjálv
eri eg eisini uppald í tí
kristnu trúnni, men mun-
urin á okkara uppaling er,
at eg havi lært, at ein skal
virða og góðtaka øll menn-
iskju. Tað er líkamikið,
hvat kyn foreldrini eru.
Tað, ið umráðandi er, er at
barnið kennir seg elskað av
foreldrum sínum.
Tú sigur, at tað at vera
samkynd/ur er synd. Men
eg trúgvi neyvan, at nakar
velur at verða útstoytt/ur og
niðurgjørd/ur vegna seksu-
alitet teirra. Hetta er heilt
burturvið! Eingin velur at
vera noydd/ur at flyta frá
móðirlandi sínum fyri at
fáa eitt sámuligt lív, har tey
ikki verða dømd hvønn
tann einasta dag.
Tað er stór skomm, at ein
bólkur í okkara samfelag er
noyddur at flyta, tí hann er
uttanfyri og øðrvísi. Og tú
sum ert so flóv av øllum,
átti heldur at skammast
yvir at liva í einum landi, ið
ikki hevur pláss fyri øllum
fólkum, óansæð húðarlit,
trúgv og seksualitet.
Eg haldi, at tað er upp á
tíðina, at vit føroyingar
læra at góðtaka og virða
samkynd,
tí
tey
hava
akkurát líka góðan rætt til
at vera her sum vit onnur.
Tað er ei heldur okkara
uppgáva at døma onnur, tí
tað er Guð, ið dømir okkum
øll tá ið tann dagurin
kemur.
Aftursvar til Rebekku
Jógvan við Keldu
løgtingsmaður av ST-
borgini í New York
RØÐURNAR HAVA VER-
IÐ NÓGVAR Í TRYGD-
ARRÁÐNUM FRÁ
YMISKUM LONDU.
ÁHUGAVERT ER AT
SÍGGJA INNIHALDIÐ.
ALLIR YNSKJA AT
RØKKA MÁLINUM,
MEN ÚTGANGSSTØÐIÐ
ER ÓTRÚLIGA YMISKT.
Millum oddafólk í ST verður
hildið, at kanningarleiðarin,
sviðin, Hans Blix fær eina
sera torføra uppgávu at
loysa, tá hann endiliga slepp-
ur til verka við kanningini av
goymslunum av hópoyðing-
arvápnum í Irak.
Í fyrstu atløgu, um vápn
verða funnin, eftir at Irak
hevur lagt doyðin á, at eingi
vandamikil vápn eru, verður
trýstið stórt, av tí at alt ST tá
er hildið fyri gjøldur.
Í øðrum lagi, um einki
verður funnið, er misálitið
greitt av kanningararbeið-
inum frá teimum londum,
sum hava sligið fast, at hóp-
oyðingarvápn eru í land-
inum.
Álitið á Irak, burtur sæð
frá nøkrum heilt fáum lond-
um, er so gott sum einki.
BRETAR OG FRANSAR
Bretski
ambassadørurin,
Jeremy Greenstock, tekur til
í røðu síni, at "vit kunnu ikki
góðtaka at hava kann-
ingarfólkið aftur standandi
hjálparleyst, meðan óhugna-
lig skjøl verða brend ella
meðan ein mongd rýmur frá
bakdyrnum, tá kanningar-
fólkið er til reiðar við
høvuðsdyrnar".
Franska umboðið, Jean-
David Levitte, sum hevur
fremstu virðing í øllum
londum, er nakað varisligari,
og tekur til, at: "Hóast
Frakland ikki hevur fullgóð
prógv fyri, at ólóglig vápn
eru í Irak, eru tað nógvar
indikatiónir um, at Irak
hevur brúkt hesa støðu til at
fremja ólógligu skipanir
teirra, innan kemisku og
biologisku økini".
DRIGIÐ
LONGUR
ÚT
ENN VANLIGT
Ringt er í skrivandi løtu at
siga, um nakað verður greitt
í hesari vikuni.
Fleiri diplomatar meta, at
málið kann gott draga út í
komandi viku. Lagt verður
afturat, at fáir kenna til mál í
Trygdarráðnum, sum hava
drigið so langt út.
Sum sagt, er ilt at siga í
skrivandi løtu, hvat úrslitið
verður.
Tikið verður til millum
manna á ST-borgini, at gløgt
hevur USA lagt út - nakað
harðliga og nakað klossut
heldur onkur - vitandi, at teir
fingu ikki alt.
Sagt verður eisini, at
bretsku umboðini, sum sig-
ast at hava heimsins dugna-
ligastu uttanríkístænastu, sita
nú og velja orðafelli, orða og
orða um í innihaldinum av
samtyktarinnihaldinum.
Frakland kanska er í løtuni
sett á eitt síðuspor saman við
Russlandi.
Møguliga
er
umboð Russlands ikki samt
við stjórnina.
SPURNINGUR UM
ATKVØÐUGREIÐLSU
Verður atkvøtt um málið í
Trygdarráðnum,
fær
tað
helst 9 av 15 atkvøðum í
ráðnum.
Syria atkvøður helst ímóti,
meðan Frakland og Russland
møguliga finna uppá at nýta
veto- ella sytingarrættin.
Spurningurin er so, um hesi
lond "verða roknað sum
heimsveldi".
Onkur hevur tikið til, at
USA OG Bretland - Bretland
hevur ikki givið endaligt svar
uppá seinasta innihaldið hjá
USA - fáa ikki alt sítt, men
samtyktin
liggur
nakað
ímillum tað franska og
ameriska.
Spurningurin er tí, um
talan verður um eina ella
tvær samtyktir ella, at nakað
verður valt har ímillum.
T.v.s. sum tikið verður til her,
" eina, tvær ella hálvonnur".
Eingin ivi er í, at fyrsta
uppskotið hjá USA og
Bretlandi er nakað "upp-
bloytt", sum dagarnir eru
gingnir.
ALLIR GÓÐIR HEILSAR
Í ST
Ja, nógv verður nú ferðast
millum londini á ST-borgini,
dygt diplomatiskt virksemi
fer fram í hesum døgum, har
allar frægastu og mest skyn-
somu kreftirnar samvirka í
einum næstan vónleystum
máli.
Røðurnar hava verið nógv-
ar úr ymisku londunum, og
áhugavert hevur verðið at
sæð innihaldið í ymisku
røðunum. Allir ynskja at
røkka málinum, men út-
gangsstøðið
er
ótrúliga
ymiskt.
Hetta er støðan í skrivandi
løtu.
Dygt diplomatiskt virksemi meðan Irak-
kanningin dregur út
Nýggj vitan áðrenn nýggja kanning
Hermann Oskarsson
Undir kreppuni vórðu sett-
ar í verk nakrar bráðfeingis
analysur av føroyska bú-
skapinum IMF og Gørtz
rapportirnar. Eftir kreppuna
eru tvær nakað sama slag
analysur framdar - Cara-
gata og Hvítabók.
Allar hesar hava verið
analytisk verk, grundað á ta
informasjón, sum liggur til
taks frammanundan.
Hesi tiltøkini hava givið
okkum nakrar meiningar
um føroyskan búskap - men
ikki stórvegis av nýggjari
vitan ella nýggjum amboð-
um.
Tað er ótrúliga arrogant,
at fara frá hesari hending-
ini, uttan at syrgja fyri, at
hava fleiri amboð og meira
vitan tøka. At stevna út í
mjørkan enn eina ferð.
Hesar nevndu frágreið-
ingar geva á ongan hátt
myndugleikunum betri før-
leika ella meira informa-
sjón til at reka búskapar-
politikk ella til at hava eftir-
lit við búskapargongdini.
Tað, sum krevst er:
– Informasjón um búskap-
in og sosialu viðurskift-
ini - bæði umfatandi ár-
liga
informasjón
og
bráðfeingis fráboðandi
hagvísar
– Amboð og stovnar til
analysur
At
krepputilgongdin
kundi búnast so nógv áðr-
enn gjørt var av álvara vart
við viðurskiftini, stóðst
fyrst og fremst av, at ov lítil
informasjón var um før-
oyska búskapin og at in-
formasjónin ikki kom nóg
tíðliga. Í hesum er alt ov lít-
ið broytt.
Haraftrat komst tað av, at
fakligi førleikin til at brúka
informasjónina ikki var nóg
góður.
Nú, vit merkja fyrstu
skvatlini at einari nýggjari
kreppu, hava vit framvegis
ikki neyðugu informasjón-
ina ella neyðug amboð ella
førleika til at brúka in-
formasjónina.
Okkum manglar haldgóð
hagtøl um nærum alt.
Mest
átroðkandi
eru
haldgóð og stundislig hag-
tøl um tjóðarroknskap,
gjaldsjavna, prís- og lønar-
gongd,
arbeiðsmarknað,
húsarhaldsinntøkur og sosi-
al viðurskifti annars, fíggj-
arviðurskifti og fíggjar-
marknað.
Tínæst hagvísar av yms-
um slag - um framleiðslu,
keyp, bygging, íløgur, eftir-
spurning og útboð av
arbeiðsorku.
Nú ein dagin kom ein
áheitan um at fáa onkra út-
lendska nevnd at kann før-
oyska búskapin enn eina-
ferð - og aftur við atliti til
teir brennandi politisku
spurningarnar.
Kanningar av hesum slag
eru altíð vælkomnar. Tað
verða valla nakrantíð gjørd-
ar ov nógvar av slagnum.
Men hetta er sum við olju-
leiting - at seta seg at ana-
lysera tær somu upplýsing-
arnar fimm ferðir, er ikki
rætti mátin. Tú granskar tær
fystu upplýsingarnar og so
noyðist tú at skjóta seis-
mikk aftur. So granskar tú
tær upplýsingarnar. Síðani
skal royndarborast og tær
upplýsingarnar
kannast.
Nýggjar boringar til av-
marking, nýggjur seismikk-
ur, royndir aðrastaðni - alt
nýggj informasjón, sum
skal til. Heldur enn at seta
seg at gronast uppi yvir tí
fyrstu seismikkskjótingini
fimm ferðir á rað. Tað nytt-
ar lítið.
Ikki tí at tað ikki kundi
verið hugnaligt, men av tí
orsøk, at okkum fyrst og
fremst tørvar informasjón -
grundleggjandi teljing og
hagtalsliga uppgerð - áðr-
enn tað nyttar at gera fleiri
kanningar og fyri at mynd-
ugleikar og fólk skulu hava
ein livandi kjans at fáa frá-
boðan um tað sum hendir
nú, tað sum hendi í gjár og
tað sum kanska fer at henda
í morgin.
Um so er, at tað skulu
gerast fleiri kanningar av
føroyska búskapinum, so
vil eg so staðiliga mæla til,
at teir pengarnir verða
brúktir til at styrkja førleik-
an her á landi til gransking
av búskapi og sosialum við-
urskiftum. Og um tað so
endiliga skal vera útlendskt
ella altjóða, fáið so sett hes-
ar serfrøðingar í samstarv
við føroyingar og føroyskar
stovnar.
Landið hevur sett eitt Bú-
skaparráð og hevur Hag-
stovu,
Landsbanka
og
Fíggjarmálaráð. Fáið held-
ur brúkt orkuna til at
styrkja førleikan hjá teim-
um til at fáa hagtøl og upp-
gerðir til vega og til at
menna førleikan og amboð-
ini til regluliga analysu av
teimum viðurskiftunum, vit
ferðast ígjøgnum.
Tann fíggjarmarknaðar-
liga ”ratingin” ella viging-
in, sum Sigurð Poulsen
hevur nevnt, er eitt heilt
annað mál. Hon hevði verið
eitt frálíkt høvi hjá føroysk-
um
myndugleikum
at
sloppi upp á vektina eina
ferð um árið, fyri at tryggja
sær at vektin samsvaraði
við útsjóndina.
Dagsins rættur eitur in-
formasjón.
Omaná er skilagóð til-
feingisnýtsla.
Í løtuni hava vit nógv
meira brúk fyri regluligari
informasjón enn vit hava
brúk fyri einari frágreið-
ings aftrat um føroyska bú-
skapin.
Ráðini eru: Syrgið fyri at
fáa røttu informsjónina
rættstundis.
Tað er ikki bara í samfel-
agsbúskapinum, at tørvur
er á at savna tøku informa-
sjónina til nyttugar upp-
gerðir og at økja nøgdina av
tøkari informasjón. Hetta er
galdandi fyri alt samfelag-
ið, øll landsstýrisráðini, all-
ar avgerandi stovnar, øll
sosial og búskaparlig viður-
skifti, umhvørvi og fiskatil-
feingi.
Sjálvt einfalda teljing av
fiskiskapi og fiskivinnu
manglar okkum, skomm at
siga frá. Vit hava onga
beina og fullfíggjaða upp-
gerð av føroyskum útflutn-
ingi. Vit kenna ikki tæn-
astuhandilin
við
onnur
lond. Vit vita ikki hvussu
nógv húsarhald eru í landi-
num og vit vita tíansheldur
nakað um tey. Vit vita ikki
um tímalønin fer upp ella
niður. Er bygging dýr ella
bílig? - vit vita tað ikki. Eru
føroyingar væl útbúnir? -
vit vita tað ikki. Vit vita
heldur ikki um fyritøkun-
um manglar arbeiðsfólk
ella hvørja útbúgving fyri-
tøkurnar vilja hava.
Hagstovan megnar at
framleiða árligan tjóðar-
roknskap - tvey ára gamlan.
Tað vil siga at kunngjørt
verður
um
ársskiftið
2002/2003 hvussu árið
2000 hilnaðist. Tá er tað
søga og ikki ein uppgerð,
sum er brúkilig hjá mynd-
ugleikum ella almenningi.
Tann tjóðarroknskapurin
er í ársins prísum - altso
prísunum frá 2000. Næsti
tjóðarroknskapurin er so
fyri 2001. Kemur út um
ársskiftið 2003/2004 og er í
ársins prísum - altso prísum
frá 2001. Av hesi orsøk
kunnu tjóðarroknskapirnir
fyri 2000 og 2001 ikki sam-
anberast. Vit vita ikki um
tað gekk fram ella aftur frá
2002 til 2003 ella hvussu
nógv tað gekk fram ella aft-
ur millum árini.
Til tess krevst tjóðar-
roknskapur í førstum prís-
um.
Til at gera informasjón-
ina frá tjóðarroknskapi
brúkiliga hjá myndugleik-
um og almenningi krevst
haraftrat at informasjónin
er tøk fyrr enn tvey ár eru
farin - nógv fyrr. Tað rætta
var, at fyribils tjóðarrokn-
skapur lá tøkur 6 mánaðar
eftir árslok - ikki seinni.
Rættast var eisini um tjóð-
arroknskapur fyri ársfjórð-
ingarnar kom út so hvørt
árið leið.
Upp úr mjørkanum
Tað sýnist sum dámar okk-
um best at liva í mjørka. At
hava meiningar um at hetta
ella hitt er tað rætta - tó
helst undir tí fortreyt at vit
ikki hava nóg mikið av in-
formasjón til at ivast í tí vit
halda.
Uttan mun til um tað er
hendan meiningin ella hin -
tað sum telir er vitan. Vitan,
sum setir teg føran fyri at
taka hesa ella hasa støðuna
- ikki støðutakan, sum setir
teg føran fyri at køva vitan-
ina um veruleikan.
Dysturin millum politisk-
ar meiningar er upp á sín
máta ein av motorunum,
sum ber okkum framá. Men
ikki tá meiningarnar eru
grundaðar á heilaspuna.
Okkum tørvar vitan, in-
formasjón, til at lyfta mein-
ingarnar upp á ein hóskandi
pall - ein pall har útsýnið er
betri - omanfyri mjørkan.
VIÐMERKINGAR
Ginusøgur og samkynt
Oddfríður Marni
Rasmussen
Eg skilji á øllum brøgdum,
at smáligheitirnar aftur
hava verið í hásætinum. Eg
havi verið burturstaddur í
tríggjar vikur, og tí havi eg
ikki fylgt so væl við í kjaki-
num, men eg skilji at
krympireyvarnar aftur hava
úttalað seg um hugtøk, sum
tær ikki hava skil fyri - og í
hesum førum er tað leikur-
in Ginusøgur og náttúrlig-
ur/ónáttúrligur seksualitet-
ur.
Leikurin er sera skemti-
ligur og sera tragiskur, tí at
hann nemur við nøkur tabu-
evni, ið vanliga verða sópa
undir húsateppið sum al-
menn teppið. Hetta væl-
signaða orðið VAGINA, er
nakað galið við tí? Nei og
jú. Eve Ensler gevur vagin-
uni lív, ger hana til eina
hugsandi gøgn, eina talandi
gøgn, og tað er tað sama
sum verður sagt um eitt
hjarta - at eitt hjarta hugsar,
talar, er rationelt. So reint
logiskt eru bæði ósonn. Ein
vagina kann ikki snakka,
hugsa, rópa og tað kann eitt
hjarta heldur ikki, men fyri
at sleppa undan at siga tað
vit sjálvi hugsa, so geva vit
øðrum kropslutum, enn
heilanum, eina rødd. Ginu-
søgurnar er ein forsvarstala
um eitt tabuevni, eins og
kjakið um samkynd er
vorið ein forsvarstala um
Guds orð og ein menniskja-
ligan rætt at vera sum tú nú
einaferð er. Ginusøgurnar
enda við einari talu um
hjarta og vaginuna. Vagin-
an fyrigevur, hon opnar
seg, tekur ímóti, eins og
hjartað ger tað, men vagin-
an kann nakað, sum hjartað
ikki kann, og tað er at geva
lív - hetta náttúrliga, at føra
ættina víðari.
Í kjakinum, sum eftir
mínum tykki er á so lágum
støði, verður tosa um tað
náttúrliga og tað ónáttúr-
liga. At vera samkyndur,
verður lýst sum nakað
ónáttúrligt. Eg kenni nógv
samkynd og eg síggi tey
sum minst líka náttúrlig
sum tey, ið ikki eru tað.
Men fyrst, hvat er náttúrligt
og hvat er ónátturligt. Nátt-
úrligt, tað vil siga at tað
finst í náttúruni, og vit eru
ein partur av náttúruni.
Áðurnevnda
føðing
er
náttúrlig, at drepa er náttúr-
ligt (tí tað verður gjørt í
náttúruni). Ónáttúrligt er at
gera reagensglasbørn, at
svimja á vágni hvønn
morgun árið kring, at fáa
nýtt hjarta og at flúgva upp
á mánan. Skulu vit sleppa
øllum vísindaligum fram-
stigi, bara tí at hetta ikki er
náttúrligt? Nei, tað haldi eg
ikki.
Vit hava skapt okkara
egnu náttúru, sum eitur
sivilisatiónin, og hon er ikki
komin av sær sjálvari. Her
er tað náttúrliga og tað
ónáttúrliga runnið saman. Í
einum siviliseraðum sam-
felag er tað náttútligt at vera
samkyndur, at vera menn-
ingartarnaður,
at
vera
sinnissjúkur tí at samfelagið
eigur at geva hesum sømdir
at liva sum menniskju.
Fyri einum túsund árum
síðani vóru politikkur og
átrúnaður tengd at hvørjum
øðrum. Síðani kom human-
isman uppí leikin og skilti
hesi bæði at. Politikarar
vórðu fólkavaldir; demo-
kratiið kom uppí leikin,
meðan átrúnaður handlaði
um persónligar sannføring-
ar. Í Føroyum vísir tað seg,
at humanisman ikki hevur
megnað at skilt hesi at. Pol-
itikarar, serliga í Mið-
flokkinum og í pørtum av
Fólkaflokkinum taka sínar
avgerðir útfrá einum so-
kallaðum
”kristiligum
grundarlagi.”
Tað
eru
menniskjarættindini
hjá
Amnesti International eis-
ini, og har stendur í grein
18 at ”Øll hava rættin til
tanka-, samvitsku- og trúð-
arfrælsið.” Og í grein 19 at
”Øll hava rættin til egnu
meiningar, talu- og skrivi-
frælsið.” Vit kunnu ikki
kasta øll hesi rættindi fyri
borð, tað er upp til landsins
kosnu menn at verja rætt-
indini hjá øllum: kristnum,
samkyndum, ginufjeppar-
um, gudsnoktarum, orð-
blindum, stamarum, teim-
um sum sita í koyristóli,
sinnisveikum, barnakon-
um, børnum, ja, øllum sum
í samfelagnum liva. Vit eru
øll so ymisk, hava øll okk-
ara veikleikar og styrki,
men vit mugu ikki brúka
veikleikarnar at vísa á okk-
ara styrki, heldur brúka
styrkina at vísa á veikleik-
arnar.
Eg kann siga eina lítla
søgu móti endanum. Eg var
í kirkju í Reykjavík, har ein
svenskur prestur helt eina
prædikku um ein trans-
vestitt úr San Francisco, ið
var komin illa fyri. Hann
prostitueraði seg, var rús-
evnismisnýtari, tá ið ein
amerikanskur prestur tók
henda persónin til sína
meinigheit, hjálpti honum
burturúr rúsevnismisnýtsl-
uni, men lat hann vera
transvestit.
Persónurin
gjørdist hjálpari í meinig-
heit hansara. At enda segði
tann svenski presturin, at
óansæð hvussu vit menn-
iskju uppfata hvønn annan,
so eru vit eins í Guds eyg-
um. Eg hugsaði við mær
sjálvum tá ið fór út aftur,
”Hví hava vit ikki ein so-
vorðnan Gud í Føroyum,
sum ikki sær mun á hvussu
menniskjan er samansett.”
Meir eg hugsaði um hetta
varnaðist eg, at vit kanska
hava ein slíkan Gud, men
vit
hava
bara
nøkur
menniskju, sum hála partar
av bók hansara og brúka
teir til at gera samfelagið
einshugsandi,
einstrúgv-
andi og einslitt. Hesi eru so
upptikin av at hugsa um
sína egnu støðu eftir deyð-
an, at tey gloyma at verja
menniskju hvussu ymisk
tey nú einaferð eru. Hetta
sæst aftur í kjakinum.
Ginusøgurnar eru ein fram-
úrskarandi leikur, væl-
spældur eisini, um kvinnu-
lagnur, sum til dømis neyð-
tøkur, lesbiskar uppliving-
ar, upplivingar saman við
manni, um seksualitet í
breiðum týdningi. Allar
kvinnur hava eina ginu og
tað eigur ikki at vera nøkur
skomm, meðan ein út av
tíggju eru samkynd, so vit
áttu øll at verið so heldig at
kent ein samkyndan. Tíggju
prosent, tað eru knappir
fýra tingmenn.
C
M
Y
K
11
10