týsdagur 29. oktober 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 207 - 29. oktober 2002
Nr. 207 - 29. oktober 2002
13
Føroya Fróðskaparfelag 50 ár
HÁTÍÐARHALD
Orð: Heri á Rógvi
Myndir: Jens Kr. Vang
“Í søguni hjá einum landi
eru ymiskar hendingar,
sum skara framúr. Jóla-
fundurin var ein, men tað,
at vit fingu eitt fróðskapar-
setur í 1965, var eisini ein
av varðunum í tjóðskapar-
ligu
menning
okkara.
Henda menning, ið byrjaði
fyri aldarskiftið, skapti
fyrst eina tjóðskaparliga
mentan. Næsta og trjðja
ættarliðið fóru eitt stig
longri við at skapa føroysk
vísindi og eitt føroyskt vís-
indaligt umhvørvi.”
Hetta segði Jóan Pauli
Joensen, professari, m.a. í
røðu sínari á hátíðarhaldi-
num fyri 50 ára dagin hjá
Føroya Fróðskaparfelag.
17. desember í ár eru 50
ár liðin síðani Føroya Fróð-
skaparfelag varð sett á
stovn. Felagið hevur í dag
166 limir, harav 100 í Før-
oyum. Avgjørt var at fram-
skunda hátíðarhaldið til
fríggjadagin. í sambandi
við dagin varð eisini ein
bók givin út, sum sigur eitt
sindur um søguna hjá felag-
num hesi hálvtrýss árini.
Á hátíðarhaldinum, sum
var í Norðurlandahúsinum,
søgdu m.a. Petur Petersen,
aðalstjóri í Mentamálaráð-
num, Dánjal Petur Høj-
gaard, formaður fyri felag-
ið, nøkur orð. Jóan Pauli
Joensen helt sum nevnt eis-
ini eina talu. Eisini nýttu
onnur høvið til at heilsa fel-
agnum. Aldubáran stóð fyri
tónlistarliga innslagnum.
Limirnir í Fróðskaparfel-
agnum
eru
flest
allir
granskarar. Áður var treytin
fyri limaskapi, at ein skuldi
hava skrivað vísindarligar
greinir, men so er ikki long-
ur.
Endamálið hjá felagnum
hevur frá byrjan verið at
fremja samstarv millum
fólk í Føroyum, sum fáa við
vísindarligt starv og at upp-
lýsa um vísindalig viður-
skifti við útgávuvirksemi
og fundum.
Upprunaliga endamálið
verður tað eisini hildið fast
við hálvtrýss ár seinni.
Dánjal Petur Højgaard
greiðir frá, at teir regluliga
skipað fyri fundum, fyr-
lestrum og útgávum. Út-
gávurnar fevna um Fróð-
skaparritið, sum kemur út á
50. sinni í november. Eisini
almenna vísindatíðarritið
Frøði og Supplementa til
Fróðskaparrit, við doktara-
ritgerðum og øðrum, stend-
ur Føroya Fróðskaparfelag
fyri at geva út.
Søgan
Føroya Fróðskaparfelag er
sett á stovn við stovnandi
aðalfundi hin 17. desember
1952.
Í røðu sínari helt Jóan
Pauli Joensen fyri, at týdn-
ingurin av Fróðskaparfel-
agnum hevur verið alstóran
týdning
fyri
føroyska
gransking og føroyska sam-
felagið.
Føroya Fróðskaparfelag
hevur eisini havt avgerandi
týdning fyri stovnsetanina
av Fróðskaparsetrinum og
føroyskar gransking og frá-
læru sum heild.
Nógv góð fólk hava mill-
um ár og dag verið virkin í
felagnum, og felagið hevur
fyri ein stóran part av før-
oyskari gransking verið ein
savnandi depil.
Verandi nevndin í felag-
num hevur ætlanir um at
halda fram við verandi
virksemið til einaferð langt
fram í tíðina.
– Føroysk gransking og
føroysk vísindi hevur ment
seg nógv síðani 17. desem-
ber 1952, Tað er bæði gald-
andi fyri setrið og fyri hinar
granskingarstovnarnar. Tað
hevur eydnast eitt nú Hjalta
í Jákupsstovu at kyrra hóp-
in av toppkvalifiseraðum
vísindafólkum at sær, sum í
starvi sínum hava vunnið
sær doktaraheiti og sum
standa á odda fyri altjóða
gransking á ávísum økjum.
Tað sama kann sigast um
søvnini. Tað er hent og
hendir alsamt nógv. Eg
vóni, at teir, sum ráða gáa
eftir øllum tí framburði,
sum er hendur, hóast málið
ikki er rokkið enn, tí heim-
urin rundanum okkur krev-
ur alsamt størri og størri
fróðskap.
Tað sáðið, sum felagi
hevur sáað, hevur havt góð-
ar ílegur og borið góðan
ávøkstur á mestum øllum
økjum. Tað er at frøðast
um. Tað er enn brúk fyri
felagnum. Tað eigur sítt
fasta pláss í føroyska vís-
indaumhvørvinum, segði
Jóan Pauli Joensen í røðu
sínari.
Sosialurin prentar seinni
í vikuni røðuna hjá Jóan
Paula Joensen í fullari
longd.
Sosialurin ynskir Føroya
Fróðskaparfelagi til lukku
við degnum.
Aðalstjórin í Mentamálaráð-
num. Petur Petersen, bar
fram eina heilsu og eina gávu
til Fróðskaparfelagið vegna
Mentamálaráðið.
Dánjal Petur Højgaard,
Dr. Phil, er formaður fyri
Føroya Fróðskaparfelag.
Hann sigur seg rokna við, at
virksemið heldur óbroytt
fram næstu árini
Føroya Fróðskaparfelag hevur 166 limir, og ein stórur partur av teimum var at síggja til
hátíðarhaldið í Norðurlandahúsinum fríggjadagin
Høvið var eisini hjá fólki at heilsa felagnum. Arne
Thorsteinsson var ein teirra, ið segði nøkur orð um felagið
Í sambandi 50 ára dagin hjá Føroya Fróð-
skaparfelag varð skipað fyri hátíðarhaldi í
Norðurlandahúsinum fríggjadagin
Jóan Pauli Joensen, professari, segði í sínari røðu, at
Fróðskaparfelagið hevur havt ógvuliga stóran týdning fyri
føroyska samfelagið
Tann bert 23 ára
gamla Olja Markelova
skrivar á lærda
háskúlanum í Moskva
eina Ph.D. ritgerð um
føroyska samleikan.
Sjálv hevur hon einki
tilknýti til Føroyar av
nøkrum slag. Tað
vóru bókmentirnar
hjá Williami
Heinesen, ið kveiktu
hennara áhuga fyri
Føroyum. Eisini
hevur hon umsett
fleiri av yrkingum
Williams til russiskt,
og tær verða í næstum
givnar út í Russlandi
SAMRØÐA
Heri á Rógvi
Seinastu vikurnar hevur 23
ára gamla Olga Markelova
verið gestur á Føroyamáls-
deildini á Fróðskaparsetr-
inum. Olga er úr Moskva
Hon verður vanliga kallað
fyri og rópar seg sjálva fyri
Olja. Í løtuni skrivar hon
eina PhD ritgerð á Lærdan
háskúlanum í Moskva. Tað
er í hesum somu ørindum,
at hon er í Føroyum. Rit-
gerðin snýr seg nevniliga
um hin føroyska samleikan.
Av tilvild
Við eitt borð á bókasavn-
inum hjá Føroyamálsdeild-
ini á Fróðskaparsetrinum
situr Olja. Bøkurnar á borð-
inum eru skrivaðar av
monnum sum Hans Jacob
Debes, Janus Djurhuus og
Kirsten Brix. Her hevur fyri
tað nógva sitið seinastu
dagarnar. Hon greiðir frá,
at fyri hana er strongd og
hart arbeiði eingin trupul-
leiki.
Tá vit hitta hana ein hós-
dag seinnapart hevur hon
longu arbeitt seg ígjøgnum
eitt lítið fjall av føroyskum
bókum, og steðgurin hevur
ikki verið longri enn eina
viku.
Olja skilir væl øll tey
norðurlendsku málini. Hon
tosar flótandi danskt og
flótandi íslendskt, men er
ikki enn komin heilt á lagið
við føroyska málinum.
Hon fór, sum flest allir
russar, í skúla sum sjey ára
gomul. Í teirri russisku
skúlaskipanini eru eingir
miðnámsskúlar, og børnini
kunnu fara beinleiðis úr
»barnaskúlanum« á lærdan
háskúla. Hesi hava lært
stórt sæð tað sama. t.e. tey
eru á sama støði, sum før-
oyskir næmingar, ið júst
eru lidnir við eina mið-
námsútbúgving.
Sjálv var Olja sekstan ára
gomul, tá hon byrjaði at
lesa á lærda háskúlanum í
Moskva. t.e. Universitetið í
Moskva. Av nógvum verður
hetta roknað sum tað ein-
asta universitetið í býnum,
men tað eru eisini onnur.
Hon byrjaði at lesa norð-
urlendska filologi (norður-
lendsk málvísandi) á deild-
ini fyri útlendsk mál á
lærda
háskúlanum
í
Moskva. Hon gjørdi seg
lidna við hesi útbúgvingina
sum 21 ára gomul, og stutt
eftir fór hon undir at skriva
eina Ph.D. ritgerð. Hendan
ritgerðin snýr seg um tann
føroyska samleikan. Ein
Ph.D. rigerð er normerað til
trý ár, og Olja er komin í
helvt við sínari ritgerð.
Sum part av arbeiðinum
hevur
hon
fingið
eitt
stipendiat í Íslandi. Hetta
inniber, at hon í eitt ár er
næmingur á lærdum há-
skúla í Reykjavík, har hon
eisini lesur íslendskt sum
fremmandamál.
Tað er mest av øllum av
tilvild, at Olja nakrantíð fór
í holt við nakað føroyskt.
Høvuðsfakið hjá henni í
sínari útbúgving er danskt,
og hon datt ein dagin á
bókina »Det fortryllede
lys« – stuttsøgusavn hjá
William Heinesen.
– Beinanvegin hugsaði
eg, at her var okkurt at
granska í, sigur Olja.
Hennara høvuðsuppgáva
endaði eisini við at verða
um William Heinesen. Tað
vóru skaldsøgur hansara
»De fortabte«, Nóatún og
Tornet ved Verdens Ende,
ið høvuðsdentur varð lagd-
ur á í teirri uppgávuni.
Hetta er hennara fyrsta
vitjan í Føroyum, men hon
vónar at koma aftur til jóla
ella komandi vár.
– Her eru so nógvar keld-
ur, og eg vildi eisini ógvu-
liga fegin sleppa at siggja
landið, sigur Olja.
Føroyskur samleiki
Sjálvt heitið á ritgerðini er
»Den færøske litteratur og
medvirkningen af national-
følelsen på Færøerne«. Við
arbeiðsyvirskriftini: Hvor-
dan den færøske identitet
kommer til udtryk i littera-
turen. Hvordan litteraturen
spiller sin rolle i udform-
ningen av identiteten.
Olja nýtir russisk sam-
leika ástøði sum grundarlag
í rigerðini.
– Eg havi valt at leggja
stóran dent á rithøvundar
frá byrjanini av 20. øld.
Christian Matras, Regin í
Líð, William Heinesen og
aðrar, sigur Olja.
Olja dugir ikki rættiliga
at siga í stuttum, hvat tað
er, sum hevur fangað henn-
ara áhuga við William
Heinesen og øðrum før-
oyskum rithøvundum.
– Tað er trupult at siga,
men við Williami hevur tað
mestur okkurt at gera við
hansara realismu. Higartil
hevur tað verið ótrúliga
spennandi at granska í
teimum føroysku bókment-
unum, sigur Olja.
Ein av fyribils niðurstøð-
unum, hon hevur gjørt, er,
at útviklingurin av samleik-
anum er meira »sjælelig«
heldur enn politiskur. Tað
politiska
fylgir
síðani
aftaná.
– Dupultsíður rennur tú
teg á allatíðina. Tað er so
ymiskt, hvussu fólk fata
føroyska
skaldskap
og
hvussu fólk tulka national-
an skaldskap, sigur Olja.
Ritgerðin verður skrivað
á russiskum og á donskum.
Eisini hevur hon umsett
fleiri av yrkingum Williams
til russiskt og eina stutt-
søgu, og tær verða í næst-
um givnar út í Russlandi
Vegleiðari hennara og
starvsfólk á lærda háskúl-
anum í Moskva fegnast um,
at Olja hevur tikið hetta
stigið. Tað var kortini ikki
tað heilt nógva, tey kendu
til Føroyar – og kanska enn
minni til tann føroyska
samleikan.
– Hetta er sjálvandi for-
kunnugt fyri okkum. Á
deildini, har eg gekk, er
bert ein professari í norður-
lendskum, og tey hava
kunnleika í øllum teimum
føroysku málunum uttan
føroyskum, so hetta kemur
væl við, sigur Olja.
Áðrenn hon kom at
kenna føroyskar bókmentir
nærri, roknaði hon við, at
hon fór at fara undir at
granska í donskum rom-
antikki, men har longu so
nógv skrivað, heldur hon.
Hóast tað var mestsum av
tilvild, at hon endaði í Før-
oyum, so er hon fegin um at
vera enda í Føroyum og við
arbeiðinum um føroyska
samleikan.
– Eg trúgvi, at tað týdn-
ingarmesta hendur av til-
vild. Planleggur tú ov nógv,
so riggar tað ikki, sigur
Olja, sum roknar við, at
hon eftir ritgerðin er lið-ug-
ur fer at starvast við lærda
háskúlan í Moskva og
undirvísa m.a. í føroyskum.
Russiska Olja: Skrivar Ph.D. ritgerð
um føroyskan samleika
23 ára gamla Olja var í síðstu viku gestur á Fróðskaparsetrinum. Hon er serkøn í bókmentunum hjá Williami Heinesen, og skrivar í løtuni eina Ph.D. ritgerð um
tann føroyska samleikan
Mynd: Finnur Justinussen.
C
M
Y
K
13
12