týsdagur 29. oktober 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 • týsdagur • 29. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Eftir góða avrikið í
Týsklandi tykist
áhugin fyri at spæla
vinardystir ímóti
føroyska fótbólts-
landsliðnum at vera
størri, enn hann
hevur verið
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Føroyska fótbóltslandsliðið
er meiri áhugavert sum
mótstøðulið í vinardystum,
enn tað áður hevur verið.
Tað hava verið ábendingar
um hetta síðstu árini, og nú
hevur FSF aftur fingið eina
ítøkiliga staðfesting av
hesum.
– Vit hava fingið tilboð
úr Ungarn um at koma
niður hagar at spæla vinar-
dyst. Uppleggið hjá teim-
um er, at landsliðið skal
spæla í Budapest leygar-
dagin 30. november, sigur
Ísak Mikladal, sum hesa
seinastu
vikuna
hevur
samskift við ungverska fót-
bóltssambandið og lands-
liðsvenjaran.
Taka tit av?
– Endalig støða er ikki
tikin, men av givnum or-
søkum bendir alt á, at tað
verður eingin dystur í
Budapest 30. november.
Spælararnir hjá okkum eru
í vetrarfrí, og teir fara ikki
undir aftur venjingarnar
fyrrenn eftir ársskiftið.
Men vit hava skotið upp
fyri ungverjunum, at dyst-
urin í staðin verður spældur
eina ferð í vár. Vit hava
nevnt mikudagin 30. apríl
sum ein møguleika. Teir
venda hesum møguleik-
anum í løtuni, sigur Ísak
Mikladal, aðalskrivari í
Fótbóltssambandinum.
Tað hevur ikki verið
tosað um møguleikan, at
Ungarn skal vitja í Føroy-
um, eftir at Føroyar hava
verið í Budapest. Ungarn er
ein av europeisku fótbólts-
tjóðunum, sum Føroyar
ikki áður hava spælt lands-
dyst ímóti.
Lítil nytta
At Ungarn nú hevur vent
sær til FSF við umbøn um
vinardyst boðar frá, at aðrar
tjóðir eftir føroyska avrikið
í Týsklandi halda, at tað er
perspektiv og nytta í at
spæla ímóti Føroyum. So-
leiðis hevur tað ikki altíð
verið.
Nógvu tey fyrstu árini, tá
Føroyar vóru við í altjóða
fótbólti, var tað sera torført
hjá fótbóltslandsliðnum at
fáa avtalur í lag um vinar-
dystir ímóti øðrum lands-
liðum. Orsøkin var eyð-
sýniliga tann, at tær flestu
europeisku
fótbóltstjóð-
irnar mettu, at Føroyar ikki
vóru serliga áhugaverdar
sum mótstøðulið. Tað hevur
týdning, at nytta fæst burt-
urúr vinardystum, soleiðis
at venjararnir og spælar-
arnir eftir dystirnar vita
meiri um, hvussu teir skulu
gera og ikki gera, tá teir
skulu
undir
týdningar-
miklar uppgávur í undan-
kappingum.
Umframt
vinardystir
ímóti Íslandi og dystir
ímóti Kanada í Gundadali
og í Klaksvík, so spældu
Føroyar í 1992 og í 1993
tveir
vinardystir
ímóti
Noregi. Dysturin í 1992
varð spældur í Oslo. Noreg
vann 2–0. Árið eftir var
Noreg í Føroyum, og
norðmenn vunnu 7–0. Egil
Drillo Olsen var norskur
landsliðsvenjari tá. Eftir
skrædlið á Svangaskarði
legði hann ikki fingrarnar
ímillum. Hann segði við
norsku fjølmiðlarnar, at
hann metti ferðina til
Føroya at vera spill av orku
og tíð. Mótstøðan hevði
verið so mikið lítil og
primitiv, at hann og spæl-
ararnir einki vórðu vornir
klókari, og tað hevði verið
endamálið við ferðini. Ikki
at vita um Noreg átti eitt
betri landslið enn Føroyar,
tí tað vistu teir framman-
undan, segði Egil Drillo
Olsen.
Síðani hava Føroyar stað-
ið seg alt betri í undan-
kappingunum, og tað tykist
síggjast aftur í tilboðunum
um vinardystir.
Eingin NM kapping
Umframt undankappingar-
dystirnar ímóti Íslandi,
Týsklandi, Skotlandi og
Litava, sum eru á skránni
næsta ár, so verður vónað
og kanska rokna við, at
Føroyar skulu spæla onkrar
vinardystir.
Seinnu
árini
hevur
landsliðið verið á venjing-
arlegum á Kypros og í
Spania. Soleiðis verður tað
eisini
komandi
ár.
Venjingarlegan plagar at
vera um mánaðarskiftið
januar/februar.
Soleiðis
verður tað ivaleyst eisini
næsta ár, men enn er eingin
avgerð tikin um hetta.
Síðst var venjingarlegan
á Kypros, har Føroyar
spældu vinardystir ímóti
Póllandi og Liktinstein.
Tvey tey undanfarnu árini
vóru venjingarlegurnar í
Spania, har dystir í NM
kappingini vórðu spældir
ímóti Finnlandi og Íslandi.
Upprunaliga var ætlanin, at
tað skuldi haldast fram við
NM kappingini. Men nú
tykist hetta at vera dottið
niður fyri. Dysturin hjá
Føroyum ímóti Noregi í
fyrstu
kappingini
varð
ongantíð spældur, og tað er
ikki farið undir nýggja
kapping.
– Hjá stóru londunum
tóktist kappingin ikki at
verða raðfest, sum hon var
hjá eitt nú okkum og ís-
lendingum, og hesa sein-
astu tíðina hava vit einki
hoyrt um, at ætlanin er at
fara undir nýggja NM
kapping, sigur Ísak Mikla-
dal.
Í FSF hava teir mett, at
virðið í venjingarleguni
varð størri, um altjóða
skrásettir landsdystir vóru á
skránni.
– Tað er felagið, sum
eigur rættindini at sjón-
varpa dystirnar hjá okkum,
sum stílar fyri. Teir hava
avtalur við nógv fótbólts-
sambond í Europa. Tí er tað
ikki so torført hjá teimum
at syrgja fyri, at landsdystir
verða lagdir í sambandi við
venjingarleguna hjá okk-
um, sigur Ísak Mikladal,
sum samstundis undirstrik-
ar, at teir í FSF ikki enn
duga at siga, um nakar
landsdystur verður í vár.
Allan Simonsen
spøkir
Síðani Allan Simonsen fór
úr Føroyum og gjørdist
landsliðsvenjari í Luksem-
borg, hevur møguleikin
fleiri ferð verið nevndur, at
Føroyar og Luksemborg
hittust í vinardysti. Sam-
bært Ísaki Mikladal kenna
teir í FSF eisini til hesa
hugsanina.
– Allan hevur spurt seg
fyri hjá okkum. Luksem-
borg skal á venjingarlegu
við Miðalhavið eina ferð
eftir
ársskiftið.
Allan
Simonsen er áhugaður í, at
venjingarlegan hjá honum
og hansara monnum verður
á sama staði og um somu
tíð, sum okkara lið fer á
venjingarlegu, og at ein
dystur
verður
spældur
ímillum
Føroyar
og
Luksemborg. Eingin avtala
er gjørd um hetta, og vit
duga ikki enn at siga,
hvussu tað verður við
hesum. Sjónvarpsfelagið,
sum eigur rættindini til
okkara dystir, eigur eisini
rættindini til dystirnar hjá
Luksemborg, so tað er fyrst
og fremst upp til tað felagið
at gera av, um talan verður
um nakran dyst, sigur Ísak
Mikladal.
Ungarn vil
spæla ímóti
Føroyum
Føroyska avrikið ímóti Týsklandi hevur vakt stóran ans í fótbóltsheiminum, og nú vil Ungarn sleppa at royna seg móti okkara A-
landsliðið
15
14
Nr. 207 - 29. oktober 2002
Rendi á bryggjuna
Ferjan "Christian IV" hjá reiðarínum Color Line rendi
sunnukvøldið á bryggjuna í Hanstholm. Ferjan bar eis-
ini við ein trolara, sum lá við bryggju.
Color Line sigur, at streymslit umborð var orsøkin
til óhappið. Umleið 1.200 ferðafólk vóru við "Christi-
ani IV", og tey noyddust at bíða ein hálvan tíma í
myrkri eftir, at streymurin kom aftur.
Eingin fekk skaða av óhappinum. Color Line gjørdi
kortini av at lata ferjuna liggja í Hanstholm fyri nátt-
ina, tí illveður var nógvastaðni í Danmark sunnu-
kvøldið og gjáranáttina.
Lula vann stórsigur
Tann 57 ára gamli fyrrverandi fakfelagsformaðurin
Luiz Inacio Lula da Silva vann sunnudagin brasilska
forsetavalið. Hann fekk 61 prosent av atkvøðunum og
verður tann fyrsti sosialistiski forsetin í Brasil.
Lula, sum hann vanliga verður róptur, fekk 52 milli-
ónir atkvøður. Tað er munandi meiri, enn nakar av
undanmonnum hansara hevur fingið, og tað er næstan
met í einum demokratiskum landi. Metið eigur fyrr-
verandi amerikanski forsetin Ronald Reagan, sum
fekk 54,3 milliónir atkvøður, tá hann varð afturvaldur
á forsetavalinum í 1984.
Tað vóru serliga tey fátæku og miðalstættin, sum
valdu sosialistin Lula. Tey halda, at hann er tann rætti
maðurin til at skapa betri javna í brasilska samfelag-
num. Vinnulívið og fíggjarheimurin høvdu haraftur-
ímóti mælt fólki frá av velja Lula, og útlendskir íleggj-
arar høvdu hótt við at taka seg úr Brasil, varð hann
valdur.
Skrivað testamenti
Eitt arabiskt blað, sum verður givið út í London, prent-
aði sunnudagin eitt testamenti, sum sambært blaðnum
er testamentið hjá yvirgangsleiðaranum Osama bin
Laden.
Í testamentinum verður funnist at fleiri arabiskum
londum, tí tey hava ikki stuðlað felagsskapinum al-
Qaeda í bardaganum ímóti teimum vantrúgvandi.
Fyrrverandi Taliban-stýrið í Afghanistan fær eisini
eina skortfleingju, tí tað flýddi undan fíggindanum
ístaðin fyri at berjast ímóti honum.
Testamentið í arabiska blaðnum er dagfest tann 14.
desember í fjør, men blaðið vil ikki siga, hvussu tað
hevur fingið fatur á skjalinum.
Danir slakaðu ikki
Danska stjórnin sýtti um vikuskiftið fyri at slaka fyri
russisku stjórnini, sum hevði kravt, at ein heimsráð-
stevna um Kekenia, sum skuldi haldast í Keypmanna-
havn, skuldi avlýsast. Russar vóru so illir um ráðstevn-
una, at Vladimir Putin, forseti hótti við at boykotta
toppfundin millum ES og Russland í Keypmannahavn
í næsta mánað.
Hesum seinna selst væntandi undan, tí danska
stjórnin valdi at flyta toppfundin millum ES og Russ-
land úr Keypmannahavn til Bruxelles.
Per Stig Møller, uttanríkisráðharri sigur, at stjórnin
kundi ikki forða heimsráðstevnuni um Kekenia, tí tað
eru privatfólk, sum skipa fyri henni. At banna tiltaki-
num hevði verið brot á grundlógina, sigur uttanríkis-
ráðharrin, sum heldur, at stjórnin fann eina skilagóða
loysn á ósemjuni við Russland.
Russar brutu kanska altjóða
samtykt um kemisk vápn
Tað tykist vera ein
gáta, hvat tað var fyri
gass, sum russar
nýttu, tá teir lupu á
leikhúsið í Moskva
GÍSLATØKAN
Í MOSKVA
Árni Joensen
Allastaðni verður dúgliga
gitt, hvat tað var fyri gass,
sum russar sprændu inn í
leikhúsið í Moskva, áðrenn
teir russisku hermenninir
lupu á fyri at fría teir um-
leið 800 gíslarnar, sum teir
kekensku uppreistrarmenn-
inir høvdu tikið.
Amnesty International
sigur tað vera sera umráð-
andi at fáa staðfest, hvat tað
var fyri evni, sum russar
nýttu. Judith Arena, tals-
kvinna hjá Amnesty Inter-
national segði við BBC í
gjár, at felagsskapurin fer at
leggja trýst á teir russisku
myndugleikarnar fyri at fáa
teir at upplýsa, hvat slag av
gassi talan var um.
-Vit vilja hava at vita, um
tað var rætt at nýta hetta
slagið av gassi, og um tað
var lógligt, segði talskvinn-
an hjá Amnesty Internatio-
nal.
Ein amerikanskur ser-
frøðingur, Christopher Hol-
stege á lærda háskúlanum í
Virginia, segði við tíðinda-
stovuna AP, at tað fyrsta,
sum rann sær í huga, tá
hann frætti tíðindini, var, at
russar mundu hava nýtt
okkurt doyvandi evni sum
eitt nú valium. Ein fyrrver-
andi embætismaður í russ-
iska
verjumálaráðnum,
Vitalij Sjkilov, heldur, at
russar nýttu eitt slag av BZ-
gassi, sum er eitt nervagass.
Í USA sigur Christopher
Holstege, at hetta er eisini
væl hugsandi.
Er tað rætt, at russar
nýttu BZ-gass ella okkurt
tilsvarandi, kann tað vera
brot á altjóða samtyktina
um kemisk vápn, sum
Russland staðfesti í 1997.
-Tað kemur ikki óvart á
okkum, at russar hava slík
evni, sigur amerikanski
vápnaserfrøðingurin Ron
Madrid. Hann sigur, at
russar nýttu umleið 30 ár til
at gera BZ-gass.
Tann kendi russiski hern-
aðarserfrøðingurin Pavel
Felhengauer heldur, at russ-
ar nýttu eitt ella annað
loyniligt slag av gassi, sum
stavar frá gamla Sovjetsam-
veldinum, men sum ongar
almennar upplýsingar eru
um. Sjálvur heldur Pavel
Falhengauer, at kanska var
LSD í gassinum, sum varð
sprænt inn í leikhúsið.
Illveður í Norðurevropa
Minst 27 fólk doyðu í
illveðri í pørtum av
Norðurevropa um
vikuskiftið
ILLVEÐUR
Árni Joensen
Illveðrið stóðst av einum
djúpum lágtrýsti, sum kom
inn yvir Bretland, haðani
tað helst leiðina fram eyst-
ureftir.
Í Bretlandi doyðu seks
fólk sunnudagin í illveðri-
num. Teirra millum vóru
ein 22 ára gomul kvinna í
Oxford og systrar hennara,
sum vóru trettan og níggju
ára gamlar. Tær doyðu, tá
eitt træ datt oman yvir bil-
in, sum tær vóru í.
Í Niðurlondum doyðu
fýra fólk, teirra millum
tveir belgiskir kavarar. Eis-
ini í Fraklandi doyðu fýra
fólk, og í Týsklandi søgdu
myndugleikarnir í gjár, at
har hevði illveðrið kravt í
hvussu er sjey mannalív. Í
Eysturríki doyðu tvey eldri
fólk, í Sveits doyði ein ung
kvinna, og í Belgia doyði
ein trettan ára gomul genta.
Uttan fyri Portsmouth í
Suðuronglandi stoyttu ein
ferja og eitt spildurnýtt her-
skip saman. Herskipið fekk
so mikið stóran skaða, at
tað mátti fáast í dokk.
Tann mesti vindurin var
sunnan fyri lágtrýstið, og
tað gjørdi, at Danmark varð
ikki so meint rakt av ill-
veðrinum. Nógvur vindur
var kortini sunnukvøldið og
mánanáttina í syðra og
eystara parti av Danmark,
og vindferðin kom upp í 30
metrar um sekundið.
Flogfar til 800 ferðafólk
Tað fyrsta Airbus
A380 skal eftir
ætlanini á flog í 2006
FLOGFERÐSLA
Árni Joensen
Flogverksmiðjan Airbus,
sum hevur høvuðssæti í To-
louse í Fraklandi, ætlar í
fyrsta umfari at smíða nøk-
ur flogfør, sum skulu taka
600 ferðafólk, men næsta
stigið verður at smíða flog-
før til 800 ferðafólk.
Nýggja flogfarið skal eft-
ir ætlanini flúgva 16.000
kilometrar
við
einum
brennievnistanga, og tað
merkir m. a., at flogfarið
kann flúgva úr Keyp-
mannahavn til Sidney í Av-
stralia uttan at millum-
lenda.
Samstundis arbeiðir am-
erikanska
Boeing-verk-
smiðjan við at gera eitt
flogfar, sum skal flúgva
væl skjótari enn Concorde,
sum í dag er heimsins
skjótasta ferðamannaflog-
far. Tað fer m. a. at bera í
sær, at flogtíðin úr Keyp-
mannahavn til New York
verður stytt tveir tímar.
Nýggja amerikanska flog-
farið fer at taka 250 ferða-
fólk.
Nýggja
amerikanska
flogfarið kemur á marknað-
in í 2008.
Ein av kvinnunum, sum var millum kekensku gíslarænarar-
nar, situr deyð í einum stóli í leikhúsinum. Kvinnurnar høvdu
spreingiløðing uppi á sær.
C
M
Y
K
14