týsdagur 29. oktober 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 207 - 29. oktober 2002
Við trimum nýggjum
útlendingum á lið-
num var um reppið,
at KÍF koppaði
Kyndli, men í seinasta
enda var orkan ov lítil
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Vit skrivaðu í leygardags-
blaðnum, at talan á pappír-
inum var um greiðan favo-
rittleiklut hjá Kyndli, tá teir
leygardagin skuldu vitja
KÍF
í
Hoyvíkarhøllini.
Samstundis skrivaðu vit tó,
at nú KÍF hevði styrkt um
liðið við trimum útlendsk-
um leikarum, so kundi
kortini væl vera, at teir fóru
at arga nakað, og tað var
júst tað, sum kollfirð-
ingarnir gjørdu.
Fyrstu løtuna av dystin-
um var tað eisini so, at
kollfirðingar hóttu við at
gera nakað væl meira enn
bert at arga. Serstakliga
Damiroros, sum er nýggjru
bakkur á liðnum, gjørdi
akkurát tað, sum honum
lysti at gera. Kyndil fekk
snøgt sagt ikki steðga
sterka jugoslavanum, tá
hann leyp upp og hegn-
isliga bumbaði bóltin har,
sum hann helt vera best. Og
tað var sjáldan har, sum
Kyndilsmálverjin roknaði
við, at hann skuldi verða.
Tað er tó ein trupulleiki
hjá KÍF, at tað er so stutt
fráliðið,
síðani
nýggju
menninir komu til felagið.
Venjingarstøðan hjá hesum
er als ikki so góð, sum hon
eigur at vera, og so hvørt
sum møðin fór at gera seg
galdandi, byrjaði at gera
seg galdandi, kom Kyndil
alt meira við í dystin. Finur
Hansson hevur higartil í ár
verið eitt sindur upp og
niður, men hesa ferð var tað
fyri tað mesta uppeftir, og
tá er hann ein stór hóttan
móti einari og hvørjari
verju í landinum.
Fyri steðgin hevði Kyndil
togað seg mest sum upp á
javnt, og í seinna hálvleiki
hildu teir á fram við at toga.
Fram
móti
dystarenda
høvdu teir vunnið seg trý
mál framum, og alt tóktist
avgjørt, men tað var tó um
reppið, at alt datt niðurfyri.
Upp á tveir minuttir
minkaðu kollfirðingar úr 27-
30 í 29-30, og tá Kyndil við
25 sekundum eftir brendi
brotskast, stóð á gomlum
nøglum. Finnur Hansson,
sum misnýtti brotskastið,
fekk tó sjálvur fatur á retur-
inum, og tá hann varð tikin í
armin, fekk liðið nýggja
roynd úr sjey metrum, og
hesaferð fall avgerðin.
Kunnu meira enn arga
Sum sagt, so argaði KÍF
hesaferð, men mett eftir
hesum dystinum, so kann
væl henda seg, at liðið fer
at gera nakað væl meira
enn tað komandi mánað-
irnar.
Við jugoslaviska styrkin-
um hevur liðið brádliga
fingið tilført nakrar bak-
spælarar við nógvum kvali-
tetum, og hesir fara uttan
iva at geva øllum verjum
alstórar trupulleikar. Hartil
hevur liðið fingið nýggjan
málverja. Hetta er annars
ikki tað plássið, sum liðið
er veikast á, men tað vil
altíð vera ein fyrimunur at
hava tveir klassamálverjar
at velja ímillum, og kann
hetta samstundis vera við
til at fáa tað allar besta fram
í Óla Kristiani, er einki at
ivast í, at tað skulu meira
enn vanliga góð skot til,
áðrenn bóltarnir fara í KÍF-
meskarnir framyvir.
Fyri Kyndil vóru tey
bæði stigini helst tað týdn-
ingarmesta leygardagin, og
tað fingu teir so eisini.
Kanska var tað eisini
heppið, at liðið møtti KÍF,
nú áðrenn nýggju menninir
eru komnir í røttu venj-
ingarstøðuna. Hvussu er og
ikki, so helt Kyndil við
sigrinum
fast
í
góðu
støðuni á stigatalvuni. Har
eru teir í løtuni á fjórða
plássinum, men eins og hini
trý oddaliðini, so hevur
Kyndil bert mist tvey stig,
og tá dystartalið er ójavnt,
er tað fyrst og fremst
hesum, sum roknast má
eftir.
Dysturin í tølum
KÍF-Kyndil 29-31 (14-13)
KÍF: Damiroros 9, Petur
Martin Poulsen 6, Eddie
Joensen 4, Regin Petersen
4, Mirko Milinkovic 3,
Vagnur Johannsen 2(1),
Kristian Madsen 1
Kyndil: Finnur Hansson
10(4), Jacob Jónsson 7,
Heini Bendtsen 5, Hanus
Jensen 3(1), Hans Áki Dal-
Christiansen
2,
Høgni
Klein 2, Janus Einar Søren-
sen 2
Dómarar: Kristian Johan-
sen & Sámal Hansen
Morgan Knezevic
setti turbo-løðaran til
í tíggju minuttir, og
eftir hetta fingu hoy-
víkingar ongan tíð
fatur aftur á Neist-
anum
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað vóru tvey lið við
sjálvsálitinum í lagi, sum
fóru inn á vøllin í høllini á
Hálsi leygardagin. Bæði
Neistin og H71 høvdu
fingið eina góða byrjan upp
á kappingarárið, har tað
bert hevði verið VÍF, sum
hevði knógvað teimum, og
í so máta var hesin dysturin
ein uppgerð um, hvat av
liðunum skuldi fylgja við í
oddastríðnum.
Og tølini tala helst fyri
seg í so máta. Neistin vann
í øllum førum ein sera
sannførandi sigur, og tað
mundi vera minsti parturin
av áskoðarunum, sum eftir
dystin ivaðust í, at talan
hevði verið um ein fult
uppibornan sigur.
Hálvur hálvleikur var
nokk
Fyrstu løtuna var annars
ikki so nógv, sum bendi á,
at talan skuldi vera um tann
øgiliga munin millum liðini
bæði. Kanska var tað Neist-
in, sum hevði tað betra
spælið,
men
hinvegin
stríddust
hoyvikíngarnir
óføra væl, og høvdu teir tí
stutt tjóður í Neistanum.
Tað var tó ein stórur
munur á liðunum báðum.
Jugoslaviski
Morgan
Knezevic er í ár komin til
Neistanum, og um miðjan
fyrra hálvleik fór hann
veruliga at vísa, hvør dugur
var í honum. Uppskriftin
var hin sama at kalla hvørja
ferð. Press inn frá høgru, og
tá so Kenzevic kom inn av
vinstru bakki, var einki at
rafla um, og hvørja ferð sat
skotið dygst úti við stólp-
arnar, uttan møguleika hjá
Petur Magnussyni at verja
fyri.
Stórspælið frá jugoslav-
anum fekk eisini ferð á
restina av Neista-liðnum.
Verjan riggaði til fulnar,
Zeljko Jotic tók sær av tí,
sum varð skotið ímóti hon-
um, og álopsspælið gekk
alsamt skjótari. Somikið
væl gekst hesa løtuna, at
seinastu
góðu
tíggju
minuttirnar broyttist støðan
frá 7-8 til 17-8, og so var
tann dysturin í roynd og
veru avgjørdur.
Og tað bendi spælið í
seinna hálvleiki eisini á, at
hann var. Ferðin kom ongan
tíð upp á sama støði. Eina-
mest tí Neistin nú bert
skuldi koyra sigurin heim,
og tá hovyíkingar heldur
ikki tóktust hava orku til at
hugsa um at taka teir bláu
aftur. Eina mest ráddi um at
fáa seinasta hálva tíman at
ganga, uttan skaðar ella
óneyðugar útvísingar, og
heta eydnaðist sum so
eisini.
Spennandi støða
Við sigrinum tók Neistin
seg upp á ovastu tindarnar á
stigatalvuni, har teir nú eru
tvey stig undan næstu lið-
unum, tó at hesi hava leikt
ein dyst færri enn teir bláu.
Og hetta má sigast at vera
ein ikki sørt hugagóð støða
hjá aldursforsetanum at
vera í. Undan kappingini
var mest sum eitt heilt lið
farið úr felagnum, og árið í
ár varð mest sum sett av til
at byggja eitt nýtt lið upp.
Fyri hoyvíkingar var tal-
an hinvegin um eina stað-
festing av, at tað neyvan
verður í ár, at liðið fer at ota
seg nærri toppinum á
stigatalvuni. Tað er stutt
sagt ov langt ímillum leik-
arar við veruligum kvali-
tetum til at gera seg gald-
andi í oddinum, og ístaðin
verður talan helst um eitt
stríð um at halda seg
burturi frá niðasta sessinum
í stigatalvuni hetta kapp-
ingarárið.
Dysturin í tølum
Neistin-H71 34-23 (17-8)
Málkjúttar:
Neistin: Morgan Knezevic
10(5), Dan Thorleifsson 6,
Áki Mørk 6(2), Ragnar
Stakksund 5, Jón Ludvig 2,
Helgi Michelsen 2, Birgir
Kass 1, Rani Slættanes 1,
Helgi K. Justinussen 1
H71: Halgri Dahl Olesen 5,
Bárður Brimvík 4(2), Olaf
Vestergaard 4, Annfinn N.
Debess 4, Niels Viggo
Niclasen 3, Esbern Pat-
ursson 1, Høgni M. Joensen
1, Finnu H. Petersen 1
Brotskøst: Neistin 9, H71 3
Útvísingar: Neistin 2, H71
4
Dómarar úr Tjaldur: Kári
Hansen & Trygvi Morten-
sen
Neistin-H71 34-23 (17-8):
Klassamunur
KÍF-Kyndil 29-31 (14-13):
Kyndil vann gysara
Ein hálvan hálvleik vant Neistin seg veruliga upp í bæði verju- og álopspartinum, og eftir hetta
vóru hoyvíkingar ongan tíð nær námind einum stigi
Mynd: Álvur Haraldsen
Tá Finnur Hansson hevur ein góðan dag – so sum hann hevði leygardagin – er hann ein stórur
biti hjá einari og hvørjari verju, og kanska meira enn nakar annar var hann høvuðsmaðurin
aftan fyri sigurin hjá Kyndli á KÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
16
Nr. 207 - 29. oktober 2002
17
17