týsdagur 29. oktober 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 29. oktober 2002
19
Eftir tvey ára eina-
ræðis veldi á føroysku
hondbóltstindunum
taptu kvinnurnar hjá
VÍF annað vikuskiftið
á rað. Hesaferð á
Skála, har StÍF syrgdi
fyri einum óvæntað-
um – men uppi-
bornum - heimasigri
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir at tær seinasta viku-
skifti vóru fyri óvæntaðum
tapi í Vági, skudli VÍF
sunnudagin reisa seg, tá tær
ferðaðust inn á Skála. At
talan her skuldi gerast um
tvey stig, mundi fáur ivast í.
Bæði tí VÍF nú í tvey ár
hevur havt í serflokki besta
liðið, og eisini tí úrtøkan
hjá StÍF higartil hevur verið
so sum so. Ein sigur móti
Tjaldrinum
var
einasti
dysturin, sum hevði kastað
nakað av sær, so hóast VÍF
ikki fær gjørt nýtslu av
Ioanu Rápa í vetur, so líkt-
ist hetta eini yvirkomuligari
uppgávu hjá VÍF.
Innsatsurin í toppi
Men tað var tó heilt skjótt,
at StÍF hevði víst, at tær
undir øllum umstøðum
ætlaðu sær at gera mót-
støðu
sunnudagin.
Frá
fyrsta bríksli tóktust tær
vera
sera
tendraðar.
Kristina hevði alt fyri eitt
nakrar bjargingar í málin-
um, og umframt tær báðar
útlendsku útileikararnar, so
sýndu serliga Paula D.
Olsen og Anna Maria
Berthelsen, at tær spakuliga
eru við at menna seg til at
vera millum tær fremstu av
føroysku leikarunum.
VÍF følnaði tó ikki.
Nakrar skiftingar vórðu
framdar, og brádliga høvdu
tær gulu togað seg inn aftur
í dystin, men hóast tær
soleiðis vunnu seg framum,
so gavst StÍF ongantíð.
Undan steðginum høvdu
tær aftur strítt seg upp á
javnt, og í fyrstu løtunum
eftir steðgin vóru tær sum
hvirluvindar. Serstakliga
riggaði verjuspælið væl,
soleiðis at VÍF ongan tíð
slapp rættiliga framat, og
aloftast vóru tær eirinda-
leysar í kontraspælinum.
Sýndu karakter
Tað vóru tó tvær hendingar,
sum í seinna hálvleiki góvu
ábendingar um, at VÍF
kortini skuldi fara avstað
við øllum. Fyrst tá nakrar
skiftingar vórðu gjørdar,
við atliti til at fáa kontra-
spælið
at
rigga
betri.
Tomma Petersen – sum
annars stóð ein góðan dyst
– varð avloyst av Manuelu
Stan,
og
Nikolina
og
Nicoleta vórðu sendar inn
aftur á vøllin. Eina løtu
gjørdi hetta, at væl kenda
kontra maskinan hjá VÍF
tóktist fara ígongd.
Og júst sum VÍF var um
at fáa takið aftur á dystin-
um, fekk StÍF eitt álvarsligt
skot fyri bógvin. Asta
Petrauskiene var óheppin at
traðka skeivt, eftir at hon
hevði spælt bóltin frá sær,
og so var eingin bøn.
Fóturin var keiktur, og tó at
hon tóktist hava ætlanir um
at koma inn aftur á vøllin,
so var einki at gera, uttan
frá síðulinjuni at síggja
liðfelagarnir stríðast móti
tí, sum tóktist at gerast
yvirmaktin.
Ørkymlaðar
Tá hetta hendi, var bert hitt
eina málið á muni millum
liðini, men bakkastið tókt-
ist bara at gera heima-
kvinnurnar enn treiskari.
Kanska gjørdist spælið í
løtum dekan ov rótut, ikki
minst tí VÍF nú eisini fór at
mansverja Alinu Olaru.
Men stríðsviljin var so
stórur, sum ongan tíð fyrr,
og so dugdu leikararnir
eisini at vera kaldar í
avgerandi løtunum, soleiðis
at bólturin fekst inn um
málverjan.
Í hinum endanum sýndi
Kristina Griksaite, at hon
sum fáur megnar at fremja
bjargingar, tá tær eru mest
neyðugar, og einar tvær
ferðir tók hon royndir frá
púrasta leysum VÍF-leikar-
um.
Treiskni frá mótstøðuni
og misnýttu møguleikarnir
tóktust av álvara at ørkymla
VÍF. Tær royndu at seta enn
meira ferð á, men tá hetta
kiksaði, so vórðu tær revs-
aðar.
Serstakliga
sýndi
Poula, at eisini hon dugir at
renna seg leysa í kontra-
álopum, og sum tíðin gekk,
so tóktist tað alt meira
sannlíkt, at her skuldi talan
gerast um eina sensatión,
og tá seinasta bríkslið í
dystinum ljóðaði, so máttu
tær hjá VÍF bara ásanna, at
tær høvdu tapt fyri einum
betri liði.
Rætti hugburðurin
VÍF hevur nú tapt tveir
dystir á rað, og tað í sjálv-
um sær boðar undir øllum
umstøðum frá, at vit fáa
eina væl meira spennandi
kapping í ár. Trupulleik-
ararnir hjá VÍF koma ikki
minst av, at liðið nú ikki
hevur Ioanu at líta á, tá
verjurnar skulu opnast við
skotum útifrá, men liðið
telur tó somikið nógvar
góðar leikarar, at tær undir
øllum umstøðum átti at
verið eitt gott boð upp á eitt
oddalið.
Hinvegin sýndi avrikið
hjá StÍF, at tær væl kunnu
tosa við ímillum hini, tá
berjast skal um oddasessir.
Liðið telir tríggjar sera
góðar útlendingar, og so
tykist tað eisini, sum um
yngru leikararnir á liðnum
nú veruliga eru um at koma
fyri seg. Ikki minst var tað
merkisvert, hvussu væl tær
megnaðu at standa ímóti
sálarliga trýstinum, tá tað
var greitt at tær vóru um at
skapa eina sensatión. Hetta
ber boð um, at hugurðurin
hjá liðnum er hin rætti, og
at tær ikki hava óneyðuga
stóra virðing fyri mót-
støðuni, soleiðis sum tað
annars ofta er galdandi fyri
lið úr niðara endanum.
At Asta meiddi sær fótin,
er sjálvandi eitt álvarsligt
bakkast fyri liðið, og
spruningurin er sjálvandi,
hvussu tað fer at ávirka
liðið, um talan er um
drúgvan steðg, men undir
øllum umstøðum, so tykist
tað víst, at hetta undir
ongum umstøðum verður
einasta ferðin, sum StÍF fer
at arga. Er hugburðurin
tann sami til komandi upp-
gávurnar, so er einki at
ivast í, at øll lið í deildini
fáa trupulleikar av teimum.
Dysturin í tølum
StÍF-VÍF 27-24 (14-14)
Málskjúttar:
StÍF:
Asta Petrauskiene
7(3), Alina Olaru 6(1),
Anna Maria Berthelsen 6,
Poula D. Olsen 5, Anna B.
Danielsen 2, Sunfríð B.
Jacobsen 1
VÍF: Sóley Mikkelsen 7(2),
Nicoleta Radu 5, Fríða
Marjunardóttir 4(1), Hertha
Simonsen 2, Nikolina Eyð-
bjørnsdóttir 2, Súna Jógv-
ansdóttir 2, Alis Høghamar
1, Jacklin Durhuus 1
Brotskøst: StÍF 5, VÍF 3
Útvísingar: StÍF 2, VÍF 2
Dómarar úr H71: Jákup
Símun Simonsen og Gunn-
ar Djurhuus: Høvdu úr at
gera við at dempa spælið,
og hóast linjan kanska
kundi verið harðari, so
eydnaðist teimum so tolu-
liga væl at fáa dystin at
glíða, uttan at hørðu nær-
dystirnir gjørdust óreinir.
StÍF-VÍF 27-24 (14-14):
StÍF koppaði Vestmanna
Sóley Mikkelsen stríddist sum vant allan dystin á tamb, men hesa ferð mátti hon ásanna, at bygdafelagarnir av Skála og
Strondum vóru stinnari. Ikki minst tí Kristina Griksaite – sum á myndini – hevði nakrar avgerandi bjargingar í røttu løtunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað var ikki minst óræddi hugburðurin hjá heimligu leikarunum í StÍF, sum gjørdi uppgávuna
móti favorittunum úr VÍF gjørliga
Mynd: Álvur Haraldsen
19
18
Nr. 207 - 29. oktober 2002
VB er framvegis ein-
asta kvinnuliðið, sum
hevur fult stigatal.
Tað syrgdu tær fyri, tá
tær leygardagin
vunnu tryggan sigur á
Neistanum
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað vóru tey bæði fremstu
liðini í føroyskum kvinnu-
hondbólti í løtuni, sum
hittust, tá Neistin og VB
tørnaðu saman á Hálsi í
Havn leygardagin. Í øllum
førum, um metast skal eftir
stigatalvuni, og at VB
meinar
hetta
í
álvara
undirstrikaðu tær seinasta
vikuskifti, tá tær vunnu á
tvífaldu greipuvinnarunum
úr Vestmanna.
Higartil hevði talan tó
verið um tríggjar heima-
sigrar hjá VB, og tí vóru
mong sera spent um, hvørt
VB eisini skudli standa seg,
nú tær skuldu spæla norð-
anfjørðs. Ikki minst tí
Neistin higartil hevur sýnst
vera hampuliga sterkt.
Frálíkur málverji
Og tað var heilt skjótt, at
VB vísti, at tær so sanniliga
eisini dugdu á útivølli.
Fyrstu løtuna løgdu tær eitt
veruligt trýst á Neistan, og
tó at munurin ikki gjørdist
tann stóri, so kundi VB væl
komið á odda við fleiri
málum, vóru tær nakað
neyvari í skotroyndunum.
Tað var tó hampuliga
skjótt, at Neistin kom á
rætta lagið. So við og við
gjørdust eisini tær alt
naskari. Tær komu eisini
fram um VB, og brádliga
vóru tað tær, sum høvdu
møguleikan at leggja sjógv
niður til mótstøðuna, men
tær møttu tó alla tíðina
einari
stórari
forðing.
Nevnliga VB-málverjan-
um, Daiva, sum veruliga
sýndi, at hon uttan iva fer at
teljast sum ein hin allar
besti málverjin hetta kapp-
ingarárið. Hetta tóktist
Neistin eisini at sansa, og
meðan fyrstu skotroyndir-
nar vórðu møttar av mál-
verjanum, so gjørdist tað
sum dysturin leið alt meira
so, at skotini vórðu yvir-
plaserað í royndunum at
sleppa inn um málverjan.
Í hinum endanum tók VB
seg stútt frameftir. Ferðin á
spælinum var ikki altíð eins
høg, men úrtøkan var tó
eini leið. Ikki minst hjá
teimum báðum útlendsku.
Daiva Toumaite við góðu
skotroyndunum og gjøg-
numbrotssterku Reda Kur-
kauskiene.
Ferðin væntaði
Júst ferðin tóktist vera ein-
asta vápnið, sum Neistin
mundi hava. VB hevði und-
an dystinum havt trupul-
leikar av skaðum, og bæði
Arnleyg Hjelm og Guðrun
Midjord vórðu mettar sum
sera ivasamar. Arnleyg fekk
heldur ikki tikið lut í
dystinum, og tó at Guðrun
var við, so tóktist hon ikki
meira enn hálv, sum hon
stríddi seg ígjøgnum dyst-
in.
Við bert tveimum skiftis-
leikarum var tí upplagt, at
Neistin við eitt sindur av
trýsti kundi møða VB-liðið,
men hetta megnaðu tær
ongantíð. Partvíst tí VB
dugdi sera væl at toga ferð-
ina niður, so týdningar-
mestu
leikararnir
ikki
høvdu fyri neyðini at verða
skiftar út, og partvíst tí
mistøkini hjá Neistanum
vóru alt ov mong í tali, tá
roynt varð at seta ferð á.
Ikki minst vóru mistøkini
áfallandi nógv hjá royndu
leikarunum, og tá so er, so
er ilt hjá yngra ættarliðnum
at lyfta liðið.
Úrslitið av øllum hesum
varð eisini, at munurin so
líðandi øktist millum liðini.
VB hevði eina fimm mála
stóra leiðslu, tá farið varð
til
hálvleiks,
og
hesa
leiðsluna hildu tær fast um
allan seinna hálvleik. Nú
gjørdust
gjøgnumbrotini
hjá Neistanum eisini alsamt
færri í tali, og longu eftir
fyrstu tíggju minuttirnar í
seinna hálvleiki mundu tey
flestu ásanna, at her vendist
ikki. Neistin hevði tá roynt
at satsa enn meira, men
mistøkini vórðu mest sum
hvørja ferð revsað, og tó at
Marita Hermansen hevði
fleiri góðar bjargingar, tá
hon kom inn í seinna hálv-
leiki, so gjørdi tað lítlan
mun í samlaða roknskapin-
um, tá Neistin ikki kom
ígjøgnum hinumegin.
Spennandi í Vági
Eftir dystin var staðfesting-
in greið. Nevnliga at VB
hevði vunnið ein tryggan
sigur, og tó at spælið ikki
var so reypandi, so er einki
at ivast í, at VB kann røkka
heilt langt í ár. Talan er
kanska ikki um sama kvika
kontrahondbóltin,
sum
liðið fyrr hevur staðið fyri.
Men tær stríaðst sum vant í
samfullar 60 minuttir, og
ikki minst tóktust tær hava
høvdið við sær í flestu
avgerðunum á vøllinum. Tá
so Arnleyg aftur verður tøk,
umframt at Gurið Morten-
sen eisini kann væntast
aftur innan alt ov leingi, so
kann tað fara at síggja heilt
spennandi út hjá liðnum.
Neistin mátti hinvegin
ásanna, at tað so ikki varð
hesaferð, at tær koppaðu
oddaliðnum. Og skulu tær
gera sær vónir um hetta
framyvir, so mugu tær
leggja á annan bógv. Ikki
minst fremur liðiði í løtuni
ov nógv mistøk, og tó at
Simona Dziugyte aftur
hesa ferð varð toppskjútti,
so eiga skotroyndirnar frá
einum somikið týðandi
leikara at verða nógv neyv-
ari, um verulig nytta skal
fáast burturúr. Kanska er
liðið eisini skert, tí eingin
lámur er á liðnum, og hetta
verður betrað, tá Jórun
Ludvig aftur verður tøk,
men fyrst og fremst, so
møttu tær einum betri liðið
sunnudagin.
Dysturin í tølum
Neistin-VB 15-22 (6-11)
Málskjúttar
Neistin: Simona Dziugyte
6(2), Mildrið Jacobsen
3(1), Súna Mørk 2, Susan
Brockie 2, Rakul August-
inussen 1(1), Ata Høgna-
dóttir 1
VB: Reda Kurkauskiene
7(1), Laila Jespersen 6,
Daiva Toumaite 4(1), Mary
Krosslá 2, Eydis Kjærbo 2,
Eyðbritt Krosslá 1
Brotskøst: Neistin 6, VB 4
Útvísingar: Neistin 2, VB 3
Dómarar úr Tjaldri: Trygvi
Mortensen & Kári Hansen
Tjaldur fekk av at
vita, tá teir leygardag
in rendu seg í eitt satt
ódnarveður í Vest
manna
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Einki er at ivast í, at vest-
menningar vóru tendraðir,
tá teir leygardagin hittu
Tjaldur fyri heimaáskoð-
arunum. Tapið fyri StÍF
hevði allar helst tikið fast
hjá ærukæru leikarunum,
og nú skuldi prógvast, at
tann dysturin var ein svips-
ari.
Og tað gekk heldur ikki
long tíð, áðrenn høllin var
sannførd um, at her fór
eingin ivi at vera. 10
minuttir
skuldu
ganga,
áðrenn Tjaldur fekk fyrsta
málið, og tá liðini fóru til
hálvleiks, vóru longu 15
mál á muni.
Seinni hálvleikur var tí-
skil bert ein avgreiðslu-
spurningur, og tó at tað
gekst heldur frægari hjá
Tjaldri hesa løtuna, so var
tað ongan tíð nakar sum
helst ivi um, at her var risa
stórur munur á liðunum
báðum.
Tapið var mistak
Hjá VÍF varð dysturin
soleiðis ein greið ábending
um, at hóast teir vóru fyri
tapi á Skála herfyri, so er
eingin ivi um, at liðið ætlar
sær at vera við í fremstu
røð. Har hevur Tjaldur hin-
vegin ikki so nógv at gera í
fyrstu atløgu. Serstakliga
ikki nú liðið er somikið
hart rakt av skaðum, men í
Runavíkini verður vónað,
at eitt nú Sverri Justinussen
og Mortan Hansen skjótt
verða tøkir aftur, soleiðis at
teir aftur kunnu gera nakað
um seg. Tað tykist undir
øllum umstøðum soleiðis,
at skothóttanin í løtuni er
avmarkað til Dragisa Stojo-
vic, og einsamallur er tað
ikki tað stóra, sum hann fær
gjørt.
Vestmenningar hava eis-
ini havt nakrar skaðar at
dragast við, og eitt nú er
Sámal Joensen í løtuni
uttanfyri. Tað eru tó fá lið í
landinum, sum hava slíka
breidd, sum VÍF hevur, og
tí skulu tað nakað væl
meira enn ein ella tveir
skaddir leikarar til, áðrenn
gullvónin verður løgd á
hillina, um hon nakran tíð
verður tað yvirhøvur.
Dysturin í tølum
VÍF-Tjaldur 41-16 (20-5)
Málskjúttar:
VÍF: Áki G. Olsen 8, Áki
Olsen 6, John Zachariasen
6, Ingi Olsen 5, Ólavur
Brimnes 5, Piti Negru 4,
Agnar Joensen 3, Fríðbjørn
Seloy 2, Rógvi Nielsen 1,
Petur Frank Joensen 1
Tjaldur: Dragisa Stojovic 7,
Arngrím Arngrímsson 3,
Zoran Sarcevic 3, Áki L.
Hansen 2(1), Tórur Thom-
sen 1
Brotskøst: Tjaldur 4
Útvísingar: VÍF 3, Tjaldur
4
Diskvalifikatión: Tjaldur 1
(3X2 minuttir)
Dómarar úr H71: Gunnar
Djurhuus & Jákup Símun
Simonsen
Neistin-VB 15-22 (6-11):
VB einsamalt á odda
VÍF-Tjaldur 41-16 (20-5):
Sorl
Tølini talaðu fyri seg. Tjaldur fekk av at vita, tá teir leygardagin vitjaðu í Vestmanna, har eitt sera uppsett VÍF-lið vant burtur
úr mótstøðuni
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18