týsdagur 29. oktober 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 29. oktober 2002
21
Eftir dystirnar um
vikuskiftið er líkt til,
at tað fyrst og fremst
verða Mjølnir, TB og
ÍF, sum í ár fara at
kappast um fremstu
sessirnar
KVINNUFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Fýra dystir vórðu leiktir í
meistaradeildini hjá kvinn-
um hetta vikuskiftið, og
bæði Mjølnir og TB vóru
tvær ferðir í dysti.
Burtur úr hesum fingu
tvørakvinnur seks stig, og
vóru tí treytalest tær, sum
fingu mest burturúr.
Hetta mundi ikki kennast
sørt hugaligt, eftir at tær
fyri viku síðani vóru fyri
tapi í sínum fyrsta dysti,
sum var ímóti ÍF. Júst ÍF
mátti hetta vikuskiftið lúta
fyri Mjølnir, sum aftur
mátti lúta fyri TB, so tað er
nógv, sum bendir á, tað
fyrst og fremst verða hesi
trý liðini, sum fara at dyst-
ast í ovara enda av stiga-
talvuni hetta kappingarárið.
ÍF koppaði
Leygardagin
hevði
TB
vitjan av Fleyr, og her var
ikki nakar sum helst ivi um,
hvat av liðunum var tað
sterkara. Fleyr hevur seinnu
árini havt ilt við at átaka
sær nakran leiklut í før-
oyska hondbóltsoddinum,
og avrikini higartil geva
lítlar ábendingar um, at
nøkur broyting er ávegis.
Tilsamans vunnu havnar-
kvinnurnar bert 31 bóltar
ímóti TB, sum sostatt
kundu fara púrasta ómødd-
ar norður til Klaksvíkar, har
tær dagin eftir skuldu royna
seg móti Mjølni.
Tað sama kann ikki sigast
um Mjølnir, sum høvdu
eina tunga uppgávu á
Kambsdali, har ÍF tók
ímóti. Tá avtornaði, so
hevði Mjølnir vunnið ein
sera harðan dyst 3-2.
Settúrslitini boða frá, at tað
alla tíðina var sera tætt
millum liðini, og sum skilst
á lagnum, so var talan um
ein bæði spennandi og
harðan dyst.
ÍF hevur í ár styrkt um
liðið við tveimum jugoslav-
iskum leikarum, og tað
vóru eisini fyrst og fremst
hesar báðar, sum gjørdu um
seg. Blokkurin hjá Mjølnir
hevði tí úr at gera, og tað
var eisini her, at dysturin
fyrst og fremst varð vunnin.
Leygardagurin
merktist
Sunnudagin vóru so aftur
tveir dystir á skránni. Á
Giljanesi tók Dráttur ímóti
uppflytarunum úr KÍF. Her
varð ikki roknað við, at KÍF
kundi gera stórvegis skreyt-
ir, men tað var tó um
reppið, at tær tóku øll á
bóli.
Eftir at Dráttur hevði
byrjað soleiðis, sum rokn-
ast kundi við, tók KÍF sær
um reiggj, og vunnu tær
bæði næsta og triðja settið.
Trýstið gjørdist tó ov stórt
hjá kollfarðakvinnunum.
Fjórða setti vann Dráttur
hampuliga trygt, og tá
fimta og avgerandi settið
stóð fyri, var eingin ivi,
soleiðis at Dráttur vann
hetta 15-6.
Varð roknað við, at talan
skuldi vera um avgreiðslu-
spurning á Giljanesi, so var
spenningurin tað størri
undan dystinum hjá TB í
Klaksvik. Ikki minst eftir at
Mjølnir hevði vunnið í
Fuglafirði, men hesaferð
gjørdist tað so TB, sum dró
longra stráðið.
Tað var kanska soleiðis,
at dysturin frá leygar-
degnum framvegis sat í
beinunum hjá Mjølni, sum
hevði ilt við at fáa sama
glið á spælið, sum tær
høvdu leygardagin. Sagt
verður, at tað fyrst og
fremst vóru móttøkurnar,
sum ikki sótu nóg væl, og
tað hevði sjálvandi ávirkan
á álopsspælið.
Og tað at móttøkurnar
ikki rigga, gerst ikki órevs-
að móti TB. Við leikarum
sum teimum báðum Popo-
vic-systrunum og heim-
afturkomnu Gudrid Nolsøe,
verða slík mistøk revsað
uttan náði, og so hjálpti tað
lítið í samlaða roknskap-
inum, at Mjølnir í løtum var
væl við. Tað eru settini sum
telja, og her vann TB tey
trý.
Verður dagsformurin
Sum sagt í byrjanini, so er
tað nú líkt til, at tað serliga
verða Mjølnir, ÍF og TB,
sum fara at stríðast um
heiðursmerkini í vetur. Nú
tey øl hava leikt sínar fyrstu
innanhýsis dystir, er støðan
tann, at tey hava vunnið ein
og tapt ein, og í so máta er
einki avgjørt enn.
Talan er eisini um trý lið,
sum øll hava sínar avgjørdu
styrkir, og tí er væl hugs-
andi, at tað verður dags-
formurin í einstøku dystun-
um, sum verður avgerandi
fyri, hvar gullmerkini fara.
Og fyri undirhaldsvirðið í
kappingini er tað so avgjørt
ikki ringasta støðan.
Argja Bóltfelag, AB,
tryggjaði sær í ár fyri
fyrstu ferð í søgu fe-
lagsins uppflyting til
næstbestu røðina hjá
monnum, og tó at eingin
sigur tað hart, so er tað
helst eingin loyna, at
Argjamenn droyma um
at sleppa enn longur upp.
Fyrireikingarnar
til
komandi kappingarárið
eru eisini langt síðani
farnar ígongd, og nú
hevur
felagið
eisini
tryggjað sær venjaran til
komandi kappingarárið.
Tað verður nevnliga aftur
í ár Sámal Erik Hentze,
sum fer at standa við
stýrisvølin. Sámal Erik,
sum er 30 ára gamal
taldist seinast í áttati- og
fyrst í nítiárunum millum
mest evnaríku leikarar-
nar í HB, men millum
annað orsakað av skað-
um, rukku fótbóltsevnini
ongan tíð so langt, sum
útlit annars vóru fyri.
Ístaðin valdi hann fyri
tveimum árum síðani at
royna seg sum venjari, og
eftir at tað gekk so
hampuliga væl við næst-
besta liðnum hjá HB
fyrrárið, gjørdist hann í
fjør venjari hjá AB, og
higar til hava úrslitini so í
øllum førum verið góð.
-jm
Úrslit, meistaradeild
kvinnur
ÍF-Mjølnir 2-3 (23-25, 27-25, 25-11, 24-26, 13-15)
TB-Fleyr 3-0 (25-7, 25-11, 25-15)
Mjølnir-TB 1-3 (24-26, 20-25, 25-18, 13-25)
Dráttur-KÍF 3-2 (25-13, 17-25, 23-25, 25-15, 15-6)
Sámal Erik
heldur fram
Trý um boðið
TB vann týdningarmikla útidystin í Klaksvík, og hetta ber við sær, at støðan í oddinum er
púrasta jøvn, nú trý tey fremstu liðini hava leikt fyrsta umfarið í innanhýsis uppgerðunum
Mynd: SáH
Ivaleyst var tað ein
fyrimunur hjá TB, at tær
høvdu ein hampuliga lættan
heimadyst undan ferðini til
Klaksvíkar
Mynd: Áki Bertholdsen
21
20
Nr. 207 - 29. oktober 2002
Bæði móti Mjølni og
SÍ sýndu fuglfirðing-
ar sannførandi spæl,
og við tveimum 3-0
sigrum eru teir nú á
odda í bestu mans-
deildini, og í Sørvági
vann Fram á steypa-
vinnarunum úr SÍ
MANSFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Fuglfirðingar
bíðaðu
í
spenningi, nú ÍF eisini kom
við í kappingini í meistara-
deildini
hjá
monnum.
Fyrsta vikuskiftið hevði
liðið annars hugt at frá
síðulinjuni, meðan hini fýra
liðini opnaðu kappingina,
men nú skuldi tað so verða
teirra tørn.
Og spenningurin mundi
ikki gerast minni av, at tað
vóru Mjølnir og SÍ, sum
hesaferð komu á vitjan.
Hesi bæði liðini teljast
saman við júst ÍF og so
Fram millum liðini, sum
kunnu væntast at gera seg
galdandi í ár, og tí kundu
dystirnir um vikuskiftið
kanska geva eina ábending
um, hvussu ymsu liðini eru
fyri, nú kappingin av álvara
er farin ígongd.
Breiddin avgerandi
Og skal metast eftir teimum
báðum fyrstu heimadystun-
um hjá ÍF, so er einki at
ivast í, at teir eiga at vera
fremstu gullavorittarnir í ár.
Tað er kanska ikki haldbart
at tosa um favorittar longu
nú, tá bert tvey vikuskifti
eru liðin av eini langari
kapping, men talan var í
báðum førum um sera
sannførandi
sigrar
hjá
fuglfirðingunum.
Serstakliga í fyrsta settin-
um í báðum dystunum var
talan mest sum um av-
greiðsluspurning, og tó at
talan eftir hetta gjørdist um
javnari dystir, so prógvaðu
fuglfirðingarnir
hvørja
ferð, at tá tað veruliga stóð
á, so megnaði liðið at lyfta
seg, soleiðis at seinastu og
avgerandi bóltarnir kundu
sláast heim.
At peika á nakra einstaka
orsøk til tryggu sigrarnar er
ikki serliga einfalt, men
fremsta orsøkin tykist vera,
at fuglfirðingar eiga eina
nógv størri breidd í spælin-
um, enn mótstøðuliðini.
Avrikið er ikki á sama hátt
tengt at, hvussu ein ella
tveir leikarar standa seg, og
tá liðið telur fleiri møgu-
ligar match-vinnarar er eis-
ini mundandi torførari hjá
mótsøðuini at stilla blokk-
in, so hesin ger størstu
nyttuna.
Júst hetta tóktist eisini
vera trupulleikin hjá Mjølni
og kanska serliga sørving-
um. Í ov stóran mun verður
spælið lagt eftir einum ella
tveimum leikarum, og tó at
útlendsku kreftirnar til tíðir
eru mest sum ógjørligar at
steðga, so er hetta sjáldan
nakað, sum røkkur ígjøg-
num ein heilan dyst, og enn
minni ígjøgnum eitt heilt
kappingarár.
Sum sagt, so er dekan ov
tíðliga at fara at rópa nakrar
favorittar fram longu nú, og
kappingin í fjør sýndi
eisini, at einki er liðugt fyrr
enn alt er liðugt, sum onkur
væl
kendur
politikkari
plagar at siga. Men við
tveimum sigrum á tveimum
av fremstu sambiðlunum til
gullmerkini syrgdu fugl-
firðingar í øllum førum
fyri, at teir hava fingið eina
flúgvandi byrjan upp á
kappingarárið.
Meistararnir reistust
Meistaraliðið úr Fram var
fyri greiðum tapi, tá teir
fyrsta umfarið vitjaðu í
Klaksvík, har Mjølnir í ár
hevur eitt sera sterkt lið.
Hesa ferð skuldi slagið
standa í Sørvági, har SÍ
afutr í ár tykist ætla sær ein
leiklut í oddinum, og nú
gekst nakað væl betri hjá
Fram.
Talan gjørdist um ein
samlaðan 3-0 sigur, men
hóast hesin ljóðar tryggur,
so var talan yvir høvur um
ein sera javnan dyst. Mun-
urin millum liðini bæði var
ongan tíð serliga stórur,
men tað vóru teir úr Fram,
sum áttu munin.
Sum heild, so boða úrslit-
ini higartil í flogbóltinum
frá, at vit aftur í ár kunnu
rokna við eini sera spenn-
andi kapping. Fleyr tykist
vera einasta liðið, sum ikki
megnar at spæla við í
oddinum, og sum hini liðini
eru fyri, so er spurningurin
helst, hvørt havnarmenninir
yvir høvur fara at vinna sær
nakað stig.
Hinvegin er líkt til, at
hini fýra øll kunnu taka stig
frá hvørjum øðrum. Kanska
er ÍF í løtuni besta boðið
upp á ein meistara, men
hinvegin eru bert tvær vik-
ur síðani, at teir taptu hálv-
finaluna í FK-kappingini,
so alt í alt kunnu flogbólts-
hugað kring alt landið
gleða seg til enn eitt spenn-
andi kappingarár, har tað
væl kann henda seg, at
einki er avgjørt fyrr enn
seinastu bólturin er sligin í
gólvið.
Rúni Weihe sigur
breiddina vera eina av
avgjørdu styrkunum
hjá ÍF, men enn vil
hann als ikki tosa um
nakran favoritt av
nøkrum slag
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Einki er at ivast í, at ein av
orsøkunum til góðu byrj-
anina hjá ÍF er, at Rúni
Weihe í ár hevur valt at
spæla við fuglfirðingunum.
Ársins
leikari
seinasta
kappingarár hevði annars
vónir um at royna seg sum
yrkisleikara, men hetta er
fyribils lagt á hillina, og tað
munnu í øllum førum fugl-
firðingar fegnast um.
Fáir veikleikar
Eftir báðar sigrarnar um
vikuskifitð fingu vit orðið
á Rúna, og tó at hann
ásannaði, at teir nú høvdu
fingið eina góða byrjan, so
dugdi hann ikki rættiliga at
siga orsøkina til hetta.
- Tað er nokk fyrst og
fremst tað, at vit eru sera
væl fyri. Venjingarnar byrj-
aðu tíðliga, og tó at spælið
kanska kundi verið betri –
serliga sunnudagin – so
hevur tað gingið á eini leið.
Ikki minst tí vit á liðnum
hava gott fólk á øllum
plássum, soleiðis at talan
ikki verður um nakað veikt
punkt.
- Tað er tó einki at ivast í,
at hini liðini fara at koma
væl við. Mjølnir hava enn
ikki fingið veruligt glið á
sítt spæl, men teir hava sera
sterkt fólk í ár. SÍ var
kanska nokk so skert, nú
Raiko sat uttanfyri móti
okkum, og so er tað eisini
Fram. Teir skulu helst gera
nakrar umstillingar. Millum
annað tí eg sjálvur havi
skift felag, men teir hava
framvegis eitt sera gott lið,
og eg ivist ikki í, at eisini
teir fara at gera um seg.
Einasta liðið, sum eg ikki
rokni við kann gera seg
galdandi, er Fleyr, og so
verður restin ein dystur
millum hini fýra. Vit hava
kanska fingið eina góða
byrjan, men enn er tað
dekan ov tíðliga at rópa
okkum fyri favorittar ella
nakað
líknandi,
heldur
hann.
Dovna ov tíðliga
Hóast hann letur væl at
byrjanini, so heldur Rúni
sjálvur, at spælið hjá ÍF væl
kundi verið betri í teimum
báðum
dystunum,
sum
liðið spældi um vikuskiftið.
- Í báðum førum spæla
vit eitt sera gott fyrsta sett,
har tað bert er ein spurn-
ingur um tíð, áðrenn vit
vinna. Tað ger ofta, at tú
ótilivitað tekur tað meira
róligt, og tað haldi eg eisini
hendi hjá okkum. Tíbetur
megna vit kortini at halda
fast, men tað kann vera
vandamikið, um tú soleiðis
tekur tær av løttum, og tað
er so avgjørt nakað, sum vit
skulu betra.
- Og so skulu vit ikki
gloyma, at hjá flestu liðun-
um hevur talan verið um
fleiri broytingar í ár. Um
ein mánað ella so er spælið
uttan iva betri hjá øllum
pørtum, og tað er jú ikki
fyrr enn í endaspælinum, at
avgerðirnar fella, so eg ivist
ikki í, at talan verður um
eina sera spennandi kapp-
ing. Megna vit at lyfta okk-
ara spæl, so kunnu vit væl
vera við allan vegin, men
hinveign, so sýndi kapping-
in í fjør, at einki er avgjørt
fyrr enn til allar seinast, so
tað ræður um at halda
kósina allan vegin, sigur
Rúni Weihe at enda.
ÍF gjørdi besta hálið
Gott fólk á øllum plássum
- Vit hava kanska fingið eina
góða byrjan, men enn er tað
dekan ov tíðliga at rópa
okkum fyri favorittar ella
nakað líknandi, heldur Rúni
Weihe
Mynd: Álvur Haraldsen
Úrslit, meistaradeild menn
ÍF-Mjølnir 3-0 (25-14, 25-22, 25-17)
ÍF-SÍ 3-0 (25-12, 25-21, 25-21)
SÍ-Fram 0-3 (21-25, 19-25, 22-25)
Fuglfirðingar fingu eina framúr góða byrjan upp á landskappingina, tá teir leygardagin bastu
Mjølni, fyri síðani at fylgja upp við enn einum 3-0 sigri, tá SÍ vitjaði sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20