Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 207 - 29. oktober 2002 23 Ímóti georgisku vertunum var gongdin tann sama, sum hon var ímóti Belgia, og hóast teir taptu 2–0, so heldur venjarin ikki, at hann kann vera annað enn nøgdur við avrikið hjá føroyska liðnum U–19 LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Fyri døgurða í gjár kom U–19 landsliðið í fótbólti aftur í Vágar. Sunnukvøldið vóru teir aftur í Keyp- mannahavn, har teir á gistingarhúsi í Kastrup so søtliga høvdu uppiborið at hvíla seg og njóta skandi- naviska støðið í gistingar- húsum, eftir at teir í eina viku høvdu verið í georg- iska høvuðsstaðnum Tblisi. Síðsti dysturin í EM undankappingini var leyg- ardagin ímóti Georgia. 2500 áskoðarar vóru á stadion, men nógv fleiri fylgdu við, tí dysturin varð sendur beinleiðis í sjón- varpi. Í fyrsta dystinum ímóti Ukreina taptu Føroyar 6–0. Í næsta dystinum taptu Føroyar 2–0 ímóti Belgia, og hetta var eisini úrslitið í síðsta dystinum. – Sum ímóti Belgia so kann eg ikki vera annað enn nøgdur við avrikið, sum okkara lið sýndi ímóti Georgia. Í 1. hálvleiki var munurin millum liðini lítil og eingin. Vit hildu tætt í verjuni, og vit høvdu bóltin eins nógv og mótstøðu- menninir. Men vit mugu ásanna, at vit høvdu trupul- leikar at spæla okkum til upplagdar málmøguleikar. Vit høvdu fimm ella seks hornaspørk, men vit fingu einki burturúr teimum, sigur Jógvan Martin Olsen. Eftir steðgin var heima- liðið omaná. Teir høvdu bóltin meiri, teir spældu seg til møguleikar, og síðsta fjórðingin av tíðini fingu teir tvey mál. – Tað fyrra fingu teir eftir uppspæl og innlegg úr vinstru. Maðurin, sum við høvdinum sendi í málið, var leysur mitt fyri. Seinna málið var eftir umleið somu uppskrift, men tað var meiri óheppið. Okkara royndu at sparka burtur, teir raktu í bakið á einum við- spælara, og so fór bólturin í boga upp um málverjan. Málini fingu teir í 68. og í 82. minutti, sigur Jógvan Martin Olsen. Tá vit spyrja venjaran, um hann heldur, at onkrir føroyskir spælarar hava staðið seg heilt væl í Georgia, so heldur hann, at tað væl hevur sást, at onkrir av ungu monnunum hava verið nógv í 1. deild og har- við eru royndir í at spæla skjótt og at vera undir trýsti. Í tí sambandinum nevnir hann eitt nú liðfor- mannin: – Jann Ingi Petersen hevur longu í tvey ár spælt heilt nógv á besta liðnum hjá B68, og hann hevur verið sera góður og støðug- ur í hesi kappingini. Samlaða avrikið í teim- um trimum dystunum var 0–10. Men tað var bara í fyrsta dystinum, at Føroyar vóru fyri stórtapi. Tá vann Ukreina 6–0, og søguna aftanfyri tað úrslitið nevndu vit tvær ferðir í síðstu viku. Dysturin ímóti Georgia leygardagin var tann síðsti almenni fótbóltsdysturin yvirhøvur hjá føroyingum í fótbóltsárinum 2002. Føroyska liðið var so- leiðis mannað ímóti Georg- ia: Gunnar Nielsen, Frem – Marni Djurhuus, EB/ Streymur, Rasmus Nolsøe, Brøndby IF, Rani D. Christiansen, HB, Jústinus R. Hansen, NSÍ – Hanus Thorleifsson, Skála (Berg- ur Midjord, B36, 75.), Sím- un Samuelsen, VB, Jann Ingi Petersen, liðformaður, B68, Magnus Skoralíð, GÍ (Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur, 55.) – Bjarni Jørgensen, HB (Hanus Eliasen, ÍF, 67.), Rókur Jespersen, Brøndby IF Føroyar høvdu møguleikan at skapa eina veruliga sensatión, tá teir høvdu sera góður støður móti Kekkia, men sunnudagin var talan hinvegin um niðurtúr, tá tað bert gjørdist til javnleikur móti Zimbabwe TALV Jákup Mørk Føroyska talvlandsliðið fór leygardagin undir 35. talvolympiaduna, sum hesaferð verður hildin í Bled í Slovenia. Hetta er annars sama stað, sum føroyska fótbóltslandsliðið helt til, tá teir fyri einum ári síðani royndu seg móti Slovenia. Mistu stigið Fyrsti dysturin var móti Kekkia, sum er nummar 17 á atljóða styrkislistanum. Úrslitið av dystinum gjørdist 3-1 til Kekkia, men hóast hetta er eitt heiðurligt úrslit, so mundu føroysku telvararnir iðra seg um, at teir ikki megnaðu at fáa í minsta lagi ein javnleik. Heini Olsen átti sera góða støðu í sínum talvi, men hann sá ikki avgerandi leikin í røttu løtuni, og so fekk kekkiski stórmeistarin, Haba, bjargað sær javnleikin. Eisini í hinum talvunum áttu føroyingar góðar støður, men felags fyri allar var, at teir ikki megnaðu at halda høvdið kalt, tá mest stóð á, og so vórðu teir revsaðir eirindaleyst av sterku mótstøðuni. Sunnudagin var so dytur móti Zimbabwe á skránni, og her vóru føroysku vónirnar munandi betri. Tá alt kom til alt gjørdist talan tó bert um ein javnleik, og hetta var so avgjørt ikki tað, sum føroyingarnir ætlaðu. Ikki minst mundi tað koma illa við, at tað vóru teir royndu telvararnir, sum kiksaðu, meðan teir báðir, Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen gjørdu bart við at vinna síni talv, og harvið tryggja okkum javnleikin. Eftir evstamark okkara mánadagin skuldi føroyska liðið aftur í eldin. Lutakastið vildi tað so, at Føroyar tá skulu hitta Zambia, sum er nummar 88 á styrkislistanum. Støðan á hesum sigur tó ikki alt. Zambia leikti sunnudagin javnleik móti Brasil, sum er nummar 22 á listanum, og tí er einki at ivast í, at tað er eitt sterkt lið, sum Føroyar hittu. Føroysku vónirnar mundu neyvan gerast betri av, at Heini Olsen helst ikki var við í hesum dysti. Sunnudagin boðaði hann í øllum førum landsliðsvenjaranum frá, at hann helst vildi sleppa undan hesum talvi eftir kjaftfiskin, sum hann fekk sunnudagin. Úrslit: Føroyar-Kekkia 1-3 1 John Arni Nielsen- GM Hrasek 0-1 2 IM John Rødgaard-GM Babula 1/2-1/2 3 Heini Olsen-GM Haba 1/2-1/2 4 Eyðun Nolsøe-GM Vokac 0-1 Føroyar-Zimbabwe 1 IM John Rødgaard-Robert Gwase 0-1 2 Heini Olsen-Chipanga Takaedza 0-1 3 Hans Kristian Simonsen-Luberto Michael 1-0 4 Martin Poulsen-Chakanyuka Charles 1-0 Aftur tvey ímóti síðstu løtuna Flott og minni flott Heini Olsen var tveir leikir frá einum sera óvæntaðum sigri á kekkiskum stórmeistara, men hann var ikki nóg kaldur í avgerandi løtunum, og mátti tí taka til takkar við javnleiki Mynd: Jákup Sørensen Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 VB 4 4 - 0 - 0 95 74 21 8 2 Neistin 5 2 - 1 - 2 99 97 2 5 3 Kyndil 4 2 - 0 - 2 107 96 11 4 4 VÍF 4 2 - 0 - 2 97 88 9 4 5 StÍF 4 2 - 0 - 2 101 110 -9 4 6 Stjørnan 4 1 - 1 - 2 80 85 -5 3 7 Tjaldur 5 1 - 0 - 4 102 131 -29 2 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 Neistin 5 4 - 0 - 1 141 122 19 8 2 VÍF 4 3 - 0 - 1 124 94 30 6 3 StÍF 4 3 - 0 - 1 120 104 16 6 4 Kyndil 3 2 - 0 - 1 90 78 12 4 5 H71 4 2 - 0 - 2 94 104 -10 4 6 KÍF 3 0 - 0 - 3 60 76 -16 0 7 Tjaldur 5 0 - 0 - 5 119 170 -51 0 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 3 2 - 1 8 4 4 4 2 Dráttur 2 2 - 0 6 3 3 4 3 Mjølnir 3 2 - 1 7 5 2 4 4 ÍF 2 1 - 1 5 5 0 2 5 KÍF 2 0 - 2 2 6 -4 0 6 Fleyr 2 0 - 2 1 6 -5 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 SÍ 3 1 - 2 3 6 -3 2 2 ÍF 2 2 - 0 6 0 6 4 3 Fram 2 1 - 1 4 3 1 2 4 Mjølnir 2 1 - 1 3 4 -1 2 5 Fleyr 1 0 - 1 0 3 -3 0 23 22 Nr. 207 - 29. oktober 2002 1. deild kvinnur Dystir Sett leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig SÍ 1 1 0 3 0 3 2 Dráttur 1 1 0 3 0 3 2 Mjølnir a 1 1 0 3 0 3 2 Nøvan 0 0 0 0 0 0 0 Mjølnir b 1 0 1 0 3 -3 0 Fleyr 1 0 1 0 3 -3 0 KÍF a 1 0 1 0 3 -3 0 1. deild menn Dystir Sett leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig Mjølnir a 1 1 0 3 0 3 2 Fleyr 1 1 0 3 2 1 2 ÍF b 0 0 0 0 0 0 0 ÍF a 0 0 0 0 0 0 0 NFL 0 0 0 0 0 0 0 Fram 0 0 0 0 0 0 0 SÍ 1 0 1 2 3 -1 0 Mjølnir b 1 0 1 0 3 -3 0 2. deild kvinnur Dystir Sett leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig Fossánes a 1 1 0 3 0 3 2 TB 1 1 0 3 0 3 2 SÍ 1 1 0 3 0 3 2 Fossánes b 0 0 0 0 0 0 0 Mjølnir 0 0 0 0 0 0 0 Fleyr 1 0 1 0 3 -3 0 ÍF 1 0 1 0 3 -3 0 Nøvan 1 0 1 0 3 -3 0 2. deild menn Dystir Sett leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig Fleyr a 1 1 0 3 0 3 2 Mjølnir 2 1 1 5 3 2 2 Fossánes 1 1 0 3 2 1 2 Fleyr b 1 0 1 3 3 -3 0 Nøvan 1 0 1 0 3 -3 0 gentur 16 Dystir Sett leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig TB 1 1 0 3 0 3 2 Mjølnir 2 1 1 3 3 0 2 KÍF 2 1 1 3 3 0 2 Nøvan 0 0 0 0 0 0 0 SÍ 0 0 0 0 0 0 0 Fleyr 0 0 0 0 0 0 0 Dráttur 1 0 1 0 3 -3 0 Dreingir 16 Dystir Sett leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig Mjølnir 1 1 0 3 0 3 2 Fleyr 0 0 0 0 0 0 0 SÍ 0 0 0 0 0 0 0 Nøvan 0 0 0 0 0 0 0 ÍF 1 0 1 0 3 -3 0 Flogbóltsúrslit og –støður 1. deild kvinnur Mjølnir a-Mjølnir b 3-0 SÍ-Fleyr 3-0 Dráttur-KÍF a 3-0 1. deild menn SÍ-Fleyr 2-3 Mjølnir a-Mjølnir b 3-0 2. deild kvinnur TB-Fleyr 3-0 ÍF-Fossánes a 0-3 SÍ-Nøvan 3-0 2. deild menn Fossánes-Mjølnir 3-2 gentur 16 Mjølnir-TB a 0-3 Dráttur-KÍF 0-3 dreingir 16 ÍF-Mjølnir 0-3 Á ferðini til Bled ferðaðust føroysku telvararnir við heimsmeistaranum, Ponomariov, og sum skilst er møguleiki fyri, at hann kanska fer at vitja aftur í Førouyum TALV Jákup Sørensen Ferðin hjá føroyska lands- liðnum var umvegis Keyp- mannahavn, Munchen og so Ljubljana. Á seinasta teininum ferðaðist talv- landsliðið saman við FIDE heimsmeistaranum Ruslan Ponomariov úr Ukreina. Hann gjørdist nummar tvey í seinastu stórmeistara- kappingini, sum var í Føroyum í 2000. Russarin Alexandur Grischuk vann kappingina. Fleiri av telvarunum høvdu væntað at so stór stjørna ferðaðist í stórum ferðalagið við managera, venjara og øðr- um fólki fyri ikki um at tala at hann sjálvsagt ferðaðist á fyrsta flokki. Men so er ikki við Pono- mariov, hann var púra einsamallur á ferðini og hóast hann var eitt sindur svinnur, so var hann fúsur at práta við føroysku telv- arnar. Hann segði, at hann mintist væl kappingina í Føroyum – hóast hann hevði telvað nógvar kapp- ingar síðani. Við sær úr Føroyum hevði hann fingið myndabók av Føroyum, hana var hann sera fegin um og rósti vakurleikanum í Føroyum. So hóast ein superstórmeistari sum Ponomariov hevur úr at gera er ikki óhugsandi at hann kann lokkast aftur til Føroya. Talvsambandið skal í februar mánaði vera vertur fyri NM-kapp- ingini í skúlatelving TALV Tíðindaskriv Norðurlandameistarakappi ng í einstaklinga telving, sonevnt NM í skúlatelving, verður á hvørjum ári fyriskipa millum bestu unglingar í Norðurlondum, skiftandi í teimum ymsu norðanlondunum. Í 2003 verður kappingin í Føroy- um, ætlandi í Norðurlanda- húsinum í døgunum 14-16. februar. Teir bestu úr øllum londum Talan er um sera sterka kapping, millum 2 teir bestu telvararnir í hvørjum norðanlandi í 5 ymiskum aldursbólkum, tvs. at hvørt norðanland luttekur við íalt 10 luttakarum. Føroyar luttaka á hvørjum ári í NM- kappingini og hava seinnu árini fingið góð úrslit. Í samband við at Føroyar næsta ár gerast vertir fyri hesi kapping, ætlar Talv- samband Føroya veruliga at spenna seg út fyri at røkka góðum úrslitum. Sum ein liður í hesum, ætlar Talv- sambandið á fyrsta sinni, at teir 10 luttakararnir, ið skulu umboða Føroyar, skulu beinleiðis kvalifisera seg til NM-kappingina. Talvsambandið fer tískil í næstum saman við talv- feløgunum at skipa fyri út- tøkukappingum til NM- kappingina. Úttøkukapp- ingarnar verða tríggjar í tali, tann fyrsta í Klaksvík 2. november (felag KTF), tann næsta í Vestmanna 10. november (felag VT) og tann síðsta í Hósvík 30. november (felag HóT). Hesar kappingar verða skipaðar sum einstaklinga- kappingar í 5 ymiskum aldursbólkum, har telvarar- nir í tveimum teimum fyrstu kappingunum hava 10. min til hvørt talvið, og í síðstu kappingini 30. min. til hvørt talvið. Heiðurs- merkir verða latin nr. 1, 2 og 3 í øllum 5 aldursbólk- unum í úttøkukappingun- um. Fyrireikandi feløgini taka sær av tilmelding, og í komandi døgum verður lýst við hesum. Avmarkað tilmelding Her skal leggjast til merkis, at tilmelding bert verður til fyrstu 2 kappingarnar, meðan tað í síðstu kapp- ingini bert luttaka teir telvarir íð hava staðið seg best í fyrstu kappingunum. Í síðstu kappingini, ið verður at rokna sum eitt finaluumfar, verða síðani bert teir 2 telvarnir úttiknir i hvørjum aldursbólki, sum skulu umboða Føroyar til NM í skúlatelving 2003. Nógv talvvirksemi er á skránni í vetur, og Talv- sambandið fer, eftir at føroysku luttakarnir eru funnir, at skipa fyri, at hesir fáa serkøna talvvenjing áðrenn NM-kappingina. Talvsambandið vónar við hesum tíðindaskrivi, at fáa eina breiða undirtøku kring alt landið fyri tiltakinum. Aldursbólkarnir eru: A: 1983-85, B: 1986-87, C: 1988-89, D: 1990-91 og E: 1992 og yngri. Ferðaðust við heims- meistaranum NM-kappingin verður í Føroyum Hóast hann er heimsins fremsti telvari, so hevði Ponomariov als ikki gloymt vitjan sína í lítlu Føroyum, og hvør veit. Kanska kemur aftur hendan vegin at vitja í framtíðini C M Y K 22