týsdagur 29. oktober 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 29. oktober 2002
25
Hóast Farum telist
ímillum tey fremstu,
so tvíheldur venjarin
um, at málið er at
sleppa undan
niðurflytingini
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tað var hálva vegna vetrar-
veður í Danmark sunnu-
dagin. Nógvi vindurin og
nógva avfallið hevði við
sær, at umstøðurnar at
spæla fótbólt ikki vóru
nakað serligar. Men kortini
møttu næstan átjan túsund
upp á Brøndby stadion, har
heimaliðið og AaB skuldu
stríðast um at varðveita
sambandið við oddaliðið
FCK.
At
FCK
leygardagin
hevði vunnið 3–0 í Viborg
legði eyka trýst á Brøndby
og AaB. FCK sigurin var
sera kærkomin. Fyrr í heyst
hevði FCK tapt tvær ferðir
3–0 í Jyllandi. Fyrst taptu
teir í Aalborg, og so taptu
teir í Esbjerg.
AaB legði bragdliga fyri í
Brøndby. Ferðin var høg,
teir vóru avgjørdir í verju-
partinum, og fleiri ferðir
var um reppið, at teir fingu
bóltin í málið, men næstan
40 ára gamli Mogens
Krogh, sum í vetrarsteðg-
inum ætlar sær úr Brøndby
málinum, var tryggur.
Eftir steðgin var fótbólts-
spælið betri, enn tað hevði
verið. Tað luktaði leingi av
málleysum javnleiki, men
sjey minuttir undan leikloki
stútaði Peter Madsen í
málið, og so vann heima-
liðið 1–0. Higartil hevur
kappingarárið verið strevið
hjá Peter Madsen. Hetta var
bara triðja málið hjá hon-
um. Hini skoraði hann 1.
september og 6. oktober.
Tað var ólíka hjá honum í
farna
kappingarári.
Tá
skoraði hann í alt 22 mál.
Hann var toppskjútti saman
við Kasper Dalgas, sum tá
spældi við OB, men sum nú
er
liðfelagi
hjá
Peter
Madsen í Brøndby.
Undan fráferðini til HM
endaspælið í summar varð
roknað
við,
at
Peter
Madsen fór at verða seldur
uttanlands. Tað varð hann
ikki, og í heyst hevur tað
verið rættuliga soltið. Nú
eydnaðist tað at skora mál,
men trý mál í trettan dyst-
um er neyvan nóg mikið at
sannføra útlendsku feløg-
ini, sum nú tykjast vera
greið yvir, at tey hava ikki
so nógvar pengar, sum tey
áður hava hildið seg at havt.
Farum heldur fram
Í síðstu viku snúði fót-
bóltsprátið í Danmark seg
ikki minst um, at AB og
Farum ganga í giftitonkum.
Feløgini ávikavíst í út-
jaðaranum og norðanfyri
danska høvuðsstaðin eru
illa sperd fíggjarliga. Tey
siga seg vera komin til ta
niðurstøðu, at tað er ikki
pláss fyri fleiri enn trimum
stórfeløgum í Keypmanna-
havn. Brøndby og FCK
eiga tvey pláss, og so siga
tey í AB og Farum spurn-
ingin vera, um tey við fáum
og smáum pengum skulu
stríða stórt innanhýsis stríð
fyri at finna fram til, hvat
av teimum skal eiga síðsta
plássið, ella um tey skulu
kasta saman.
Um
samanleggingin
verður veruleiki, so verður
tað mett, at einir tjúgu
spælarar missa arbeiðið.
Sovorðið prát átti at havt
verið óheppin upphiting til
týdningarmiklan
lands-
kappingardyst. Men Farum
spælararnir lótust ikki um
vón, tá teir høvdu vitjan av
FCM. Kanska eru tað
royndirnar úr Lyngby, har
alt í fleiri ár var sera
buldraligt, sum hevur lært
Farum spælararnar, hvat
teir skulu taka sær av og
ikki. Fleiri teirra hava spælt
í Lyngby.
Farum vann heimadystin
1–0, og teir eru á fjórða
plássinum. Men gamli AB
venjarin
og
núverandi
Farum venjarin, Christian
Andersen, vil ikki hoyra
um Europa Cup luttøku og
meiri av tí slagnum:
– Málið fyri hetta kapp-
ingarárið er at røkka teim-
um 30 til 33 stigunum, sum
vit rokna við skulu til, um
tað skal sleppast undan nið-
urflytingini, sigur hann.
Kappingarárið er ikki
hálvrunnið enn, so tað kann
ikki sigast annað, enn at
teir í Farum eru tætt at mál-
inum. Saman við Brøndby
og Esbjerg, sum eru numm-
ar tvey og trý, hava teir 21
stig.
AB er í tungum sjógvi.
Teir spældu málleysan ill-
veðursdyst í Odense. Hig-
artil eru bara tveir dystir
hetta kappingarárið endaðir
málleysir. OB var annað
vikuskifti á rað partur í
málleysari uppgerð.
Silkeborg úr
botninum
Heilt síðani kappingarbyrj-
an hevur Silkeborg verið
botnlið. Tað eru teir ikki
meiri. Sunnudagin vunnu
teir á heimavølli 2–1 ímóti
AGF, sum bara hevur fingið
trý stig burturúr fimm
teimum seinastu royndun-
um.
Fyri fyrstu ferð síðani
fyrsta umfarið í hesum
kappingarárinum eydnaðist
tað AGF at fáa fyrsta málið.
Men Silkeborg javnaði, og
tá teir fingu sigursmálið,
var AGF leikluturin óhepp-
in. Málverjin hjá teimum
boksaði í nakkan á einum
viðspælara, og so sigldi
bólturin í málið!
Fyri stuttum varð nógv
tosað um, at Køge vann
undirhaldandi uppgerð í
Esbjerg 4–3. Sunnudagin
var Esbjerg í Køge, og teir
fóru til hús við 4–1 sigri.
Hetta var fimta ferðin av
seks royndum í hesum
kappingarárinum, at Køge
tapti á heimavølli.
Danska superligan
v
t
d
v- j - t
mál
mál
+/- stig
1 FCK
13
8-3-2
21
15
6
27
2 Brøndby (M) 13
6-3-4
24
15
9
21
3 Esbjerg
13
6-3-4
29
25
4
21
4 Farum
13
7-0-6
18
17
1
21
5 AaB
13
6-1-6
19
19
0
19
6 OB (S)
13
5-3-5
19
16
3
18
7 FCM
13
4-4-5
16
19
-3
16
8 Køge
13
5-1-7
22
27
-5
16
9 Silkeborg
13
4-3-6
16
18
-2
15
10 AGF
13
4-3-6
18
23
-5
15
11 Viborg
12
3-5-4
20
22
-2
14
12 AB
13
3-5-5
14
17
-3
14
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK)
Danska 1. deild
v
t
d
v- j - t
mál
mál
+/- stig
1 Herfølge
13
9-1-3
30
20
10
28
2 Randers F.
13
8-1-4
28
19
9
25
3 Frem
13
7-3-3
29
22
7
24
4 Ølstykke
13
6-4-3
32
27
5
22
5
HFK Sønderj. 13
6-3-4
30
24
6
21
6 Vejle
13
6-3-4
19
19
0
21
7 Skjold
12
6-2-4
24
12
12
20
8 Fredericia
13
5-4-4
19
15
4
19
9 B 1913
13
5-3-5
20
22
-2
18
10 Brønshøj
12
4-4-4
15
13
2
16
11 FC Aarhus
13
5-1-7
23
23
0
16
12 AC Horsens 13
4-3-6
20
23
-3
15
13 B93
13
4-1-8
19
25
-6
13
14 Hvidovre
13
3-3-7
14
28 -14
12
15 B 1909
13
2-4-7
22
31
-9
10
16 HIK
13
2-2-9
13
34 -21
8
Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle),
Atli Gregersen (Randers Freja),
Johan Byrial Hansen (AC Horsens)
Norska tippeligan
v
t
d
v - j - t mál
mál
+/- stig
1 Rosen-
borg (M)
26 17 - 5 -4
57
30
27
56
2 Molde
26 15 - 5 -6
48
26
22
50
3 Lyn
26 14 - 5 -7
36
29
7
47
4 Viking
26 11 -11 -4
44
31
13
44
5 Stabæk
26 12 - 6 -8
48
34
14
42
6 Odd. Grenl. 26 12 - 5 -9
36
30
6
41
7 Lillestrøm
26 10 - 6 -10
37
30
7
36
8 Våleranga
26
7 -12 -7
38
31
7
33
9 Bryne
26
8 - 7 -11
38
39
-1
31
10 Bodø/Glimt 26
9 - 4 -13
38
41
-3
31
11 Sogndal
26
8 - 6 -12
37
51 -14
30
12 Brann
26
8 - 3 -15
35
52 -17
27
13 Moss
26
6 - 6 -14
32
49 -17
24
14 Start
26
2 - 5 -19
21
72 -51
11
Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde)
Nógv vendur framvegis
skeiva vegin
Tað luktaði leingi av málleysum
javnleiki, tá argastu
kappingarneytarnir hjá FCK hittust,
men sjey minuttir fyri leiklok
eydnaðist Peter Madsen at skora, so
Brøndby vann 1-0 á AaB
25
24
Nr. 207 - 29. oktober 2002
Uppflytingarmøguleikin hjá Vejle longri burtur
Vejle tapti stórt á
heimavølli og datt
niður á sætta plássið,
meðan Herfølge er
sannførandi í
royndini at sleppa
aftur í superliguna
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Tað gongst einki serligt hjá
Christiani Høgna Jacobsen
og Vejle, sum hava sett sær
fyri í hesum kappingarári-
num at røkka øðrum av
plássunum, sum bera rættin
aftur at spæla í superliguni
við sær.
Sunnudagin hevði Vejle
vitjan av Ølstykke, sum
leingi var oddalið í 1. deild,
men sum tær seinastu vik-
urnar ikki hevur verið so
sannførandi. Men sunnu-
dagin bilaði einki hjá Øl-
stykke. Teir vóru sera sann-
førandi í Vejle, har heima-
liðið einki hevði at siga. Øl-
stykke vann 4–0, og hjá
Vejle varð Kern Lyhne rik-
in av vøllinum í 2. hálv-
leiki. Vejle málverjin end-
aði á skaðastovuni. Teir
hildu, at hann kanska hevði
fingið heilaskjálvta.
Ølstykke er nú nummar
fýra, meðan Vejle er á sætta
plássi. Bara tvey tey bestu
flyta upp. Enn er nógv eftir
av kappingini, men í løtuni
sær tað einki serligt út hjá
Vejle.
Randers Freja, sum hevur
Atla Gregersen í hópinum,
vann seg fram á næst-
fremsta plássið. Teir vóru í
Valby í Keypmannahavn og
spældu ímóti Frem. Bæði
liðini hava higartil verið
ímillum tey fremstu. Freja
vann 2–1, og harvið eru teir
næstovast, meðan Frem er á
triðja plássi
Undan
summarsteðgi-
num var Johan B. Hansen
leigaður úr OB og til
Fredericia. Síðani summar-
steðgin hevur Johan verið
aftur í barndómsfelagnum
Horsens. Sunnudagin var
Johan saman við Horsens
aftur í Fredericia, og før-
oyski spælarin og liðfelag-
arnir fóru úr Fredericia við
øllum. Teir vunnu 1–0.
Talan var um sannan
dreym, tá Jákup Mikkelsen
og Herfølge í 2000 vunnu
DM. Í 2001 flutti Herfølge
niður í 1. deild. Síðani varð
roknað við, at tað orduliga
skuldi fara í fisk hjá teim-
um, men teir eru drúgvir í
Herfølge. Í vikuskiftinum
vóru teir í Århus. Dysturin
ímóti FC Aarhus varð mett-
ur at vera sera torførur, men
Herfølge vann 3–2.
HFK Sønderjylland er
eisini millum feløgini, sum
hevur ætlað sær upp aftur í
superliguna. Teir vóru sera
trilvandi nógvu tey fyrstu
umførini. Men nú gongur
sum eftir ánni. Sunnudagin
vunnu teir 3–0 á heimavølli
ímóti Hvidovre, sum er í
stórum vanda at flyta niður.
Sigurin var tann triði á rað
hjá HFK, sum er komið
fram á fimta plássið.
Málríkasti dysturin var í
Hellerup, har HIK og B
1909 spældu 4–4. Í Odense
vann B1913 2–0 á B93. Eitt
av størstu samrøðuevnun-
um í donsku 1. deildini er
Skjold, sum er grannalið
hjá B93 á Eysturbrúgv.
Lítla felagið, sum ongantíð
hevur verið so ovarlaga,
sum teir eru nú, skuldi í
gjárkvøldið spæla ímóti
einum øðrum høvuðsstað-
arfelag, Brønshøj.
FCK sannførandi oddalið
Todi Jónsson var ikki
við í Viborg, har Peter
Møller var liðformað-
ur og sendi seg sjálv-
an upp á máltindin í
superliguni
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Alt bendir á, at tað verður
FCK, sum fer at halda vetr-
arfrí á ovasta plássinum í
superliguni. Í fjør var
Brøndby fremst, tá farið
varð í vetrarfrí. FCK nýtti
alt várið at fáa fatur á
grannunum. Tað eydnaðist
at vinna tey tíggju stigini
innaftur, men so kiksaði tað
í síðstu løtu í Parkini ímóti
júst Brøndby, tá Todi Jóns-
son tvær ferðir varð snýttur
fyri brotsspark. Tað minn-
ast allir fótbóltshugaðir før-
oyingar.
Nú er FCK oddalið. Teir
eru seks stig undan Brønd-
by. Men Todi Jónsson eigur
ikki sama lut í avrikunum,
sum hann átti í vár. Leygar-
dagin var FCK í Viborg,
men Todi Jónsson var ikki
við. Hann fekk í síðstu viku
ein lítlan skaða í lærið, og
tað varð sagt at vera orsøk-
in til, at Todi ikki var við í
Viborg.
At tað gongur upp og
niður í fótbólti, og at tað
ofta kemur fyri, at ein spæl-
ari, sum hevur verið ímill-
um teir bestu, eitt skifti er
úti í kuldanum, og at ein
spælari, sum hevur verið í
kuldanum, aftur verður
ímillum teir fremstu, er
álopsfelagin og kappingar-
neytin hjá Toda Jónsson,
Peter Møller, gott dømi um.
Tá ið FCK í vár hevði
nógvan undanvind, vóru tað
Todi Jónsson og Sibusisu
Zuma, sum vóru álitini í
álopinum. Peter Møller,
sum FCK hevði keypt úr
Spania, varð ikki mettur at
vera styrkur, heldur varð
tosað um skeiva íløgu. Men
í heyst hevur Peter Møller
staðiliga víst, at tað fram-
vegis eru mál í honum.
Peter Møller hevur verið
sera ágrýtin. At hann hevur
havt so góðan hugburð
mundi vera orsøkin til, at
álopsspælarin leygardagin
hevði heiðurin og álitið at
vera liðformaður. Vanligi
liðformaðurin
í
FCK,
Christian Lønstrup, hevur
verið skaddur og var á
beinkinum, og Peter Niel-
sen, sum hevur verið liðfor-
maður síðstu nógvu ferðir-
nar, var leikbannaður.
FCK vann 3–0 í Viborg,
og Peter Møller átti stóran
leiklut. Dómarin varð tøld-
ur til at bríksla fyri brots-
sparki, tá eitt stórt korter
var fyri. Peter Møller var
farin um koll, men sjón-
varpsmyndirnar vístu, at
talan var um sjónleik. Tho-
mas Røll umsetti úr ellivu
metrum.
Tá ið ein lítil hálvur tími
var farin, skoraði Peter
Møller til 2–0. Zuma, sum
hesa ferð var á miðvølli-
num í høgru, legði væl inn-
fyri. Jörgen Pettersson, sum
misnýtti fleiri stórar mál-
møguleikar, var akkurát ov
stuttur at røkka innleggi-
num hjá Zuma, men við
handara stólpan var Peter
Møller leysur og smekkaði
til.
Í 67. minutti økti Peter
Møller til 3–0. Eftir innkast
í høgru og eitt tvey saman-
spæl millum Thomas Røll
og Jörgen Pettersson varð
Peter Møller púra leysur, tá
hann skoraði sjeynda málið
í hesum kappingarárinum.
Harvið er hann annar av
toppskjúttunum í superlig-
uni.
Tá knappliga tjúgu min-
uttir vóru eftir, varð Jörgen
Pettersson skiftur út við
unga miðvallaran Hjalte
Nørgaard, meðan Zuma
varð fluttur fram í álopið.
Todi Jónsson hevur ikki
enn skrivað undir nýggjan
sáttmála við FCK. Felagið
er komið við nýggjum sátt-
málauppskoti, og Todi dyl-
ur ikki fyri, at hann er
áhugaður í at halda fram í
felagnum, sum hann hevur
spælt fyri í fleiri enn fimm
ár.
Molde skal spæla í Europa
Í seinastu umfarinum
í tippuliguni tryggj-
aði Sogndal sær við
javnleiki í Molde enn
eitt ár í bestu deildini
NOREG
Jóannes Hansen
Norska landskappingin fór
sunnudagin í vetrarfrí. Ják-
up Mikkelsen var á beinki-
num hjá Molde. Í november
hava teir frí, men longu 1.
desember verður farið und-
ir fyrireikingarnar til nýtt
kappingarár.
4.850 áskoðarar møttu til
heimadystin ímóti Sogndal.
Dysturin endaði 3–3, og tað
mundu báðir partar vera
nøgdir við. Molde tryggjaði
sær silvurmerkini, sum eru
tey sættu síðani 1974, og
Molde skal komandi ár
spæla í UEFA kappingini. Í
síðsta umfarinum í fjør
kiksaði at vinna tey at-
gongumerkini.
Sogndal endaði fjórði aft-
ast, og harvið tryggjaðu teir
sær enn eitt ár í bestu deild-
ini.
Håvard Flo legði Sogndal
framum í 1. hálvleiki, tá
hann gjørdist einsamallur
við Eddie Gustafsson. Í 2.
hálvleiki javnaði Sogndal,
og heimaliðið legði seg
framum 2–1 og 3–2. Seinna
málið fingu teir í síðsta
minutti av vanligu leiktíð-
ini. Men í yvirtíðini javnaði
Sogndal til 3–3.
Lyn hevði heimavøll í
Oslo ímóti Viking úr Sta-
vanger. Gestirnir vunnu
1–0, men høvuðsstaðarfel-
agið fekk bronsukrónurnar,
meðan teir úr Stavanger
endaðu á fjórða plássinum.
Meistararnir úr Trónd-
heimi vunnu 4–0 á heima-
vølli ímóti Brann úr Ber-
gen. Harald Martin Bratt-
bakk skoraði til 2–0 og 3–0.
Harvið gjørdist fyrrverandi
liðfelagin hjá Toda Jónsson
í FCK fyri fjórðu ferð topp-
skjútti í tippuliguni.
Brann royndi at leggja
trýst á, men tað orkaðu teir
bara í ein hálvan tíma. Sjál-
dan munnu venjari og spæl-
arar á liði, sum hevur tapt
4–0, hava verið í so góðum
hýri, sum teir í Brann vóru
eftir tapið ímóti Rosenborg.
Orsøkin vóru tíðindini um,
at Stabæk hevði vunnið 7–2
í Moss. Harvið var greitt, at
tað var Moss og ikki Brann,
sum skuldi flyta niður sam-
an við Start úr Kristian-
sand, sum á heimavølli tapti
3–0 ímóti Bodø/Glimt.
Nú skal Brann spæla
endaumfar ímóti Sande-
fjord, og íslendski venjarin
í Bergen, Teitur Þórdarson,
heldur, at hansara lið hevur
góðar møguleikar at varð-
veita plássið. Tað heldur
fráfarandi venjarin í Rosen-
borg, Nils Arne Eggen, eis-
ini at teir í Bergen hava.
Lillestrøm, sum leingi
var illa statt, endaði við
sannførandi 3–0 heimasigri
á Odd Grenland, og Bryne
og Vålerenga spældu 2–2.
Tað varð sum vant
Rosenborg, sum gjørdist
norskur meistari, men við
øðrum plássinum hevur
Molde í øllum førum
tryggjað sær europeiska
luttøku til komandi
kappingarár
C
M
Y
K
24