leygardagur 7. september 1985síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2 tíðindablaðið Nr. 101 — 7. september 1985
Vietnam og
Sri Lanka
áhugað at
leiga Teistan
Norrøna fyribils løgd
Tað verður í løtuni arbeitt vid at finna chartur
Enn óvist um skipið kortini skal
-brúkast í innanoyggja sigling í Før-
oyum
ode, SRERRERETRRUERERRRRLEREED oo pædaRERERERERRRERIRT asktarktutt
3
ra? tere Se Fr er 6 % % á“ Í sagte * oo eee ,
SMYRIL-LINE
” ABB
0
rr
Strandfaraskipið Teist-
in byrjaði siglingina í
nýggja Danmarkar-
chartrinum seinasta
mánadag. Skipið skal
sigla millum Grená og
Hundested í eina viku
og skal síðani rekja
siglingina millum Ebel-
toft og Sjællandsodde í
tríggjar vikur.
Teistin er leigaður
fyri umleið 43.000 kr.
um dagin. Vit skipin-
um eru 6 feroyingar,
teir 4 í maskinuni og 2
á brúnni.
Skipari er Sámal Ják-
up Hansen. Sosialurin
tosaði við hann hós-
dagin, tá teir vóru inni
í Hundested. Sámal
Jákup sigur, at teir
hava tað gott, at at teir
sigla við fullum skipi
hvenn túr.
Uppá fyrispurning
hvar Teistin skal sigla,
tá hesin charturin er
liðugur, sigur Sámal
Jákup, at tað vita teir
ikki enn.
— Eg havi frætt, at
Strandferðslan hevur
fingið fyrispurningar
úr bæði Vietnam og Sri
Lanka. Men eg havi
eisini hoyrt okkurt um,
at politikararnir vilja
brúka Teistan í innan-
oyggjasiglingini í vet-
ur.
Caribiska havið !
Vit spurdu Sámal Ják-
up, hvat hann sjálvur
heldur vera bestu
loysnina viðvíkjandi
Teistanum. Hann sig-
ur:
— Tað skal eg sjálv-
andi ikki gera meg
klókan uppá, men tá tit
spyrja meg um mína
meining, so haldi eg, at
feroyingar fáa mest
burtur úr við at finna
ein eins góðan chartur
og vit hevdu, tá vit
sigldu í Caribiska hav-
inum.
Tann charturin vardi
í 15 mánaðir og var
yvirskotið av hesum
charturi umleið 13 mill.
kr.
Annars hevur Teist-
in eisini verið leigaður
út bæði til Alands og
Danmarkar áður.
Sámal Jákup minnir
annars á, at Teistin
hevur ongar stabilis-
atorar, og skal hann so
brúkast í innanoyggja-
sigling í Feroyum um
veturin, so verður tað
ikki júst tað sama sum
at sigla við Smyrli,
sum hevur stabilisat-
orar.
— Men hatta vera so
okkara góðu Þpolit-
ikarar at avgera. Eg
havi so sagt mína
hugsan. Og skal skipið
brúkast í innanoyggja-
sigling, so eigur tað at
fáa stabilisatorar, men
fyri landið man besta
loysnin sum sagt vera
ein góður chartur, sum
gongur yvir longri tíð-
arskeið, og har fleiri
føroyingar eru við.
— Hevði tær dámt at
farið til Sri Lanka?
— hatta er ein góður
spurningur. Eg havi
frætt, at talan er um
sigling millum Sri
Lanka og Suðurindia,
og har vita vit, at nógv-
ur ófriður er millum
tamilar og hitt fólkið á
Sri Lanka, so tað fer
kanska at vera nakað
vandamikið, men tað
vera so ikki vit umborð
at avgera, sigur Sámal
Jákup Hansen at enda.
jan
Norrena fór seinasta túrin
úr Feroyum í gjár. Leiðin
gekk til Danmarkar og við
vóru 380 ferðafólk.
Norrena verður nú legd
fyribils — í Keypmanna-
havn, meðan bíðað verður
eftir einum vetrarcharturi.
Óli Hammer, stjóri í
Smyril Line, sigur við Sos-
ialin, at teir í letuni ar-
beiða við at finna ein vetr-
archartur og at teir hava
verið í samráðingum við
ymsar áhugaðar. Enn
hevur tað so ikki givið
Sandingar
nakað konkret úrslit.
Tað hevur annars verið
hampiligur vøkstur í
ferðafólkatalinum hjá
Norrenu í summar, hóast
tað kanska ikki hevur
gingið so væl, sum Smyril
Line hevði vónað.
Tilsamans hava 53034
ferðafólk verið við
Norrenu í summar. Hetta
er 12% vekstur sammett
við 1984. Smyril Line
hevði annars vónað at selt
61.000 ferðaseðlar í ár.
Talið av akførum hevur
kappast um
hver kann
fiska mest
Avreitt verður á Borgini, og Ung-
mannafelagið Virkið fær peningin
verið 8516, sum eri ein
vekstur uppá 2%. Hetta
er eisini nakað minni, enn
teir hevdu vónað, ið var
11.000 bilar.
Ananrs hevur úrtekan
pr. ferðafólk verið hægri
enn kalkulerað við og
meðal-ferðaseðlaprísurin
hevur verið hægri enn í
fjør. Samladi umsetning-
urin av summarsiglingini i
egsrutan hevur havt
størstu = framgongdina
sigur Oli Hammer, at
hetta kemur helst av tí, at
teir hava fingið sína egnu
deild í Noregi. — Sjálvur
vænti eg, at 1986 fer at
vera uppaftur betri á hesi
rutuni.
Tað hava verið 150 fólk
knýtt at Norrenu í summ-
ar. Tey eru oll uppsøgd.
——
ár fer at liggja millum 50
og 50 mill. kr.
Uppá
jan
fyrispurning
hvussu tað ber til, at Nor-
Í dag verður fiskikapp-
ing á Sandi. Tað er
Ungmannafelagið Vir-
kið, sum skipar fyri til-
takinum, ið byrjar í
dag klokkan 7 t. v. s. á
morgni. Bátarnir skulu
so vera aftur á Sandi
klokkan 17 í seinasta
lagi.
So gott sum allir opn-
ir bátar á Sandi hava
teknað seg til hesa
spennandi kapping.
Teir eru gott og væl 20
í tali. Kappast verður í
tveimum bólkum.
Fyrst eru tað bátar við
bert einum manni og
harnæst bátar við fleiri
monnum.
Trý ferðasteyp eru
givin til kappingina.
Feroya Fiskasela hev-
ur givið steyp til vinn-
aran av tí bólkinum,
har fleiri mans eru við.
Síðani hevur Sands
bygdarráð givið steyp
til besta bátin við ein-
um manni, og haraftur-
at hevur so Ungmanna-
felagið givið ferðasteyp
til tann bátin, sum hev-
ur flest kilo pr. mann.
Aftrat hesum verða
so eisini ognarsteyp
latin nr. I, 2 og 3 i
báðum bólkunum.
Tá bátarnir koma inn
aftur, verður skonkt
kaffi og fólk fáa eisini
heitar pannukekur.
Borðreitt verður á
Borgini.
Um kveldið verður
so samkoma í ung-
mannafelagshúsinum,
fyri bátsmanningunum
og makum umframt
teimum, sum hava
hjálpt til við tiltak-
inum. Tá vera so steyp-
ini handað, og so held-
ur kveldið á við gaman
og álvara.
Peningurin, sum inn
kemur, fer til virk-
semið hjá
Ungmannafelagnum
Virkinum, ið tervar
pening til umvælingar
og til tað arbeiði, sum
annars er gjert við hús-
ini í seinastuni.
Elis Poulsen, sum er
ein av stigtakarunum
til fiskikappingina,
sigur við Sosialin, at
gongst væl, so kunnu
vit vóna, at bátarnir
fiska eini 10.000 pund
og fer tað so at geva
ungmannafelagnum
einar 40.000 kr.
— Hetta fer at koma
væl við hjá felagnum,
og í seinasta enda eisini
hjá allari bygdini, sum
hevur gleði avhesum
felagshelinum, sigur
Elis Poulsen at enda.
jan