Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. september 1985síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 101. — 7. september 1985 Vilhelm Johannesen, landsstyrismadur: Fleiri våpn skapa onga trygd Å fundi i »Følki fyri fridi« månakvøldid greiddu Er- lendur Patursson og Luit- jen Apol frå fridartil- tokum, ið teir hava verið til í Noregi. Vilhelm Jo- hannesen, landsstýrið- maður barst frá at koma á henda fund, og vit prenta ti her í staðin ta røduna, hann helt á fundinum hjá Traktat Nú í Noregi í aug- ust mánaði: Fyrst fari eg at takka fyri- reikarunum, Traktat Nú, fyri innbjóðingina til at verða við í hesum tiltaki. Harnæst skal eg heilsa frá Atla Dam, legmanni, sum tíverri sjálvur ikki kundi verða við orsakað av almennari vitjan í út- londum. Feroyingar hava altíð verið friðarfólk — eitt fólk uttan hervald og eitt fólk við so at siga ongari her- søgu. Feroyingar, Legtingið og Landsstýrið kenna órógv av tí hernaðarligu og vápnateknisku gongd- ini í heiminum. Vit bera ótta fyri ætlanunum um hernaðarliga útbygging í rúmdini. At vita, at tað nú finnast nóg nógv kjarn- orkuvápn í heiminum til at týna alt lív — fleiri ferðir — fær okkum at ræðast. Feroya Landsstýri hugsar sjálvandi nógv um landsins tryggleika. Vit halda ikki, at fleiri og fleiri kjarnorkuvápn økja um trygdina i heiminum. Heldur tvertur ímóti. Tann eðiliga vápnadubb- ingin ekir um krigsvandan og skapar illgruna og ótryggleika. Við hesi ótryggu steðu í huga vidgjørdi Føroya Legting í tingsetuni 1983/84 spurningin um kjarnorkufrí eki. Henda viðgerð hevði eisini samband við serligu sam- tyktina hjá ST í 1978 um avdubbing. Á ST-sam- tyktini verður sagt, at kjarnorkufrí eki er eitt týðandi stig fyri at fáa linna og sterri trygd í heiminum. Kjarnorkuvápna- fría ekið Við einum kjarnorku- vápnafríum eki skilja vit: Eitt geografiskt avmark- að oki, sum er lýst at vera frítt fyri kjarnufysisk vápn við fólkarættarligum avtalum, góðkendar av Føroya Løgting sam- tykti i februar 1984 at lysa Føroyar sum kjarn- orkuvápnafrítt eki, og samtyktin var soljóðandi : „Í samljóði við samtykt løgtingsins 19. august 1970 um, at Føroyar skulu haldast uttan fyri ósemjur landanna millum og sýtt verður fyri, at stríðs- útgerð verður goymd á føroyskum eki, lýsir log- tingið Feroyar at vera kjarnorkuvápnafrítt øki«. Eg skal her ikki út í æsir greiða frá, hvussu vit hugsaðu okkum hesa sam- tykt gjerda til veruleika — bara nevna, at undir við- gerðini varð hugsað um eina skipan av sama slagi sum ta, ið er galdandi fyri atomvåpnafri ekið i Latin- amerika. Í Føroya Løgtingi var og er åhugin stórur fyri uppskotinum um Norður- lond sum kjarorkuvåpna- frítt eki. At Legtingið kortini valdi at gera eina samtykt bara fyri Feroyar var við tí í huga, at henda avgerð kundi vera ellum friðarvarðveitandi kreft- um í Norðurlondum ein moralskur og politiskur stuðul. Ikki ber til at tosa um Sumbiarbergholið kann ikki bíða Arbeiðið við at gera berg- hol til Sumbiar má byrja so skjótt sum meguligt. Tað kann ikki bíða longur. Vit fingu at vita, at nakrar royndarboringar skuldu gerast fyrst. Nú hevur samgongan sitid eitt hálvt ár, men einki bendir á, at fyrireikiong- arnar til sjálvt bergholið fara at byrja. Royndar- boringarnar, ið skuldu verið gjerdar fyri 5-6 árum síðan, eru gjerdar nú, út- gerðin er farin avstað aftur, og vit eru nógv, sum bíða spent eftir, at tað næsta skal henda, at farið verður undir at gera veg og annað fyrireikiong- ararbeiði til sjálva tunn- ilsgerðina. Tað munnu vera eini 7-8 ár síðan, at viðtikið varð í tinginum, at berghol skuldi gerast til Sumbiar. Líkt er ikki til, at tað hevur hjálpt stórt, ti fleiri berghol eru gjerd síðan, uttan at nakað er hent her. Fyri mær sær tað út til, at ætlanin er at fáa fólk at sláa seg til tols við, at royndarboringarnar eru gjørdar. Men tað verður av ongum. Her má nakað meira henda, og vit síggja við spenningi fram ímóti teimum komandi deg- unum. Skal komast igjøgnum í hesum skeið- ionum, so er ikki at drála ov leingi. Í Vági má ein rættiliga stór havnarútbygging gerast. Har verður tervur á nógvum gróti, so ikki verður trupult at sleppa av við grótið úr berghol- inum. Tað kann ikki vera meiningin fyrst at bróta grót til havnarútbygging, og síðan at tveita fleiri túsund tons av gróti uttan fyri eitt berghol. Henrik Old løgtingsmadur - - Norðurlond sum kjarnorkuvápnafrítt eki uttan eisini at tosa um geografisku víddina. Vit foroyingar eru greiðir yv- ir, at Feroyar og fyri so vítt heldur ikki Island hava verið roknaðar upp í tað uppskot, sum áður eru sett fram. Fyri ell Norðurlond Hinvegin kunnu vit íkki góðtaka, at eitt meguligt kjarorkuvápnafrítt oki bara verður fyri ein part av Norðurlondum. — Norðurlondini ru jú sum kunnugt Danmark, Finn- land, Noreg, Sveríki, Áland, Ísland, Grenland og Feroyar. Eitt > kjarnorkuvápna- frítt eki, sum bara um- fatar nøkur Norðurlond, er ein vánalig norðurlendsk loysn, av tí at alt norður- lendskt samstarv byggir á seguligan, politiskan og mentanarligan felags- skap. Vit fara kortini ikki at leggja okkum út í, hvat onnur lond avgera ella halda vera rætt fyri seg, so leingi tað ikki forðar fyri, at tann samtykt, sum Føroya Legting hevur gjørt, verður til veruleika. Í hesum sambandinum fari eg at greiða nærri frá geografisku víddini á tí foroyska kjarnorkuvápna- fría økinum. Nakar ivi kann neyvan vera um, at hetta eki — tá tað einaferð verður — umfatar fer- oyskt landa- og sjoøki. Vid sjógki er at skilja landleiðin, soleiðis sum tað til eina og hverja tíð er orðað innan fyri rammur- nar av galdandi fólka- rætti. Hetta vil so aftur siga, at eitt kjarnorku- vápnafrítt eki fyri øll Norðurlond fer at verða í fleiri pørtum — leys av hverjum eðrum og avskor- in av stórum havekjum við altjóða sjógvi. Trygdin Henda sannroynd kann bæði verða ein forðing og ein fyrimunur í roynd- unum at byggja upp kjarnorkuvápnafrí oki. Sjálvandi vilja norður- lendsku friðarrerslurnar helst hava alt Norðurat- lantshavið til eitt kjarn- orkuvápnafrítt eki; og eg kann leggja aftrat, at Fer- oya Landsstýri tekur undir við hesum ynski. Men við teimum fólka- rættarligu reglunum i huga, noyðast vit tó at sanna, at tað er framtíð- ardreymur. Vit noyðast í hvussu er at vóna, at hesar havleiðir verða tryggjaðar við avtalum, soleiðis at virksemi á hernaðarligt økinum ikki verður nøkur hóttan fyri Feroya fólk. At enda fari eg at ynskja Traktat Nú góða eydnu við royndum at fáa frið og avvápnað. Vit vóna, at tað arbeiðið, sum norðurlendsku friðar- rerslurnar gera, gevur úr- slit, soleiðis at vit og okk- ara bern í framtíðini ikki noyðast at liva í ótta fyri at verða týnd ell í felag. 3800 Tórshavn sekir: ber 1985. Landssjúkrahúsið Avloysara fyri sjúkrasystur í 1. ass- istent starv á uppihaldsdeild E 3 at byrja beinanvegin til 1. juli 1986. 2 sjúkrasystrar til uppihaldsdeild E 3 at arbeiða fulla tíð frá 16. septem- 1 sjúkrasystur til uppihaldsdeild E 3 at arbeiða 56 tímar í kvøldvakt aðru hverja viku frá 16. september 1985 til 30. september 1986. 1 sjúkrasystur at arbeiða fulla tíð á med. deild B 7 frá 1. oktober 1985. 1 sjúkrasystur at arbeiða 40 tímar í nåttarvakt aðru hvørja viku á med. deild B 7 frá 1. oktober 1985. 1 sjúkrahjálpara at arbeiða 56 tímar aðru hvørja viku í kvøldvakt á uppi- haldsdeild E 3 frá 1. oktober 1985. 1 sjúkrahjálpara at arbeiða fulla tíð á uppihaldsdeild E 3 frá 1 oktober Umsøkjarar til størvini fáa nærri bod vid at venda sær til varafyri- stødukvinnuna tlf. 13540 lokal 128.