leygardagur 7. september 1985síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8 tíðindablaðið Ss Si luri | Nr. 101 — 7. september 1985
ev illamanni litlafingur
3. partur
Hugleiðingar um eina ismu og árin av henni innan ríkismark
Óli Jacobsen skrivar her
hugleiðingar um eina
ismu og árin av henni inn-
an ríkismark. Greinin er í
trimum pertum.
Teir minni verdu russararnir
Nasistarnir mettu germanar, og har-
við eisini okkum í Feroyum, at vera
harrafólkið. Onnur fólkasleg vóru
minniverd, og kundu sleppa at tæna
harrafólkinum sum trælir. Millum
tey sum vóru mest minniverd vóru
russarar, sum jú samstundis vóru
millum syndabukkarnar hjá nasist-
unum. Hetta smittaði eisini av í
Danmark, sum jú longu er greitt frá
í ein vissan mun. Eitt annað úrslit
av hesi steðu var, at fólk fegnaðust
um framstigini hjá týska herinum,
tá lopið var á Sovjet, og tey mettu
tað sum eitt afturstig, tá týskarar
vórðu noyddir eftir hæli.
Eitt av endamálunum hjá týskar-
um var at útvega »lebensraum« i
hersettu sovjetisku ekjunum og tá
skuldu russarar í besta fall koma í
aðru reð.
Sum »germanskt« land varð Dan-
mark eisini bodid at fåa ein part av
hesi køku, og tyskarar bjóðaðu
dønum at seta seg niður í hersettu
økjunum. Í hesum sambandi varð i
1941 sett niður eitt privat
»Østrumsudvalg«. Árið eftir var
henda nevndin gjørd almenn og fekk
heitið »Udenrigsministeriets
Østrumsudvalg«, ið sum umboð fyri
stjórnina fekk ferðslumálaráðharran
Gunnar Larsen sum lim. Millum
aðrar limir vóru tann i Føroyum
virkni og kendi Knud Hejgaard og
J. C. Hempel, hvers máling mong
foroysk skip munnu vera málað við.
Henda nevndin arbeiddi við stór-
slignum ætlanum fyri donskum
fyritakssemi í »Ostland«, og Gunnar
Larsen var enntá á ferð í teimum
økjunum í Sovjet, har danskt vinnu-
lív skuldi fáa eina glæsiliga framtíð.
Sum demi um ætlanirnar kann
nevnast, at Árhus Oliefabrik skuldi
sleppa at dyrka oljufræ í Ukraine.
Tað mest ótrúliga var tó, at ætlan-
ir eisini vóru um at flyta gren-
lendskar veiðimenn til Estlands, har
teir skuldu liva av at veiða kóp í
Pernauvikini, sum eftir øllum at
døma hevur verið full av kopi!
Gongdin í krignum kom tó at
stedga hesum størslignu ætlanum,
og i 1943 varð »Udenrigsministeri-
ets > Østrumsudvalg« upployst
aftaná at hava verið óvirkið eina tíð.
Dagblaðið »Fædrelandet«
og danski nasistaflokkurin
Hóast alt tað, sum er greitt frá í hesi
grein, so vóru í Danmark bert fáir
nasistar. Danski nasistaflokkurin
varð stovnaður í 1930, men hann
fekk ongantíð nakra undirtøku av
týdningi. Ein av orsekunum fyri
hesum var, at leiðslan var so vána-
lig. Danski »førarin« Frits Clausen
var ein fordrukkin lækni úr Suður-
jútlandi, og danir tóku hann ongan-
tíð í álvara. Hvat hevði hent, sum
donsku nasistarnir høvdu havt ein
rættuligan førara, vita vit sjålvsagt
ikki. Men flokkurin fekk ongantíð
meira enn 2% av atkvødunum og 3
tinglimir.
Frits Clausen, »førarin« hjå donsku nas-
istunum. Hann royndi at fåa tyskar-
arnar at lata seg fåa valdid i Danmark,
men tad eydnadist ongantid. Hann fekk
ongantid nakra serliga undirtøku sjålv-
ur, ti hann fullkomiliga mangladi
leidaraeginleikar.
Tann størsti vandin i Danmark var
ongantíð Frits Clausen og hansara
flokkur, men tann hugsunnarháttur, at
„tað besta« í nasismuni saktans kundi
vera til gagns. Men øll hesi fingu annað
at síggja!
Der skal sæltes Stopper for
Frimureriels og Jødernes
” store Indflydelse
As Aysyue Kvi. PHG ÓG NAU Bix 8388 > PAN
føebn Bh Vo Von, 24 BM tv Sdenesk i D6p6 0
og 1m gs A Ves uge 55 Vu
4 sog Kurven ak BR
BEDES | Kl
D
SN
bå Don #0 ktr "Hø Á
BIS PE AI UK BOGA RÅ
08 168 BØR GR ENA RA me
S5495. Des øde. A 6
I I AOGYSE
I 7
Luke. 51 best da ÞARNA NAGA AG ÞK OS 55.
A a pl
0 rer NASA 68 PAN ÓRÓA 2
Danir bríggjaðu seg als ikki um dagblaðið hjá nasistunum. Og ein av orsøkunum var
tann, at ein av hevuðsuppgávunum hjá blaðnum var at hunddálka og ærumeiða fólk,
sum hevdu tann feil, at tey høvdu eina aðra meining enn blaðið.
Her settu danir markið og tað tænir teimum avgjert til innteku.
Tað vandamikla við nasismuni
var júst, at hon uttan nakra serliga
undirtøku kundi hava eina so stóra
ávirkan sum hon jú hevði. Og tað
sum kann lastast donskum ábyrgd-
armonnum er júst, at teir ikki tóku
eina heilt greiða stødu móti øllum ti,
sum henda rersla stóð fyri.
Danski nasistaflokkurin, sum so,
elvdi ikki beinleiðis til harðskap og
yvirgang. Men tað var hansara boð-
skapur, sum hevði hesar avleiðingar
og ikki kundu nakað annað. Tá
hesar avleiðingar rættuliga komu til
sjóndar í teirra seinastu herseting-
artíð, tók nasistaflokkurin avstand
frá ollum yvirgangi. Hetta ljóðar
gott, men tá var tað ov seint. Tá
hevði flokkurin sett slíkar kreftir í
gongd, sum einki mótmæli frá nakr-
ari floksleiðslu kundi steðga.
Flokkurin gav við týskum stuðli
fleiri blød út. Teirra uppgáva var
fyrst og fremst at renna erindi fyri
týskarar. Dagblaðið hjá danska
nasistaflokkinum kallaðist >Fædre-
landet<. Sagt verður um hetta blað,
at tað framdi >hetz mod andre
danske og gjorde det sá groft, í en
hidtil ukendt karlekammertone af
ráhed, at man ikke fik noget hæder-
ligt menneske í tale... Det trak
gode danske mænds navne gennem
sølet i rene skandalekampanjer ... .«
Virksemid hjå hesum dagbladi at
hunddálkað menn og kvinnur bert tí
hesi høvdu eina aðra hugsan fekk
ikki undirteku hjá denum, og tað
skal sigast teimum til rós, at her
settu teir markið. Aðrar royndir at
geva blød út við sama endamáli sum
t.d. Minut og Danske Tidende eru
miseydnaðar, tí tær hava ikki loyst
seg, hóast danska málsekið er einar
100 ferðir so stórt sum tað føroyska.
Tá flokkar útnevna seg
til verjar av kristindómi
Adolf Hitler var hverki kristin ella
andaligur. Men býttur var hann
ikki. Hann visti, at tað fór at vera so
nógv lættari bæði at fáa og varð-
veita valdið, um hann fekk tey
kristnu og teirra leiðarar í sín part.
So hann lætst at vera andaligur og
fólk fingu ta uppfatan, at talan var
um ein trúgvandi førara, sum tey
hevdu fingið.
Hitler lovaði at tryggja og verja
rættindini hjá kirkjum og samkom-
um, og tað eydnaðist honum at fáa
stuðul frá kirkjuleiðarum afturfyri.
Sagt varð í eini yvirlýsing frá leiðar-
um í protestantisku kirkjuni aftaná
maktskiftið í 1933:
»Ein mektig, tjóðskaparlig rørsla
hevur gripið og hevjað okkara týska
fólk. Ein stórsligin endurskapan av
Ríkinum fer fram í teirri vaktu týsku
tjóðini. Til hesa søguligu vend siga
vit takksami eitt Ja. Hetta er ein
gáva frá Gudi. Hansara er aleina
æran.«
Nu fingu Hitler og hansara menn
innan tær ymsu samkomurnar og
kirkjurnar møguleika at nýta
kristindómin til gagns fyri tann
politikk, teir vildu hava framdan.
Og teir fingu sneggað kristniboð-
skapin til, so hann fult út kom at
svara til politikkin hjá teimum.
Hvussu tað gekk sæst av eini talu,