Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. september 1985síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 101 — 7. september 1985 Tað vóru fleiri nasistiskir smáflokkar. Ein av teimum varð leiddur av Wilfred Petersen, sum striddist dugliga móti Frits Clausen fyri at fåa leidsluna av donsku nasismuni. Saman vid Nationalt Samvirke, sum m.a. vard stovnad av fyrrverandi formanninum i KU, stovn- setti hann í 1941 Dansk Folkeparti, sum var ein nasistaflokkur í kapping við »al- menna« nasistaflokkin hjá Frits Clausen. sum kirkjumálaráðharrin Hans Kerrl helt aftaná at hava tikið við starvinum í juli 1939. Hann segði m.a.: »Flokkurin lagnum hjá ti positiva kristindóm- stendur á grundar- inum, og positivur kristindómur er nationalsosialisma.. National- sosialisma er fremjan av Guds vilja... Sannur kristindómur verður umboðaður av flokkinum, og tað týska fólkið verður kallað av flokk- inum og serliga av foraranum til veruligan kristindóm... Ferarin er boðarin av eini nýggjari opinber- ing...« Ein kann nu ikki fara at påstanda at samanblandingin av kristindóm og politikki hevur verið til gagns fyri kristindómin, og segan aftaná nasismuna mótprógvar á ongan hátt, at her er talan um eina saman- blanding við einum ótespuligum úr- sliti. Og meira politiskir leiðarar lata seg samanlíkna við Gud ella Jesus, tess minni samsvarar av- rikini við tí boðskapi, sum er grundarlagið fyri kristindóminum. Í Danmark fekk henda gongdin innan kirkjuna lítla og onga ávirk- an. Tó var ein felagsskapur, sum kallaðist Kristen Samling i Dan- mark, hvørs bodskapur var, at »den er t virkeligheden lentist med kristendommens lære« Norski nasistaflokkurin vid Vid kun Quisling á odda hevði eisini á skránni rat verne or ens grunnværdi« Tad st ( ið umat ð I 1 i ( hes tíð i! 5 ( t lýsklar klig D at | virkaði ímót } tleiri a ( um g10 3 tippi. Ein tann kendasti av hes monnum var Martin Niemøller, sum tó mátti gjalda við sentratiónslegu frá 1938 til 1945 Eisini innan ta donsku kirkjuna vóru tað mótaðir menn, sum settu seg upp ímóti hesi sótt. Fleiri av teimum komu at gjalda við lívinum, og tann kendasti av hesum var Kaj Munk. Hann var upprunaliga hug- tikin av nasismuni, men vendi sær frá henni, tá hann sá ta rettu muruna, og hann prædikadi órædd- ur móti hesi læru. Hann fekk eins og aðrir prestar bræv frá kirkjumála- ráðnum um ikki at umtala viður- skifti, sum kundu arga týskararnar. Hann skrivaði eitt bræv aftur til kirkjumálaráðið, har hann boðaði frá, at ikki bert fór hann at lata vera við at lurta eftir hesum brævi, men hann fór at gera beint tvertur ímóti hesum boðum. Sum grundgeving segði hann m.a., at >det er bedre at skade Danmark i forhold til tyskerne end i forholdet til den Herre Jesus«. Tað eru menn sum Martin Nie- møller og Kaj Munk sum fara at verða mintir sum rættuligir verjar av kristindóminum, meðan teir sum seldu seg til ein boðskap, hvers høvudsinnihald var hatur og van- virðing av sínum medmenniskjum, langt síðan eru gloymdir, og tað sama man vera hent við tí >kristin- dómi<, sum teir stóðu fyri. at sita í kon Niðursteða Henda frásegnin er frá einum landi, sum fram til 9. apríl 1940 var eitt av teimum mest grundfestu demokrati- num í heiminum. Grundlógin tryggjaði tá eins og nú persónligt og politiskt frælsi. Tískil vóru bæði nasistar og kommunistar umboðaðir í danska ríkisdegnum, hóast teir Spurningurin er nú, um Adolf Hitler sigur við Goebbels: »Hoyrir tú, Jósef, vit hava livað heilt til fánýtis viðvíkjandi Føroyum« ella hann sigur: »Hoyrir tú Jósef, við- víkjandi Føroyum hava vit í hvussu er ikki livað til fånytis.« Síða 9 Í september 1933 eydnaðist nastistunum at fáa valdan Ludvig Miller til ríkis- biskupp. Hann var meira nasistur enn hann var kristin, og nú lá væl fyri at nýta kristindómin til egið gagn. bert umboðaðu heilt smáar minni- lutar í danska fólkinum. Men hóast hesi ideellu viðurskifti, var góður gróðrarbotnur fyri synda- bukkapolitikkinum sunnanífrá, sum fólk vórðu javnliga fóðrað við ið hvussu er gjøgnum øll 30'ini. Og danska > demokratiska pressan hjålpti væl til her. Viðvíkjandi »bolsjevikkum« hesti hetta sáðið rót, og tað hevði við sær tvinnar hevuðsavleiðingar. Longu árið eftir hersetingina varð grundlógar- tryggjaði rætturin hjá einum flokki at virka frítt settur úr gildi. Odda- menninir vórðu settir fastir móti grundlógini og summir endaðu seinni í týskum týningartippum. Hetta varð gjørt við samtykki frå politiskum leiðarum og bleðum, sum bæði frammanundan og aftaná rokna seg sum verjar av fólkaræð- inum. Og fremsta grundgevingin fyri hesum rættarbroti var, at talan var um fólk sum gingu erindi fyri Sovjet (og KGB). Tann meinaleysa nasisman hevði her vunnið sín fyrsta stóra sigur í hesum fólkaræð- inum. Hin avleiðingin var, at árið eftir hersetingina fóru fleiri túsund danir í týska hertænastu móti >bolsje- vismu< og »fedralandi gudsloysi- sins<. Longu í 1945 vóru nógvir av teimum demdir til deyða ella mong ár í fongsli sum hópdrápsmenn. Ikki Lí teir hevdu beint fyri russarum, men tí teir hevdu myrt og tortur- erað sínar egnu landsmenn á ein hátt, sum skakar tann sum lesur um hetta í dag. Hetta hendi bert 5 ár aftaná at hesi somu fólk »bert« í skrivt og talu fingu at vita, at jedar og »sosialistar« vóru rótin til alt ilt. Aftaná bert fá ár var danska fólkaræðið í stersta vanda. Og hevuðsorsekin var tann, at menn ikki vildu síggja vandan við teirri fanatismu og intoleransu, sum var boðskapurin hjá nasismuni. Givið varð einum vissum manni lítla- fingur, og uttan at nakar gav sær far um tað, fór hann við sterri og sterri parti av hondini, og tað var í evstu letu, at stjórnin og danska fólkið vendi sær ímóti hesi óhugna- ligu rerslu. Sum bert fá ár frammanundan varð roknað sum rættuliga meina- leys og sum besta verjan móti eðrum ódemokratiskum kreftum ! Líka nógv til vinstru — eins galið Henda greinin hevur fyrst og fremst snúð seg um hvussu tað kann ganga, tá viðgongdar hegrakreftir fáa »makt sum tær hava akt«. Men vit vita, at úrslitið hevði verið tað sama, um tað vóru eins víðgongdar vinstrakreftir, sum hevdu verið í staðin fyri. Vit hava víst ikki nakað demi um hetta innanfyri ríkismark, men tað eru jú mong lond, sum hava ýtarsta vinstrastjórnir, har steðan er tann sama sum greitt er frá í hesi grein. Framhald á síðu 10