Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. september 1985síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 101 — 7. september 1985 Eina ferð var ein kvartnóti... Ikki so mong ár eru farin aftur um bak, síðan tann fyrsti kvartnótin kom inn um Getueið. Tessvegna hava hesin fremmandi fuglur og fylgisneytar hansara lopið hvekk á mangan mann. Í hesi birting hava skýggini, sum farin eru um Kamb og Borgina, borið úrslit av hesi ond víðari út um landoddarnar til tað fremmanda. Ung og eldri hava tikið móti kvartnótanum, kínt og klappað honum, sungið og spælt, lagt eina alin afturat tí feroyska tón- leikalívinum. Atli Ellendersen hevur sett tyrilin í fleytin, so tað stendur eftir. At nema vio- linspæl niðri í Sveits hjá mætum manni er ein vek- ing, sum teskandi fer um strætini. Ein Ole Bull, sum við neistanum av degi fer at kveikja lív í deyðar steinar... ikki so sert hevur talað longu. Legði glóð í hjortuni Tann tíðin var, tá bretin ir. Sune 3 Owen Stanisbye undir- vísti í klaveri her í bygdini og legði eina glóð í hjørt- uni hjá ungum fólki. Um- framt tað vóru húskon- sertir og kamarkonsertir sum t.d. Eyðun, Torkil, Leif, Rói, Jonhard, Pól, Atli o.fl. vóru við í. Hverja ferð, Atli hevur verið heima, hevur hann havt konsertir sjálvur við klaverfylgispæli ella saman við eðrum. Í summum førum hevur hann havt tónleikarar við sær niðri frá og hava teir tá vitjað kring oyggjar- nar. Ein av hesum monnum er Sune Vejlby Brogård, sum nemur læru i klaverspæli å Konserva- toriinum i Keypmanna- havn. Atli og hann høvdu konsert i Fuglafjarðar skúla hóskveldið 22. august. At útgreina hvert lot í hesi konsert er greinskriv- arin ikki ferur fyri. Men sigast má, at hugvekjandi er at sita undir tónum, sum rannsakandi lyfta seg úr flygli og violin. Kvart- nótar, hálvir, heilir nótar, sekstandi partar o.s.frv. dandandi sprelskir og klóraðu seg upp í tróðrið, bæði hjá tær og grann- anum og ikki at tala um hellina, sum hevði úr at gera at rúma hesum tónum. Johannesen ummælir kamar- konsert í Fugla- fjarðar skúla 22. august. Frits Hann hevur eis- ini teknað báðar tónlistamenninar, Atla Ellendersen og Sune Vejlby Brogård. Ongin høll Mozart, Schubert og Beet- hoven vóru á skránni. Fyrst spældi Sune klaver- konsert í d-dur, Kv. 333 hjá Mozart. Nærlagdur, musiskur, skapandi er hesin ungi maður. Djúpa flogið í næls- rótunum fekk lómin á Trælavatni at samfata trúlovaða vitið títt við rómin í spæli hansara. Sonatin fyri violin og klaver í a-mol, op. 137 nr. 2 hjá Schubert tók sess á hesari = konsert. Vav- vunnið, talandi og kátt spæl var teirra millum. Lúrandi dropaljóð mól ikki afturáaftur, sum kundi brotið niður dag- rektina í hesum samskift- issæli. Klangurin var góður — leikandi lættur. Jú, jú, einsamallur ert tú ongan- tíð, tá ið tónleikurin drívur rensl á lunna- vagni.......hesin lunna- vagnur varð skumpaður víðari í klavarsonatu í F- dur, op. 10. nr. 2 hjá Beet- hoven. Spell, at vit í Fuglafirði ikki eiga eina hell, eina rammu kring slíkt virk- semi, sum so mangan verður borið fram í bygd- ini. Ein fimleikarhell... ja, betri ring hurð fyri gott enn eingin. Men tað er ikki í tráð við ta skapandi megi ella fødslu, sum er i framførda tónleiki. Betur hevði tú alt hetta í varð- veitsu, um so var, at hellin var góð. Elvt til rembing Síðst spældu Atli og Sune sonatu fyri klaver og vio- lin í d-dur hjá Beethoven. Var tað, sum sá dagsins ljós hesa letu higartil kveikjandi, má ásannast, at hetta vakra stykki var best íklædda úrslit av hesi konsert. At tala um nátt- arveku í hesum spæli er óhoyrt | glugganum stóðu kátir einglar og spunnu einglahár, ein ljósur musikalskur andi gjerdi teg klárvaknan. Tær hvenndagsligu rivurnar mann og mann ímillum tóku leyst og svunnu burtur í hesum toybili. Kvartnótin, sum kom til bíggjar hin dagin, hevur elvt til eina rembing — kanska ta sterstu í bygdarseguni, víst sína dygd gjøgnum ein av okk- ara bygdarmonnum, sum bert ljómur og rómur kann standa kring. Tekk fyri løtuna. Frits Johannesen