týsdagur 10. september 1985síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
að
Ps
JAAA JET AGE JU
||
Nr. 102
10. september 1985
Jåkup Lindenskov, løgtingsmadur
Vit verða
viðfarin sum
pakkapostur
12 ferðafólk, sum vóru við Feroyaflogfarinum úr Kastrup í gjár,
máttu fara í land í Bergen og aftur til Keypmannahavnar. —
Her er helst talan um informatiónsfeil í Kastrup sigur vakthav-
andi á flogvellinum í Bergen.
Tilsamans 16 ferðafólk við
flogfarinum úr Keyp-
mannahavn til Feroya
máttu í gjár fara úr flog-
farinum, tá tað lendi í
Bergen. Bert fýra teirra
sluppu við aftur flog-
farinum til Feroya. Hin 12
máttu snópin halda leiðina
aftur til Keypamanna-
havn.
Orsekin til at hesi ferða-
fólkini ikki komu aftur við
flogfarinum var tann, at
har vóru ferðafólk í
Bergen, sum hvedu ferða-
seðil til Feroya henda
dagin. Men tá talan síðani
var um eitt yvirskot uppá
12 ferðafólk, tá hesi úr
Bergen vóru komin um-
borð, so máttu hini 12 úr
Keypmannahavn víkja og
fara aftur til Keypmanna-
havnar við flogfarinum.
Ein teirra, sum var við
flogfarinum úr Danmark
og mátti fara aftur til
Keypmannahavnar úr
Bergen í gjár var Jákup
Lindenskov, tingformað-
ur. Hann sigur við Sosial-
in, at slíkt eigur ikki at
henda og verður eisini
klagað um tað á rætta
stað.
— Ein kennir tað, sum
verður ein viðfarin sum
vanligur pakkapostur og
hetta eiga vit feroyingar
ikki at lata okkum lynda
yvirfyri teimum, sum
hava konsessiónina uppá
Feroyaflúgvingina.
Jákup Lindenskov
sigur, at hann hevði ferða-
seðil úr Keypmannahavn
til Feroya henda dagin,
Stórur eftirspurningur er eftir ferðaseðli á flogrutuni til Feroya. 16 ferðafólk máttu
snópin fara aftur til Keypmannahavnar tá tey komu við flogfarinum til Bergen. Tey
vóru á bíðilista men vistu ikki, at ferðafólk skuldu við úr Bergen.
men at hann kortini ikki
kom longur enn til
Bergen.
— Fingu tit einki at vita
í Keypmannahavn um at
ti meguliga máttu fara av
í Bergen, um har vóru fólk
sum skuldu við?
- Tað fingu vit einki at
vita um. Eg haldi tað er
okkurt heilt galið við sam-
arbeiðnum, tí hetta er ikki
fyrstu ferð slík steða
tekur seg upp, tá flogfarið
skal millumlenda í Bergen
Feroya,
á veg til sigur
Jákup Lindenskov.
Sosialurin hevur tosað
við vakthavandi hjá SAS
á flogvellinum í Bergen
Hann sigur, at teir einki
annað hevdu í at velja enn
at koyra hesi ferðafólkini í
land, tí har stóðu longu tá
16 ferðafólk í Bergen, sum
hevdu fingið ferðaseðlar
teirra váttaðar.
— Vit kannað ferdasedl-
arnar hjá teimum 16 úr
Keypmannahavn og sóu,
at teir allir vór »stand by«
tvs. á bíðilista.
Vakthavandi sigur seg
hava skilt á ferðafólk-
unum, at tey fingu als
einki at vita um hetta í
Keypmannahavn men at
tey vóru viðfarin sum
onnur, ið hava teirra ferða-
seðil í lag. — Her er helst
hendur ein informatións-
feilur, leggur vakthavandi
hjá SAS í Bergen aftrat.
Vit hava roynt at fáa
fatur á rætta persóninum
á flogvellinum í Kastrup.
men tað hevur ikki eydn-
ast okkum jan
Frá Gjogv
til Biggjar
EN »
(mynd kalmar)
DP”
Frá fundinum í Aliráðnum i farnu viku. Skrivarin Tommy Petersen og formaðurin
Andreas Reinert hava gjert uppskot til arbeiðsætlan fyri Ráið. Hetta varð samtykt
— og úr Vikarbyrgi til Svínoyar !
Tann ovurstóri áhugi fyri
aling kann fáa stóran
týdning fyri bygdamenn-
ingina í Feroyum. Tað eru
komnar uml. 160 umsókn-
ir um loyvi at alal laks og
síl á feroysku firðunum
umframt 40 umsóknir um
krækling, 5 um ostru og 9
um áll. Haraftrat eru einar
56 umsóknir um loyvi at
ala sílayngul og laksa-
smolt.
Alirådid til verka
Aliráðið, sum just er farið
undir sítt virksemi er í
løtuni vid at leggja sær
eina arbeiðsætlan til
rættis. Í hesi ætlan kemur
so eisini viðgerðin av teim-
um mongu umsóknunum.
Tað er greitt, at tað vera
ikki givin loyvi til allar
hesar umsóknirnar bein-
anvegin. Fyrst ætlar Ali-
ráðið sær at viðgera um-
sóknir um loyvi at ala síla-
yngul og laksasmolt. Tað
er tervur á slíkum ali-
steðum fyri atverandi
alarar á sjónum, og eir,
sum fara at koma aftrat,
skulu fáa fisk.
Vit frætta, at umsóknir
eru úr øllum heraðs-
hornum av landinumæ
frá Gjógv til Bíggjar og úr
Víkarbyrgi til Svínoyar
Hetta ber boð um, at
áhugi er fyri at menna
smáplássini, sum annars
eru við at doyggja út — í
hvert fall fleiri teirra.
Tað kann tí sigast at
vera skapt von fyri små-
plåssunum, nú áirnar á
hesum plássum brádliga
eru vorðnar »gull verdar«
Vatnið, sum hevur runnið
gjøgnum bygdirnar hevur
higartil ikki verið brúkt til
nakað veruligt vinnuligt
endamál. Nú fær tað brád-
Framhald á síðu 4
I
Fimm av limunum i Aliráðnum. Frá vinstru: Áki Mortensen, Martin Djurhuus
Trygvi Árting, Tummas Arabo og Johan Mcdonald. (mynd kalma