Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

#* - Nr. 102 — 10. september 1985 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Térshavn Útgávudagar: týsdag. hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Rætturin til vatnið í áum og vøtnum! Í DAG hittast umboð fyri Aliráðið og SEV at tosa um felags áhuga- mál — nevniliga vatnið í áum og vøtnum. Og vit kunnu tí spyrja: »Hvør eigur rættin til at brúka vatnið í áum og vøtnum ?« Hesin spurningur hevur ikki verið nógv frammi í fjølmidlunum, tó at vit av og á hava nomið við hann. TAÐ, VIT eru von við at hoyra og eisini síggja á prenti er, at SEV sum streymframleiðari hevur »ognarrætt« ella í hvussu so er fyrsta rættin til vatnið í áum og vøtnum. Higartil hevur tað íkki verið stórvegis trætumál um, hver skal kunna brúka vatnið, tí tað hevur bert verið SEV, sum hevur havt henda tørv. NÚ SEINASTU árini er mangt broytt. Vit hava fingið ídnað, sum er serliga viðbrekin og tí ynskir at framleiða egnan streym og brúka vatn til upphitingarendamál eisini — umframt at vit hava fingið ali- vinnuna, sum í størri og størri mun skal brúka vatn í áum og vøtnum. ENN HAVA alivinnan og SEV so ikki havt nakran veruligan saman- stoyt, tvørturiméti samarbeiða eitt nú royndarstødin undir landi- num og SEV. Royndarstødin sleppur at brúka vatngoymslur- nar hjá SEV til aliendamál. Kortini På Utgevari: P4 Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller Fyritaksstjóri: Krisjan Blaðfólk: Hegni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: P/f Sosialurin Píf Pressan 1981 er okkurt, sum bendir á, at verður ikki tosað út um tingini nú, so kann tað fara at skapa trupulleik- ar. EITT NÚ um vit taka ætlaðu út- byggingina av smoltframleiðsi- una. Her skulu brúkast åir og vøtn kring alt landið, og eisini har SEV ætlar at brúka vatnið til orkuút- bygging. Eitt daemi er ætlaða smoltstødin í Miðvági, sum skal brúka vatn úr Leitisvatni. Har hev- ur SEV-stjórin klárt og greitt sagt frå, at teir vilja ikki lata »rættin« til vatnið til eina smoltstød so leingi tað er ógreitt, hvussu verð- ur við vatnorkuútbyggingini í Vágum. Her hava vit so eitt itøki- ligt dømi um, at áhugamálini hjá SEV og alivinnuni kunnu kollidera. TAÐ ER TÍ at fegnast um, at um- boð fyri Aliráðið og SEV hittast at tosa seg til rættis. Tí hetta er ein- asta og frægasta leiðin. Hvor, ið eigur rættin til vatnið, er annars ikki bert ein spurningur, sum SEV og Aliráðið eiga at tosa um. Hetta átti at verið ein spurningur, sum átti at verið vidgjørdur generelt og verið tikin við í teirri landsplan- legging, sum nakað hevur verið tosað um í seinastuni. TAÐ ER HEILT givið, at kunnu eitt nú vinnulívið og SEV ikki semjast um henda álvarsspurning, so mugu teir, ið sita við åbyrgdini av samfelag okkara — fólkavaldu umboðini á løgtingi taka hetta mál til viðgerðar og finna fram til skilabestu loysnina í málinum. jamú Grindadráp — Dagblaðið Atli Dam, fær hetta skoðs- mál í Dagblaðnum: (citat) »Løgmadur gjerdi ein diplomatiskan brelara, at hann ikki tosaði "Green- Peace“ fólkini til rættis«. (Atli Dam svarar aftur í Sosialinum nr. 83 — 25. juli 1985: >Ég haldi, at Dagblaðið skuldi havt dugað sær at tagt onkun- tíð og heldur verið við í skilagóðari = verju av føroyskum meguleikum, siðum og tí sum einaferð er neyðugt í okkara sam- felag, ístaðin fyri at gera lið á gardin.« Eina persónliga tekk til Atla Dam fyri hansara stødutakan í hesum máli. Hver er tað nú ið dregur uppundir at lima okkum inn í EEC? Fiskaselu- stjórin! Hver er tað, ið dregur uppundir, at vit skulu frá- siga okkum at fáa ein bíligan degurða, so sum grind! Jú, teir eru Óli Breckmann og Birgir Danielsen, fiskaselu- stjórin. Hetta eru teir, nú vísa teir sítt sanna andlit. Eina ferð enn móti fjøldini við lágari innteku. Atli Dam sigur aðra- staðni: Fiskaselustjórin dugdi sær ikki at tiga, tá hann átti at tagt. Tíverri hava vit alt ov oftani sæð hetta, eisini í samband við EEC og annað. Hann átti at dugað sær at tagt og latið okkum, sum hava ábyrgdina av uttanríkis- viðurskiftum at tikið sær av hesum spurningi. Púra beint Atli, hasir búrhund- arnir eru allir úti eftir teim við lágari innteku. Gott í teir, at teir fingu ein undir vangan. Skulu hasir báðir forpurra okkara livihátt. Ein fiskaselustjóri og ein legtingsmaður, báðir fólkafloksmenn. Eg spyrji bara. Ein id etur grind tvær ferðir um vikuna Ábyrgd og skyldur Leiðandi vinnulívsmaður hevur úttalað. Ein stórur partur av føroyska vinnu- lívinum er ósunnur og sjúkur. Tann einstaki kennir og hevur alt ov lítla fíggjarliga ábyrgd. Leiðandi politkari hevur greitt frá almennu ábyrgd- ini av vága og halli, mót- vegis fullkomnum priv- atum eigarafrælsi til av- gerðir og vinning. T. v. s., — tann veruliga stýringin av vinnulívinum liggur úti á privatum hondum eftir fyrisetninginum: Gongur væl er tað privat, gongur illa er tað alment. Í eitt fókaræðislift stýr- islag sum okkara skuldi m. a. verið innbygt, at al- menningurin politiskt skal kunna gera seg gald- andi í sambandi við av- gerðirnar, allastaðni, har tað almenna hevur ábyrgd og skyldur. Almenningurin stendur so ivalleyst í hesum føri sum tapari. Sjálvsogd rættindi í mun til ábyrgd og skyldur eru ikki vunn- in. Sum vinnari stendur tað sokalalda privata vinnu- lívið, saman við ávísum politiskum kreftum, ið tví- halda um eitt sjúkt økon- omiskt diktatur, sum tað almenna hevur givið seg undir. Hetta merktist serliga nógv seinastu 4 ár- ini. Tá so avleiðingarnar skulu takast av avgerð- um, fyri hverjar serstek privat áhugamál hevdu stersta týdning — fesk demi tala fyri seg, — so er tað náttúrligt, at tað al- menna stendur við endan, tá tað sum sagt er al- menningurin, ið hevur á- byrgdina, — og herfrá stavar sjúkan. Ein skuldi tonkt, at tað almenna eigur sjålvsøgd rættindi til kombineraðar fyrimunir, ið viga nakað upp ímóti tess ábyrgd av og skyuldu mótvegis vinnulívinum. Hervið er ikki sagt, at tann einstaki ikki skal átaka sær ábyrgd í sterri mun enn higartil. Sjálvandi skulu initiat- ivini til, men við relativt friium vali imillum givnar møguleikar Tad skuldi uppgáva hjá verið ein politisku leiðsluni saman við teim ráðandi í vinnulívinum, út frá einum umfevnandi perspektivi at skipa soleidis fyri, at tann ein- staki i samband vid vinnu- projekt ikki kann gerast »landfattig« i størri mun, enn tað mótvegis samfel- agnum sum heild er for- svarligt. Hóast perfidu frágreiðingarnar í Dimma- lætting og Dagblaðnum um gongdina tey seinastu 4 árini, so stend- ur ellum greitt, at her hevur haltað álvarsligt alt ov leingi. Hetta ferir sjálvandi við sær, at ein vanligur borg- ari kann bera ótta fyri at tað ein penan dag megu- liga forbjóðar seg sjálvt, at tervurin hjá teimum greinum og institutiónum, ið skula til í einum sosialt framkomnum samfelag, framhaldandi kann verða nektaður sømiliga. Tey eru tí ivaleyst mong, ið nu vænta ítekilig úrslit, sum bera á rætta borðið. Otolin Fólkaflokkurin og hernaður Vinarligast hýsið mær hesum fáu orðum: Verið á varhaldi so segan frá 30- unum ikki endurtekur seg: hetta skal vera ein áminning á allar góðar kreftir um at standa sam- an. Verjið frælsið og rætt- in til at skriva og tala, sum er vunnin við tógvið stríð av undan- gongumonnum okkara. At formaður fólkafloksins Jógvan Sundstein konse- kvent síðan henda gonga varð skipað, legði hart út, undrar ongan. Maðurin er hoknaður í knøum. Í undanfarnu sam gongu komu nekur sjálv- stýrismál fyri Tingið. Fóikaflokkurin við Sund- stein á odda, atkveddi ímóti. Alt ilt varð sagt um Danmark og danir, meðan teir svølgdu USA og NATO rátt! Tann kær- leiki, sum formaður fólka- sam- floksins sýndi mótvegis NATO í táverandi sam- gongu! Í fleiri reðum segði sami formaður, at Føroyar áttu at gjørst fullur og heilur limur í eini hernaðarsamgongu. Takt- ikkurin var greiður, hildu teir. Ti ganga teir úti i myrkrinum við politiskum lippufelli og rysta í brók- unum. Ein úr Getu på