Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 1985síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| ——— — — TTAAA—————— Landskappingin í 3. deild: HB gav eiðismonnum tvey stig — ókeypis EB liggur nú trygt á odda í 3. deild. Teir hava trý stig fleiri enn nærmastu liðini, SÍ og B71, men teir fingu eisini tvey stig ókeypis um vikuskiftið. EB skuldi spæla móti HB í Gundadali sunnudagin, men HB metti ikki til dystin — fekk íkki mannað lið — og kundu eiðismenn, ið vóru komnir á vell, til reiðar at spæla dyst, fara heimaftur við tveimum stigum og trimum málum. Eiðis- menn hava als onga skuld í hesum, men hetta kann virka oyðileggjandi fyri kappingina, tí stríðið millum júst EB, B71 og SÍ um uppflyting er hart, og kunnu ókeypis stigini til EB í veruleikanum avgera kappingina. Tað er væl skiljandi at bæði sandoyingar og ser- vingar, ið sjálvir spældu javnleik 0—0 heima á Sandi sunnudagin, eru óðir inn á HB. Fleiri tosa um at HB eigur at verða revsað hart fyri hending- ina og er onkur, ið metir at frægast er at HB missir leikrætt sín í deildini. A Toftum var dystur millum B68 og Streym og vunnu toftamenn dystin við fýra málum móti ein- um aftaná 1—1 í hálvleiki. Fyri B68 gjørdi Andreas Andreassen hat-trick, meðan Fróði Davidsen skjeyt fjórða málið. Málið hjá Streymi skjeyt Bergur Magnussen. Mest óvæntaða úrslitið í 3. deild sunnudagin kom á Sevmýri har TB, sum annars øll hava dømt til nidurflyting, vann vid trimum málum móti tveimum á B36 aftaná 1—1 í hálvleiki. Við sigr- inum varðveitir TB vónina um framvegis at verða í deildini næsta ár eisini. EB liggur á odda við 19 stigum, meðan B71 og SI å teimum bådum næstu plåssunum hava 16 stig hvør. B68 og HB, sum liggja sum nr. fyra og fimm hava tiggju stig hvør og eru ti i teoret- iskum nidurflytingar- vanda. Sama eru Streymur og B36, id liggja sum nr. seks og sjey å stigatalvuni vid niggju stigum hver, meðan TB, ið liggur aftast, hevur sjey stig. Íslendinga- felagið í Føroyum tif. 16134 - 15671 IF — vid fullari ferð niður í 2. deild Tað er nú avgjørt, at IF verður noytt at spæla í 2. deild aftur komandi leikár aftaná bert eitt år í 1. deild. Hetta gjerdist veruleiki, tá IF leygardag seinna- part royndi seg móti grannanum í Getu. Tann, ið hevði væntað at sigurin móti TB hevði errað fugl- firðingar, varð vónsvikin. GI rann runt við ÍFleik- arunum, ið ikki vistu, hverjum beini teir skuldu standa á. IF varð rætt og slætt smurt av. Í fyrra hálvleiki eydnaðist GI at fáa fýra mál, men í seinna bar enn betur til og eydnaðist getumonnum at fáa bóltin í netið hjá fuglfirðingum fimm ferðir. Samanlagt sigur uppá níggju null — ikki eitt mál ov nógv. Aftur hesa ferð var tað Símun Petur Justinussen, ið royndist besti mål- skjútti hjá GI. Hann fekk fýra mál, meðan Jarnskor- breðurnir, Pauli og John, skutu tvey mál hver, meðan Hans Leo í Bartal- stovu skjeyt eitt. SÚKKLUHANDIL & VERKSTAÐUR UMBOÐ OG SØLA : mæ JOHN W. THOMSEN ……5” Nyggjur formaður valdi Marjun Lamhauge úr Havn til nýggjan for- mann Hon tekur við eftir Jon Hestoy, sum legði frá sær í summar. Síðani tað hevur ISF- forsetin, Heðin Mortensen, virkað sum formaður. Svimjisambandið fer nú undir at leggja ætl- anirnar fyri veturin. Síðst í september skipar svimjifelagið Ægir í Klaksvík fyri eini svimjikapping har. Fríggjakveldið Svimjisambandið NSÍ—LÍF 1—2 Sunnukveldið spældu NSI og LÍF í Runavík LIF vann dystin við tveimum málum móti einum, eftir at hava ligið á odda 1—0 í hálv- leikinum LÍF átti mesta partin av fyrra hálvleiki, og tá 8 minuttir vóru farnir av dystinum, fingu teir mál. Tað var eftir klumpspæl framman fyri NSI-målinum, og var tað Richard Jacob- sen, sum setti bóltin í netið. Í seinna hálvleiki kom NSÍ meira við, og sum dysturin leið, datt LÍF meira og meira burtur ímillum. Tað eydnaðist tó LÍF í fyrru helvt av seinna hálvleiki at ekja um leiðsluna til 2—0. Tað var Richard Jacobsen, sum trekti fram og dróg tveir NSI-leikarar við sær. Tað var tó ikki Richard, sum setti bóltin í netið, men haraftur- ímóti var Dánjal P. Jensen hjá NSÍ so ó- heppin, at tá hann skuldi leggja bóltin inn til målmannin, gjørdist bólturin ov høgur, og hann fór upp um målmannin inn í netið NSI kom alt meira við í spælinum, og 10 minuttir seinni eydnaðist tað Trúgva Morten- sen at sleppa igjøgnum verjuna hjá LÍF og seta bóltin í netið til endaligu steðuna 1 —2 Ur Runavík frætta vit, at tað var NSÍ, ið átti seinna hálvleik, og hevði dysturin verið longri, hevði NSÍ óivað fingið okkurt málið afturat.